Peika á myndina, fyri at gera hana størri.
Sum myndin vísir, so hevði Sambandsflokkurin stóra afturgongd á valinum í 2015, og tað sást aftur í mínum
persónligu atkvøðum. Kortini átti eg á flestu plássum størri part av samlaðu atkvøðunum hjá flokkinum í 2015, enn eg átti í 2011. Tað vil siga, at mín persónliga
afturgongd var minni, enn afturgongdin hjá flokkinum samanlagt.
Í 2011 fekk eg 5,35% av samlaðu atkvøðunum hjá Sambandsflokkinum. Í 2015
fekk eg 5,78% av samlaðu atkvøðunum hjá flokkinum. Á fólkatingsvalinum í 2019 fekk eg 491 persónligar atkvøður, sum vóru 6,73% av samlaðu atkvøðunum hjá Sambandsflokkinum.