Løgtingið

Um løgtingið

Á hesi síðuni verður greitt frá løgtinginum og politisku flokkunum.

Uppgávur løgtingsins

Løgtingið hevur, saman við løgmanni, valdið at lóggeva í málum, sum eru undir føroyskum myndugleika. Tær týdningarmestu uppgávurnar hjá løgtinginum eru at viðgera og samtykkja lógir, at taka avgerðir um, hvussu peningur landsins skal nýtast, og at hava eftirlit við arbeiðinum hjá landsstýrinum.

Løgtingið verður valt av Føroya fólki, fjórða hvørt ár. Løgtingsval kann tó vera, áðrenn valskeiðið er úti, um løgmaður ger av at skriva út val, ella um tingið samtykkir at upploysa seg sjálvt. Valrætt hava tey, ið hava fylt 18 ár, og sum hava heimarætt og fastan bústað í Føroyum.

33 tinglimir sita í løgtinginum, og hesi umboða ymsar politiskar flokkar. Eftir valið fara nakrir av flokkunum í samgongu og skipa landsstýri. Løgtingið velur løgmann, sum er stjórnarleiðari og ovasti fyrisitingarligi myndugleikin í málsøkjum, sum eru undir føroyskum myndugleika. Løgtingið velur eisini løgtingsformannin, sum stýrir arbeiðinum í løgtinginum.

Løgtingssetan

Løgtingið verður sett á ólavsøku. Ólavsøkudag fara tingmenn, landsstýrismenn, ríkisumboðsmaður og embætismenn í skrúðgongu úr tinghúsinum í Havnar Kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur í tinghúsið, har tingið verður sett. Á hesum fundi heldur løgmaður ólavsøkurøðuna, har hann viðger støðuna í samfelagnum. Tingið umrøður løgmansrøðuna í fyrstu viku í august. Í hesum orðaskifti verður støðan í samfelagnum sum heild viðgjørd.

Løgtingið viðger millum 100 og 150 mál í eini tingsetu, men málini eru ógvuliga ójøvn bæði til støddar og av týdningi. Tingsetan er frá ólavsøku til ólavsøku.

Uppskot til løgtingsfíggjarlóg skal leggjast fram innan 1. oktober og skal vera samtykt innan 31. desember. Uppskot, sum skulu vera liðugt viðgjørd fyri ólavsøku, kunnu ikki, uttan í serligum førum, verða framløgd seinni enn 8. mars á hvørjum ári. Øll uppskot, sum ikki eru liðugt viðgjørd á ólavsøku, fella burtur og mugu leggjast fram av nýggjum, skulu tey hava viðgerð.

 

Arbeiðsháttur løgtingsins

Løgtingið arbeiðir eftir reglunum, sum eru ásettar í stýrisskipanarlógini og tingskipanini. 

Tað eru 5 ymisk sløg av løgtingsmálum:

1. Uppskot til løgtingslóg 
2. Uppskot til ríkislógartilmæli 
3. Uppskot til samtyktar 
4. Frágreiðingar, skrivligir, munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar 
5. Misálit á løgmann ella landsstýrismenn 


Aðrir viðgerðarhættir eru ikki. Bara løgmaður, landsstýrismenn ella løgtingsmenn kunnu leggja mál fyri løgtingið. Skrivar ein borgari ella felag løgtinginum bræv um eitthvørt, so verður hetta ikki tikið til viðgerðar uttan so, at løgtingsmaður tekur málið upp sum løgtingsmál.

Uppskot til løgtingslógir fáa tríggjar viðgerðir, umframt nevndarviðgerð, áðrenn tey verða latin løgmanni til staðfestingar.

Uppskot til ríkislógartilmæli verða viðgjørd á sama hátt sum uppskot til løgtingslógir. Men endaliga úrslitið verður ikki staðfest av løgmanni, men løgmaður fráboðar ríkismyndugleikunum, hvat tingið hevur samtykt, fyri at ríkismyndugleikarnir kunnu gera tað til lóg. (Ríkislógartilmælini viðvíkja teimum málsøkjunum, sum heimastýrið ikki hevur yvirtikið).

Uppskot til samtyktar verða viðgjørd sum uppskot til løgtingslógir, men tey fáa bert tvær viðgerðir, og verða ikki staðfest av løgmanni. Uppskot til samtyktar eru ikki bindandi fyri landsstýrið ella borgaran. Í onkrum førum skal landsstýrið tó hava eina tingsamtykt, fyri at kunna gera eitthvørt, eitt nú týdningarmiklar sáttmálar við onnur lond.

Frágreiðingar og fyrispurningar

Eyðkent fyri hesi málini er, at løgtingið ger onga niðurstøðu. Málið verður umrøtt á tingi, og so er liðugt, eingin nevndarviðgerð og eingin atkvøðugreiðsla. Við hesum viðgerðarhættum kunnu løgtingsmenn fáa upplýsingar frá løgmanni og landsstýrismonnum.

Misálit. Um 17 tingmenn eru samdir um at loysa løgmann ella ein landsstýrismann úr embætinum, mugu teir leggja frá sær. Mál um misálit á løgmann ella landsstýrismann verða bert viðgjørd á einum tingfundi. Uppskot um hetta verður lagt fram av løgtingsmanni og alt fyri eitt verður tað tikið til umrøðu í tinginum. Tá umrøðan er liðug, verður atkvøðugreiðsla.

Flokkar

Sjey flokkar eru umboðaðir á tingi. Eitt sereyðkenni fyri føroyskan politikk er, at hann gongur eftir tveimum ásum. Umframt spurningin um vinstra og høgra, eru føroyskir flokkar eisini skipaðir eftir spurninginum um samband og loysing.

Sambandsflokkurin varð stovnaður í 1906 og er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparliga, mentanarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.

Sjálvstýrisflokkurin, sum varð stovnaður í 1906, vildi geva løgtinginum størri vald í føroyskum viðurskiftum og geva føroyskum máli somu rættindi sum danskt hevði í skúlum, kirkjum og í øllum almennum viðurskiftum.

Javnaðarflokkurin varð stovnaður í 1925, og er ein sosialdemokratiskur flokkur. Flokkurin vil á fólkaræðisligum grundarlagi byggja sín politikk á, at alt samfelagsgagnligt virksemi má skipast út frá umsorgan fyri felags áhugamálum og fyri at fremja vælferð fólksins. Øll menniskju skulu hava somu rættindi at taka lut í arbeiðinum fram móti størri vælferð og einum frælsum lívi.

Fólkaflokkurin varð stovnaður í 1940. Flokkurin virkar fyri politiskum sjálvstýri og búskaparligum sjálvbjargni, so hvør familja og einstaklingur hava frælsi til, eftir evnum, vilja og undir ábyrgd, at leggja egin viðurskifti til rættis í skipaðum rættarligum og sosialum kørmum og við sum minst almennari uppílegging og skattatrýsti.

Tjóðveldi varð stovnaður í 1948. Flokkurin vil stovnseta føroyskt tjóðveldi. Politikkurin er grundaður á, at fólkaræði skal galda í øllum viðurskiftum í føroyska samfelagnum. Flokkurin vil, at Føroyar skulu taka lut í altjóða samfelagnum sum sjálvstøðug tjóð við bæði rættindum og skyldum.

Miðflokkurin varð stovnaður í 1992 og byggir politikk sín á kristnu læruna. Flokkurin virkar fyri, at kristna lívsáskoðanin skal eyðkenna samfelagið, og at tær politisku avgerðir, sum tiknar verða, eru í samsvar við hesa.

Framsókn er ein liberalur, tjóðskaparligur flokkum, sum varð stovnaður í 2011. Flokkurin vil millum annað virka fyri, at vinnulív og privata fyritaksemið í nógv størri mun sleppa at virka í búskapinum, og at grundhugsjónin undir øllum virksemi í Føroyum er grundað á byrðardygd.