Landsstýrið

Um landsstýrið

Ímeðan Løgtingið hevur røtur meira enn 1.000 ár aftur í tíðina, so varð fyrsta landsstýrið ikki skipað fyrr enn í 1948. Frá tí at Løgtingið varð endurreist í 1852 og til seinna heimsbardaga, var Løgtingið bert ráðgevandi stovnur hjá donsku ríkismyndugleikunum viðvíkjandi stýringini av Føroyum. Alt tað lóggevandi og útinnandi valdið lógu hjá ríkismyndugleikunum.

Í 1948 varð Heimastýrislógin sett í gildi, og innan karmarnar á henni fekk løgtingið lóggávuvald í yvirtiknum sermálum, og landsstýrið varð sett á stovn, at vera útinnandi vald í hesum málum.

Uppgávur landsstýrisins

Í landsstýrinum sita løgmaður og landsstýrismenn. Løgmaður stendur á odda og samskipar arbeiðið hjá landsstýrinum. Løgmaður og landsstýrismenn hava hvør sína fyrisiting, sum stuðlar teimum í arbeiðinum at fremja sínar politisku ætlanir. Landsstýrismenn hava ábyrgd av sínum málsøkjum og tryggja sær politiska undirtøku fyri ætlanum sínum á politiskum landsstýrisfundum.

Tað er løgmaður sum velur landsstýrismenninar, og løgtingsformaðurin velur løgmann. Løgtingsformaðurin kann tó ikki velja ein løgmann, sum 17 tingmenn ella fleiri eru ímóti.

Løgmaður og landsstýrismenninir umboða samgonguflokkarnar (í løtuni eru tað Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin).

Um so er, at 17 tingmenn av eini ella aðrari orsøk eru ímóti løgmanni ella einum av landsstýrismonnunum, so mugu teir leggja frá sær. Hetta verður gjørt við at uppskot um misálit verður lagt fyri tingið.

Løgmaður kann, nær tað skal vera, skriva út nýval til løgtingið, um hann av einihvørjari orsøk heldur tað vera neyðugt.

Sostatt hava løgtingið og landsstýrið (tað lóggevandi og tað útinnandi valdið) eftirlit við hvørjum øðrum, og kunnu koyra hvønn annan frá.

Arbeiðsháttur

Løgmaður og landsstýrismenninir gera uppskot til nýggjar lógir, og til broytingar í verandi lógum, og hesi uppskot verða løgd fyri løgtingið at taka støðu til. Í løgtinginum hava løgmaður og landsstýrismenn talurætt, men ikki atkvøðurætt. Hetta merkir, at teir á tingfundum kunnu greiða frá uppskotum og svara spurningum frá løgtingsmonnum, men bara løgtingsmenn avgera um uppskotið verður samtykt ella ikki. Fyrr kundi ein og sami persónur vera bæði løgtings- og landsstýrismaður, men síðani stýrisskipanarlógin varð broytt, hevur ikki borið til at sita í báðum sessunum samstundis.

Á síðuni “Lógarsmíð” verður greitt nærri frá, hvussu landsstýrið arbeiðir í sambandi við at lógir verða gjørdar ella broyttar.