Orðalisti

Orðalisti

Á hesum orðalista finnur tú frágreiðingar um mong av teimum torføru orðunum, sum verða nýtt í politikki. 

 

Aðalorðaskifti
Løgmaður og Landsstýrismenn kunnu leggja frágreiðingar fyri Løgtingið, har greitt verður frá, hvørja yvirskipaða ætlan landsstýrið hevur á ávísum øki. Løgtingið umrøður málið, men ger onga niðurstøðu. Málið fær onga nevndarviðgerð og atkvøtt verður heldur ikki um tað.

Andstøða
Teir flokkar og tingmenn, sum ikki eru í samgongu.

Álit
Álit kundu eins væl verið kalla frágreiðingar. Eftir 1. viðgerð fáa málini vanliga nevndarviðgerð. Tað er løgtingsformaðurin, ið ger av, um eitt mál skal beinast í eina løgtingsnevnd, og hvørja nevnd tað skal í. Nevndin skrivar tinginum álit, har greitt verður frá, hvørja niðurstøðu nevndin er komin til, eftir at hava kannað málið gjølla. Ofta eru nevndarlimirnir ikki samdir, og skriva tí fleiri álit.

Eitt annað slag av álitum, sum eisini verða brúkt í politisku skipanini, eru longri frágreiðingar, har eitt ávíst mál verður útgreinað. Hesi álitini eru ofta grundarlag undir aðalorðaskiftum í tinginum.

At umsita (ella fyrisita)
Løgtingið samtykkir lógir, men tað eru landsstýrisfólkini sum umsita tær. Hetta merkir, at landsstýrisfólkini hava eftirlit við málsøkjunum, sum tey umsita, og skulu syrgja fyri, at lógirnar virka sum tær skulu. Landsstýrisfólkini gera uppskot til nýggjar lógir, tá tey halda, at tørvur er á lógarbroytinum.

Broytingaruppskot
Tá eitt mál skal til aðru ella triðju viðgerð í løgtinginum kunnu tingmenn ella løgtingsnevndin, sum málið er viðgjørt í, skrivliga seta fram broytingaruppskot (tað vil siga, at tey kunnu skjóta upp at broyta uppskotið nakað, men broytingin kann tó ikki vera so stór, at talan verður um eitt nýtt uppskot).

Demokrati
Demokrati merkir fólkaræði (tað at fólkið í landinum hevur politiska valdið). Í okkara føri velur fólkið teir persónarnar, sum sita í løgtinginum. Løgtingið velur løgmann, og løgmaður velur landsstýrisfólkini. Sostatt er fólkið avgerandi fyri, hvussu løgtingið og landsstýrið eru samansett.

Embætismenn
Hetta er felags heiti fyri starvsfólk í fyrisitingini. Hesi eru ikki politikarar, og skulu heldur ikki leggja seg út í partapolitikk. Vanliga hava tey eina hægri útbúgving, ið ger tey før fyri til dømis at skriva lógartekstir, ella gera annað líknandi arbeiði. Tá landsstýrið leggur frá sær og nýtt landsstýri tekur við, verða embætisfólkini sitandi. Tey eru ikki bundin at einum ávísum flokki ella samgongu.

Felagsmál
Málsøki, sum verða lóggivin og umsitin av ríkismyndugleikunum. Tó eru nøkur undantøk frá hesi reglu. Heimastýrið kann eftir §9 í Heimastýrislógini gera avtalu við ríkismyndugleikarnar um at umsita nøkur málsøki, hóast tey ikki eru sermál.

Fyrisiting
Løgmaður og landsstýrismenninir hava hvør sína fyrisiting (eisini nevndar stjórnarráð), sum millum annað fyrireikar og hevur eftirlit við lóggávuni og sum eisini hevur eftirlit við stovnum undir ráðnum. Starvsfólk í fyrisitingini eru ikki politikarar, men embætismenn.

Formligur landsstýrisfundur
Fundur, har landsstýrið tekur støðu um at leggja lógaruppskot fyri løgtingið.

Grundlóg
Lógin sum grundleggjandi staðfestir, hvussu landið verður stjórnað, og hvørji rættindi borgararnir hava.

Heimild
Loyvi ella rættindi. Ein landsstýrismaður kann til dømis hava heimild til at gera eitt ella annað, um tað í eini lóg stendur, at hann kann gera tað. Tá verður sagt, at lógin “heimilar” honum at gera tað.

Kunngerð
Rættarreglur, sum ein landsstýrismaður sjálvur ásetur, um løgtingið við løgtingslóg hevur givið honum heimild til at gera tað.

Kunngerðarblaðið
Blað, har allar lógir, kunngerðir o.t. verða staðfestar. Blaðið kemur út so hvørt sum nakrar lógir ella kunngerðir eru at lýsa. Síðani 1. januar 2013 er blaðið talgilt, t.v.s., at tað kann bara lesast á netinum. Blaðið kann síggjast her.

Landsstýrið
Stjórn landsins, ið fyrisitur málsøki undir føroyskum myndugleika.

Landsstýrismaður
Tann persónurin sum hevur ábyrgdina av at fremja politiskar ætlanir á teimum málsøkjum, sum hann hevur ábyrgdina av t.d. fiskivinnumálum ella mentamálum.

Lóggevandi vald
Lóggevandi valdið er tað valdið, sum samtykkir lógir og setur tær í gildi. Í Føroyum eru tað løgtingið og løgmaður, sum í felag hava lóggávuvaldið í yvirtiknum málum, meðan donsku ríkismyndugleikarnir hava lóggevandi valdið á málum, sum ikki eru yvirtikin.

Løgmaður
Stjórnarleiðari og ovasti fyrisitingarligi myndugleikin á málsøkjum undir føroyskum myndugleika.

Løgtingið
Viðger og samtykkir lógir o.t. Verður ofta nevnt lóggevandi valdið, hóast lóggevandi valdið formliga er hjá løgtinginum og løgmanni í felag, tí tað er løgmaður, ið staðfestir lógirnar.

Løgtingsins umboðsmaður
Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við allari fyrisitingini undir heimastýrinum. Talan er bæði um lands-, kommunalu- og interkommunalu myndugleikarnar. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.

Løgtingsmaður
(Eisini nevndir “tingmenn”) eru teir menn og tær kvinnur, sum eru vald inn á Føroya Løgting.

Løgtingsnevnd
(Eisini nevndar “tingnevndir”). Nevndir í løgtinginum, sum viðgera uppskot til lógir, t.d. vinnunevnd ella trivnaðarnevnd.

Løgtingsskrivstovan
Skrivstovan sum røkir vanligar skrivstovuuppgávur fyri Løgtingið. Hon skal ráðgeva løgtingsmonnum og er skrivstova fyri løgtingsnevndirnar. Eisini hevur Løgtingsskrivstovan um hendur Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið og skipar fyri útgávuni av Løgtingstíðindum. Løgtingsskrivstovan syrgir somuleiðis fyri, at øll løgtingsmál verða løgd á heimasíðu løgtingsins.

Løgtingstíðindi
Ársfrágreiðing um virki Løgtingsins. Løgtingstíðindi eru útkomin á hvørjum ári síðan 1880. Síðani 1998 er tilfarið gjørt teldutøkt, og kann lesast á heimasíðu Løgtingsins.

Málsøki
Ábyrgdarøki hjá landsstýrismanni, t.d. almannamál ella fíggjarmál.

Misálit
Um so er, at 17 tingmenn ella fleiri eru ímóti løgmanni, ella einum landsstýrismanni, so kunnu teir leggja fram uppskot um misálit. Mál um misálit verða bert viðgjørd á einum tingfundi, og beint eftir viðgerðina verður atkvøðugreiðsla. Verður málið samtykt, má tann sum tað er reist ímóti leggja frá sær.

Nevndarviðgerð
Vanliga fáa mál bara nevndarviðgerð millum 1. og 2. viðgerð. Tingið kann tó á øðrum viðgerðarstigum samtykkja at beina mál í nevnd. Undir nevndarviðgerðini granska nevndarlimirnir uppskotið gjøllari og fáa til vega eyka upplýsingar frá almennum og privatum. Vanliga kallar nevndin eisini fólk inn á fund at fáa tey at siga sína hugsan um uppskotið.

Politiskur landsstýrisfundur
Fundur, har landsstýrið umrøður politiskar ætlanir og støður.

Ríkisumboðsmaður
Ovasta umboð fyri danska ríkið í Føroyum og bindilið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðsmaðurin hevur sess í løgtinginum, har hann hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt. Í løtuni røkir Dan Michael Knudsen starvið sum ríkisumboðsmaður í Føroyum.

Samgonga /Samgonguflokkar
Teir flokkar og tingmenn, sum ganga saman um at skipa landsstýri.

Samgongufundur
Fundur, har bæði løgmaður, landsstýrismenn og tingmenn úr samgonguflokkunum umrøða politiskar ætlanir og støður.

Sermál
Málsøki, har føroyska heimastýrið hevur lóggávu- og umsitingarmyndugleika. Løgtingið ger lógirnar, sum skulu galda fyri hesi málsøki og landsstýrið umsitur tær (Tað øvugta av sermálum eru felagsmál).

Staðfesta lógir
Lógaruppskot, sum løgtingið hevur samtykt verða ikki galdandi lógir, fyrr enn løgmaður hevur staðfest (kunngjørt) lógina í Kunngerðarblaðnum.

Stjórnarráð
Fyrisiting hjá løgmanni ella landsstýrismanni, sum m.a. fyrireikar og hevur eftirlit við lóggávu o.t. og hevur yvirskipað eftirlit við stovnum undir ráðnum.

Stýrisskipanarlógin
Lógin, sum yvirskipað ásetur, hvussu Føroyar skulu verða stýrdar. Av tí at talan er um eina heilt serliga lóg, kann hon ikki broytast eftir vanligu mannagongdini fyri løgtingslógir, men samtyktin má “goymast” til løgtingsval hevur verið. Um nývalda løgtingið eisini samtykkir lógaruppskotið, kann løgmaður staðfesta lógina, og ikki fyrr enn tá er broytingin galdandi.

Tingfundur
Fundur í tingsalinum, har løgtingsmál verða viðgjørd eftir eini fastari skipan. Bara løgtingsmenn, landsstýrismenn og løgmaður kunnu fáa orðið, men øll onnur hava atgongd sum áhoyrarar.

Tingnevnd
Nevndir í løgtinginum, sum viðgera uppskot til lógir, t.d. vinnunevnd ella trivnaðarnevnd.

Tingseta
Tingseturnar vara frá ólavsøku til ólavsøku árið eftir, og eru nú á døgum tað sama sum eitt "ting-ár". Fyrr vóru fleiri tingsetur um árið, men so er ikki longur. Tingsetan 2007 endar tí ikki fyrr enn á ólavsøku 2008. Øll uppskot, sum ikki eru liðugt viðgjørd á ólavsøku, fella burtur og mugu leggjast fram av nýggjum, skulu tey hava viðgerð.

Tingskipanin
Reglugerð fyri, hvussu Løgtingið er skipað. Tað er í Tingskipanini, at tað er ásett, hvussu langa talutíð ein løgtingsmaður hevur, hvussu løgtingsnevndir verða valdar, hvussu atkvøðugreiðslur verða skipaðar o.s.fr.

Upprit til landsstýrisfund
Skriv, sum lýsir eitt ávíst mál, t.d. hví eitt mál verður tikið upp, og hvat ætlanin er at fremja.