Dagsskráin

Tingsetan 2014


Her verður í stuttum greitt frá málunum, sum eru á dagsskránni fyri tingfundirnar.




Týsdagur, 10. Mars 2015, kl. 11:00:

1. viðgerðir:
 
Tingmál nr. 93/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (leiguakfør og demoakfør)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Bilar sum verða skrásettir sum leigubilar og seinni verða seldir, rinda sum er ikki MVG av  samlaða søluprísinum, men einans av muninum millum keypsprís og søluprís.

Skotið verður nú upp, at eitt akfar skal vera skrásett sum leiguakfar ella sum akfar til skúlakoyring í 6 mánaðir fyri at verða viðgjørt sum leiguakfar ella akfar til skúlakoyring. Verður akfarið selt til privata nýtslu innan 6 mánaðir, verður akfarið viðgjørt sum eitt nýtt akfar.

Somuleiðis verður skotið upp, at bilar sum eru skrásettir sum “demobilar”, skulu viðgerast á sama hátt.

---

Tingmál nr. 96/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Motorsúkklur, el-bilar, burturbeingargjald og innfluttir brúktir bilar).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at reglan frá 2008 um at motorakfør, sum brúka el ella brint kunnu skrásetast uttan at rinda virðisgjald, verður longt til 31. desember 2018. Somuleiðis verður skotið upp, at strika virðisgjaldið á motorsúkklum. 

(Tingmálini nr. 93 og 96/2014 verða viðgjørd undir einum).

---

Tingmál nr. 102/2014: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2015

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at útvega landsstýrismanninum heimild til at læna 1.045 mió. krónur í 2015. Av hesum skulu 890 mió. brúkast til at endurfíggja eitt lán, meðan skuldin hjá landskassanum økist við 155 mió. krónum.

---

Tingmál nr. 115/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Bankalóggáva verður alsamt meira alheimsgjørd, og nógv av teimum lógarkrøvum, ið koma til okkara umvegis Danmark, hava sín uppruna í Basel III leiðreglunum, ið verða ásettar í BIS (Bank of International Settlements). Basel III leiðreglurnar komu í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni og hava til endamáls at styrkja um fíggjarfyritøkur soleiðis, at tað almenna í størst møguligan mun sleppir undan at bjarga hesum, tá fíggjarkreppur stinga seg upp. ES hevur valt at fylgja hesum leiðreglum, og úrslitið er ein lógarpakki í tveimum pørtum, sum øll ES-limalondini, eisini Danmark, hava skyldu til at seta í gildi.

Hetta uppskotið skal soleiðis vera við til at tryggja, at lóggávan undir føroyska bankakervinum samsvarar við lóggávuna í Danmark og í ES.  

---

Tingmál nr. 116/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 2 om ændring af lov om betalingstjenester o.a.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið er ein fylgja av einum øðrum uppskoti, sum verður viðgjørt saman við hesum. Hetta uppskotið er mest at meta sum lógartekniskar umskipanir, meðan veruliga nýskipanin liggur í einum øðrum uppskoti. 

---    

Tingmál nr. 117/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed o.a.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið hongur saman við øðrum uppskotum og verður tí viðgjørt saman við teimum. Talan er um at seta CRD4-direktivið í gildi í Føroyum. Hóast CRD4-direktivið broytir í fleiri ymiskum lógum í Danmark, mælir hetta ríkislógartilmælið einans til at seta í gildi fyri Føroyar tær broytingar, ið eru framdar í lóg um fíggjarligt virksemi.

Neyðugt er, at lóggávan kemur í gildi í Føroyum sum skjótast, tí tá ið lóggávan í Føroyum ikki samsvarar við lóggávuna í Danmark, og sostatt heldur ikki við lóggávuna í ES, metir ES ikki, at føroyskir peningastovnar eru javngildir (ækvivalentir) við danskar peningastovnar. Hetta kann føra við sær, at kostnaðurin at fáa til vega gjaldføri og kapital gerst dýrari fyri føroyskar peningastovnar.

(Tingmálini nr. 115-116 og 117/2014 verða viðgjørd undir einum).

---

Tingmál nr. 84/2014: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk Føroya.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um, at gera eina frágreiðing um hvør gjaldoyraloysn er best fyri Føroyar. Frágreiðingin skal verða løgt fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis. 

---

Tingmál nr. 125/2014: Uppskot til samtyktar um at lækka ella taka heilt burtur ferðagjald.

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Framsókn.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um at taka burtur ferðagjaldið, sum ferðafólk skulu gjalda á millumlanda ferðaseðlum. Gjaldið er í løtuni 65 krónur fyri hvønn ferðandi.

---

Tingmál nr. 127/2014: Uppskot til samtyktar um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Framsókn.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi. 





Fríggjadagur, 6. Mars 2015, kl. 10:00:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi Trygdargrunninum, minstuløn og minstaforvinningi.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni viðvíkjandi lógini um landsjørð.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 71/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (heimild at loyva tannrøktarum at umbiðja forskriftsskyldugan heilivág).

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir verandi reglum hava tannrøktarar ikki loyvi at útskriva reseptskyldugan heilivág, men mugu í hvørjum einstøkum føri biðja ein tannlækna skriva reseptina fyri seg. Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at geva landsstýrismanninum heimild til við kunngerð at loyva tannrøktarum at umbiðja reseptheilivág til nýtslu í yrki sínum.

Ein samd Trivnaðarnevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---    

Tingmál nr. 55/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir gomlu sjúkrakassaskipanini var tað soleiðis, at ískoyti kundi latast til gjald fyri viðgerð hjá heilsustarvsfólki. Hesi viðurskifti vóru regulerað við sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og fakfeløg hjá heilsustarvsfólki. 

Tá Heilsutrygd avloysti gomlu sjúkrakassaskipanina var tað landsstýrismaðurin, sum fekk evstu ábyrgd á hesum økinum. Kortini hevur tað víst seg, at hann hevur ikki havt nøktandi heimildir til at  stýra. Tí verður skotið upp at geva landsstýrismanninum neyðugu heimildirnar, fyri at kunna stýra tí partinum av virkseminum, sum snýr seg um útreiðslurnar hjá Heilsutrygd til gjald ella ískoyti til gjald fyri viðgerðir, sum heilsustarvsfólk fremja og umatgongd til viðgerðir. 

Meirilutin í Trivnaðarnevndini (Rósa Samuelsen, Hanus Samró, Bill Justinussen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) tekur undir við uppskotinum. Minnilutin (Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Sirið Stenberg) mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

1. Viðgerðir:

Tingmál nr. 68/2014: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum - Góðkenning av Landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2013

Reimund Langgaard, Joen Magnus Rasmussen, Høgni Hoydal og Eyðgunn Samuelsen (løgtingsgrannskoðararnir) hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið samtykkir at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2013 við teimum viðmerkingum, átalum og áheitanum, sum Landsgrannskoðanin og onnur hava víst á.

---

Tingmál nr. 76/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (skattafrádráttur fyri stuðul til vælgerandi endamál)

Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, løgtingskvinnur, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at tey ið fíggjarliga stuðla vælgerandi feløgum, kunnu draga stuðulin frá í skatti (upp til í mesta lagið 15.000 krónur um árið).

---

Fyrispurningar

Svar nr. 32/2014:Samferðsluviðurskiftini í Sandoynna

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um samferðsluviðiurskiftini í Sandoynna. Spyrjarin vísir á, at í summar varð grót tikið upp úr innsiglingini í Skopun. Hetta var ein bati, men síðani hevur verið ókyrt í innsiglingini. Ein avleiðing av hesum er, at sera stórir steinar koma í leysum lofti inn um keiina.

Tí verður spurt, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hetta.

---

Svar nr. 33/2014:Lønarviðurskifti hjá Strandfaraskipum Landsins

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrimann, um lønarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins. Spurt verður, hvat landsstýrismaðurin heldur um útskiftingina av manning, sum er umborð á Teistanum og hinum strandfaraskipunum? Eisini verður spurt, um lønarviðurskiftini kunnu vera orsøk til at manningin ikki støðast, og spurt verður eisini, hví man ikki hevur brúkt sjómansfrádráttin á strandfaraskipum, rannsóknar­skipum og vaktarskipum?





Týsdagur, 10. Februar 2015, kl. 11:00:

Atkvøðugreiðslur:
 
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 38/2014: Viðvíkjandi trupulleikum at fáa fast starv í heilsuverkinum.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Karsten Hansen, landsstýrismann, hvør orsøkin er til, at tað tykist vera so trupult at fáa fast starv í heilsuverkinum?

---

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 39/2014: Viðvíkjandi veitingum og barnaískoyti til barnafamiljur í Føroyum, samanborið við okkara grannalond.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um fíggjarviðurskiftini hjá føroyskum barnafamiljum, samanborði við barnafamiljur í okkara grannalondum. 

---       

2. viðgerðir:
    
Tingmál nr. 51/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp at broyta kapitalvinningsskattalógina, soleiðis, at tað ikki longur skal bera til at mótrokna í skattinum rentuútreiðslur til lán, ið eru tikin fyri at keypa virðisbrøv.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Víst verðar á, at íløgur í partabrøv kunnu javnmetast við vinnuligt virksemi. Sæð í hesum ljósi brýtur uppskotið við galdandi roknskaparmeginreglu um, at útreiðslur, sum eru beinleiðis fortreyt fyri eini inntøku, eiga at kunna dragast frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað. 

Minnilutin (Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss) tekur undir við málinum.

---      

Tingmál nr. 52/2014: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at landsstýrið skal bera so í bandi, at samfelagsligi váðin av útlendska virkseminum hjá føroyskum fíggjarfyritøkum verður avmarkaður. Hetta kann millum annað gerast við at skilja sundur føroyska og útlendska virksemið í hvør sítt felag.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen) heldur ikki, at landsins myndugleikar hava møguleikar gjøgnum lóggávu at regulera hesi viðurskifti nøktandi. Teir vísa eisini á avtaluna um at gera stóru føroysku bankarnar til SIFI-bankar - t.v.s. bankar, sum ikki kunnu fara av knóranum. Kemur ein SIFIbanki í trupulleikar, verða átøk beinanvegin sett í verk, sum tryggja, at bankin verður rikin víðari og við SIFI-spjaldrinum fylgir ein ávís trygd, men eisini ávísar skyldur. 

Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss) mælir
Løgtinginum til at taka undir við málinum. 

---

Tingmál nr. 53/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilbúgving

Poul Michelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Framsókn.

Víst verður á, at rættiliga nógvar upplýsingar um persónar og persónlig viðurskifti liggja á alnótini. Tí er umráðandi at tryggja upplýsingarnar, soleiðis at vit ikki verða skadd av, at hesar upplýsingar ella partur av teimum forfarast. Samsvarandi hesum verður tí skotið upp at gera broytingar í løgtingslógini um tilbúgving. 

Meirilutin í Vinnunevndini (Alfred Olsen, Hanus Samró, Bjarni Djurholm, Janus Rein, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard) er samdur um, at vit eiga at hava skipanir, sum tryggja føroyska samfelagnum virkisføri, eisini undir umstøðum, tá talan er um skaðahendingar, vanlukkur, skipað brotsverk, og yvirgang v.m.

Meirilutin vísir tó á, at umboð fyri Felagið Peningastovnar hava staðiliga mælt frá, at bankatænasturnar verða fluttar aftur til Føroya, millum annað tí at tað hvørki er fíggjarligur ella kt-førleiki í Føroyum at menna tær skipanir, sum bankunum tørvar. Eisini vísir meirilutin á, at Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið eru farin í holt við at talgilda allan almenna geiran, har trygdin hjá tí einstaka borgaranum er í fokus. Hetta arbeiðið verður gjørt, og upplýsningarnar goymdar í Føroyum við back-up skipanum í øðrum londum.

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Minnilutin (Bjørt Samuelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---
 
1. viðgerðir:
   
Tingmál nr. 65/2014: Uppskot til samtyktar um at leggja ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjalvstøðugt alment felag.  

Poul Michelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Framsókn.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, ið leggur ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftisnetinum í eitt sjálvstøðugt alment felag.

Víst verður á, at tað er óheppið fyri kappingina, at tað eina felagið sum er við í kappingini um at veita tænastur, eigur netið sum øll skulu brúka. Tí verður skotið upp at broyta hetta.

---

Tingmál nr. 66/2014: Uppskot til løgtingslóg um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál (Solariumlógin).

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Víst verður til Krabbameinsætlanina fyri Føroyar, har heili 58 tilmæli eru, sum hava til endamáls ávikavist at fyribyrgja krabbameinstilburðum og at betra um krabbameinsviðgerðir. Eitt av hesum tilmælum snýr seg um at seta forboð fyri, at ung, yngri enn 18 ár, kunnu brúka solariumsól. Millum annað tað verður skotið upp at fremja í hesum uppskotinum.






Mikudagur, 21. Januar 2015, kl. 11:00:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ungdómsumboðan.

Spurt verður millum annað, um løgmaður hevur umhugsað at gjørt eina skipan við einum almennum politiskum ungdómsráði fyri Føroyar eftir sama leisti sum Tórshavnar ungdómsráð?

---

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, viðvíkjandi føroyskt-undirvísing til útlendingar.

Spurt verður millum annað, hvørji tilboð um føroyskt-undirvísing eru í boði til útlendingar, ið koma til Føroya at búgva, og hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja útlendingum nøktandi undirvísing í føroyskum máli, mentan, samfelagsviðurskiftum umframt kunning um teirra rættindi og skyldur?

---

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, viðvíkjandi integrasjónsmálum.

Spurt verður millum annað hvussu Vinnumálaráðið útinnir sín leiklut sum myndugleiki á integrasjónsøkinum, og eisini verður spurt, nær ein integrasjónslóg kemur.

---

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Gerhardi Longberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftunum í Sandoynna.

Spyrjarin vísir á, at í summar varð grót tikið upp úr innsiglingini í Skopun. Hetta var ein bati, men síðani hevur verið ókyrt í innsiglingini. Ein avleiðing av hesum er, at sera stórir steinar koma í leysum lofti inn um keiina.

Tí verður spurt, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hetta.

---   

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Gerhardi Lognberg, landsstýrismanni viðvíkjandi lønarviðurskiftum hjá Strandfaraskipum Landsins

Spurt verður, hvat landsstýrismaðurin heldur um útskiftingina av manning, sum er umborð á Teistanum og hinum strandfaraskipunum? Eisini verður spurt, um lønarviðurskiftini kunnu vera orsøk til at manningin ikki støðast, og spurt verður eisini, hví man ikki hevur brúkt sjómansfrádráttin á strandfaraskipum, rannsóknar­skipum og vaktarskipum?

---    

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni viðvíkjandi ferðandi skúlaungdómi.

Spurt verður, hvat landsstýrismaðurin heldur um umstøðurnar hjá næmingum úr Sandoynni og øðrum útoyggjum, sum pendla, aftur og fram til hægru skúlarnar í Tórshavn? Víst verður millum annað á, at ferðslan er sera óstabil í vetrarhálvuni.

---   

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann, um Føroyar skulu taka móti flóttafólkum.

Spurt verður um løgmaður ætlar at hava aðalorðaskifti um flóttafólk, um Føroyar eiga at áseta eina kvotu fyri móttøku av flóttafólki og eisini aðrir spurningar viðvíkjandi flóttafólki verða settir.

---

Munnligir fyrispurningar.





Týsdagur, 20. Januar 2015, kl. 11:00
 
Skrivligir fyrispurningar:

Svar nr. 24/2014: Viðvíkjandi rættindum hjá børnum, har foreldrini eru skild

Bill Justinussen spyr Karsten Hansen millum annað hvørji rættindi eitt barn hjá fráskildum foreldrum hevur til samveru við bæði foreldrini?

---

Svar nr. 25/2014: Viðvíkjandi serlæknaøkjunum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr Karsten Hansen millum annað hví tað gongur so seint við at skipa serlæknaøkini og hví talið á seingjaplássum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi minkar úr 36 niður í 24? Hon spyr eisini um nakað kemur ístaðin fyri mistu seingjaplássini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

---

Svar nr. 26/2014: Psykiatriska økið

Sirið Stenberg spyr Karsten Hansen um sparingar á psykiatriska deplinum í 2015. Hon spyr eisini hvussu nógv fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum ætlandi ikki flyta inn í nýggju búeindina Eystan Heyg og hon spyr eisini aðrar spurningar, sum hava við hetta økið at gera.

---

Svar nr. 28/2014: Lønarinntøkur, skattir, gjøld og frádráttir fyri ymsar lønarbólkar

Bjarni Djurholm spyr Jørgen Niclasen um tøl fyri lønarinntøkur, skattir, gjøld og frádráttir fyri ymsar lønarbólkar.




Mikudagur, 10. Desember 2014, kl. 11:00:

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 27/2014.

Edva Jacobsen spyr løgmann millum annað, hvussu stórur partur av pengunum, sum Føroyar lata til menningarhjálp, verður latin til hjálparfelagsskapir, sum virka út frá Føroyum.

---

Munnligir fyrispurningar

---     

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 8/2014: Uppskot til samtyktar um at endurskoða fólkaskúlalógina.

Gunvør Balle, løgtingskvinna, hevur lagt málið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at seta eina nevnd at eftirmeta fólkaskúlalógina, og út frá hesi eftirmetingini, leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina. Víst verður á fleiri ítøkilig øki, sum broytingarnar skulu umfata.

Meirilutin í Mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur fyri stuttum fingið tey álit, sum kunnu vera grundarlag undir eini politiskari viðgerð av broytingum í fólkaskúlalógini, og at Mentamálaráðið arbeiðir við at endurskoða fleiri viðurskifti í skúlanum.

Av tí at Mentamálaráðið longu arbeiðir við málinum, mælir meirilutin frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin  (Rigmor Dam, Poul Michelsen og Gunvør Balle) tekur undir við uppskotinum.

---

Tingmál nr. 9/2014: Uppskot til samtyktar um at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag.

Gunvør Balle, løgtingskvinna, hevur lagt málið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri tingið uppskot um at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag.

Meirilutin í Mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen,  Rigmor Dam  og Jenis av Rana) heldur tað vera eitt gott hugskot  at varpa ljós á týdningin av okkara móðurmáli við athalda ein árligan móðurmálsdag. Kortini vísir meirilutin á, at tað ber til at skipa fyri móðurmálsdegi, uttan at hetta verður gjørt við at lýsa ein almennan hátíðardag afturat. Mælt verður til at brúka teir møguleikar, sum longu eru at skipa fyri einum árligum móðurmálsdegi tann 25. mars, tó uttan at hetta verður lýst av Løgtinginum. Landsstýrismaðurin hevur sum er møguleika fyri  at geva stovnunum boð um, at skipast skal fyri degnum. Mælt verður tí frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Poul Michelsen og Gunvør Balle) tekur undir við uppskotinum.

---

1. Viðgerðir:

Tingsmál nr. 64/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2014.

Fíggjarnevndin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 950.000 krónur til Strandfaraskip landsins í sambandi við óvæntaðar útreiðslur  umborð á Smyrli. Eisini verður skotið upp at heimila landsstýrismanninum at flyta óbrúkta løgujáttan (til Kringvarp Føroya) til seinni fíggjarár.

Samtykt er at víkja frá tíðini á øllum viðgerðarstigum.

---

Skrivligir fyrispurningar:

Spurningur nr. 12/2014: Lækking av túratali hjá Smyrli.
Johan Dahl, landsstýrismaður svarar Henriki Old, sum spyr, hvør orsøkin var til, at fyrrverandi leiðslan á Strandfaraskipum Landsins ikki fekk heimild til at hækka prísin og ei heldur at lækka túratalið hjá strandferðsluni? Eisini vil hann hava at vita, hvørji viðurskifti eru broytt,tá núverandi leiðsla hevur fingið boð um at niðurskurður skal gerast á rutuni hjá Smyrli, og hví velur landsstýrismaðurin at lækka túratalið hjá Smyrli? 
---

Spurningur nr. 16/2014: Eigaraskapur av vindmylluparkini í Húsahaga

Aksel V. Johannesen spyr Johan Dahl, um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, ella ætlar at geva loyvi til, at SEV og MAGN saman kunnu eiga vindmylluparkina í Húsahaga?

Í øðrum lagi spyr hann, um landsstýrismaðurin kann greiða frá, hvørjir fyrimunir eru fyri vanliga brúkaran, at ein partur av virkseminum hjá SEV verður privatiseraður til ein útlendskan íleggjara?



Mikudagur, 12. November 2014, kl. 11:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 7/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2014

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta er fjórða eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2014. Biðið verður um, at løgtingið játtar tilsamans 24,8 mió. krónur eyka til ymiskar útreiðslur. 

Fíggjarnevndin hevur gjørt nakrar broytingar í uppskotinum og ein samd nevnd tekur undir við málinum soleiðis sum tað er broytt. Harumframt hevur minnilutin eisini nøkur broytingaruppskot.

---

1. viðgerðir:

Átta tingmál verða viðgjørd undir einum. Tey eru:

Tingmál nr. 38/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 1/8)

Tingmál nr. 39/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 2/8)

Tingmál nr. 40/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 3/8)

Tingmál nr. 41/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 4/8)

Tingmál nr. 42/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 5/8)

Tingmál nr. 43/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 6/8)

Tingmál nr. 44/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 7/8)

Tingmál nr. 45/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed (Uppskot 8/8)

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur lagt hesi átta ríkislógartilmælini fyri tingið, um at broyta lógina um fíggjarligt virksemi í Føroyum. Høvuðsorsøkin til hesar broytingarnar er, at undir fíggjarkreppuni eru myndugleikarnir av royndum komnir eftir, at tað eru viðurskifti, sum tað eigur at verða lagt upp fyri í framtíðini. Við at samtykkja øll hesi átta uppskotini, verður lógin um fíggjarligt virksemi dagførd til tað, sum var galdandi í Danmark tann 31. desember 2013. 

Samanumtikið eru broytingarnar hesar:

Fíggjareftirlitið fær møguleika til at lata føroyskum eftirlitsmyndugleikum trúnaðarupplýsingar, sum teir hava fyri neyðini til tess at røkja sínar eftirlitsskyldur. 

Reglurnar verða herdar til fíggjarfyritøkur at játta lán og trygdir o.a. til virki, har stjórar og nevndarlimir í fíggjarfyritøkuni eru stjóri ella nevndarlimur. Eisini eru herdar reglur fyri peningastovnar at taka trygd fyri skyldur hjá hesum virkjum.

Tá fíggjarfyritøkur ætla at víðka virksemi sítt um landamørk til lond, sum ikki hava avtalu viðES ella Føroyar, hava tær skyldu til at boða Fíggjareftirlitinum frá. 

Fíggjareftirlitið fær heimild til at seta reglur fyri fíggjarstovnar, tá hesir útvega sær og innloysa instrument, ið kunnu vera partur av grundkapitalinum. 

Tá ið Fíggjareftirlitið áleggur eini fíggjarfyritøku, fíggjarligari haldfyritøku ella felags dátumiðstøð at fáa gjørt eina óhefta kanning av viðurskiftum, er tað ikki Fíggjareftirlitið, men fyritøkan sjálv, ið ger sáttmála við teir serkønu, sum skulu gera kanningina. (Hetta fyri at tryggja eitt skjóttvirkandi og munadygt eftirlitsvirksemi). 

---

Tingmál nr. 34/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (eftirlønarlógin)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at ávísar tillagingar verða gjørdar í eftirlønarlógini. Millum annað stendur í lógini, at tænastumenn eru undantiknir at rinda til eftirløn av tænastumannalønini. Onkur hevur gjørt vart við, at hetta kann tulkast soleiðis, at lógin beinleiðis bannar tænastumonnum at rinda til eftirløn av tænastumannalønini. Mælt verður tí til eina nýggja orðing sum staðfestir, at tænastumenn kunnu rinda til eftirløn av tænastumannalønini, hóast teir ikki hava skyldu til at gera tað.

Eisini verður skotið upp at gera aðrar broytingar í lógini.

---

Tingmál nr. 35/2014: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll til norðurlendska tvískattasáttmálan viðvíkjandi skatting av eftirlønum við atliti at Føroyum og Danmark.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Sum støðan er í løtuni, kann ein persónur, ið hevur verið búsitandi í Føroyum og hevur goldið 40% í eftirlønarskatti, koma at gjalda skatt einaferð afturat av somu pengum, um hann flytur til Danmarkar aftaná, at hann hevur rokkið eftirlønaraldur. 

Við at samtykkja at seta hesa protokollina í gildi, verður henda dupultskatting tikin av. 

---

Tingmál nr. 46/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v. m. (Rentutryggingarlógin).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um tvær lógartekniskar broytingar í rentutryggingarlógini. 

Onnur er, at í sambandi við at ein nýggj áseting varð sett inn í lógina í 2013, varð gloymt at strika gomlu ásetingina, soleiðis at lógin nú hevur tvær ymiskar ásetingar viðvíkjandi útgjaldi við deyða. Mælt verður tí til at rætta mistakið og strika gomlu ásetingina. 

Seinna broytingin er viðvíkjandi einstøkum persónum, sum fyri nøkrum árum síðani, meðan teir hava búð og arbeitt uttanlands, hava rindað inn á føroyska kapitalpensjón. Seinni hevur tað víst seg, at landið, har tey búðu og vóru skattskyldug, ikki veitti frádrátt fyri inngjaldið. Hesir persónar hava sostatt rindað fullan skatt av inngjaldinum og skulu, um ikki lógin verður broytt, eisini rindað avgjald á 35% til landskassan við útgjald. 

Skotið verður tí upp, at hesir persónar skulu sleppa undan at rinda skatt tvær ferðir. 

---

Tingmál nr. 47/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Ognarfyrivarni)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at heimila, at avgjald kann verða tikið fyri at tinglýsa ognarfyrivarni í motorakførum, húsvognum, lendisakførum, leguvognum og viðfestivognum. 

---

Tingmál nr. 48/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Talgild fráboðan av lønarseðlum o.a.)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um tvær lógartekniskar broytingar.

Tann fyrra broytingin er ein reint teknisk broyting, sum hevur samband við, at broytingar eru gjørdar í almannalóggávuni. 

Seinna broytingin er ein avleiðing av, at Løgtingsins umboðsmaður hevur mett tað vera ivasamt, um skattalógin heimilar, at Gjaldstovan sendir lønarseðlar talgilt.





Mikudagur, 22. Oktober 2014, kl. 11:00:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Akseli Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjnadi eigaraskapi av vindmylluparkini í Húsahaga.

Spurt verður um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, ella ætlar at geva loyvi til, at orkufelagið MAGN skal eiga part í vindmyllulundini í Húsahaga. Eisini verður spurt, hvørjar fyrimunir hetta gevur kundunum hjá SEV.

---   

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Kristionnu Winther Poulsen viðvíkjandi lækking ella burturtøku av mvg á matvørum.

Spurt verður um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at lækka ella avtaka meirvirðisgjaldið á matvørum, og hvønn týdning hetta hevði fingið fyri ávikavist landskassan og brúkararnar. Eisini verður spurt um møguleikan at brúka avtøku ella lætta í meirvirðisgjaldinum sum amboð, fyri at fáa fólk at eta heilsubetri kost.

---

Fyrispurningar:

Ófráboðaðir fyrispurningar.

---  

Fyrstu viðgerðir:

Tngmál nr. 20/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2014.
  
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at seta av 3 milliónir krónur yvir árini 2014 og 2015 til at stuðla uppsetan av løðistøðum til elbilar kring landið.

---    

Tingmál nr. 21/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2014-2

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at játtanin til miðnámsútbúgvingar hækkar við 600.000 krónum, fyri at ein skipan kann verða sett á stovn, har næmingar fáa møguleika at fáa sálarfrøðiliga hjálp.

---

Tingmál nr. 22/2014: Uppskot til samtyktar um at stimbra málsliga samleikan hjá børnum í Føroyum.

Rigmor Dam, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eina frágreiðing við tiltøkum, sum kunnu stimbra málsligu menningina hjá børnum. Eisini verður skotið upp, at heildarætlanin skal innihalda eitt uppskot um, hvussu til ber at seta á stovn eina “málpulju”, haðani fólk kunnu søkja um stuðul til ymiskt, sum kann stimbra málsligu menningina.





Týsdagur, 21. Oktober 2014, kl. 13:30:

1. viðgerðir:


Tingmál nr. 19/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at rentustuðulin, sum verður latin fyri húsalán, verður lækkaður við einum prosenti árliga komandi 5 árini. Stuðulin er 35%, og skal sambært uppskotinum vera komin niður á 30% í 2019. Roknað verður við, at landið sparir umleið 2,5 mió. kr. fyri hvørt prosentið, sum stuðulin lækkar. 

---    

Fyrispurningar:

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum holocaustdegi.

1. november 2005 samtykti ST at 27. januar skal vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og fólkadráp síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum allmennan minningardag. Løgmaður hevur boðað frá, at almennur holocaust-dagur verður settur í gildi í Føroyum, og at Mentamálaráðið skal skipa fyri hesum. Nú vil spyrjarin hava at vita, nær landsstýrismaðurin fer at skipa fyri, at holocaustdagurin verður almennur flaggdagur og eyðmerktur soleiðis, at hann fær eitt  innihald.

---

Svar uppá skrivligan fyrispurning til løgmann frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum holocaustdegi.

Spyrjarin vil hava at vita, nær holocaustdagur verður settur í gildi í Føroyum, og hví hetta ikki longu er gjørt?

---

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu um Fólkaskúladeild.

Spyrjarin vísir á, at í 2012 varð Mentamálaráðið skipað við nýggjum bygnaði, har arbeitt verður í toymum í staðin fyri í deildum. Men sambært spyrjaranum hevur nýggi bygnaðurin elvt til ónøgd millum viðskiftafólk. Tí vil hon millum annað hava at vita, hvussu Mentamálaráðið sjálvt metir, at samskiftið við viðskiftafólk hevur hepnast við nýggja bygnaðinum, og í hvønn mun bygnaðarbroytingarnar hava bøtt um tænastuna til brúkaran. Eisini spyr hon nær ætlanin er at eftirmeta og endurskoða nýggja bygnaðin.

---

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, um at veita ungum kvinnum betri møguleikar at eiga børn í sambandi við lestur.

Spurt verður millum annað, hvørjar møguleikar landsstýrismaðurin sær í at víðka serligu veitingarnar til kvinnur í lesnaði, sum eiga børn, og hvat ein slík skipan kostar. 




Týsdagur, 7. oktober 2014, kl. 10:00

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni um ymisk viðurskifti á Elektron.

Spurt verður millum annað um fíggjarligu støðuna hjá fyritøkuni, hvussu nógv tað hevur kostað at flyta ymiskt virksemi av landinum og um menning av eini elektroniskari undirskrift.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu um Hvalastøðina við Áir.

Spurt verður, um landsstýrið ætlar at fylgja einum áliti sum varð gjørt í oktober 2013, um at gera Hvalastøðina við Áir til livandi savn og upplivingardepil.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Henriki Old, løgtingsmanni viðvíkjandi lækking av túratalinum hjá Smyrli.

Spurt verður millum annað, hvør orsøkin er til, at fyrrverandi leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hvørki fekk heimild til at hækka prísin ella lækka túratalið hjá strandferðsluni, meðan núverandi leiðsla hevur fingið boð um at lækka túratalið hjá Smyrli.

---

1. viðgerðir:  

Tingmál nr. 10/2014: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2015

Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið vísir eitt hall eftir rakstrar-, løgu- og rentuútreiðslur á 139,7 mió. kr. Hallið er sostatt 57 mió. kr. minni enn tað var í játtanarkørmunum fyri 2015. Málið hjá landsstýrinum er, at hallið skal vera burtur í 2016.



Tingsetan 2013

Her verður í stuttum greitt frá málunum, sum eru á dagsskránni fyri tingfundirnar.



Hósdagur, 1. Mai 2014, kl. 11:00


3. viðgerðir:

Tingmál nr. 108/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Sambært galdandi lóg um barna- og ungdómstannrøkt hava øll børn og ung, yngri enn 16 ár, rætt til ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt í kommununi, har tey búgva. Skotið verður upp at hækka aldursmarkið upp í 18 ár.

Undir viðgerðini í trivnaðarnevndini er komið fram, at Føroyar eru einasta Norðurlandið, sum ikki bjóðar ókeypis tannrøkt upp til 18 ár. Trivnaðarnevndin metir tískil, at tað er rætt at hækka aldursmarkið soleiðis, at tey 16 og 17 ára gomlu eisini koma undir hesa skipan. Nevndin heldur tað tó vera óheppið, at mál verða løgd út til kommunurnar, uttan at peningur fylgir við. 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---

Tingmál nr. 110/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul – (hækkan av stuðulsveitingini)

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at hækka stuðulin, sum verður veittur teimum ið ættleiða børn úr 75.000 krónur fyri hvørt barnið upp til 100.000 krónur fyri hvørt barnið. Harumframt verður skotið upp at broyta heitið “Almannastovan” til “Almannaverkið” í lógini. 

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

2. viðgerðir:


Tingmál nr. 76/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tá ið lógin um Føroyska Altjóða Skipaskrá (FAS) varð samtykt í 1992, varð sett sum krav í lógini, at útlendsk manning við skipum undir FAS skuldi hava limaskap í tí fakfelagnum, sum sáttmálin var gjørdur við. Men eftir at dómur um fakfelagsfrælsi var feldur í Europeiska Mannarættindadómstólinum í 2006, er spurnartekin sett við, um loyvt er at seta tílíkt krav. 

Felagsskapurin International Transport Workers’ Federation (ITF) hevur mett, at FASlógin er í andsøgn við tveir ILO sáttmálar. Felagsskapurin metir ásetingina vera eina forðing fyri, at føroysku fakfeløgini kunnu verja rættindini hjá útlendsku sjófólkum í FAS. Tískil hevur ITF avgjørt at seta føroyska flaggið á listan yvir sonevnd “hentleikafløgg”.

Vinnumálaráðið og Sjóvinnustýrið eru ikki samd við ITF. Millum annað hevur Sjóvinnustýrið víst á, at føroyski sjóvinnumyndugleikin hevur fingið góð úrslit hjá IMO, at FAS er flutt av gráa listanum upp á hvíta listan hjá Paris MOU, og er nú bólkað saman við øðrum dygdarfløggum. ITF hevur tó ikki verið til at vika í hesum spurninginum.

Fleiri reiðarí undir FAS kunnu illa liva við hesi støðuni, og tí verður skotið upp at broyta lógina.

Við at gera hesa broytingina verður ein greiður boðskapur sendur til umheimin um, at Føroyar sum flaggstatur er sinnaður at lúka altjóða krøv um at verja øll sjófólk, ið eru partur av manning undir føroyskum flaggi.

---

Tingmál nr. 94/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingslógin um skráseting av skipum er frá 1970 og seinasta broytingin í lógini er gjørd í 1997. 

Høvuðsbroytingarnar í hesum uppskotinum eru, at smábátar undir 15 brutto tons skulu verða meldaðir til skipaskránna, meðan bátar undir 5 brutto tons sleppa ikki í skipaskránna. Fóðurflakar skulu eisini skrásetast, sjálvt um teir ikki hava motor, og skrásetingin av skipum skal øll savnast á einum stað (hjá Føroya Skipaskráseting). Skotið verður eisini upp, at Sjóvinnustýrið skal hava heimild at áseta eitt ársgjald, fyri at røkja skránna, og lógin verður broytt, soleiðis at hon samsvarar við talgildu skrásetingina.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

Tingmál nr. 124/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og í lov nr. 560 af 24. juni 2005 om ændring af tinglysningsloven, konkursloven og andre love (Virksomhedspant) (Indførelse af virksomhedspant på Færøerne) 

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Eins og uppskotið til ríkislógartilmæli um “Ændringsanordning om delvis ikrafttræden for Færøerne om ændring af konkursloven (tingmál nr. 125/2013), er hetta uppskotið avleiðing av uppskotinum um broytingar í tinglýsingarlógini, sum loyvir ”virkisveð” og ”kravsveð”. 

Konkurslógin og rættargangslógin fyri Føroyar er føroysk lóggáva, sum er undir donskum málsræði. 

Broytingar í rættargangslógini skulu sambært grundlógini § 61altíð gerast beinleiðis við fólkatingslóg. Hetta lógaruppskotið skal tí eisini hava tríggjar viðgerðir í Fólkatinginum, eftir at løgtingið hevur samtykt uppskotið. 

Henda broytingin hevur við sær, at krøv sum eru tryggjaði við virkisveð í krøvum ella kravsveð kunnu krevjast inn á sama hátt, sum krøv tryggjaði við handveð.

Ein samd Rættarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

Tingmál nr. 125/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um “Ændringsanordning om delvis ikrafttræden for Færøerne om ændring af konkursloven (Gennemførelse af virksomhedspant)” 

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir galdandi ásetingum um veðseting, er tað trupult hjá føroyskum vinnufyritøkum at nýta t.d. virði á vørugoymslum og útistandandi pening fyri seldar vørur, sum grundarlag fyri fígging. 

Í londum sum Noreg, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Bretlandi hevur vinnan slíkar møguleikar. Føroyska vinnan hevur tí heitt á landsstýrið um at fáa ”virkisveð” inn í tinglýsingarlógina. 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um broytingar í 

tinglýsingarlógini, sum loyvir ”virkisveð” og ”kravsveð”. Hetta uppskotið er ein av tveimum fylgibroytingum til tað uppskotið. 

Tá nýggjur veðháttur verður settur inn í tinglýsingarlógina mugu reglarnar í rættargangslógini og konkurslógini lagast til nýggju veðshættirnar. Hetta lógaruppskotið broytir reglurnar í konkurslógini. 

Tað sum verður broytt er, at ”virkisveð” og ”kravsveð” verður sett inn í konkurslógina. Tað vil siga, at um eitt virki, sum hevur sett vørugoymslu í veð, fer á húsagang, so skal millum annað bera til at taka tað í við í viðgerðina av búnum. Eisini eru reglur um ógilding og innheintan av hesum veðnum o.s.fr. 

Ein samd Rættarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

Tingmál nr. 128/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Akfarsbók og Virkisveð. Úrgildissetan av lov for Færøerne om pantsætning af fangst).

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra tinglýsingarlógina, soleiðis at hon er í samsvari við tinglýsingarlógirnar í okkara grannalondum. 

Skotið verður millum annað upp, at p-talið skal altíð standa á skeytum, tá eigarin er ein likamligur persónur, og v-talið skal standa á, tá eigarin er ein løgfrøðiligur persónur. Við hesum skal tryggjast, at eigaraskrásetingin í tinglýsingini altíð er røtt.

Henda ásetingin fevnir um motorakfør, húsvognar, lendisakfør, og legu- og viðferstivognar til bilar.

Rættarnevndin vísir á, at henda lógarbroytingin ver at geva bæði borgaranum, fyritøkum og fíggingarstovnum betri trygd, tá tað snýr seg um keyp og sølu av akførum umframt fíggingarmøguleikar hjá fyritøkum. 

Ein samd Rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 


(Tingmálini nr. 124, 125 og 128/2013 verða viðgjørd undir einum)

---

Tingmál nr. 102/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi (Um at loyvishavarar skulu skráset deild ella felag og hava umboð búsitandi í Føroyum.

Johan Dahl, løgtingsmaður hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at fáa ásett í lógini um kolvetnisframleiðslu, at loyvishavarar skulu hava deild ella felag í Føroyum, og skulu hava umboð búsitandi í Føroyum.

Tá fyrstu loyvni vórðu latin, var tað eitt krav, at loyvishavarar skuldu hava deild, skrásetta í Føroyum, men hetta kravið fall burtur, tá partafelagslógin varð broytt í 2008.

Vinnumálaráðið er av teirri áskoðan, at tað er skilagott, at loyvishavarar hava persónliga umboðan í Føroyum, millum annað tí at tað gevur lættari og betri samskifti við allar loyvishavarar.

Meirilutin í Vinnunevndini (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Janus Rein, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard) tekur undir við uppskotinum, men skjýtur upp, at kravið um at hava umboð búsitandi í Føroyum, bert skal umfata framtíðar loyvir og ikki tey núverandi.

Minnilutin (Bjørt Samuelsen) tekur undir við uppskotinum soleiðis sum tað er lagt fram.

---

Tingmál nr. 111/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring.

Johan Dahl, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Lógin marknaðarføring, sum áleggur áleggur øllum at brúka góðan marknaðarføringssið (um til dømis villeiðandi upplýsingar), er ikki galdandi fyri fíggjarstovnar, herundir tryggingarfeløg.

Skotið verður tí upp, at broyta lógina, soleiðis at fíggjarfyritøkur eisini skulu fylgja reglunum um góðan marknaðarføringssið, so leingi sum aðrar reglur ikki eru settar í gildi serliga fyri fíggjarfyritøkur.

---

Tingmál nr. 148/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

(frágreiðing kemur seinni)




Týsdagur, 29. Apríl 2014, kl. 11:00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 107/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av Apoteksgrunninum)

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Sambært lóg frá 1988 er endamálið við Apoteksgrunninum “at fíggja apoteksverkið,” men í 1999 samtykti Løgtingið at seta apoteksverkið á løgtingsfíggjarlógina bæði við rakstrar- og løgujáttan. Løgtingið hevur síðan á hvørjum ári staðfest hesa skipan í fíggjarløgtingslógini. Í landsroknskapinum sæst, at einki er bókað á rakstrinum hjá grunninum síðan 2001. 

Í sambandi við viðgerð av eykajáttanarlóg í august 2013 gjørdi Løgtingsins Fíggjarnevnd vart við, at formligt ósamsvar er ímillum apotekslógina og praksis. 

Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið vístu í svari til Fíggjarnevndina á, at Apoteksgrunnurin defacto ikki er til longur.

Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at taka burtur ásetingarnar í apotekslógini, sum viðvíkja Apoteksgrunninum, og soleiðis beina burtur verandi ósamsvar ímillum formligu ásetingarnar í lógini og hevdvunnan fyrisitingarpraksis. 

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 109/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um protokoll til tvískattasáttmálan millum Føroyar og Grønland.

Verandi sáttmáli, ið er frá 2001, kann í summum førum virka forðandi fyri vinnuligum virksemi millum londini bæði.

Fíggjarnevndin vísir á, at broytingin av tvískattasáttmálanum millum Føroyar og Grønland fer at geva føroyingum og føroyskum fyritøkum fyrimunir í mun til verandi støðu. 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 103/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum um útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Jarðfeingi og Vinnumálaráðið eru samd um, at tørvur er á at marknaðarføra leitimiðini eftir olju við Føroyar. Í teimum leitiumførunum sum hava veri, hava loyvishavararnir fingið álagt at veita fíggjarligan stuðul til at menna føroyskan vinnuligan førleika.

Í 2011 gavst oljufelagið ENI við virksemi sínum í Føroyum. Tá vóru framvegis 1,567 mió. krónur eftir av pengunum, sum skuldu brúkast til førleikamenning.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp at geva landsstýrinum loyvi til at brúka hesar pengarnar til at marknaðarføra leitimiðini kring Føroyar.

Við onkrum tillagingum tekur ein samd Vinnunevnd undir við uppskotinum.

---

Tingmál nr. 104/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.”

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Flest øll heilsustarvsfólk í Føroyum eru fevnd av autorisatiónslógini, ið varð sett í gildi fyri Føroyar í desember 2013. Í sambandi við arbeiðið at seta autorisatiónslógina í gildi, gjørdu Føroyskir Sálarfrøðingar vart við, at sálarfrøðingar ikki eru fevndir av autorisatiónslógini, men í staðin eru fevndir av: “lov om psykologer”, sum ikki er galdandi í Føroyum. 

Tí verður nú skotið upp at seta hesa lógina í gildi fyri Føroyar. Í  hesari  lóg  eru ásetingar  um,  hvør  hevur  rætt  til  at  gerast  løggildur  sálarfrøðingur, og hvørji útbúgvingarlig krøv skulu lúkast, áðrenn ein persónur kann fáa løggilding. Harumframt eru ásetingar um rættindi og skyldur hjá løggildum sálarfrøðingum, ásetingar um   frátøku, fráskrivan og endurútvegan av løggilding, umframt ymiskar ásetingar um mannagongdir í hesum sambandi. Ásetingar eru eisini um revsing av sálarfrøðingum í sambandi við brot á ásetingar í lógini. 

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---

Løgtingsmál nr. 118/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (nummarportabilitet o.a.)

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur til endamáls at gera tað møguligt at skifta fjarskiftisveitara og kortini varðveita sítt gamla telefonnummar. 

Hetta skal gera tað lættari at skifta fjarskiftisveitara, og skal eisini fremja og skapa fortreytir fyri kapping á fjarskiftismarknaðinum.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 82/2013: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin 2012

Reimund Langgaard, Joen Magnus Rasmussen, Eyðgunn Samuelsen og Høgni Hoydal, løgtingsgrannskoðarar, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið samtykkir at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri tíðarskeiðið 1. januar – 31. desember 2012. 

Fíggjarnevndin vísir á, at tað er ikki nøktandi, at Húsalánsgrunnurin enn ikki er komin við á Landsroknskapin, og heldur, at landsstýrismaðurin sum skjótast eigur at fáa Húsalánsgrunnin á Landsroknskapin. 

Ein samd nevnd tekur annars undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 84/2013: Uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar, ið skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar.

Tingmenninir Reimund Langgaard, Joen Magnus Rasmussen, Kristin Michelsen og Høgni Hoydal (løgtingsgrannskoðararnir) hava lagt uppskotið fram.

Orsøkin til at uppskotið verður lagt fram er, at løgtingsgrannskoðararnir í 2012 bóðu Landsgrannskoðanina gera eina kanning av almennum byggiverkætlanum seinnu árini. Kanningin varð gjørd og latin løgtingsgrannskoðarunum í apríl 2013. 

Í viðmerkingum til frágreiðingina átalaðu løgtingsgrannskoðararnir fleiri viðurskifti, sum kanningin staðfestir. Teir skjóta tí upp, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fram neyðug lógaruppskot, ið frameftir skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar.

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---

Tingmál nr. 108/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Sambært galdandi lóg um barna- og ungdómstannrøkt hava øll børn og ung, yngri enn 16 ár, rætt til ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt í kommununi, har tey búgva. Skotið verður upp at hækka aldursmarkið upp í 18 ár.

Undir viðgerðini í trivnaðarnevndini er komið fram, at Føroyar eru einasta Norðurlandið, sum ikki bjóðar ókeypis tannrøkt upp til 18 ár. Trivnaðarnevndin metir tískil, at tað er rætt at hækka aldursmarkið soleiðis, at tey 16 og 17 ára gomlu eisini koma undir hesa skipan. Nevndin heldur tað tó vera óheppið, at mál verða løgd út til kommunurnar, uttan at peningur fylgir við. 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---

Tingmál nr. 110/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul – (hækkan av stuðulsveitingini)

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at hækka stuðulin, sum verður veittur teimum ið ættleiða børn úr 75.000 krónur fyri hvørt barnið upp til 100.000 krónur fyri hvørt barnið. Harumframt verður skotið upp at broyta heitið “Almannastovan” til “Almannaverkið” í lógini.  

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 98/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen hava lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at limir í fakfeløgum skulu kunna draga limagjaldið til fakfeløgini frá í skatti.

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) vísir á, at í seinnu helvt av 1990 árunum var ein umlegging av skattaskipanini frá netto- til  bruttoskatt. Skattaborgarar vórðu samstundis kompenseraðir fyri frádráttir, sum teir mistu.  Henda skattaumlegging hevur gjørt, at vit í dag hava eina so at siga sjálvvirkandi skattaskipan  fyri størsta partin av okkara skattaborgarum. Hetta hevur gjørt samfelagið munandi bíligari at reka. 

Meirilutin vil ikki økja umsitingarútreiðslurnar og tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) tekur undir við  málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Tey vísa millum annað á, at verandi lóg gevur bert skattafrádrátt til arbeiðsgevarasíðuna, og at tann parturin av limagjaldinum, ið ferð í verkfallsgrunn, verður skattaður 2 ferðir. 

---

Tingmál nr. 96/2013: Uppskot til samtyktar um frá forskattaðum pensjónsflatskatti til progressivan pensjónsskatt við útgjald.

Kristina Háfoss hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri tingið í 2014, við tí endamálið at 

• skatting av pensjónum skal verða kravdur tá pensjónin verður útgoldin

• Skatting av pensjónum skal verða kravdur eftir einum progressivum stiga (mótvegis núverandi 40% frá øllum)

• Pensjónsskattur skal ongantíð vera hægri enn skatturin av A-inntøkuni.

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) vísir á, at samgongan hevur framt eina skattanýskipan, har ein forskatting av pensjónum, saman við eini álagdari uppsparing til eftirløn, er ein partur. Hetta verður við til at tryggja langtíðarhaldførið av búskapinum. 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) tekur undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 85/2013: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar.

Kári P. Højgaard hevur lagt uppskotið fram vegna Sjálvstýrisflokkin.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal biðja landsstýrið heita á donsku stjórnina um at avtaka føroysku fólkatingsumboðanina. Hetta kann tó ikki gerast fyrr enn danska grundlógin verður broytt,  tí tað er staðfest í grundlógini, at Føroyar eiga tveir fólkatingssessir. 

Meirilutin í Uttanlandsnevndini (Jákup Mikkelsen, Bárður Nielsen, Aksel V. Johannesen, Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana) vísir á, at skipanin millum Føroyar og Danmark er innrættað soleiðis, at ávís nærri tilskilað málsøki, ið viðvíkja Føroyum, eru undir málsræði Fólkatingsins. Meirilutin heldur tað vera umráðandi, at Føroyar kunnu fáa innlit í og ávirkan á lóggávu innan hesi málsøki m.a. umvegis fólkatingsumboðanina. 

Meirilutin tekur tískil ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.  

Minnilutin (Høgni Hoydal og Poul Michelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---

Framhaldandi 3. viðgerð:

Tingmál nr. 43/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje" (avlurting og videoavhoyring av børnum)

Undir 3. viðgerð tann 10. apríl 2014 varð málið beint aftur í Rættarnevndina. Nevndin hevur síðani skrivað nýtt álit.

Meirilutin (Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Brandur Sandoy, Eivin Jacobsen og Gerhard Lognberg) skjýtur upp at broyta uppskotið, soleiðis at sokallaðu ”logningsreglurnar” ikki verða tiknar við í hesum umfarinum. Annars tekur meirilutin undir við uppskotinum.

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen) skjýtur upp at tær ásetingar, ið snúgva seg um inntriv í fráboðanarloyndini, eftirlit, dátuavlesing, at brongla ella avbróta radio- ella telesamskifti, verða strikaðar. 

Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 




Hósdagur, 24. Apríl 2014, kl. 13:30

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 103/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum um útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Jarðfeingi og Vinnumálaráðið eru samd um, at tørvur er á at marknaðarføra leitimiðini eftir olju við Føroyar. Í teimum leitiumførunum sum hava veri, hava loyvishavararnir fingið álagt at veita fíggjarligan stuðul til at menna føroyskan vinnuligan førleika.

Í 2011 gavst oljufelagið ENI við virksemi sínum í Føroyum. Tá vóru framvegis 1,567 mió. krónur eftir av pengunum, sum skuldu brúkast til førleikamenning.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp at geva landsstýrinum loyvi til at brúka hesar pengarnar til at marknaðarføra leitimiðini kring Føroyar.

Við onkrum tillagingum tekur ein samd Vinnunevnd undir við uppskotinum.

---   

Tingmál nr. 104/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.”

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Flest øll heilsustarvsfólk í Føroyum eru fevnd av autorisatiónslógini, ið varð sett í  gildi fyri Føroyar í desember 2013. Í sambandi við arbeiðið at seta autorisatiónslógina í gildi, gjørdu Føroyskir Sálarfrøðingar vart við, at sálarfrøðingar ikki eru fevndir av autorisatiónslógini, men í staðin eru fevndir av: “lov om psykologer”, sum ikki er galdandi í Føroyum.

Tí verður nú skotið upp at seta hesa lógina í gildi fyri Føroyar. Í  hesari  lóg  eru  ásetingar  um,  hvør  hevur  rætt  til  at  gerast  løggildur  sálarfrøðingur, og hvørji útbúgvingarlig krøv skulu lúkast, áðrenn ein persónur kann fáa løggilding. Harumframt eru ásetingar um rættindi og skyldur hjá løggildum sálarfrøðingum, ásetingar um   frátøku, fráskrivan og endurútvegan av løggilding, umframt ymiskar ásetingar um mannagongdir í hesum sambandi. Ásetingar eru eisini um revsing av sálarfrøðingum í sambandi við brot á ásetingar í lógini.

Ein samd Trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum.

---   

Tingmál nr. 118/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (nummarportabilitet o.a.).

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur til endamáls at gera tað møguligt at skifta fjarskiftisveitara og kortini varðveita sítt gamla telefonnummar.
 
Hetta skal gera tað lættari at skifta fjarskiftisveitara, og skal eisini fremja og skapa fortreytir fyri kapping á fjarskiftismarknaðinum.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---   

Tingmál nr. 74/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Treytir fyri avrokningarstað)

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at peningastovnar skulu ikki hava loyvi at taka tænastugjøld fyri konti, avrokning ella útgjald av A-inntøku.

Endamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt hjá fólki at fáa sína løn á eina kontu og at kunnu taka pening út av hesi kontu, uttan at skula gjalda fyri tað.
Uppskotsstillarin vísir á, at í mun til aðrar tænastur frá peningastovnum, so hevur borgarin einki val viðvíkjandi lønarkonto. Løn skal sambært lóg flytast gjøgnum eitt góðkent avrokningarstað, og eru tað í dag bara bankarnir, ið eru góðkendir til hetta virksemið. Tí heldur uppskotsstillarin tað vera skeivt, at fólk skulu gjalda, fyri at fáa fatur á síni løn.

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) vísir á, at undir viðgerðini hevur nevndin fingið upplýst, at aðrir hava møguleika at verða góðkendir sum avrokningarstað, og at peningastovnarnir hava tikið avgerð um ikki at áleggja gjald fyri lønarkontur. Tí metir meirilutin ikki, at neyðugt er at broyta lógina.
 
Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---   

Tingmál nr. 78/2013: Uppskot til samtyktar um mørk fyri gjøldum á grundleggjandi fíggjartænastum, og rætt til lønarkonto uttan gjald.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, ið setir mørk fyri, hvørji gjøld peningarstovnarnir kunnu áleggja kundum. Eisini skulu øll hava atgongd til konto,  har løn og pensjón kunnu flytast, uttan at tey skula rinda fyri tílíka konto.

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) vísir á, at málið ikki longur er aktuelt, og at tað er skeivt at lóggeva niður í smálutir, hvussu vinnan skipar sítt virksemi.
 
Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 
 
Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) mæla
Løgtinginum til at taka undir við málinum.

---

Tingmál nr. 79/2013: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum í sambandi við at føroyskar fíggjarfyritøkur hava virksemi uttanlands. Millum annað verður skotið upp, at útlendskt bankavirksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum skal verða skipað í einum felagi fyri seg.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður millum annað víst á, at fíggjarligi javnin hjá størsta føroyska peningastovninum er væl størri enn samlaða føroyska bruttotjóðarúrtøkan. Tí er ein sera stórur váði fyri samfelagið knýttur at hesum fyritøkum. 

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) heldur ikki, at landsins myndugleikar hava møguleikar gjøgnum lóggávu at regulera hesi viðurskifti nøktandi. 

Meirilutin vísir eisini á semju, ið Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við danir um, at stóru bankarnir í Føroyum gerast SIFI-bankar. Ein SIFI-banki verður mettur at hava so mikið stóran týdning fyri samlaða búskapin, at hesin ikki kann fara av knóranum. Kemur ein SIFI-banki í trupulleikar, verða átøk beinanvegin sett í verk, sum tryggja, at bankin verður rikin víðari. Við SIFI-spjaldrinum fylgir sostatt ein ávís trygd, men eisini ávísar skyldur. Strangari kapitalkrøv verða sett SIFI-bankunum.

Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) mælir Løgtinginum til at taka undir við málinum.

---  

Tingsmál nr. 90/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2014.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotsstillararnir vísa á, at seinastu 8 árini hevur landið tikið 64,4 milliónir krónur ov nógv inn í barsilsgjaldi. Hesir pengarnir eru farnir í landskassan, og eru brúktir til onnur endamál enn tað teir vórðu kravdir inn til.

”Tá slíkt gjald verður tikið inn frá øllum skattgjaldarum og arbeiðsgevarum til eina ávísa skipan, skulu hesir pengar sjálvandi nýtast til hetta, og einki annað,” siga uppskotsstillararnir, sum tí skjóta upp, at tað sum verður kravt ov nóg inn, verður flutt til seinni fíggjarár.

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) vísir á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiða upp á at fáa loyst trupulleikan av, at yvirskot av
barsilsskipanini verður nýtt til onnur endamál, enn gjøldini eru ætlað til.
 
Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
 
Minnilutin (Kristina Háfoss) mælir Løgtinginum til at taka undir við málinum.




Hósdagur, 20. Mars 2014, kl. 11:00

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 105/2013: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2014.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Landsstýrið skal fáa heimild til at taka lán til at rinda fyri gjaldførishall landskassans í 2014. Lánsupphæddin má í mesta lagi vera 200 mió. kr.
Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at endurskoða verandi skipan, áðrenn hann kemur aftur í løgtingið við eini umbøn um heimild at taka lán. Nevndin vísir millum annað til møguleikan at áseta eitt lánsloft.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.


---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 126/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eftir galdandi lóg um barsilsskipan hava foreldur rætt til barsilsfarloyvi í tilsamans 52 vikur eftir barnsburð. Av hesum kunnu tey fáa barsilspening í 34 vikur.

Endamálið við hesum uppskotinum er at betra skipanina. Hetta verður gjørt við hesum broytingunum:

• At leingja tíðarskeiðið, ið foreldur, herundir foreldur at ættleiddum børnum, hava rætt til barsilspening
• At pápin fær rætt til ein størri part av barsilstíðini við barsilspeningi  
• At skipanin verður eftirlønargevandi
• At betra um rættindini hjá foreldrum, ið fáa tvíburðar ella fleiri undir sama barnsburði
• At betra um rættindini hjá foreldrum at ov tíðliga føddum børnum
• At veiting fyri inntøkumiss sambært § 17, stk. 3 í forsorgarlógini verður tikin við í útrokningargrundarlagið.

---

Tingmál nr. 137/2013: Uppskot til samtyktar um at endurskoða oljuskattalóggávuna

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing og møgulig lógaruppskot fyri Løgtingið, sum eftirmeta og endurskoða lógirnar um at skatta og krevja framleiðslugjøld í sambandi við  kolvetnisvirksemi.

Uppskotsstillararnir vísa á, at knøpp fimtan ár eru nú liðin, síðani fyrstu lógirnar um at skatta og krevja framleiðslugjøld av kolvetnisvirksemi undir Føroyum vórðu samtyktar. Nógv viðurskifti eru broytt í hesi fimtan árini, millum annað er tøknin ment og oljuprísurin er hækkaður sera nógv. Tí meta tey, at tað er rætt at endurskoða lógina.

---

Tingmál nr. 140/2013: Uppskot til samtyktar um at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum.

Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg, løgtingsfólk, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot, sum skerpir sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum. Endamálið er at fáa strandfaraskipini at sigla páskadag, jóladag og langa fríggjadag, sum eru einastu dagarnir, har skipini ikki sigla.

---

Tingmál nr. 99/2013: Uppskot til samtyktar um at kannað tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi í framtíðini.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at taka stig til, saman við vinnuni at gera eina ætlan um, hvat kann gerast fyri at nøkta tørvin næstu 10 árini á yrkislærdari arbeiðsmegi, og grundað á hesa ætlan leggja fyri Løgtingið neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

---

Tingmál nr. 110/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul – (hækkan av stuðulsveitingini)

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at hækka stuðulin, sum verður veittur teimum ið ættleiða børn úr 75.000 krónur fyri hvørt barnið upp til 100.000 krónur fyri hvørt barnið. Harumframt verður skotið upp at broyta heitið “Almannastovan” til “Almannaverkið” í lógini. 
 
---

Tingmál nr. 101/2013: Uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at skipa eitt etiskt ráð í Føroyum, eins og flestu lond í Norðureuropa hava. Tað  var  í  kjalarvørrinum  av  tí  fyrsta  reagensglasbarninum  síðst  í  70-árunum,  at  farið varð undir at seta hesi ráðini, sum fingu til uppgávu at viðgera og  ráðgeva  í  etiskum  spurningum  úr  einum  samfelagsligum sjónarhorni.

Etiska  ráðið  skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsu-, náttúru- og umhvørvisøkinum. Harumframt skal ráðið gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið skal vera við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.

---

Tingmál nr. 104/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.”

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Flest øll heilsustarvsfólk í Føroyum eru fevnd av autorisatiónslógini, ið varð sett í  gildi fyri Føroyar í desember 2013. Í sambandi við arbeiðið at seta autorisatiónslógina í gildi, gjørdu Føroyskir Sálarfrøðingar vart við, at sálarfrøðingar ikki eru fevndir av autorisatiónslógini, men í staðin eru fevndir av: “lov om psykologer”, sum ikki er galdandi í Føroyum.

Tí verður nú skotið upp at seta hesa lógina í gildi fyri Føroyar. Í  hesari  lóg  eru  ásetingar  um,  hvør  hevur  rætt  til  at  gerast  løggildur  sálarfrøðingur, og hvørji útbúgvingarlig krøv skulu lúkast, áðrenn ein persónur kann fáa løggilding. Harumframt eru ásetingar um rættindi og skyldur hjá løggildum sálarfrøðingum, ásetingar um   frátøku, fráskrivan og endurútvegan av løggilding, umframt ymiskar ásetingar um mannagongdir í hesum sambandi. Ásetingar eru eisini um revsing av sálarfrøðingum í sambandi við brot á ásetingar í lógini.

 




Týsdagur, 18. Mars 2014, kl. 11:00
 
Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um at beina løgtingsmál nr. 95/2013 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna í eina § 25nevnd.

---

Møguliga val av § 25nevnd at viðgera løgtingsmál nr. 95/2013 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Janus Rein, løgtingsmanni, viðvíkjandi neyðstreymsskipanini á Landssjúkrahúsinum.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi hví játtanirnar til ymisku røktarheimini og sambýlini eru so ymiskar.

---

2. viðgerð:

Tingmál nr. 105/2013: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2014.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Landsstýrið skal fáa heimild til at taka lán til at rinda fyri gjaldførishall landskassans í 2014. Lánsupphæddin má í mesta lagi vera 200 mió. kr.
Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at endurskoða verandi skipan, áðrenn hann kemur aftur í løgtingið við eini umbøn um heimild at taka lán. Nevndin vísir millum annað til møguleikan at áseta eitt lánsloft.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---   

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 94/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum.  

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingslógin um skráseting av skipum er frá 1970 og seinasta broytingin í lógini er gjørd í 1997.

Høvuðsbroytingarnar í hesum uppskotinum eru, at smábátar undir 15 brutto tons skulu verða meldaðir til skipaskránna, meðan bátar undir 5 brutto tons sleppa ikki í skipaskránna. Fóðurflakar skulu eisini skrásetast, sjálvt um teir ikki hava motor, og skrásetingin av skipum skal øll savnast á einum stað (hjá Føroya Skipaskráseting). Skotið verður eisini upp, at Sjóvinnustýrið skal hava heimild at áseta eitt ársgjald, fyri at røkja skránna, og lógin verður broytt, soleiðis at hon samsvarar við talgildu skrásetingina.

---

Tingmál nr. 100/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Flutningsskylda og útbjóðing)

Johan Dahl, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Í lógini um fólka- og farmaflutning er ásett, at sjóvegis farleið skal vera millum Leirvík og Klaksvík. Skotið verður upp at strika hesa ásetingina, nú koyrandi er tvørtur um Leirvíksfjørð.

Harafturat verður skotið upp, at taka burtur forðingar fyri, at sjóvegis farleiðir kunnu bjóðast út.

---

Tingmál nr. 123/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at strika ásetingina um, at umsøkjarar og feløg sum søkja starv, kunnu fáa at vita nøvnini á øðrum umsøkjarum. Eisini verður skotið upp at strika ásetingina um, at tænastumenn í heilt serligum førum kunnu fáa lønarforskot.

---

Tingmál nr. 96/2013: Uppskot til samtyktar um frá forskattaðum pensjónsflatskatti til progressivan pensjónsskatt við útgjald.

Kristina Háfoss hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri tingið í 2014, við tí endamálið at
• skatting av pensjónum skal verða kravdur tá pensjónin verður útgoldin
• Skatting av pensjónum skal verða kravdur eftir einum progressivum stiga (mótvegis núverandi 40% frá øllum)
• Pensjónsskattur skal ongantíð vera hægri enn skatturin av A-inntøkuni.

---

Tingmál nr. 98/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).

Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen hava lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at limir í fakfeløgum skulu kunna draga limagjaldið til fakfeløgini frá í skatti.





Týsdagur, 11. Mars 2014, kl. 11:00:

2. viðgerð:

Tingmál nr. 71/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at um- og útbyggja miðnámsskúlarnar á Kambsdali.  

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Fyri at bøta um hølistrupulleikarnar á miðnámsskúlunum á Kambsdali, hevur verið arbeitt við at um- og útbyggja skúlarnar. Ætlanin er at fara undir byggingina nú í vár. Av tí at byggingin sær út til at gerast dýrari enn upprunaliga ætlað, eru broytingar gjørdar í játtanini í ár, og Fíggjarnevndin hevur mælt til eisini at gera broytingar næsta ár. Samsvarandi hesum verður nú skotið upp, at hækka útreiðslurnar í verklagslógini við tilsamans trimum milliónum (úr 28 upp í 31 mió. kr.).

Fíggjarnevndin vísir á, at tann økta játtanin til verkætlanina, ið lógaruppskotið viðvíkir, er avsett á fíggjarlógini 2014. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 105/2013: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2014.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Landsstýrið skal fáa heimild til at taka lán til at rinda fyri gjaldførishall landskassans í 2014. Lánsupphæddin má í mesta lagi vera 200 mió. kr. 

---

Tingmál nr. 90/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2014.   

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotsstillararnir vísa á, at seinastu u 8 árini hevur landið tikið 64,4 milliónir krónur ov nógv inn í barsilsgjaldi. Hesir pengarnir eru farnir í landskassan, og eru brúktir til onnur endamál enn tað teir vórðu kravdir inn til.

”Tá slíkt gjald verður tikið inn frá øllum skattgjaldarum og arbeiðsgevarum til eina ávísa skipan, skulu hesir pengar sjálvandi nýtast til hetta, og einki annað,” siga uppskotsstillararnir, sum tí skjóta upp, at tað sum verður kravt ov nóg inn, verður flutt til seinni fíggjarár.

---     

Tingmál nr. 87/2013: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2013 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2013

Helgi Abrahamsen og Høgni Hoydal, limir í Norðurlandaráðnum, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið tekur undir við tilráðingum frá Norðurlandaráðnum í 2013 og tekur til eftirtektar eina frágreiðing um virki ráðsins í 2013. 

Talan er um 11 tilráðingar, sum vórðu samtyktar á temasessiónini 10. apríl í Stockholm og á ársfundi Norðurlandaráðsins 28. – 31. oktober í Oslo. Tilráðingarnar snúgva seg um:

At samstarva um at verja okkum móti tøkniligum álopum serliga á internetinum. Hetta skal millum annað gerast við at brúka royndirnar hjá hvørjum øðrum, við samstarvi um førleikamenning og samstarvi millum avvarandi myndugleikar í teimum einstøku londunum.

At gera eina felags frágreiðing um hvørja ávirkan tað kann fáa á nærumhvørvið í Norðurlondum, um meðalhitin á jørðini hækkar 4 stig. Millum annað skal kortleggjast, hvussu livikor og trygd verða ávirkað, og finnast skal fram til, hvørji stig eiga at verða tikin til eina felags norðurlendska tilbúgving í hesum sambandinum. 

At almenn innkeyp í mest møguligan mun fara eftir umhvørvisvinarligum vørum. Tað vil siga vørum, sum í øllum framleiðsluliðum ávirka umhvørvið minst møguligt. Endamálið er millum annað at ávirka framleiðarar, við at gera tað til ein fyrimun at vørur og tænastur sum verða seldar, í framleiðsluliðunum hava ávirka umhvørvið minst møguligt.

At styrkja integratión og virka ímóti fremmandahaturi við støði í ST-initiativinum, sum verður kallað ”sivilisatións alliansan” (UNAOC). Virkast skal fyri ítøkiligum ”sameiningarpallum” (til dømis við at løna tiltøkum, sum onkursvegna knýta mentanirnar saman.

At økja samstarvið millum londini á krabbameinsøkinum, og hava eitt tættari samstarv við Nordisk Cancer Union.

At skipa fyri, at allir skúlar í Norðurlondum, tann 20. november 2014, markera at tað í ár eru liðin 25 ár, síðani Barnakonventiónin hjá ST varð sett í gildi. Henda dagin skulu børnini læra um rættindi og demokrati hjá børnum. Mælt verður eisini til, at dagurin verður endurtikin einaferð um árið.

At seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við at fáa innført felags standardir í byggivinnuni. Munirnir á byggireglunum eru í dag ein markaforðing, sum avmarkar kappingina og stórdryftsfyrimunirnar í byggivinnuni.

At arbeiða fyri at finna útav, hvussu londini í felag kunnu samstarva við onnur lond við Eystursjógvin um at styrkja umhvørvis- og siglingartrygdina í Oyrasundi.

At arbeitt verður við at fáa broytt kemikaliu-lógina hjá ES, fyri at fáa greiðu á, hvørji evni verða roknað sum hormonórógvandi. (Hetta kemur afturat eini áheitan á Nordisk Ministerråd um at seta eina felags gransking í gongd innan sama øki). 

At arbeitt verður millum annað fyri at somu reglur skulu galda allastaðni viðvíkjandi útláti av svávuli frá skipum. Orsøkin til hesa tilráðingina er, at frá 1. januar 2015 skal markið fyri  svávulinnihaldi í brennievnum hjá skipum í ávísum økjum lækka úr 1% niður í 0,1%. Í øðrum økjum verða krøvini ikki broytt fyrr enn í 2020, og tá verður markið sett niður á 0,5%. Hetta hevur við sær meirkostnað fyri sjóvinnu millum annað í Eystursjónum, og kann fáa avleiðingar fyri kappingina við flutningsfeløg úr økjum, sum ikki skulu fylgja somu reglum. 

At tryggja, at limirnir sum limalondini í Norðurladaráðnum velja í tað nýggja Grænshinderrådet fáa eitt sterkt mandat til at virka fyri eini markaleysari norðurlendskari eind. 

---

Tingmál nr. 93/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin)

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera fleiri broytingar í ferðslulógini. Millum annað skulu hesar broytingarnar gerast:

Fyri at føroyska koyrikortið framhaldandi kann varðveita sína altjóða viðurkenning, verður skotið upp, at koyrikort skulu verða endurnýggjað 15. hvørt ár. Talan er ikki um nýggja koyriroynd, men fyrst og fremst skal myndin skiftast út, fyri at minka um møguleikan at falsa koyrikort. 

Aldursmark til lítið prutl (sum kann koyra 30 km/t) verður sett til 15 ár, og til stórt prutl (sum kann koyra 45 km/t) verður aldursmarkið 16 ár (er 18 ár í dag).

Størri krøv verða sett til bæði teori og koyriroynd. 

Krav verður sett um at nýta ávaringartrýkant og ávaringarblunkljós, tá akfar er steðgað á einum stað ella á ein sovorðnan hátt, at tað kann vera til vanda ella bága fyri ferðsluna

Umsitingin av parkeringsskipanini varð flutt frá Fútanum til kommunurnar at umsita.

---    

Tingmál nr. 91/2013: Uppskot til samtyktar um stuðulsskipan at eggja privatum húsarhaldum og vinnu at útvega sær grønar orkuskipanir til upphiting av húsum og bygningum

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eitt uppskot um eina stuðulsskipan, sum skal eggja privatfólki og vinnufyritøkum til at útvega sær grønar hitaskipanir.




Fríggjadagur, 7. Mars 2014, kl. 10:00:

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 81/2013: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum - Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2012.

Løgtingsgrannskoðararnir Reimund Langgaard, Joen Magnus Rasmussen, Kristin Michelsen og Høgni Hoydal hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið samtykkir og góðkennir landsroknskapin fyri fíggjarárið 2012 við ávísum viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag. 

Millum atfinningarsomu viðurskiftini sum grannskoðararnir vísa á, er at fleiri stovnar og grunnar eru ikki við á fíggjarlógini og roknskapinum og tí er roknskapurin ikki fullfíggjaður. Teir vísa eisini á, at stór meirnýtsla er á kontuni ”Serviðgerð uttanlands” og at tað verður munandi meira kravt inn til barsilsskipanina, enn nýttar verða til endamálið.

---    

Tingmál nr. 83/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at eigari og leigari (festari) av veltum lendi skulu fáa loyvi at skjóta eftir grágásum, sum hava sett seg á velta lendið. Eigari og leigari skulu eisini kunna heimila øðrum at skjóta.

Orsøkin til lógaruppskotið er, at grágásin ger seg inn á velt øki til skaða fyri grasvøksturin og elvir til stóran miss fyri eigarar og leigarar av lendinum. 

---     

Tingmál nr. 89/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn.

Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen, hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.

Javnstøðulógin ásetur, at allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum landsstýrið, løgtingið ella bý- og bygdaráð útnevna, skulu vera sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Ásetingin um javnstøðu er tó ikki galdandi fyri partafeløg, sum tað almenna eigur, ella eigur í. Tí verður skotið upp, at kravið um javnstøðu eisini skal umfata nevndarlimir, sum tað almenna – til dømis landsstýrisfólk – velja í almenn partafeløg.

---

Tingmál nr. 88/2013: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum við serligum tørvi lógartryggjaðan rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi.

Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnur, hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið øll neyðug lógaruppskot, sum skulu til fyri at veita børnum og ungum við serligum tørvi lógarfestan rætt til mennandi og stuðlandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi.

Uppskotsstillararnir vísa á, at sum støðan er í dag, kann stórt spurnartekin setast við, um vit liva upp til ásetingarnar í ST-sáttmálanum og í Barnarættindasáttmálanum. ”Við at lógatryggja tey rættindi,  sum uppskotið leggur upp til, eru vit eitt stórt fet longri frammi á røttu leiðini og taka stórar byrðar og stúranir av herðunum hjá nógvum familjum, sum kunnu liva í vissu um, at teirra barn fær júst tað, tað hevur tørv á,” siga uppskotsstillararnir.




Týsdagur, 4. Mars 2014, kl. 11:00:

Val:

Val av einum løgtingsgrannskoðara.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 59/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Sambært lógini um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, hava øll børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri rætt til tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna. Tað eru tó sera fá børn, sum hava tikið av hesum tilboðnum. 

Áðrenn lógin varð sett í gildi í 2006 høvdu flestu skúlar ongan skúlalækna havt í longri tíð. Avgjørt var tí at broyta skipanina soleiðis, at kommunulæknar, sum høvdu tikið eitt skeið í skúlamedisini, skuldu kunna gera tær kanningar, sum skúlalæknar áttu at havt gjørt. 

Ein av orsøkunum til, at skipanin ikki hevur virkað eftir ætlan, er júst ásetingín um, at kommunulæknarnir skulu hava tikið skeiðið í skúlamedisini. Landslæknin og Kommunulæknafelag Føroya hava boðað frá, at kommunulæknar, sum er, hava neyðugar heilsufakligar førleikar at gera kanningarnar. Tískil verður skotið upp at strika kravið um skeiðið um skúlamedisin.

Trivnaðarnevndin ivast í, um henda lógarbroytingin einsamøll fer at vera nøktandi í mun til góðu intentiónirnar hjá landsstýrismanninum. Nevndin tekur tó undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---     

Tingmál nr. 57/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.

Gunvør Balle og Rigmor Dam hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi og Javnaðarflokkin

Endamálið við uppskotinum er at styrkja fíggjargrundarlagið undir Kringvarpinum og at skapa skilna millum alment fíggjaða Kringvarpið og privatu miðlarnar. Hetta skal gerast við at banna handilslýsingum og sponsoratum í Kringvarpinum og samstundis skal Kringvarpið sleppa undan at rinda landskassanum tað innkravda meirvirðisgjaldið.

Av tí, at vit einans hava ein sjónvarpsmiðil í Føroyum, skal sjónvarpið hjá Kringvarpinum framvegis kunna senda føroyskt framleiddar filmaðar sjónvarpslýsingar. Inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum skulu brúkast til ”demokratistuðul”, sum skal stimbra eitt fjølbroytt og nýskapandi miðlalandskap. 

Meirilutin í mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana)  vísir á, at landsstýrið arbeiðir við nýggjum kørmum fyri KvF og mælir tí frá at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Gunvør Balle og Rigmor Dam) tekur undir við uppskotinum.

--

Tingmál nr. 50/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Kristina Háfoss og Sirið Stenberg (vegna Tjóðveldi) og Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam (vegna Javnaðarflokkin), hava lagt uppskotið fram.

Fyri at bøta um støðuna hjá teimum pensjónistum, ið bert hava fólkapensjón at liva av, verður skotið upp at hækka viðbótina til fólkapensjónina við 3.000 kr. um árið (250 kr. um mánaðin) fyri giftar fólkapensjónistar, og 4.200 kr. um árið (350 kr. um mánaðin) fyri stakar fólkapensjónistar. Henda upphædd skal leggjast afturat prístalshækkingini. 

Mett verður at henda broytingin kostar landskassanum umleið 17-18 mió. kr. 

Meirilutin í trivnaðarnevndini (Rósa Samuelsen, Hanus Samró, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Bill Justinussen) metir tað vera sera týdningarmikið, at arbeitt verður støðugt við at bøta um fíggjarligu korini hjá teimum, sum bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av. 

Víst verður á, at ein arbeiðsbólkur situr, sum skal áseta eitt fátækramark í Føroyum. Tá hetta arbeiðið er liðugt, eigur hædd at takast fyri, í hvønn mun tað er neyðugt at betra um fíggjarviðurskiftini hjá fólkapensjónistum. 

Meirilutin ynskir at geva landsstýrinum frið til at arbeiða víðari við hesum ætlanum og tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað. 

Minnilutin (Rigmor Dam, Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen) vísir á, at grundreglan eigur at vera, at tað skal vera liviligt hjá øllum í Føroyum, og at øll skulu hava sømilig kor. 

Minnilutin tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 78/2013: Uppskot til samtyktar um mørk fyri gjøldum á grundleggjandi fíggjartænastum, og rætt til lønarkonto uttan gjald.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, ið setir mørk fyri, hvørji gjøld peningarstovnarnir kunnu áleggja kundum. Eisini skulu øll hava atgongd til konto, har løn og pensjón kunnu flytast, uttan at tey skula rinda fyri tílíka konto. 

---

Tingmál nr. 79/2013: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum í sambandi við at føroyskar fíggjarfyritøkur hava virksemi uttanlands. Millum annað verður skotið upp, at útlendskt bankavirksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum skal verða skipað í einum felagi fyri seg. 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður millum annað víst á, at fíggjarligi javnin hjá størsta føroyska peningastovninum er væl størri enn samlaða føroyska bruttotjóðarúrtøkan. Tí er ein sera stórur váði fyri samfelagið knýttur at hesum fyritøkum.  

---   

Tingmál nr. 86/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Aksel V. Johannesen, hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at fiskifør undir føroyskum flaggi, sum fiska innanfyri føroyska sjómarkið ella av fiskirættindum, sum Føroyar hava tilognað sær við millumlandaavtalu, skulu hava sáttmála við manningarfeløgini, og manningin skal lønast sambært hesum sáttmálum.

Javnaðarflokkurin legði sama uppskot fyri Løgtingið bæði á vári 2012 og á vári 2013.




Hósdagur, 27. Februar 2014, kl. 11:00:

1. viðgerðir:   

Tingmál nr. 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er úrslit av semju millum allar politisku flokkarnar, um at gera undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy og millum Streymoy og Sandoy.

Báðir tunlarnir verða bygdir og riknir av einum og sama tunnilsfelagi. Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og síðani Sandoyartunnilin. Mett verður, at byggitíðin av hvørjum tunli sær verður umleið 3 ár, umframt fyrireikingartíð á umleið 2 ár. Eftir verandi tíðarætlan kann verða koyrandi í Eysturoyartunlinum í 2018 og í Sandoyartunlinum 2020-21. 

Partapeningurin, sum allur er ogn landsins verður tilsamans 400 mió. krónur. Eysturoyartunnilin verður mettur at kostar á leið 1 mia. kr. og Sandoyartunnilin 865 mió. kr.

---

Tingmál nr. 85/2013: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar

Kári P. Højgaard hevur lagt uppskotið fram vegna Sjálvstýrisflokkin.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal biðja landsstýrið heita á donsku stjórnina um at avtaka føroysku fólkatingsumboðanina. Hetta kann tó ikki gerast fyrr enn danska grundlógin verður broytt,  tí tað er staðfest í grundlógini, at Føroyar eiga tveir fólkatingssessir. 

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Jónu M. Mortensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Skúlanum við Áir.

Spurt verður millum annað, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at útvega fleiri pláss á skúlanum við Áir, og um ætlanin er at seta upptøkualdurin niður. Um ætlanir ikki eru um hetta, vil spyrjarin hava at vita, um ætlanir eru at útvega onnur tilboð til tey, sum ikki sleppa inn á skúlan við Áir.

---    

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi markaforðingum. 

Spurningurin er grundaður á eitt sokallað ”temaorðaskifti”, sum var í løgtinginum tann 20. apríl 2012. Viðgjørdar vórðu forðingarnar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørtur um norðurlendsku landamørkini. Tað var Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, sum legði upp til kjakið, og spyrjarin vil nú hava hana at greiða frá, hvat hon hevur gjørt við málið síðani temaorðaskiftið var. 




Mikudagur, 26. Februar 2014, kl. 11:00:

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu frá Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnum viðvíkjandi ansingarsamsýning og rættindum hjá teimum, sum ansa fólki millum 18 og 67 ár heima.

---

Fyrispurningar:

Munnligir fyrispurningar

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi kinesiskum máli og mentan.

Spurt verður um kinesiskt mál (putonghua) og mentan kunnu gerast vallærugrein í 10. flokkunum og miðnámsskúlunum?




Týsdagur, 25. Februar 2014, kl. 11:00:

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 76/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tá ið lógin um Føroyska Altjóða Skipaskrá (FAS) varð samtykt í 1992, varð sett sum krav í lógini, at útlendsk manning við skipum undir FAS skuldi hava limaskap í tí fakfelagnum, sum sáttmálin var gjørdur við. Men eftir at dómur um fakfelagsfrælsi var feldur í Europeiska Mannarættindadómstólinum í 2006, er spurnartekin sett við, um loyvt er at seta tílíkt krav.   

Felagsskapurin International Transport Workers’ Federation (ITF) hevur mett, at FASlógin er í andsøgn við tveir ILO sáttmálar. Felagsskapurin metir ásetingina vera eina forðing fyri, at føroysku fakfeløgini kunnu verja rættindini hjá útlendsku sjófólkum í FAS. Tískil hevur ITF avgjørt at seta føroyska flaggið á listan yvir sonevnd “hentleikafløgg”.

Vinnumálaráðið og Sjóvinnustýrið eru ikki samd við ITF. Millum annað hevur Sjóvinnustýrið víst á, at føroyski sjóvinnumyndugleikin hevur fingið góð úrslit hjá IMO, at FAS er flutt av gráa listanum upp á hvíta listan hjá Paris MOU, og er nú bólkað saman við øðrum dygdarfløggum. ITF hevur tó ikki verið til at vika í hesum spurninginum.

Fleiri reiðarí undir FAS kunnu illa liva við hesi støðuni, og tí verður skotið upp at broyta lógina.

Við at gera hesa broytingina verður ein greiður boðskapur sendur til umheimin um, at Føroyar sum flaggstatur er sinnaður at lúka altjóða krøv um at verja øll sjófólk, ið eru partur av manning undir føroyskum flaggi.

---   

Tingmál nr. 74/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Treytir fyri avrokningarstað)

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at peningastovnar skulu ikki hava loyvi at taka tænastugjøld fyri konti, avrokning ella útgjald av A-inntøku. 

Endamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt hjá fólki at fáa sína løn á eina kontu og at kunnu taka pening út av hesi kontu, uttan at skula gjalda fyri tað.

Uppskotsstillarin vísir á, at í mun til aðrar tænastur frá peningastovnum, so hevur borgarin einki val viðvíkjandi lønarkonto. Løn skal sambært lóg flytast gjøgnum eitt góðkent avrokningarstað, og eru tað í dag bara bankarnir, ið eru góðkendir til hetta virksemið. Tí heldur uppskotsstillarin tað vera skeivt, at fólk skulu gjalda, fyri at fáa fatur á síni løn. 

---      

Tingmál nr. 84/2013: Uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar, ið skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar.

Tingmenninir Reimund Langgaard, Joen Magnus Rasmussen, Kristin Michelsen og Høgni Hoydal (løgtingsgrannskoðararnir) hava lagt uppskotið fram.

Orsøkin til at uppskotið verður lagt fram er, at løgtingsgrannskoðararnir í 2012 bóðu Landsgrannskoðanina gera eina kanning av almennum byggiverkætlanum seinnu árini. Kanningin varð gjørd og latin løgtingsgrannskoðarunum í apríl 2013. 

Í viðmerkingum til frágreiðingina átalaðu løgtingsgrannskoðararnir fleiri viðurskifti, sum kanningin staðfestir. Teir skjóta tí upp, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fram neyðug lógaruppskot, ið frameftir skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar.

---    

Tingmál nr. 80/2013: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2013

Bill Justinussen, Edva Jacobsen, Henrik Old, Brandur Sandoy, Gunvør Balle og Kári P. Højgaard (føroysku umboðini í Útnorðurráðnum) hava lagt uppskotið fram.

Á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum varð hildin í Grønlandi frá 17. til 22. august, samtykti ráðið 4 tilráðingar, sum skotið verður upp, at Løgtingið tekur undir við. Eisini verður skotið upp, at Løgtingið tekur til eftirtektar frágreiðingina um virksemi ráðsins í 2013. 





Týsdagur, 18. Februar 2014, kl. 11:00

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um at beina tingmálini nr. 68, 69 og 70/2013 í eina §25 nevnd.

(Tingmálini nr. 68, 69 og 70/2013 eru uppskot frá Tjóðveldi um at broyta Stýrisskipanarlógina).

Vanliga fara slík mál í Rættarnevndina, men av tí at allir flokkar ikki hava umboð í Rættarnevndini, varð undir 1. viðgerð skotið upp at beina málini í eina serliga nevnd (kallað §25-nevnd), har allir flokkar kunnu fáa umboð.

---    

Møguliga val av § 25 nevnd

Um løgtingið samtykkir at beina tingmálini nr. 68, 69 og 70/2013 í eina §25 nevnd, verður nevndin vald beinan vegin.

---    

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 71/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at um- og  útbyggja miðnámsskúlarnar á Kambsdali.  

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Fyri at bøta um hølistrupulleikarnar á miðnámsskúlunum á Kambsdali, hevur verið arbeitt við at um- og útbyggja skúlarnar. Ætlanin er at fara undir byggingina nú í vár. Av tí at byggingin sær út til at gerast dýrari enn upprunaliga ætlað, eru broytingar gjørdar í játtanini í ár, og Fíggjarnevndin hevur mælt til eisini at gera broytingar næsta ár. Samsvarandi hesum verður nú skotið upp, at hækka útreiðslurnar í verklagslógini við tilsamans trimum milliónum (úr 28 upp í 31 mió. kr.).

---    

Løgtingsmál nr. 72/2013: Uppskot til løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunurnar at umsita.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er partur av samlaðu lóggávuni, ið skal fremja ætlanina at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015.

Skotið verður upp, at tá starvsfólk verða flutt frá einum myndugleika til annan, verður sami leistur brúktur, sum tá starvsfólk skifta arbeiðsgevara í sambandi við at donsk málsøki verða yvirtikin.

Hetta merkir millum annað:

  - At kommunan tekur beinleiðis við rættindum og skyldum hjá landinum mótvegis teimum starvsfólkum, sum hon yvirtekur. 

  - At tað verður tryggjað, at hetta at flyta eldrarøktina til kommunurnar, í sær sjálvum ikki kann elva til uppsagnir. 

Harumframt eru eisini ásetingar um verju hjá álitisfólkum og um kunningarskyldu. 

---    

Tingmál nr. 75/2013: Uppskot til løgtingslóg um stavrað.

Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at føroyska stavraðið skal hava hesar bókstavirnar: A, Á, B, C, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, Q, R, S, T, U, Ú, V, W, X, Y, Ý, Z, Æ, Ø. 




Týsdagur, 7. Januar 2014, kl. 11:00

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 64/2013: Uppskot til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er liður í ætlanini at leggja eldrarøkt og heimatænastu út til kommunurnar at umsita. Endamálið við uppskotinum er at skapa teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá tær fáa eldraøkið at umsita.

Í stóran mun er ætlanini við lógini, at hon skal endurspegla tað virksemið, sum longu nú er á  eldraøkinum, men sigast kann tó, at ásetingarnarnar eru meira yvirskipaðar enn í galdandi lóg. Orsøkin til hetta er, at kommunurnar skulu hava eitt ávist frælsi til at kunna skipa virksemið øðrvísi enn tað er í dag.

---

Løgtingsmál nr. 66/2013: Uppskot til løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við, at samgongan hevur sett sær fyri at leggja heimatænastuna, eldrarøkt v.m. til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015, og at kommunurnar í hesum sambandi skulu umsita økið í kommunalum samstørvum, er hetta lógaruppskotið gjørt um kommunalt samstarv á økinum. 

Endamálið við lógaruppskotinum er í høvuðsheitum at áseta reglur fyri, hvørji kommunalu samstarvsøkini eru, hvussu samstørvini verða skipað, hvat kommunurnar í minsta lagi skulu vera samdar um, áðrenn samstarvið byrjar (samstarvsavtalan), og nær endaliga freistin er fyri, at kommunurnar eru skipaðar í kommunal samstørv.

(bæði tingmálini verða viðgjørd undir einum)





Týsdagur, 22. oktober 2013, kl. 11:00:

3. viðgerð:

Tingmál nr. 12/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne av lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Ásetingar um løggilding av heilsustarvsfólki í Føroyum finnast í løtuni í 12 ymiskum kongligum fyriskipanum. Tann elsta er frá 1935, meðan tær seinastu eru settar í gildi í 2005. 

Í Danmark vórðu allar hesar lógirnar samlaðar í einari lóg í 2006. Broytingar eru síðani javnan gjørdar í lógini. Men av tí, at henda lógin enn ikki er sett í gildi í Føroyum, eru flestu kongligu fyriskipanirnar ikki dagførdar.

Málsøkið ”heilsustarvsfólk”, er ikki yvirtikið málsøki, og tí er neyðugt at seta donsku lógirnar í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan. 

Heilsumálaráðið hevur í eina tíð, í samstarvi við Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, arbeitt við at tillaga autorisatiónslógina til føroysk viðurskifti, og verður nú skotið upp, at løgtingið mælir ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed”.

Ein avleiðing av uppskotinum, um tað verður samtykt, er, at løggild heilsustarvsfólk (til dømis tannlæknar) missa rættin til sjálvstøðugt fakligt virksemi, tá ið tey fylla 75 ár.

Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

2. viðgerð:

Tingmál nr. 14/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Stuðulsupphæddin).

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Víst verður á, at lestrarstuðulin í Danmark (har flestu føroyingar taka sína útbúgving) er munandi hægri enn í Føroyum, og at kostnaðarstøðið er nakað hægri í Føroyum enn tað er í Danmark. Tí verður skotið upp at hækka studningin til livikostnað ávikavist úr 1.800 krónum til 1.980 krónur mánaðarliga og úr 3.737 krónum til 4.110 krónur mánaðarliga.

Broytingin skal koma í gildi í 2014, og svarar til eina hækking á 10 prosent í mun til 2013. 

Meirilutin í mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað. 

Tey vísa á, at nevndin undir viðgerðini er gjørd varug við, at stuðulin til lesandi í Føroyum er hægri ella í minsta lagi ájavnur við stuðulin í hinum Norðurlondunum, tó undantikið í Danmark. 

Minnilutin (Gunvør Balle, Rigmor Dam og Poul Michelsen) vísir harafturímóti á, at kostnaðarstøðið í Føroyum er hægri enn í londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við og at møguleikarnir at finna ein hóskandi bústað eru avmarkaðir.

Tey taka undir við málinum, og mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

--- 

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 19/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi. 

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eina verklagslóg, sum skal geva landsstýrinum heimild at byggja ein virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. 

Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 12,4 mió. kr. og ætlanin er, at depilin skal vera klárur at taka í nýtslu í 2016.

---

Tingmál nr. 20/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Barsilsskipan.

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Uppskotið snýr seg um at leingja løntu barsilstíðina við 8 vikum og at skipa hana meira fleksibla.

Í stuttum eru broytingarnar hesar: 

• Lønta barnsburðarfarloyvið verður longt við 8 vikum, úr 34 upp í í 42 vikur. 

• Av longda farloyvinum verða 4 vikur markaðar pápanum, sum við hesum fær 6 vikur, sum hann eigur einsamallur saman við barninum. 

• Mamman hevur framvegis 14 vikur, sum eru markaðar henni. 

• Foreldrini gera sjálvi av, hvussu tey býta restina av løntu barsilskvotuni sínámillum. 

• Partur av farloyvinum (aftaná 14 vikur) kann skipast sum barsilskvota yvir tvey ár. 

• Brúk av barsilskvotu aftaná 52 vikur, krevur avtalu við arbeiðsgevara. 

• Tvíbura og tríburaforeldur fáa 4 vikur eyka fyri hvørt barnið. 

• Støk foreldur fáa fulla kvotu – 42 vikur við løn. 

• Fyri foreldur, sum ættleiða, verður skipanin longd samsvarandi. 

• Lesandi fáa møguleikan at gerast partar av barsilsskipanini.

---

Tingmál nr. 23/2013: Uppskot til samtyktar um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík.

Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík.

Mælt verður til at ein borðivognur verður keyptur, og at 15 mió. krónur verða settar av árliga til hetta arbeiðið.

---

Tingmál nr. 28/2013: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættindum at arbeiða fulla tíð. 

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at taka stig til, saman við viðkomandi pørtum, at land og kommunur orða eina ætlan viðvíkjandi, hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at tryggja, at allir løntakarar hava rætt og møguleika at arbeiða fulla tíð. 

Víst verður á, at ein stór avbjóðing hjá føroyska samfelagnum er, at fólkatalið ikki veksur, og at ung fólk í stórum tali fara av landinum og ikki í nóg stóran mun koma heimaftur. Ein av orsøkunum til hesa gongd sigur uppskotsstillarin vera, at tað hjá nógvum er trupult at fáa eitt arbeiði, ið ger tað møguligt at forsyrgja sær og sínum. 

Sum støðan er í dag, er hópin av fólki, ið uttan at ynskja tað bert fáa arbeiði parttíð, og tí verður skotið upp at gera nakað við henda trupulleikan.

---

Tingmál nr. 29/2013: Uppskot til samtyktar um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingarnar 

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingar og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at rákið í Føroyum, eins og í londunum kring okkum, er, at alsamt fleiri ung velja gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, meðan færri velja yrkisútbúgvingarnar. Hetta kann koma at gerast ein alsamt størri trupulleiki við tað, at samfelagið kemur at mangla yrkislærda arbeiðsmegi, og møguleikarnir fyri vinnuligum vøkstri gerast færri.




Týsdagur, 8. Oktober 2013, kl. 10:00:

2. viðgerð:

Tingsmál nr. 11/2013:  Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Biðið verður um, at játtanin til Apoteksverkið verður lækkað við 7,5 mió. krónum og at hesin peningur verður fluttur til játtanina fyri serviðgerð uttanlands.

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við at játta meira til serviðgerð uttanlands. Nevndin loyvir  sær tó at ivast í, um játtanin fer at halda. 

Mælt verður til, at neyvari fíggjarstýring verður sett í verk fyri serviðgerð uttanlands.  

Nevndin kann ikki taka undir við at taka neyðugu pengarnar av yvirskotinum hjá Apoteksverkinum, tí apotekslógin loyvir tí ikki. Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndin greitt frá, at hann ætlar at fáa broytt apotekslógina í hesi tingsetuni. 

Ein samd nevnd setir tí fram broytingaruppskot um, at pengarnir sum mangla, skulu ikki takast av yvirskotinum hjá Apoteksverkinum.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 24/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera eina broyting í rentustuðulslógini, soleiðis at rentustuðulin lækkar komandi árini, til hann er komin niður í 30 prosent í 2018. Tað vil siga, at rentustuðulin skal lækka skjótari, enn galdandi lóg leggur upp til. Harumframt verður skotið upp at lækka hámarksupphæddina, sum rentustuðul kann veitast fyri, niður í 100.000 kr. frá 2018.

Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya vísa á í hoyringsskrivi, at uppskotið einans lækkar tann partin av rentustuðlinum, sum landið skal rinda, meðan parturin hjá kommununum verður óbroyttur. Fíggjarmálaráðið sigur hinvegin, at rentustuðulin var upprunaliga ein rentufrádráttur, og at orsøkin til, at landið upprunaliga bar ein størri part er tann, at landsskatturin tá var munandi størri enn kommunuskatturin. Men seinnu árini er kommunuskatturin vorðin størri enn landsskatturin.

---

Tingmál nr. 27/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2014-4 Málið verður beint í Fíggjarnevndina.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er sjeynda eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2013. 

Uppskotið hevur eitt avlop á 400 tús. kr. 

Játtanirnar kunnu útgreinast soleiðis á játtanarsløg: 

• Rakstrarjáttan 5.650 tús. kr. 

• Løgujáttan 2.000 tús. kr. 

• Stuðulsjáttan 1.200 tús. kr. 

• Lógarbundin játtan -9.250 tús. kr.

---

Tingmál nr. 22/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin (tilfeingis- og loyvisskattur í 2014). 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at serligi tilfeingis- og loyvisskatturin, ið hevur verið galdandi fyri 2011, 2012 og 2013, eisini verður galdandi fyri 2014. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt fyribils gjald, meðan bíðað verður eftir eini nýggjari skipan við eykaskatti á fiski- og alivinnu, ið væntandi fer at virka frá 1. januar 2015.

Sambært galdandi lóg verður rindað 2,5% í tilfeingis/loyvisskatti av skattskyldugu inntøkuni frá ali- og fiskivinnu, sum er hægri enn 1 mió. kr. Men við hesum uppskotinum verður skotið upp, at skattaprosentið hækkar upp í 7%.  

Samlaði tilfeingis/loyvisskatturin verður mettur at geva 63 mió. kr. í 2014. Harav stava 17,5 mió kr. frá fiskivinnu og 45,5 mió. kr. frá alivinnu. 

---

Tingmál nr. 21/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at javna almannaveitingar í 2014 við 0,85 prosenti. 

Broytingin merkir, at móttakari av almennari veiting fyri 2014 fær eina hægri upphædd útgoldna í mun til galdandi ásetingar. Hetta merkir eisini, at frádráttarfríu upphæddirnar til fólka- og fyritíðarpensjónistar verða hægri næstu árini. 

Eftir sama leisti verður egingjald eisini framroknað fyri 2014, og hetta merkir hægri egingjald til eitt nú sambýli og til fyriskipanir fyri heimleys. 

---

Tingmál nr. 20/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Barsilsskipan.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið snýr seg um at leingja løntu barsilstíðina munandi og skipa hana meira fleksibla, so foreldur í størri mun kunnu leggja tíðina til rættis eftir tørvinum hjá barninum og familjuni. 

Í stuttum eru broytingarnar hesar: 

• Lønta barnsburðarfarloyvið verður longt við 8 vikum, úr 34 upp í í 42 vikur. 

• Av longda farloyvinum verða 4 vikur markaðar pápanum, sum við hesum fær 6 vikur, sum hann eigur einsamallur saman við barninum. 

• Mamman hevur framvegis 14 vikur, sum eru markaðar henni. 

• Foreldrini gera sjálvi av, hvussu tey býta restina av løntu barsilskvotuni sínámillum. 

• Partur av farloyvinum (aftaná 14 vikur) kann skipast sum barsilskvota yvir tvey ár. 

• Brúk av barsilskvotu aftaná 52 vikur, krevur avtalu við arbeiðsgevara. 

• Tvíbura og tríburaforeldur fáa 4 vikur eyka fyri hvørt barnið. 

• Støk foreldur fáa fulla kvotu – 42 vikur við løn. 

• Fyri foreldur, sum ættleiða, verður skipanin longd samsvarandi. 

• Lesandi fáa møguleikan at gerast partar av barsilsskipanini. 

---

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-9/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann frá, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi ætlanum at útvega fleiri lærupláss.

Spurt verður, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at útvega fleiri lærupláss, og nær hetta møguliga verður gjørt, og hvussu nógv lærupláss talan kann gerast um. Um landsstýrismaðurin ikki hevur ætlanir um at útvega fleiri lærupláss, verður spurt, hvør grundgevingin er fyri tí.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-10/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann frá, Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði til ung um ókeypis Trygdarskeið og Bláu Bók.

Spurt verður millum annað, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at geva 16 – 17 ára gomlum ungdómum tilboð um ókeypis trygdarskeið og Bláu Bók.




Hósdagur, 3. oktober 2013, kl. 09:30 og fríggjadagur 4. oktober kl. 09:30:


1. viðgerð:

Tingsmál nr. 25/2013: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2014.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið vísir eitt hall á 250 mió. krónur. Útreiðslurnar til rakstur verða 4.566 mió. krónur netto og íløgurnar fara at kosta 295 mió. krónur. Umframt hetta verða 100 mió. krónur til íløgur framfluttar frá 2013. Rentuútreiðslurnar verða 77 mió. krónur.

Inntøkurnar verða mettar til 4.611 mió. krónur. Av hesum eru 2.139 mió. krónur skattur og 1.823 mió. krónur, avgjøld.

Landsstýrismaðurin sigur í viðmerkingum til uppskotið, at málið er at fáa undirskotið burtur,  men samtíðis hevur landsstýrið valt at brúka meira pengar til útbúgvingar, eldraøkið og heilsuøkið.






Hósdagur 26. september 2013, kl. 11:00:

Atkøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til bygging av eldrasambýli í Sjóvar kommunu.

Spurt verður millum annað um tørv og bráfeingistørv á eldrabústøðum í Eysturoynni og um landsstýrið fer at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið til kommunurnar at umsita.

---

1. viðgerðir:

Tingsmál nr. 18/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013-3.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Biðið verður um at játtanin til Heilsufrøðiligu starvsstovuna verður hækkað við 879 tús. kr. Pengarnir skulu brúkast til eina verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna ílegurnar á seyði í einum avmarkaðum øki, har ridluskriði er. Endamálið er at royna við kynbótararbeiði at ala okkum frá ridluskriða í Føroyum.

Biðið verður eisini um, at 1,5 mió. kr. sum er partur av játtan til at høvuðsumvæla Ellis- og røktarheimið í Vágum, verða fluttar til kontoina ”Umvæling av almennum bygningum” undir Innlendismálum. Restin av játtanini (2,5 mió. kr.) verður biðið um at fáa flutta til vardar bústaðir í Eysturoynni.

---

Tingsmál nr. 16/2013: Uppskot til samtyktar um politisk tiltøk, sum kunnu lækka um prísstøðið í Føroyum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava lagt uppskotið fram.

Uppskotsstillararnir siga, at prísstøðið er alt ov høgt í Føroyum. Tí skjóta tey upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri tingið eina frágreiðing við tilmælum til, hvørji politisk tiltøk skulu til fyri at lækka høga kostnaðarstøðið í Føroyum. 

Í viðmerkingunum verður sagt, at pengarnir, sum hetta kostar, eiga at verða tiknir av játtanini til fyrireikingar av Skálafjarðartunlinum.

---

Tingsmál nr. 17/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013-2. 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava lagt uppskotið fram.

Uppskotið hongur saman við tingmáli 16/2013. Skotið verður upp at ein millión av játtanini til fyrireikingar av Skálafjarðartunlinum verður flutt til Vinnumálaráðið, sum skal brúka pengarnar til at gera eina frágreiðing og tilmæli um, hvørji politisk tiltøk skulu til fyri at lækka høga kostnaðarstøðið í Føroyum.  

(Tingmálini nr. 16 og 17/2013 verða viðgjørd undir einum).

---

Fyrispurningur:

Johan Dahl, landsstýrismaður, svarar skrivligum fyrispurningi frá Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, viðvíkjandi Bakkafrost.

Spyrjarin vil mllum annað hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við ætlanum hjá Bakkafrost at miðsavna alt virksemið á einum stað. Eisini vil hon hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við lóggávu at geva kommunum heimild til at taka gjald frá alifyritøkum fyri brúk av aliøkjum.





Mikudagin 18. september 2013, kl. 10.00:

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki samgongunnar.

Spyrjarin vísir á, at landskassahallið vaks í 2012, og at alt bendir á, at hallið verður enn størri fyri fíggjarárið 2013. Tí spyr hann millum annað, um mett verður, út frá gongdini av inntøkum og útreiðslum higartil í ár, at hall landskassans ikki verður størri enn tað sum er ásett í fíggjarlógini.

---

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 10/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Talan er um eina tekniska broyting, har onkrir feilir í lógini verða rættaðir. Uppskotið hevur tí ongar avleiðingar fyri land og borgarar. 

(Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð, uttan nakra nevndarviðgerð).

---

Tingmál nr. 9/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2013.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Talan er um eitt útreiðsluneutralt uppskot, t.v.s. at útreiðslurnar  verða einans fluttar ímillum konti.

Til landbúnaðin verður biðið um, at játtanin til landbúnaðarstuðul  verður hækkað við 4,12 mió. krónum. Hesin peningur skal takast av eini upphædd á 24,7 mió. krónur, sum er á eini konto, kallað “Niðurlaðing av Búnaðargrunninum”. Peningurin skal nýtast til at veita bóndum stuðul til egið framleitt stráfóður.

Til almannamál verður biðið um at játtanin til KT-heildarskipan verður lækkað við 4 mió. krónum, at játtanin til stuðul til uppihaldspening verður lækkað við 1 mió. krónum, og játtanin til ættleiðingarstuðul verður lækkað við 450.000 krónum. 

Eisini verður biðið um, at játtanin til Serforsorg verður hækkað við 1,4 mió. krónum, at játtanin til Eldrarøkt verður hækkað við 5,8 mió. krónum, at játtanin til Ansingar-samsýning verður lækkað við 750.000 krónum, og at játtanin til arbeiðsfremjandi tiltøk verður lækkað við 1 mió. kr.

Ein samd fíggjarnevnd mælti til 2. viðgerð, løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men hevur tó eitt broytingaruppskot og fleiri viðmerkingar.

(sí dagsskránna 13. september)

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 13/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Barnaískoyti).

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at barnaískoyti, sum verður latið støkum uppihaldarum, verður hækkað úr 1.632,00 kr. um ársfjórðingin upp í 2.400,00 kr. um ársfjórðingin (galdandi frá 1. januar 2014). 

---

Tingmál nr. 14/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Stuðulsupphæddin).

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Víst verður á, at lestrarstuðulin í Danmark (har flestu føroyingar taka sína útbúgving) er munandi hægri enn í Føroyum, og at kostnaðarstøðið er nakað hægri í Føroyum enn tað er í Danmark. Tí verður skotið upp at hækka studningin til livikostnað ávikavist úr 1.800 krónum til 1.980 krónur mánaðarliga og úr 3.737 krónum til 4.110 krónur mánaðarliga.

Broytingin skal koma í gildi í 2014, og svarar til eina hækking á 10 prosent í mun til 2013. 

---

Tingmál nr. 15/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrádráttur)

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við 1.500 kr. pr. barn pr. ár. Hetta skal galda frá 1. januar 2014, og verður gjørt fyri at lætta um hjá barnafamiljum.

Roknað verður við, at uppskotið fer at kosta landskassanum umleið 21 mió. krónur í mistari skattainntøku, um tað verður samtykt, men at umleið 6 – 7 mió. krónur koma innaftur í øktum avgjøldum.




Fríggjadagin 13. september 2013, kl. 10.00:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 10/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Talan er um eina tekniska broyting, har onkrir feilir í lógini verða rættaðir. Uppskotið hevur tí ongar avleiðingar fyri land og borgarar. 

(Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð, uttan nakra nevndarviðgerð).

---

Tingmál nr. 9/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2013.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Talan er um eitt útreiðsluneutralt uppskot, t.v.s. at útreiðslurnar  verða einans fluttar ímillum konti.

Til landbúnaðin verður biðið um, at játtanin til landbúnaðarstuðul  verður hækkað við 4,12 mió. krónum. Hesin peningur skal takast av eini upphædd á 24,7 mió. krónur, sum er á eini konto, kallað “Niðurlaðing av Búnaðargrunninum”. Peningurin skal nýtast til at veita bóndum stuðul til egið framleitt stráfóður.

Til almannamál verður biðið um at játtanin til KT-heildarskipan verður lækkað við 4 mió. krónum, at játtanin til stuðul til uppihaldspening verður lækkað við 1 mió. krónum, og játtanin til ættleiðingarstuðul verður lækkað við 450.000 krónum. 

Eisini verður biðið um, at játtanin til Serforsorg verður hækkað við 1,4 mió. krónum, at játtanin til Eldrarøkt verður hækkað við 5,8 mió. krónum, at játtanin til Ansingar-samsýning verður lækkað við 750.000 krónum, og at játtanin til arbeiðsfremjandi tiltøk verður lækkað við 1 mió. kr.


Ein samd fíggjarnevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men hevur tó eitt broytingaruppskot og fleiri viðmerkingar.

Broytingaruppskotið er, at játtanin til landbúnaðarstuðul verður hækkað til tað dupulta, og skal galda fyri tvey ár.

Viðmerkingarnar vísa millum annað til, at landsstýriskvinnan í almannamálum hevur upplýst, at seinkingar í sambandi við upplating av nýggjum røktarheimi ikki hevur havt við sær sparingar, tí ongar seinkingar hava verið í setanini av starvsfólkum. Fíggjarnevndin heldur tað ikki vera rætt, at landið rindar fyri rakstur til røktarheim langa tíð, áðrenn búfólk eru flutt inn. 

Fíggjarnevndin vísir eisini á tey nógvu leiðsluløgini í eldraøkinum. Nevndin sigur, at hon fer at taka hetta málið upp í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina. 

Fíggjarnevndin krevur eisini í sambandi við játtanina til landbúnaðarstuðul, at øll játtanin skal fara beinleiðis til økta føroyska stráfóðurs framleiðslu, ið skal gera teir bøndur, ið fáa henda stuðul, meira fíggjarliga sjálvbjargnar í framtíðini. 

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 11/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Biðið verður um, at játtanin til Apoteksverkið verður lækkað við 7,5 mió. krónum og at hesin peningur verður fluttur til játtanina fyri serviðgerð uttanlands.

---

Tingmál nr. 12/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli, um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed”.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Ásetingar um løggilding av heilsustarvsfólki í Føroyum finnast í løtuni í 12 ymiskum kongligum fyriskipanum. Tann elsta er frá 1935, meðan tær seinastu eru settar í gildi í 2005. 

Í Danmark vórðu allar hesar lógirnar samlaðar í einari lóg í 2006. Broytingar eru síðani javnan gjørdar í lógini. Men av tí, at henda lógin enn ikki er sett í gildi í Føroyum, eru flestu kongligu fyriskipanirnar ikki dagførdar.

Málsøkið ”heilsustarvsfólk”, er ikki yvirtikið málsøki, og tí er neyðugt at seta donsku lógirnar í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan. 

Heilsumálaráðið hevur í eina tíð, í samstarvi við Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, arbeitt við at tillaga autorisatiónslógina til føroysk viðurskifti, og verður nú skotið upp, at løgtingið mælir ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed”.

Ein avleiðing av uppskotinum, um tað verður samtykt, er, at løggild heilsustarvsfólk (til dømis tannlæknar) missa rættin til sjálvstøðugt fakligt virksemi, tá ið tey fylla 75 ár.




Týsdagin 10. september 2013, kl. 13.30:

1. viðgerð:

Tingmál nr. 10/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eina tekniska broyting, har onkrir feilir í lógini verða rættaðir. Uppskotið hevur tí ongar avleiðingar fyri land og borgarar.

---

Fyrispurningur:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannsen, løgmann, frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.

Spyrjarin vísir á, at tað hoyrist frá ávísum politikarum, at tað er ikki ætlanin, at pf. Vágatunnilin og pf. Norðoyatunnilin skulu afturgjalda allan útveganarkostnaðin, men bert tann partin, sum lánini umboða, og at einki tunnilsgjald verður tikið fyri farleiðirnar Vágar og Norðoyggjar, tá lánini eru goldin aftur.

Men lógirnar sum liggja til grund fyri tunlunum siga, at allur útveganarkostnaðurin skal gjaldast aftur áðrenn tunlarnir verða handaðir landinum til ognar.  Tí vil Poul Michelsen millum annað hava at vita, um lógirnar eru ella verða avtiknar.



Hósdagin 15. august 2013, kl. 13:30:


3. viðgerð:

Tingmál nr. 1/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

(sí frágreiðing um tingfundin 13. august)

---


1. viðgerð:

Tingmál nr. 9/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2013

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt útreiðsluneutralt uppskot, t.v.s. at útreiðslurnar  verða einans fluttar ímillum konti.

Til landbúnaðin verður biðið um, at játtanin til landbúnaðarstuðul  verður  hækkað við 4,12 mió. krónum. Hesin peningur skal takast av eini upphædd á 24,7 mió. krónur, sum er á eini konto, kallað “Niðurlaðing av Búnaðargrunninum”. Peningurin skal nýtast til at veita bóndum stuðul til egið framleitt stráfóður.

Til almannamál verður biðið um at  játtanin til KT-heildarskipan verður lækkað við 4 mió. krónum, at  játtanin  til  stuðul  til uppihaldspening  verður  lækkað  við  1  mió.  krónum,  og  játtanin  til  ættleiðingarstuðul  verður lækkað  við  450.000  krónum.

Eisini  verður  biðið  um,  at  játtanin  til Serforsorg  verður hækkað við  1,4  mió.  krónum,  at játtanin  til  Eldrarøkt  verður  hækkað  við  5,8  mió.  krónum,  at játtanin  til  Ansingar-samsýning  verður  lækkað  við  750.000 krónum,  og  at  játtanin  til arbeiðsfremjandi tiltøk verður lækkað við 1 mió. kr.



Týsdagin 13. august 2013, kl. 13.30:

2. viðgerð:

Tingmál nr.1/2013: Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Havstovan mælir millum annað til, at “parkera” allar óbrúktu dagarnar í fiskiárinum 2011/2012 hjá teimum skipabólkunum, sum serliga veiða tosk og hýsu, og  at dagatalið hjá somu bólkum verður lækkað við 30 prosentum av teimum brúktu døgunum. Hjá bólki 2, sum serliga veiðir upsa, verður mælt til, at dagatalið lækkar við 10 prosentum.

Fiskidaganevndin mælir millum annað til óbroytt dagatal, og at gera eina skipan við royndarfiskiskapi á stongdum leiðum.

Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað politiskt og samfelagsliga er ráðiligt at gera stillingar í fiskidagatalinum í ár, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið verða so stórar. Tí skjýtur hann upp, at dagatalið verður óbroytt.

Meirilutin í Vinnunevndini (Alfred Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Janus Rein) skjýtur upp, at bólkur 2, ið er partrolarar og lemmatrolarar, sum hava møguleika at fiska makrel og sild um summarið,  verður skerdur við 4 % út frá støðuni hjá upsastovninum í løtuni. Bólkur 3, sum er línuskipini, sum nú eisini hava rættindini til at fiska kvotuna á Flemich Cap, og bólkur 5, sum er útróðrabátar undir 15 tons, verður skerdur við 7 % við serligum atliti til støðuna hjá toska- og hýsustovninum.

Við hesum broytingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin  (Páll  á  Reynatúgvu  og  Aksel  V.  Johannesen) skjýtur upp, at bólkur 2 verður skorin við 4% á innaru leið, og bólkur 3, 4B (útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu) og 4T (útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu) verða skornir við 8%. Minnilutin skjýtur eisini upp, at fiskidagatalið hjá bólki 4A (útróðrarbátar 15 til 40 tons) og bólki 5 (útróðrarbátar minni enn 15 tons á húkaveiðu) verður óbroytt
.  




Týsdagin 6. august 2013, kl. 9.30:

1. viðgerðir:

Tingmáli nr. 2/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2013.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at játtanin til Nýggjar landsvegir verður lækkað við 1 mió. kr., og at hesir pengarnir verða játtaðir til eina nýggja høvuðskontu sum kallast P/F Sandoyartunnilin.

---

Tingmál nr. 3/2013 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera broytingar í lógini frá 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
 
Landsstýrismaðurin skal hava heimild til innan fyri teir karmar, sum eru ásettir í lógini, at gera ein sáttmála um tíðaravmarkaðan einkarætt við eitt privat føroyskt felag til fyri egna rokning og váða at byggja, reka, fíggja og eiga ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

---

Tingmál nr. 4/2013: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagið at gera, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð.

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at geva landsstýrismanninum heimild at stovna eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð (Eysturoyartunnilin). Hetta skal vera gjørt eftir sama leisti, sum verður nýttur til Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

P/F Eysturoyartunnilin skal sambært uppskotinum fáa 200 mió. í partapeningi, sum verður játtaður á fíggjarlógini yvir  7 ár.

---

Tingmál nr. 5/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja, fíggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð.

Poul Michelsen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at P/F Eysturoyartunnilin, (sum skotið verður upp at stovnað í tingmáli nr. 4/2013), fær heimild at byggja, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð, og fær ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegum.

---

Tingmál nr. 6/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy.

Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen, hava lagt uppskotið fram.

Landsstýrismaðurin skal, sambært uppskotinum, fáa heimild at stovna tunnilspartafelag við 10 mió. krónum í partapeningi. Navn felagsins skal vera P/F Føroya-tunlar.

Felagið fær heimild til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunlarnar undir Skálafjørð og undir Tangafjørð, og at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skopunarfjørð. 

Felagið fær eisini heimild at gera  tilhoyrandi vegir, hava rakstur av tunlunum um hendi, umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. 

---

Tingmál nr. 7/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2013-2

Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið játtar at seta 10 mió. krónur í partapeningi í P/F Føroyatunlar.

---

Tingmál nr. 8/2013: Uppskot til samtyktar um tunnilsfelag Føroya.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at stovna eitt tunnilsfelag, sum skal eiga og reka allar tunlar í Føroyum, bæði verandi og komandi, og bæði omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar.  
 
Málið skal vera, at tá ið Smyril er uppslitin um eini 20 - 25 ár, skal tað vera koyrandi til Suðuroyar, og undir Skálafjørð og Tangafjørð.
 
Hvørja  ferð  ein  keypir  bil  í  Føroyum,  skal  ein  kubbi  til  tunlar  fylgja  við,  sum  so  telur niður  hvørja  ferð,  vit  koyra  ígjøgnum  ein  tunnil. Ein møguleiki er so, at tað skal kosta  eitt  ávíst oyratal  pr.  kilometur  at  koyra  ígjøgnum  ein  tunnil. Felagið skal standa fyri at fíggja næstu tunlarnar, við eginognini sum veðseting.


         (øll tingmálini verða viðgjørd undir einum)




Fríggjadagin 2. august 2013, kl. 9.30:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, viðvikjandi Bakkafrost.

(enn er ikki upplýst, hvat spurningurin snýr seg um)

---


1. viðgerðir:

Tingmál nr. 1/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Havstovan mælir millum annað til, at “parkera” allar óbrúktu dagarnar í fiskiárinum 2011/2012 hjá teimum skipabólkunum, sum serliga veiða tosk og hýsu, og  at dagatalið hjá somu bólkum verður lækkað við 30 prosentum av teimum brúktu døgunum. Hjá bólki 2, sum serliga veiðir upsa, verður mælt til, at dagatalið lækkar við 10 prosentum.

Fiskidaganevndin mælir millum annað til óbroytt dagatal, og at gera eina skipan við royndarfiskiskapi á stongdum leiðum.

Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað politiskt og samfelagsliga er ráðiligt at gera stillingar í fiskidagatalinum í ár, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið verða so stórar. Tí skjýtur hann upp, at dagatalið verður óbroytt.

---

Nevndarval:

Veljast skulu 2 limir og 2 varalimir í Norðurlandaráðið. Hesir limir eru valdir í eitt ár í senn og standa tí fyri vali á hvørjum ári.


Tingsetan 2012

Her verður í stuttum greitt frá málunum, sum eru á dagsskránni fyri tingfundirnar.



Hósdagin 2. mai 2013, kl. 10.00:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 91/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er í tveimum:

1) Skotið verður upp, at felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur fyri meira enn 1 mió. krónur, kunnu fáa meirvirðisgjaldið av íløguni endurgoldið. (talan er um at leingja lógina, sum fóru úr gildið 31. desember 2012, soleiðis at hon fær gildi til 31. desember 2015).

2) Skotið verður upp, at tey sum byggja ella umbyggja leigubústaðir fyri meira enn 200.000 krónur, kunnu fáa meirvirðisgajdið endurgoldið.

Endamálið við uppskotinum er at stimbra byggivirksemið, stuðla leigarum og stuðla felagsskapum.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) heldur, at um ætlanin er, at MVG-frítøka skal koma leigaranum tilgóðar, er neyðugt, at Bústaðir og/ella kommunurnar eru partar av verkætlanini. Minnilutin setir tí fram broytingaruppskot, um at orðini “har Bústaðir og/ella kommunur eru partur av verkætlanini,” verða sett inn í lógartekstin.

Við hesari broyting tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Við 2. Viðgerð varð broytingaruppskotið hjá minnilutanum felt.

---

Tingmál nr. 106/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at broyta lógina um at høvuðsumvæla, útbyggja  og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Endamálið við broytingini er í høvuðsheitum at leggja útreiðslurnar til innbúgv,útgerð og list afturat samlaðu upphæddini, og harafturat verður mettur prísvøkstur fram til 2018 eisini lagdar afturat samlaðu upphæddini. 

Upphæddin fer sostatt úr 421,8 mió. kr. upp í 550,6 mió. kr.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) vísir á,  at  uppskotið  hevur  lagt  upp  fyri  einum  prísvøkstri  frá  2012  upp  á  kr.  63  mió.

Meirilutin heldur, at verkætlanin eigur at gera ein avtalu við arbeiðstakaran um ein fastan  prísvøkstur. Meirilutin setir tí frambroyttingaruppskot um at broyta upphæddina 550,6 mió. kr. til 520,6 mió. kr.

Við  hesi broyting  tekur  meirilutin  undir  við  málinum  og  mælir  Løgtinginum  til  at  samtykkja uppskotið.

Minnilutin  (Kristina  Háfoss,  Aksel  V.  Johannesen  og  Eyðgunn  Samuelsen)  tekur  undir  við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Við 2. viðgerð skeyt Jenis av Rana upp at beina málið aftur í nevnd. Tað uppskotið fall 12 atkvøður fyri og 13 ímóti.

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini varð samtykt 15 atkvøður fyri og 10 ímóti. Uppskotið soleiðis broytt samtykt við 24 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

---

Tingmál nr. 131/2012: Uppskot til løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið  er  um,  hvussu  embæti  og  størv  í  fólkakirkjuni  verða  sett,  um  hvør  hevur  hvørjar setanarheimildir, og um førleikakrøv til sóknarprest, próst og biskup.

Endamálið  við  lógaruppskotinum  er  –  í  samsvari  við  semjuna  millum  allar  flokkar  á  tingi undan  yvirtøkuni  av  málsøkinum  –  at  kirkjulóggávan  verður  gjørd  føroysk,  men  soleiðis  at fólkakirkjan kann halda fram í verandi bygnaði.
Meirilutin í Mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Gunvør Balle, Edva Jacobsen, Rigmor Dam, Jóna Mortensen og Hanna Jensen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Jenis av Rana) tekur ikki undir við uppskotinum. Hann vísir á, at eftir hesum uppskotinum verða krøv sett til prestar, at teir skulu hava kunnleika til latín, meðan grikskt og hebraiskt verður niðurraðfest. Bíblian er skrivað á griskum og hebraiskum, meðan aðrar skriftir eru á latíni.

Einastu teologisku falkultetini, sum halda fast við kravdu próvtøkuna eru tey í Århus og Keypmannahavn.  Tí sigur minnilutin, at hetta er ein roynd at halda privatu lærustovnarnar, Menighedsfakultetet í Århus og DBI í Keypmannahavn, úti í kuldanum.

Minnilutin mælir landsstýrismanninum til at taka uppskotið aftur og leggja tað fyri Løgtingið í nýggjari útgávu. Velur landsstýrismaðurin tó at halda fast við uppskotið, mælir minnilutin Løgtinginum til at atkvøða ímóti.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 147/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal mæla ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar uppskot um at broyta lógina um Íleggingargrunnin. Hetta hevur við sær, at grunnurin verður niðurkapitaliseraður við 28 mió. krónum, og at hesir pengarnir verða nýttir til at gjalda burturbeining av gomlum dynamitti á flogvøllinum í Vágum.

---

Tingmál nr. 148/2012: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2013.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta er fyrsta eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2013. Uppskotið hevur eitt hall á 4,4 mió. krónur. Av hesum stava 3,4 mió. krónur frá, at tað í eykajáttanarlógini, sum var samtykt í desember í 2012, var gloymd ein átekning til løgujáttanina til Granskingarlundina. Hetta hevur við sær, at henda upphæddin má játtast umaftur nú. Ein mió. krónur eru til at gera kanningina av Eik-grunninum lidna í 2013.

Eisini aðrar broytingar eru í uppskotinum.

---

Tingmál nr. 149/2012: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja kringvarpshúsini í Sortudíki.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at skipa fyri at um- og útbyggja kringvarpshúsini í Sortudíki. Byggikostnaðurin kann í mesta lagi vera 10,25 mió. kr., íroknað forkanningar, prosjektering og innbúgv.

---

Tingmál nr. 151/2012: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfæi Vinnuframagrunsins at fíggja tól til Granskarasetrið.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at stovnsfæið í Vinnuframagrunninum verður niðurkapitaliserað við í mesta lagið 6,6 mió. krónum, ið skulu nýtast til at fíggja tól til Granskarasetrið.

Vinnuframagrunnurin skal sjálvur gera av, hvørji tól verða keypt. 

---

Tingmál nr. 150/2012: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í stuttum fevnir lógaruppskotið um serstakar treytir fyri fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli, herundir ásetingar um ávikavist heimild at áleggja veiði- og avreiðingargjald o.o. viðurskifti í hesum sambandi. Eisini verður skotið upp at geva landsstýrismanninum heimild at loyva fiskiskapi eftir ávikavist norðhavssild og makreli í 2013 í trolfriðaðu økjunum, sambært løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap.





Mikudagin 24. apríl 2013, kl. 11.00:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 133/2012: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn útbúgving til námsfrøðilig hjálparfólk.

Sirið Stenberg og Gunnvør Balle hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera tey uppskot, sum eru neyðug fyri at fáa sett á stovn nýggja útbúgving til námsfrøðilig hjálparfólk.

Meirilutin í Mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen, Edva Jacobsen og Jenis av Rana) sigur, at viðgerðin í Mentanarnevndini hevur víst, at ávísur tørvur er á at skipa útbúgving til námsfrøðilig hjálparfólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett nevnd at greina útbúgvingina, men nevndin er ikki virkin í løtuni. Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at fáa nevndina at virka. M.a. vísandi til hesi viðurskifti, og at landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum, tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Gunvør Balle, Hanna Jensen og Rigmor Dam) tekur undir við uppskotinum.

---

Tingmál nr. 136/2012: Uppskot til samtyktar um lestrarstuðul við atliti at ferðastudningi.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við ferðafólkaflutningsfeløgini við tí endamáli, at gera avtalur um serligar ferðaseðlar til lesandi.

Endamálið við uppskotinum er, at Føroyar varðveita eitt so tætt tilknýti sum møguligt til teirra, ið fara uttanlands at útbúgva seg. Tí skal hetta uppskotið vera við til at tryggja, at tey lesandi kunnu fáa tríggjar bíligar ferðaseðlar til og úr Føroyum um árið.

(Álitið frá Mentanarnevndini er ikki tókt á netinum).

---

Tingmál nr. 127/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (alt tilfeingi til lands).

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar, skulu avreiða alla livur og øll rogn í sambandi við hesa veiðu. Hetta skal verða sett stigvíst í gildi, soleiðs at 25% av øllum livrum og rognum skulu aveiðast í fiskiárinum sum byrjar í 2013, 50 % í 2014, 75% í 2015 og 100 % frá 2016.

Meirilutin í Vinnunevndini (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Kristianna Winther Poulsen) metir tað vera av alstórum týdningi, at alt tilfeingið av okkara fiskivinnu verður ført til lands.

Meirilutin vísir á, at hetta møguliga kann vera ein partur av tí broyting, sum verður gjørd í lógini um vinnuligan fiskiskap, og sum allir flokkar á tingið sita og arbeiða við í løtuni.

Meirilutin vísir á, at uppskotið er avmarkað til bert at umfata livur og rogn, og leggur upp til eina ov torskilda skipan. Meirilutin tekur ikki undir við fyriliggjandi uppskotið og mælir Løgtinginum til at fella tað.

Ein minniluti (Aksel V. Johannesen og Janus Rein), heldur at tað er av størsta týdningi, at alt tilfeingið verður fingið til høldar og kemur til lands. Minnilutin er tó av tí fatan, at tað kann hava óhepnar avleiðingar at lóggeva alt til lands. Minnilutin heldur, at landsstýrismaðurin skjótast gjørligt eigur at fara í gongd við at arbeiða við einari skipan, sum eggjar skipum at fáa alt tilfeingið
til høldar og taka tað til lands.

Hesin minniluti tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

Ein annar minniluti (Bjørt Samuelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtingum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 129/2012: Uppskot til samtyktar um stuðulsskipan til grøna orku og orkumunadyggan reiðskap umborð á fiskiskipum.

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á Landsstýrið um at gera eitt uppskot um eina stuðulsskipan, sum skal hjálpa føroyskum fiskiskipum at leggja um til grøna orku og orkusparandi reiðskap.

Meirilutin í Vinnunevndini (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Aksel Johannesen, Kristianna Winther Poulsen og Janus Rein) metir tað hava stóran týdning, at okkara fiskiskip leggja um til grøna orku, og brúka reiðskap, sum krevur so lítla orku sum gjørligt.

Meirilutin er greiðir yvir, at skal tað almenna veita ein stuðul upp á 50 %, t.d. til eitt reiðarí, ið skiftir høvuðsmotorin út á skipinum, so tosa vit um nógvar milliónir krónur, og tá vit vita, at slíkur stuðulspeningur ikki er tøkur, tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

Minnilutin (Bjørt Samuelsen) vísir á, at vit innflyta í dag fyri oman fyri 1,3 milliardir krónur í fossilum brennievnum. Ein triðingur og sostatt sera stórur partur av oljuni, vit innflyta, fer til skipaflotan. Oljuútreiðslurnar tyngja reiðarí og manningar munandi, og eru útlitini bert til, at hesar útreiðslur fara at vaksa munandi í framtíðini.

Minnilutin mælir tí Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 142/2012: Uppskot til samtyktar um at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum.

Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, sum skerpir sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum. Uppskotsstillararnir vísa á, at sum støðan er í dag, so sigla strandfaraskipini ikki páskadag, jóladag og langa fríggjadag og sjúkrafultningstænastan er heldur ikki nøktandi. Tey mæla tí til at skerpa sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum, bæði viðvíkjandi sjúkraflutningstænastu og sigling allar dagar í árinum.

Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Kristianna Winther Poulsen) vísir á, at skipini hjá Strandferðsluni eru undirløgd altjóða krøv um hvílitíðir v.m., og skulu tey sigla hesar dagar, so kemur hetta at kosta fleiri milliónir eyka, og tað viðførir, at antin má Løgtingið játtað Strandferðsluni meira pengar til siglingina hesar dagar, ella mugu túrar takast burtur á verandi ferðaætlan. At taka túrar burtur úr verandi ferðaætlan hjá Strandfaraskipunum er meirilutin ímóti, og tá tað er óvist, um Strandferðslan undir verandi fíggjarvánum fær játtað meira pengar, sær meirilutin tað vera trupult at samtykkja hetta uppskotið.

Meirilutin vísir somuleiðis á, at spurningurin um sjúkraflutning við Teistanum er ikki aktuellur longur, við tað at tað er gjørd ein avtala um, at Teistin skal verða brúktur til sjóvegis sjúkraflutning úr Sandoynni.

Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir tinginum til at fella uppskotið.

Minnilutin (Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Janus Rein) tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 143/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Høgni Hoydal hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

(Hetta er sama uppskot sum tingmál nr. 3/2012).

Skotið verður upp at gera eina bráðfeingis broyting i lógini um vinnuligan fiskiskap, soleiðis at loyvt ikki verður at gera veiðiloyvi til eina søluvøru. Um fiskifar við veiðiloyvi verður selt ella lagt, so verður skotið upp, at bæði veiðiloyvið og øll fiskirættindi fella aftur til landið. Tó skal verða møguligt hjá einum eigara av fiskifari at skifta fiskifarið út. Eisini skal ein eigari, sum hevur tvey fiskifør kunna leggja tey saman til eitt nýtt fiskifar, sum tó ikki má hava størri veiðiorku enn tey, ið verða løgd.

Endamálið við uppskotinum er millum annað at steðga flytingum av veiðiloyvum millum fiskifør í ymsum bólkum, (til dømis í sambandi við makrelfiskiskapin).

Meirilutin  í Vinnunevndini (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristianna Winther Poulsen, Janus Rein og Aksel V. Johannesen) staðfesta, at einki nýtt er komið fram undir hesi viðgerðini, sum ikki kom fram, tá sama mál varð viðgjørt í august mánaði í 2012 sum løgtingsmál nr. 3/2012. Meirilutin tekur tískil ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

Minnilutin (Bjørt Samuelsen) tekur undir við málinum, men skjýtur upp ta broyting, at lógin skal fara úr gildi aftur tann 31. desember 2013.





Týsdagin 23. apríl 2013, kl. 13.30:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 112/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg umferðagjald (lækking av ferðagjaldinum).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at ferðaavgjaldið, sum í dag er 120 krónur fyri hvørt ferðafólk, sum verður flutt úr Føroyum, verður lækkað niður í 95 krónur.

Harumframt verður navnið Toll- og Skattstova Føroya broytt til Taks.

Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at niðurlaða ferðaavgjaldið yvir tey komandi 3 árini. Nevndin heldur eisini, at nú uppskotið verður sett í gildi so seint í árinum, ber til innan givnar karmar at lækka gjaldið upp aftur meira, og tí setir nevndin fram soljóðandi broytingaruppskot:

Í § 1, nr. 1 verður “95” broytt til: “65”.

Við hesari broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Við 2. viðgerð fekk bæði broytingaruppskotið hjá fíggjarnevndini og samlaða uppskotið 33 atkvøður fyri.

---

Tingmál nr. 130/2012: Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tann 1. januar 2010 kom málsøkið upphavsrættur á føroyskar hendur. Hetta uppskotið er um at gera fyrstu lógina um upphavsrætt, sum verður orðað á føroyskum, eftir at upphavsrætturin kom á føroyskar hendur. Í sambandi við gerð av hesum uppskoti hava danska og íslendska lógin um upphavsrætt verið nýttar sum fyrimyndir.

Ein samd mentanarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð vóru 25 atkvøður fyri, eingin ímóti og eingin blonk.

---

Tingmál nr. 107/2012: Uppskot til løgtingslóg um saneringsupphædd.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva Búnaðargrunninum heimild til at sanera og avskriva skuld fyri tilsamans góðar 52 mió. krónur.

Orsøkin til hetta er, at ávís lán í Búnaðargrunninum gjøgnum lutfalsliga langt áramál eru ikki goldin, og roknast kann ikki við, at hesi lán verða afturgoldin. 

Ein samd vinnunevnd tekur undir við, at Búnaðargrunnurin fær heimild til at sanera skuldina, men nevndin ynskir tó ikki, at grunnurin fær eina óavmarkaða tíðarheimild til at gera hetta. Tí verður skotið upp, at heimildin fer úr gildið aftur tann 1. januar 2015.

Broytingaruppskot frá Vinnunevndini varð samtykt 23-1-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-3. 

---

Tingmál nr. 108/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at í lógini um stuðul til flutning av fiski verða gjørdar tær broytingar, at ein greiðari lýsing verður gjørd av hugtakinum ”landingarmiðstøð”, og at ásett verður beinleiðis í lógini, at skipanin við flutningsstuðli ikki fevnir um “uppsjóvarfisk” og “gulllaks”. 

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

Við 2. viðgerð varð uppskotið samtykt við 23 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongar blankari.

---

2.viðgerðir:

Tingmál nr. 98/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður millum annað upp, at hækka markið fyri skattafría samsýning til ítróttafólk. Talan er um venjarar, leiðarar, hjálparar hjá ítróttafeløgum, dómarar og linjuverjar. Hesi fólk kunnu í verandi lóg fáa upp til 15.000 krónur í samsýning frá feløgunum, uttan at skula rinda skatt av pengunum. Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at skattafría samsýningin hækkað upp í 30.000 krónur. 

Fer samsýningin upp um ásettu upphæddina, verður øll upphæddin skattskyldug. 

Eisini verður skotið upp at gera aðrar broytingar í skattalógini. Millum annað verður skotið upp, at kirkjuskattur skal telja við í marginalskattamarkinum (tað vil siga, at samlaði skatturin til land, kommunur og kirkju, skal ongantíð fara uppum 50% av lønini).

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) heldur, at landsstýrismaðurin eigur at umhugsa, hvussu frádrátturin til ítróttarfólk kann skipast so, at hann eisini umfatar aðrar felagsskapir, ið hava við barna- og ungdómsvirksemi at gera. Meirilutin tekur annars undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss) tekur undir við pørtum av málinum, men vísir annar á, at tað er óheppið, at so nógvar og sera ymiskar broytingar verða framdar í somu lógarbroyting, tí hetta gevur ikki løgtingsfólkum møguleika at taka undir við nøkrum broytingum og ikki øðrum. Eisini vísir minnilutin á, at broytingarnar er ov illa lýstar í viðmerkingunum til uppskotið. Til dømis er tað at kirkjuskatturin skal telja við í marginalskattamarkinum, ikki nevnt í viðmerkingunum.

Minnilutin skjýtur upp, at uppskotsparturin sum viðvíkur marginalskattinum verður strikað, og tekur annars undir við álitinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 123/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at fáa betri samsvar millum tað sum fólk gjalda inn og tað sum tey fáa út úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. 

Hetta verður gjørt við at persónar sum hava sokallað dupult domicil, t.v.s. bústað í Føroyum og einum øðrum landi, men sum bert verða mettir at búgva uttanlands, skulu ikki longur gjalda inn til Areiðsmarknaðareftirlønargrunnin av tí, teir vinna í útlandinum.

Skotið verður eisini upp at broyta útgjaldið til persónar, ið hava fastan bústað í Føroyum, men sigla við grønlendskum skipum. Hesir noyðast av arbeiðsávum at verða skrásettir í grønlendska fólkayvirlitinum. Teir hava í verandi lóg skyldu at gjalda inn til grunnin, men teir hava ikki rætt at fáa úr grunninum. Við broytingini fáa teir eisini rætt at fáa eftirløn úr grunninum, tá teir røkka eftirlønaraldri.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

---

Tingmál nr. 89/2012: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2013.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, hava lagt uppskotið fram.

uppskotið hongur saman við uppskoti nr. 93/2012, um at byggja Fountain-hús (í uppskotinum kallað Klubbhús).

Fyri at fíggja ætlanina verður skotið upp at taka 2,5 mió. krónur av játtanini til Skálafjarðartunnilin, og nýta tær til Klubbhús.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) heldur tað ikki verða rætt at byrja nýtt virksemi mitt í einum ári við eini eykajáttan. Nýtt virksemi eigur at raðfestast saman við øllum almennum virksemi, og tað eigur at verða gjørt í sambandi við fíggjarlógina. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) vísir á, at ásannandi, at tørvurin á virknis- og endurvenjingartilboðum til sálarsjúk er stórur, metir minnilutin, at tað er umráðandi at fáa sett á stovn klubbhús/Fontaine-hús í inniverandi ári. Minnilutin mælir tí til, at Løgtingið tekur undir við málinum.

---

Tingmál nr. 137/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Uppskotið er fylgiuppskot til løgtingsmál nr. 136/2012.

Uppskotið ber í sær, at ferðandi, ið møguliga hava fingið ferðaseðil sín sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, ikki skulu gjalda ferðagjald til landskassan. 

Fíggjarnevndin vísir til álitið, sum nevndin hevur lagt fram í málum um at lækka ferðagjald fyri øll innan fá ár. Nevndin heldur tí ikki, at tað er rætt at strika ferðagjald fyri ávísan bólk.

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 92/2012: Uppskot til samtyktar um at stovna Filmsgrunn.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um at stovna ein filmsgrun. Filmsgrunnurin skal tryggja betri kor fyri føroyska filmslist.

Meirilutin í Mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen, Edva Jacobsen og Jenis av Rana)  vísir á, at undir nevndarviðgerðini er komið undan kavi, at skal listagreinin mennast til fulnar, so eigur landsstýrið at hava greiðan politikk á økinum og í tí sambandi nágreina innihaldið í møguligari játtan til filmslistina. 

Hetta eigur landsstýrismaðurin fyrst av øllum at fáa frá hondini við serligum atliti til tvíbýtið millum professinellu- og amatørfilmslistina. 

Hesi viðurskifti eiga at verða avgreidd, áðrenn stovnaður verður filmsgrunnur, og tekur meirilutin tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Gunvør Balle, Rigmor Dam og Hanna Jensen) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.

---

Tingmál nr. 102/2012: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrismannin við mentamálum um at gera lógaruppskot, sum ásetir, at í hvørjum einstøkum føri, har tað almenna er byggiharri, ella varar av nýbygging, umbygging ella uppíbygging, skal í minsta lagið 1,5% av kostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list, sum føroysk listafólk hava skapað. 

Meirilutin í Mentanarnevndini (Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen, Edva Jacobsen og Jenis av Rana)  vísir á, at undir viðgerðini er komið fram, at landsstýrið arbeiðir við, at listin frameftir skal vera sjálvsagdur partur av teimum bygningum, sum ætlanin er at byggja. Vísandi til hetta tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskoti. 

Minnilutin (Gunvør Balle, Hanna Jensen og Rigmor Dam) tekur undir við uppskotinum, við ávísum broytingum. Millum annað verður tað tikið burturúr, at talan skal vera um list, sum føroysk listafólk hava skapað.

---

Tingmál nr. 139/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð.

Janus Rein, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at verandi løgtingslóg um málráð verður broytt, soleiðis at málráðið, umframt at  ritstjórna og greiðir til útgávu eina føroyska stavsetingarorðabók, skal eisini ritstjórna og greiða til útgávu eina føroyska yrkisorðabók. Hetta tí at mett verður, at tað helst ikki er kommersielt grundarlag hjá øðrum at lata gera eina yrkisorðabók. 

Ein samd mentanarnevnd mælir frá at samtykkja uppskotið. Nevndin hevur fingið upplýst, at Málráðið hevur sett sær fyri at samskipa allar yrkisorðalistar, sum í dag eru tøkir, og at hesir listarnir verða at finna í næstum á nýggju heimasíðuni hjá Málráðnum.

Harafturat er nevndin gjørd varug við, at við verandi játtan til Málráðið, skal ráðið raðfesta 

sínar uppgávur neyvt, og verður fyrsta takið at fáa stavsetingarorðabókina frá hondini. Tískil hevur Málráðið ikki møguleikar sum er at taka á seg at greiða úr hondum eina yrkisorðabók.




Fríggjadagin 19. apríl 2013, kl. 10.00:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 96/2012: Uppskot til samtyktar um loft á gjøld hjá peningastovnunum og avmarkning av samfelagsliga váðanum av útlendskum virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, ið skal seta mark fyri, hvørji ómaksgjøld peningastovnarnir kunnu áleggja kundunum. Eisini skal váðin hjá føroyska samfelagnum avmarkast í sambandi við at føroyskar fíggjarfyritøkur virka uttanlands. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) heldur tað ikki vera rætt, at tað almenna ásetir prísir á vørum hjá privatu vinnuni. Hesir eiga at verða tillagaðir eftir kappingini. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) tekur undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 101/2012: Uppskot til løgtingslóg um skiftisskipan til at gera fíggjarlóg landsins óhefta av donsku ríkisveitingini.

Kristina Háfoss hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Endamálið við uppskotinum er, at føroyingar gera egna skiftisskipan, tá umræður at útslúsa donsku ríkisveitingina. Hetta skal gerast við at tengja inntøkuvøkstur landsins og útslúsing av ríkisveitingini saman.

So hvørt inntøkur landsins vaksa, so fer 50 % av inntøkuvøkstrinum til at útslúsa ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50 % av inntøkuvøkstrinum fer inn á fíggjarlógina.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen; Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 109/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2013.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at hækka játtanina til Mentanargrunnin við 1,166 mió. krónum og játtanina til Nám við 700.000 krónum. Pengarnir verða tiknir av játtanini til Løgmansskrivstovuna.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) heldur ikki tað vera rætt mitt í einum fíggjarári at skerja Løgmansskivstovuna so nógv, sum her verður gjørt. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 110/2012: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2013-2 (menningarsamstarv) 

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi. 

Endamálið við uppskotinum er at hækka játtanina til menningarhjálp við 1 mió. krónum. Hetta skal fíggjast við at lækka felagsútreiðslurnar hjá øllum aðalráðunum og Løgmansskrivstovuni við 125.000 krónum í part. 

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) vísir á, at tað er uppgávan hjá landsstýrinum at gera raðfestingar. Annars hevur meirilutin undir viðgerðini fingið upplýst, at landsstýrið arbeiðir við málinum. 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) tekur undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin vísir á, at Føroyar lata bert 2 milliónir kr. árliga til menningarsamstarv. Hetta er eftir minnilutans tykki, ein alt, alt ov lítil játtan. Ikki minst samanborið við ta játtan, ið tey lond, ið vit vanliga samanbera okkum við – og eisini samanborið við lond, ið eru munandi verri fyri enn vit – lata.

---

Tingmál nr. 107/2012: Uppskot til løgtingslóg um saneringsupphædd.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva Búnaðargrunninum heimild til at sanera og avskriva skuld fyri tilsamans góðar 52 mió. krónur.

Orsøkin til hetta er, at ávís lán í Búnaðargrunninum gjøgnum lutfalsliga langt áramál eru ikki goldin, og roknast kann ikki við, at hesi lán verða afturgoldin. 

Ein samd vinnunevnd tekur undir við, at Búnaðargrunnurin fær heimild til at sanera skuldina, men nevndin ynskir tó ikki, at grunnurin fær eina óavmarkaða tíðarheimild til at gera hetta. Tí verður skotið upp, at heimildin fer úr gildið aftur tann 1. januar 2015.

---

Tingmál nr. 108/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at í lógini um stuðul til flutning av fiski verða gjørdar tær broytingar, at ein greiðari lýsing verður gjørd av hugtakinum ”landingarmiðstøð”, og at ásett verður beinleiðis í lógini, at skipanin við flutningsstuðli ikki fevnir um “uppsjóvarfisk” og “gulllaks”. 

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

---

2. viðgerð av tingmáli nr. 126/2012: Uppskot til samtyktar um inntøkutrygdarskipan fyri útróðurin, bólk 5.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at skipa fyri eini inntøkutrygdarskipan fyri útróðróðrarbátar í bólki 5, vetrarmánaðirnar.

Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristianna Winther Poulsen og Janus Rein) tekur ikki undir við uppskotinum vísandi til, at Løgtingið í 2010 samtykti at skipa inntøkutrygdina til sjófólk leysa av fíggjarlógini við at stovna Trygdargrunn fiskivinnunnar.

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen) taka undir við uppskotinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.




Hósdagin 18. apríl 2013, kl. 13.30:

Fyrispurningar:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S58/2012 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, viðvíkjandi floksins tíma.

Spyrjarin vil hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta ”floksins tíma” aftur á tímatalvuna í fólkaskúlanum? Tímin varð annars strikaður, tá vit fingu nýggja fólkaskúlalóg í 1992.

---

3. viðgerðir:

Tingmál nr.81/2012: Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipanini

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal fáa heimild at gera avtalu um at umleggja tøkniligu skipanina, sum TAKS brúkar til at umsita skattaskipanina við.

Verandi skipan varð ment av P/F Elektron miðskeiðis í áttatiárunum. Talan er um lutfalsliga dýra tøkni frá IBM, serliga ætlað til stórar KT skipanir. Síðani peningastovnarnir fluttu sína tænastu frá Elektron, er ikki neyðugt við hesi skipanini longur.

Umleggingin verður mett at kosta umleið 23,55 mió. krónur, harav landskassans partur í mesta lagið skal verða 14 mió. krónur. 

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Við 2. viðgerð atkvøddu 28 fyri, eingin ímóti og eingin atkvøða var blonk.

---

Tingmál nr. 113/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Mælt verður til, at landsstýrismaðurin fær heimild at loyva øðrum, undir eftirliti av TAKS, at avgreiða ferðagóðs til útflutnings. Uppgávan at avgreiða ferðagóðs verður í dag einans gjørd av tollvaldinum. Mett verður, at henda broyting kann fara at lætta um arbeiðið hjá tollvaldinum og samstundis eisini gera avgreiðsluna smidligari og skjótari fyri tann ferðandi. 

Mælt verður eisini til, at útlendskar sendistovur og útlendskir stjórnarsendimenn eftir umsókn kunnu fáa endurgoldið meirvirðisgjald á ávísum vørum og tænastum, keyptar í Føroyum. 

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Við 2. viðgerð vóru 30 atkvøður fyri, eingin ímóti og eingin blonk.

---

Tingmál nr. 124/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Á sumri í 2011 samtykti Løgtingið at byggja sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku. Tann lógin fer úr gildi við árslok 2013, og kostnaðurin fyri sambýlið skal vera í mesta lagið 16,3 mió. krónur. 

Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at kostnaðurin kann hækka til 17,8 mió. krónur, og at gildistíðin verður longd til árslok í 2015. 

(Tá málið var til 1. viðgerð, setti eg spurning við, hví heimið bleiv gjørt til 12 fólk, tá tað til dømis krevst ein náttarvakt fyri hvørji 8 fólk. Hví so ikki gera tað til 16 fólk, soleiðis at raksturin pr. búfólk varð hildin niðri).

Fíggjarnevnidn skrivar m.a. Í álitinum:

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur fyri nevndini upplýst, at uppskotið er til 12 búfólk, hóast lagt er upp fyri plássi til 16 búfólk í rakstrinum í karmaruppskotinum, ið júst er lagt fyri Løgtingið.

Í byggiverkætlanini verður lagt upp fyri, at lætt verður seinni at kunna víðka bygningin til at rúma 16 búfólkum. Tað hevði helst, tá saman um kemur, verið bíligari at bygt til 16 búfólk beinanvegin. Hartil er upplýst, at tørvur er á minst 16 búplássum til sálarsjúk.

Samanumtikið heldur Fíggjarnevndin at rættast er at byggja til 16 búfólk, tí hetta verður bíligari sum frá líður, og nevndin setir tí fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1, nr. 1 verður “17.8” broytt til: “20.8”

Við hesari broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Til 2. viðgerð fekk broytingaruppskotið hjá fíggjarnevndini 31 atkvøður fyri, onga ímóti og eingin var blonk. Soleiðis broytta uppskotið varð somuleiðis samtykt við 31 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 70/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í Føroyum er galdandi, at umframt vanlig ferða- og tænastugjøld skal serligt ferðagjald gjaldast beinleiðis í landskassan fyri hvønn ferðandi úr Føroyum. Hetta ferðagjald er í dag á 120 krónur. 

Hetta uppskot ber við sær, at serliga ferðagjaldið til landskassan verður niðurlaðað yvir eitt trý ára skeið og fellur heilt burtur tann 1. januar 2016. Harafturat verður skotið upp, at einki ferðagjald verður at gjalda í lágárstíð, t.e. mánaðirnar november til mars.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Rodmundur Nielsen) hevur valt at taka undir við løgtingmáli nr. 112/2012, sum er um somu viðurskifti, og tí kann meirilutin ikki taka undir við hesum og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) tekur undir við málinum við nøkrum broytingum. 

---

Tingmál nr. 71/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur sama endamál sum uppskot nr. 70/2012 og uppskot nr. 112/2012. Tað snýr seg um at fáa ferðagjaldið heilt burtur innan 2016 og at gera hetta so einfalt sum møguligt, soleiðis at eingin umsitingarkostnaður verður av at broyta gjaldið miðskeiðis í einum rakstrarári hjá flutningsfeløgunum. Hetta skal gerast í samráð við vinnuna. Víst verður millum annað á, at tær 3 mió. kr., sum samtyktar eru at lækka ferðagjaldið við í ár, koma ov seint – soleiðis at skilja, at ferðaskrivstovurnar longu hava selt og marknaðarført seg við teimum 120 krónunum í avgjaldi fyri árið í ár. 

Tí heldur flokkurin tað vera skilabest ikki at lækka gjaldið fyrr enn til heystar ella at støðla peningin fyri í ár til næsta ár og tá lækka gjaldið við 90 krónum. 

Fíggjarnevndin vísir á, at nevndin hevur valt at taka undir við øðrum løgtingsmálum, sum hava sama endamál. Meirilutin (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) taka undir við løgtingmáli nr. 112/2012, og minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) taka undir við løgtingsmáli nr. 70/2012. Nevndin kann tí ikki taka undir við hesum máli og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 112/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald (lækking av ferðagjaldinum). 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur sama endamál sum uppskotini nr. 70/2012 og 112/2012.

Skotið verður upp, at gjaldið, sum í dag er 120 krónur fyri hvørt ferðafólk, sum verður flutt úr Føroyum, verður lækkað niður í 95 krónur.

Harumframt verður navnið Toll- og Skattstova Føroya broytt til Taks.

Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at niðurlaða ferðaavgjaldið yvir tey komandi 3 árini. Nevndin heldur eisini, at nú uppskotið verður sett í gildi so seint í árinum, ber til innan givnar karmar at lækka gjaldið upp aftur meira, og tí setir nevndin fram soljóðandi broytingaruppskot:

Í § 1, nr. 1 verður “95” broytt til: “65”.

Við hesari broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.


Tingmálini nr. 70, 71 og 112/2012 verða viðgjørd undir einum.

---

Tingmál nr. 87/2012: Uppskot til samtyktar um avleiðingar av útrásini av KT-virkseminum hjá føroysku peningastovnunum.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at gera eina óhefta frágreiðing, ið lýsir avleiðingarnar av, at peningastovnarnir hava flutt so at siga alt KT-virksemið til útlond. Eisini skal kanningin lýsa fyrimunir og vansar við at flyta hetta virksemið aftur til Føroya.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) heldur, at lítil nytta er í at kanna avleiðingarnar av, at peningastovnarnir hava flutt partar av sínum KT-virksemi uttanlands. Undir viðgerðini hevur nevndin fingið upplýst, at peningastovnarnir hava stórar fyrimunir av at vera partur av eini størri skipan. Serliga tí, at krøvini til skipanirnar eru munandi herd, síðan altjóða fíggjarkreppan rakti heimin. Avgerðin er tikin og her vendist neyvan aftur. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss) tekur undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 134/2012: Uppskot til samtyktar um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi.

Framsókn hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi.

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen) heldur, at spurningurin um meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi eigur at viðgerast í einum størri ferðavinnupolitiskum høpi. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) tekur undir við málinum, tí neyðugt er at taka burtur tær forðingar, ið eru fyri, at føroyska ferðavinnan og matstovuvinnan veruliga kunnu fáa luft undir veingirnar og kunnu fáa kappingarførar umstøður.

---

Tingmál nr. 144/2012: Uppskot til samtyktar um kanning og tiltøk at seta í verk viðvíkjanditax-free keypi og ferðaavgjaldi.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrið fær til vega hagtøl fyri, hvussu nógv tey ferðandi keypa fyri av tax-free vørum í Vága floghavn og við fráferð frá øðrum floghavnum til Føroya, her undir serliga Kastrup  floghavn, Billund floghavn og Reykjavíkar floghavn.  

Víðari snýr uppskotið seg um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk, fyri at kunna borgararnar um stóra bruttovinningin, ið liggur í tílíkari tax-free vinnu, og týdningin av, hvar tílíkt tax-free keyp verður gjørt. Hesi tiltøk eiga at hava sum mál at broyta keypsmynstrið soleiðis, at meira av handlinum kemur Føroyum og føroyingum til góðar. 

Endaligt snýr uppskotið seg um, at bruttovinningurin av broyttum keypsmynstri av tax-free vørum eigur at verða brúktur til at avtaka ferðaavgjaldið á 185 krónur, ið Vága Floghavn tekur fyri hvønn ferðandi farandi úr Føroyum. 

Uppskotið snýr seg sostatt í høvuðsheitum um, at landsstýrið, við at royna at broyta keypsmynstrið á tax-free vørum, kann - kostnaðar neutralt - avtaka ferðaavgjaldið á 185 krónur, ið floghavnin hjá landinum tekur sær fyri hvønn ferðandi farandi umvegis floghavnina úr Føroyum.   

Fíggjarnevndin heldur ikki, at hetta er ein kanning, tað almenna eigur at gera. Tað má verða vinnan sjálv, sum eigur at gera slíkar kanningar.

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 75/2012: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál í samskiftistøknini.

Gunvør Balle, løtingskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. 

mentanarnevndin sigur, at undir nevndarviðgerðini er vorðið greitt, at fleiri praktiskir trupulleikar eru á vegnum fyri at náa málinum í uppskotinum. Fyrst og fremst er støddin á føroyska marknaðinum ein forðing, umframt, at tá Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land, eru framleiðararnir varnir, tí teir tykjast óttast fyri at skapa fordømi og samstundis leggja seg út við stjórnir í ymsum londum um viðkvæmar málspurningar.

Hóast hesi viðurskifti neyvan kunnu roknast at vera viðkvom í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, verða vit kortini bólkað millum tey lond, har hesin møguleiki kann vera aktuellur.

Havandi hesi viðurskifti í huga skjýtur ein samd fíggjarnevnd upp hetta broytingaruppskot:

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.

Við hesum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 130/2012: Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Tann 1. januar 2010 kom málsøkið upphavsrættur á føroyskar hendur. Hetta uppskotið er um at gera fyrstu lógina um upphavsrætt, sum verður orðað á føroyskum, eftir at upphavsrætturin kom á føroyskar hendur. Í sambandi við gerð av hesum uppskoti hava danska og íslendska lógin um upphavsrætt verið nýttar sum fyrimyndir.

Ein samd mentanarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.





Týsdagin 16. apríl 2013, kl. 13.30:

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 81/2012: Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipanini

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal fáa heimild at gera avtalu um at umleggja tøkniligu skipanina, sum TAKS brúkar til at umsita skattaskipanina við.

Verandi skipan varð ment av P/F Elektron miðskeiðis í áttatiárunum. Talan er um lutfalsliga dýra tøkni frá IBM, serliga ætlað til stórar KT skipanir. Síðani peningastovnarnir fluttu sína tænastu frá Elektron, er ikki neyðugt við hesi skipanini longur.

Umleggingin verður mett at kosta umleið 23,55 mió. krónur, harav landskassans partur í mesta lagið skal verða 14 mió. krónur. 

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Tingmál nr. 113/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Mælt verður til, at landsstýrismaðurin fær heimild at loyva øðrum, undir eftirliti av TAKS, at avgreiða ferðagóðs til útflutnings. Uppgávan at avgreiða ferðagóðs verður í dag einans gjørd av tollvaldinum. Mett verður, at henda broyting kann fara at lætta um arbeiðið hjá tollvaldinum og samstundis eisini gera avgreiðsluna smidligari og skjótari fyri tann ferðandi. 

Mælt verður eisini til, at útlendskar sendistovur og útlendskir stjórnarsendimenn eftir umsókn kunnu fáa endurgoldið meirvirðisgjald á ávísum vørum og tænastum, keyptar í Føroyum. 

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

Tingmál nr. 124/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Á sumri í 2011 samtykti Løgtingið at byggja sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku. Tann lógin fer úr gildi við árslok 2013, og kostnaðurin fyri sambýlið skal vera í mesta lagið 16,3 mió. krónur. 

Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at kostnaðurin kann hækka til 17,8 mió. krónur, og at gildistíðin verður longd til árslok í 2015. 

(Tá málið var til 1. viðgerð, setti eg spurning við, hví heimið bleiv gjørt til 12 fólk, tá tað til dømis krevst ein náttarvakt fyri hvørji 8 fólk. Hví so ikki gera tað til 16 fólk, soleiðis at raksturin pr. búfólk varð hildin niðri).

Fíggjarnevnidn skrivar m.a. Í álitinum:

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur fyri nevndini upplýst, at uppskotið er til 12 búfólk, hóast lagt er upp fyri plássi til 16 búfólk í rakstrinum í karmaruppskotinum, ið júst er lagt fyri Løgtingið.

Í byggiverkætlanini verður lagt upp fyri, at lætt verður seinni at kunna víðka bygningin til at rúma 16 búfólkum. Tað hevði helst, tá saman um kemur, verið bíligari at bygt til 16 búfólk beinanvegin. Hartil er upplýst, at tørvur er á minst 16 búplássum til sálarsjúk.

Samanumtikið heldur Fíggjarnevndin at rættast er at byggja til 16 búfólk, tí hetta verður bíligari sum frá líður, og nevndin setir tí fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1, nr. 1 verður “17.8” broytt til: “20.8”

Við hesari broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-45/2012 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribilsgóðkenning av hvalvágum.

Spurt verður millum annað, um hvørji krøv skulu lúkast, fyri at ein fjørður kann fáa fyribilsgóðkenning sum hvalvág, og um fyribilsgóðkenningarnar sum eru givnar, eru tíðaravmarkaðar? Eisini verður spurt, um landsstýrið hevur ætlanir um at veita fleiri fyribilsgóðkenningar av hvalvágum? 

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-49/2012 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Spurt verður, nær landsstýrismaðurin fer at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og spurt verður eisini ítøkiliga um ávísar funksjónir.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-50/2013 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, viðvíkjandi lønarinntøkum uttanlands.

Spurt verður um føroyingar sum arbeiða uttanlands, og hvat landsstýrið ger, fyri at gera tað møguligt hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, at fáa arbeiði í Føroyum. 




Fríggjadagin 22. mars 2013, kl. 9.30:

3. viðgerð:

Tingmál nr. 104/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at lógin um at byggja ein skúladepil við Marknagil í Tórshavn verður broytt í sambandi við at bíligastu tilboðini at gera skúlan vóru tilsamans uml. 156 mió. kr. omanfyri fíggjarkarmin, sum var játtaður í verklagslógini, og aðrar broytingar eru eisini gjørdar.

Skotið verður upp at kostnaðurin 391 mió. krónur verður broyttur til 515 mió. krónur.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 128/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (strika inngjaldsloft).

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Í 2009 varð lógin um ALS broytt.  Í tí sambandinum varð mark sett fyri inngjaldi soleiðis, at eingin skal gjalda meira enn 6.500 kr. í ALS. Hetta markið ger, at lág- og miðalinntøkur gjalda lutfalsliga meira í ALS-gjaldi enn tær høgu lønirnar. Hetta heldur uppskotsstillarin ikki vera rímiligt, og skjýtur tí upp at avtaka loftið. 

---

Tingmál nr. 129/2012: Uppskot til samtyktar um stuðulsskipan til grøna orku og orkumunadyggan reiðskap umborð á fiskiskipum.

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á Landsstýrið um at gera eitt uppskot um eina stuðulsskipan, sum skal hjálpa føroyskum fiskiskipum at leggja um til grøna orku og orkusparandi reiðskap.

--- 

Tingmál nr. 132/2012: Uppskot til samtyktar um stuðulsskipan at stimbra privatum húsarhaldum og vinnu at leggja um til grøna orku til upphiting av húsum og bygningum.

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot um stuðulsskipanir, avgjaldsskáar og avgjøld, sum skulu eggja privatfólki og vinnufyritøkum til at leggja um til varandi orkukeldur til upphiting av húsum og bygningum.

---

Tingmál nr. 140/2012: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri makrel- og sildafiskiskap í 2013.

Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at áleggja landsstýrismanninum við fiskivinnumálum at selja 40.000 tons av makrelkvotuni og 20.000 tons av sildakvotuni í 2013. Øll skip og allir bátar, sum hava veiðiloyvi frá føroyskum myndugleikum, og sum kunnu metast at hava møguleika at fiska alla nøgdina sjálvi og hava sáttmála við føroysku manningarfeløgini, skulu kunna bjóða uppá makrel og sildakvotuna.

---

Tingmál nr. 143/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Høgni Hoydal hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

(Hetta er sama uppskot sum tingmál nr. 3/2012).

Skotið verður upp, at gera eina bráðfeingis broyting i lógini um vinnuligan fiskiskap, soleiðis at loyvt ikki verður at gera veiðiloyvi til eina søluvøru. Um fiskifar við veiðiloyvi verður selt ella lagt, so verður skotið upp, at bæði veiðiloyvið og øll fiskirættindi fella aftur til landið. Tó skal verða møguligt hjá einum eigara av fiskifari at skifta fiskifarið út. Eisini skal ein eigari, sum hevur tvey fiskifør kunna leggja tey saman til eitt nýtt fiskifar, sum tó ikki má hava størri veiðiorku enn tey, ið verða løgd.

Endamálið við uppskotinum er millum annað at steðga flytingum av veiðiloyvum millum fiskifør í ymsum bólkum, (til dømis í sambandi við makrelfiskiskapin).




Hósdagin 21. mars 2013, kl. 9.30:

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 110/2012: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2013-2 (menningarsamstarv)

Bjørt Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Endamálið við uppskotinum er at hækka játtanina til menningarhjálp við 1 mió. krónum. Hetta skal fíggjast við at lækka felagsútreiðslurnar hjá øllum aðalráðunum og Løgmansskrivstovuni við 125.000 krónum í part.

---

Tingmál nr. 135/2012: Uppskot til løgtingslóg um ferðaavgjald til floghavnir og skipahavnir í Føroyum.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið hongur saman við tingmáli nr. 136/2012 (sí niðanfyri).
Skotið verður upp, at lesandi sum sambært løgtingsmáli nr. 136/2012 fáa tríggjar retur ferðaseðlar á rutunetinum til og úr Føroyum (ístaðin fyri lestrarstuðul), skulu ikki gjalda ferðaavgjald.

---

Tingmál nr. 136/2012: Uppskot til samtyktar um lestrarstuðul við atliti at ferðastudningi.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við ferðafólkaflutningsfeløgini við tí endamáli, at gera avtalur um serligar ferðaseðlar til lesandi.

Endamálið við uppskotinum er, at Føroyar varðveita eitt so tætt tilknýti sum møguligt til teirra, ið fara uttanlands at útbúgva seg. Tí skal hetta uppskotið vera við til at tryggja, at tey lesandi kunnu fáa tríggjar bíligar ferðaseðlar til og úr Føroyum um árið.

---

Tingmál nr. 137/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er fylgiuppskot til løgtingsmál nr. 136/2012 (sí omanfyri).

Uppskotið ber í sær, at ferðandi, ið møguliga hava fingið ferðaseðil sín sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, ikki skulu gjalda ferðagjald til landskassan.

(Tingmálini nr. 135, 136 og 137/2012 verða viðgjørd undir einum).

---

Tingmál nr. 138/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at avgjaldið á brenniolju til privat húsarhald verður stigvíst minkað burtur í einki. Frá 1. januar 2014 skal avgjaldið vera 53 oyru pr. litur, frá 1. januar 2015 skal tað vera 26 oyru pr. litur, og frá 1. januar 2016 skal gjaldið fella burtur.

---

Tingmál nr. 144/2012: Uppskot til samtyktar um kanning og tiltøk at seta í verk viðvíkjandi tax-free keypi og ferðaavgjaldi.

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrið fær til vega hagtøl fyri, hvussu nógv tey ferðandi keypa fyri av tax-free vørum í Vága floghavn og við fráferð frá øðrum floghavnum til Føroya, her undir serliga Kastrup  floghavn, Billund floghavn og Reykjavíkar floghavn. 

Víðari snýr uppskotið seg um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk, fyri at kunna borgararnar um stóra bruttovinningin, ið liggur í tílíkari tax-free vinnu, og týdningin av, hvar tílíkt tax-free keyp verður gjørt. Hesi tiltøk eiga at hava sum mál at broyta keypsmynstrið soleiðis, at meira av handlinum kemur Føroyum og føroyingum til góðar.

Endaligt snýr uppskotið seg um, at bruttovinningurin av broyttum keypsmynstri av tax-free vørum eigur at verða brúktur til at avtaka ferðaavgjaldið á 185 krónur, ið Vága Floghavn tekur fyri hvønn ferðandi farandi úr Føroyum.

Uppskotið snýr seg sostatt í høvuðsheitum um, at landsstýrið, við at royna at broyta keypsmynstrið á tax-free vørum, kann - kostnaðar neutralt - avtaka ferðaavgjaldið á 185 krónur, ið floghavnin hjá landinum tekur sær fyri hvønn ferðandi farandi umvegis floghavnina úr Føroyum. 





Mikudagin 20. mars 2013, kl. 9.30:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Klaksvíkar sjúkrahúsi.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, viðvíkjandi lønarinntøkum uttanlands.

---

2. viðgerð:

Tingmál nr. 104/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at lógin um at byggja ein skúladepil við Marknagil í Tórshavn verður broytt í sambandi við at bíligastu tilboðini at gera skúlan vóru tilsamans uml. 156  mió. kr. omanfyri fíggjarkarmin, sum var játtaður í verklagslógini, og aðrar broytingar eru eisini gjørdar.

Skotið verður upp at kostnaðurin 391 mió. krónur verður broyttur til 515 mió. krónur.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 117/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Orsøkin til lógaruppskotið er, at samgongan hevur sett sær fyri at dagføra landbúnaðarlóggávuna, soleiðis at Føroyar í størri mun gerast sjálvbjargnar innan framleiðslu av landbúnaðarvørum og fóðri. Verandi støða í landbúnaðarvinnuni er sum heild ring.

Tí verður millum annað skotið upp at Búnaðargrunnurin verður víðkaður til eisini at veita aðra fígging enn lán til landbúnaðin og at smáar 25 mió. krónur av innistandandi upphædd í grunninum, verða latnar vinnuni sum stráfóður. Eisini skulu 4 mió. krónur brúkast til ábøtur á bygningarnar hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði og 6 mió. til tjóðgarðsætlan í Koltri.

---

Tingmál nr. 114/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er, at almenna landsjørðin skal kunna leigast kommunum til almannagagnlig endamál, sum ikki eru vinnulig í sjálvum sær, og sum harvið kunnu skapa karmar fyri øðrum avleiddum virksemi.
 
---

Tingmál nr. 118/2012: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Hvalbiar kommunu til umvæling av brimverju.

Kristin Michelsen, Sirið Stenberg, Janus Rein og Poul Michelsen, løgtingslimir, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at geva landsstýrinum heimild til at játta kr. 1.430.000 í stuðli til Hvalbiar kommunu vegna tær útreiðslur, sum kommunan hevur havt av at umvæla grótkastið á  Hamranesi í Hvalba.

---

Tingmál nr. 126/2012: Uppskot til samtyktar um inntøkutrygdarskipan fyri útróðurin, bólk 5.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at skipa fyri eini inntøkutrygdarskipan fyri útróðróðrarbátar í bólki 5, vetrarmánaðirnar.

---

Tingmál nr. 127/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (alt tilfeingi til lands).

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar, skulu avreiða alla livur og øll rogn í sambandi við hesa veiðu. Hetta skal verða sett stigvíst í gildi, soleiðs at 25% av øllum livrum og rognum skulu aveiðast í fiskiárinum sum byrjar í 2013, 50 % í 2014, 75% í 2015 og 100 % frá 2016.

---

Tingmál nr. 124/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Á sumri í 2011 samtykti Løgtingið at byggja sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku. Tann lógin fer úr gildi við árslok 2013, og kostnaðurin fyri sambýlið skal vera í mesta lagið 16,3 mió. krónur.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at kostnaðurin kann hækka til 17,8 mió. krónur, og at gildistíðin verður longd til árslok í 2015.




Fríggjadagin 8. mars 2013, kl. 9.30:

1. viðgerðir:


Tingmál nr. 92/2012: Uppskot til samtyktar um at stovna Filmsgrunn.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera uppskot um at stovna ein filmsgrun. Filmsgrunnurin skal tryggja betri kor fyri føroyska filmslist.

---

Tingmál nr. 94/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í 2004 samtykti IMO sáttmálan um barlastarvatn. Endamálið við sáttmálanum var at fyribyrgja spjaðing av skaðiligum djóra- og plantusløgum, sjúkuelvandi verum o.ø., sum við barlastarvatni hjá skipum kunnu verða førd úr einum havøki og í annað kring allan heim.

Sáttmálin er framvegis ikki settur í gildi, men Mmtt verður, at hann fær altjóða gildi í 2013 ella 2014. Hetta merkir, at lúka skip undir føroyskum flaggi ikki minstukrøvini í sáttmálanum, so kunnu onnur lond sýta fyri, at skip undir føroyskum flaggi sleppa at sigla inn á teirra havøki. Reglurnar fara millum annað at raka øll skip, sum eru skrásett í FAS.

Hetta lógaruppskotið inniheldur tær reglur og heimildir viðvíkjandi umhvørvispartinum, sum eru neyðugar fyri at fremja sáttmálan í verki. Ásett verða krøv til barlastarvatn hjá skipum fyri at fyribyrgja spjaðing av skaðiligum djóra- og plantusløgum úr einum sjóøki í annað, hetta til verju av havumhvørvinum í heimshøpi og til verju av havumhvørvinum kring Føroyar.

---

Tingmál nr. 96/2012: Uppskot til samtyktar um loft á gjøld hjá peningastovnunum og avmarkning av samfelagsliga váðanum av útlendskum virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, ið skal seta mark fyri, hvørji ómaksgjøld peningastovnarnir kunnu áleggja kundunum. Eisini skal váðin hjá føroyska samfelagnum avmarkast í sambandi við at føroyskar fíggjarfyritøkur virka uttanlands.

---

Tingmál nr. 97/2012: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum við serligum tørvi lógartryggjaðan rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at gera øll neyðug lógaruppskot, ið skulu til fyri at veita børnum og ungum við serligum tørvi lógarfestan rætt til mennandi og stuðlandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi.


Hósdagin 7. mars 2013, kl. 10.00:

 3. viðgerðir:

Tingmál nr. 72/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2013.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at  danska  heildarveitingin til  Føroya  verður prístalsviðgjørd í 2013, soleiðis at veitingin hækkar við 8,1 mió. kr.,  upp í 632,2 mió. kr. 

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss) mæla Løgtinginum frá at samtykja uppskotið.

---

Tingmál nr. 28/2012: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggja nólsoyarferju.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at gera avtalur um at byggja ferju til nólsoyarleiðina fyri í mesta lagið 50 mió. krónur.
Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 29/2012: Uppskot til løgtingslóg um at um- og útbyggja miðnámsskúlarnar í Kambsdali.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at útbyggja miðnámsskúlarnar á Kambsdali fyri í mesta lagið 22,5 mió. krónur.

Ein samd fíggjarnevnd skeyt upp at broyta upphæddina til 28 mió. krónur, og mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 83/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Á vári 2011 vórðu Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan løgd saman. Hetta varð gjørt fyri at fremja sparingar, rationaliseringar og effektiviseringar. Málsetningurin hevur alla tíðina verið, at Arbeiðseftirlitið við broyttum arbeiðshátti og uppgávubýti skuldi kunna vera eins virkið sum áður.

Hetta uppskotið er ein avleiðing av samanleggingini, har nýggju uppgávurnar verða formaliseraðar við lóg.

---

Tingmál nr. 86/2012: Uppskot til samtyktar um sjálvbodna sáttmálaískoytið um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnapornografi, tilhoyrandi Barnarættindasátmálanum.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í 1993 varð Barnarættindasáttmálin hjá ST lýstur at galda fyri Føroyar. Síðani eru tveir ískoytissáttmálar gjørdir til sáttmálan.

Hetta uppskotið snýr seg um seinna ískoytissáttmálan, sum framvegis ikki er lýstur at galda fyri Føroyar. Ískoytissáttmálin snýr seg um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnapornografi. 

Sáttmálapartarnir fáa sambært hesum álagt at gera lóggávu, fyrisitingarligar mannagongdir, sosialpolitikk og sosial tiltøk, ið hava til endamáls at basa barnasølu, -skøkjulevnað og –pornografi. Eisini skulu partarnir veita nøktandi hjálp til offur fyri slíkum brotsgerðum.

Í 2011 fingu Føroyar átalu frá ST, fyri ikki at hava tikið undir við seinna sáttmálaískoytinum.

---

Tingmál nr. 91/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er í tveimum:

   1) Skotið verður upp, at felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur fyri  meira enn 1 mió. krónur, kunnu fáa meirvirðisgjaldið av íløguni endurgoldið. (talan er um at leingja lógina, sum fóru úr gildið 31. desember 2012, soleiðis at hon fær gildi til 31. desember 2015).

   2) Skotið verður upp, at tey sum byggja ella umbyggja leigubústaðir fyri meira enn 200.000 krónur, kunnu fáa meirvirðisgajdið endurgoldið.

Endamálið við uppskotiðnum er at stimbra byggivirksemið, stuðla leigarum og stuðla felagsskapum.




Týsdagin 19. februar 2013, kl. 11.00

Atkvøðugreiðslur um fyrispurningar:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, viðvíkjand forskúlum. 

Gunvør Balle spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at vit skulu hava forskúlar í Føroyum, og hvussu hesir skulu skipast? 

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Kára P. Højgaard, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrireikingunum til fasta sambandið undir Tangafirði.

Bjarni Djurholm spyr, hvussu landsstýrismaðurin vil tryggja, at møguligt samtak við bestu royndunum og førleikunum sleppur at fremja Skálafjarðatunnilin? 

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi tilgongd til yrkisútbúgvingar.

Eyðgunn Samuelsen spyr landsstýrismannin um nøkur hagtøl yvir tey, sum fara undir miðnám og yrkisútbúgving?

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi nýtslu av vælferðartøkni í eldrarøktini.

Eyðgunn Samuelsen spyr, hvør vælferðartøkni verður brúkt í Nærverkinum og Heimatænastuni, hvørjar leiðreglur eru fyri nýtslu av hesum, og hvat hetta sparir í útreiðslum.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppgjørdum tapi hjá Búnaðargrunninum.

Páll á Reynatúgvu spyr millum annað, hvussu stórt tap Búnaðargrunnurin hevur havt av at grunnurin setti ein part av sínum likviditeti í Phoenix Kapitaldienst og Lehman Brothers, og hvørja ávirkan hetta hevur havt á rentuna av lánum til føroyskar bøndur. 

---

3. viðgerð:

Tingmál nr. 60/2012: Uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Endamálið við uppskotinum er at geva landsstýrismanninum ella antikvariska myndugleikanum heimild at geva  skipum,  ið  verða  mett  at  hava mentanarsøguligan  týdning  fyri  Føroyar,  almenna  átekning sum varðveitingarverd skip, og at lata hesum skipum stuðul eftir eini stuðulsskipan, sum verður ásett í kunngerð.  

Ein samd mentanarnevnd tók til 2. viðgerð undir við uppskotinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

1. viðgerð:

Tingmál nr. 9/2012: Uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya.

Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi og Framsókn.

Uppskotið er enn ein roynd at fáa stjórnarskipanararbeiðið liðugt. Arbeiðið byrjaði í 1999 og var seinast viðgjørt í løgtinginum í juni 2011.

Hetta uppskotið líkist seinastu útgávuni av uppskotinum við teimum broytingum sum táverandi Stjórnarskipanarnevnd hevði gjørt. Tó eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum og í grein 1 (sum eru tey økini, sum størst ósemja var um). Eisini er ein nýggj grein sett inn um beinleiðis fólkaræði og aðrar minni broytingar eru eisini gjørdar í uppskotinum.

---

Svar uppá fyrispurningar:

Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðilista til psykiatriska viðgerð.

Jógvan Skorheim spyr millum annað, hvussu nógv fólk standa á bíðilista fyri at fáa psykiatriska viðgerð, og hvussu nógv av hesum eru yngri enn 18 ár. Eisini spyr hann, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera, fyri at stytta um bíðilistarnar?

---

Fyrispurningur til Kára P. Højgaard, landsstýrismann, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, viðvíkjandi fígging av Sandoyartunnlinum.

Elsebeth M. Gunnleygsdóttir spyr, um møguleiki er fyri, at komandi Sandoyartunnil verður fíggjaður við lántøku soleiðis, at farast kann undir verkætlanina at gera ein Sandoyartunnil beinanvegin - tað vil siga, fyrri enn tað sum ætlanin er sambært løguætlanini?




Mikudagin 13. februar 2013, kl. 11.00:

---

Ófráboðaðir fyrispurningar.

---

2. viðgerð:

Tingmál nr. 60/2012: Uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Endamálið við uppskotinum er at geva landsstýrismanninum ella antikvariska myndugleikanum heimild at geva  skipum,  ið  verða  mett  at  hava  mentanarsøguligan  týdning  fyri  Føroyar,  almenna  átekning sum varðveitingarverd skip, og at lata hesum skipum stuðul eftir eini stuðulsskipan, sum verður ásett í kunngerð.  

Ein samd mentanarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

1. viðgerð:

Tingmál nr. 73/2012: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn sendistovu í Grønlandi.

Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskotið fram.

Vísandi til týdningin, sum Grønland er í ferð við at fáa í altjóða áhugamálum fyri vinnu og gransking, verður skotið upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar, hvussu sendistova í Grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk kann setast á stovn at arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum landanna millum.

---

Skrivligir fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúvoyarferjuni.

Páll á Reynatúgvu spyr millum annað, um samgongan ætlar at útvega nýtt skip til skúvoyarleiðina.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi yvirtøku av loftrúminum yvir Føroyum.

Poul Michelsen vísir til løgtingssamtyktina frá 2. mai 2012 um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, og spyr, hvussu gongst við at fáa samtyktina setta í verk. 

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi yvirliti yvir skip og feløg, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógv, ella fiska sambært avtalu við onnur lond, Føroya vegna.

Páll á reynatúgvu spyr um ognarviður­skiftini í føroyskari fiskivinnuni. Hann vil millum annað hava at vita, hvørji skip fiska við føroyskum fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, ella sambært fiskiveiðisáttmála, og hvør eigur skipini.




Týsdagin 11. desember 2012, kl. 13.00:

1. viðgerð:

Tingmál nr. 60/2012: Uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at geva landsstýrismanninum ella antikvariska myndugleikanum heimild at geva  skipum,  ið  verða  mett  at  hava  mentanarsøguligan  týdning  fyri  Føroyar,  almenna  átekning sum varðveitingarverd skip, og at lata hesum skipum stuðul eftir eini stuðulsskipan, sum verður ásett í kunngerð.

---

Fyrispurningur:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggja atlasinum og alfabetinum.

Spurt verður millum annað um, nær nýggja atlasið, sum hevur verið ávegis seinastu 2 árini, verður givið út og eftir hvørjum málsligum reglum verður stavsetingin í atlasinum skipað? Eisini verður spurt, um landsstýrismaðurin kann tryggja, at atlasið fer at verða kjølfest í stavseting, sum er í samsvari við fakligu landfrøði-vísindina og fólksligu hugsanina, og um landsstýrismaðurin kann tryggja, at vanliga latínska alfabetið verður løggilt, soleiðis sum Mentanarnevndin, Løgtingið og Málnevndin í farna valskeiði mæltu til?



Mánadagin 10. desember 2012, kl. 13.30:

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 41/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Av tí at peningastovnar og tryggingarfeløg ikki rinda meirvirðisgjald eins og aðrar vinnur, verður álagt hesum fyritøkum at rinda lønhæddaravgjald.Lønarhæddargaldið tekur støði í, hvussu stóra A-lønarupphædd tey hava útgoldið. 

Við hesum uppskotinum verður mælt til, at hækka lønarhæddaravgjaldið fyri tryggingar-, banka,- sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur úr 10% upp í 12%.

Endamálið við ætlaðu hækkingini, er, at útvega inntøkur til at fíggja eina óvæntaða hækking í útreiðslunum til rentustuðul í 2013. Rentustuðulin er ein óbeinleiðis stuðul til peningastovnarnar, og tí verður hildið meira hóskandi at hækka lønhæddargjaldið enn at hækka aðrar skattir og avgjøld ella lækka sjálvan rentustuðulin.

Ein samd fíggjarnevnd skjýtur upp at broyta uppskotið, soleiðis at tað ikki umfatar tryggingarvirksemi, og soleiðis broytt tekur nevndin undir við uppskotinum.

---

Tingmál nr. 50/2012: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2012

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at flyta nakrar játtanir á fíggjarlógini fyri 2012.
Í § 6 (Vinnumál) verður skotið upp at taka 3,4 mió. krónur úr Vinnuframagrunninum og játta tær til Granskingarlundina, soleiðis at arbeiðið kann gerast liðugt.

Í § 7 (Mentamál) verður játtanin til lestrarstuðul lækkað við 0,8 mió. krónum, av tí at næmingatalið er lægri enn frammanundan mett, og hesir pengarnir verða fluttir til Søvn Landsins og Føroya landsbókasavn. Ætlanin er m.a. at brúka pengarnar til at talgilda føroysku bløðini.

Eisini verður biðið um nakrar broytingar viðvíkjandi átekningum (tað vil sigað, at biðið verður um loyvi at flyta eina óbrúkta íløgujáttan til fíggjarlógina komandi ár).

---

Tingmál nr. 47/2012: Uppskot til løgtingslóg um alment kunngerðablað (talgilt kunngerðablað).

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at Kunngerðablaðið verður talgilt og at prentaða útgávan av blaðnum steðgar.  

---

Tingmál nr. 48/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring af lov om kundgørelse af love, anordninger og bekendtgørelser på Færøerne” (Ændringer i forbindelse med overgang til elektronisk kundgørelse af retsforskrifter på Færøerne).

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Málið snýr seg um tað sama sum tingmál nr. 47/2012, men viðvíkur teimum lógum, fyriskipanum og kunngerðum, sum eru givnar av ríkismyndugleikunum, og sum skulu galda í Føroyum.

---

2. viðgerðir:

Tingmál nr. 57/2012: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2012.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um at geva heimild til, at TAKS kann rinda útreiðslurnar av, at TAKS tapti  Landsrættarmálið  móti kapitaleigarunum í P/f Vinnuni í Gøtu. 

Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð uttan nevndarviðgerð.
---

Tingmál nr. 18/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógin  um  almenna  heilsutrygd  hevur  m.a.  við  sær,  at  allir  borgarar,  18  ár  og  eldri, skulu gjalda eina eins stóra upphædd mánaðarliga til Heilsutrygd. Fyribils varð gjaldið sett til 245 kr. mánaðarliga, men seinni varð tað broytt til 265 kr. mánaðarliga.

Við hesum lógaruppskoti verður gjaldið til Heilsutrygd broytt, soleiðis at øll yvir 18 ár, ið eru fevnd av lógini, koma at gjalda 160,- kr. sum eitt fast mánaðarligt grundgjald til Heilsutrygd, og  harumframt  koma  øll  yvir  18  ár  at  gjalda  0,55  %  av  skattskyldugu  inntøku  sínari  til Heilsutrygd. 

Meirilutin í Trivnaðarnevndini(Rósa Samuelsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Joen Magnus Rasmussen og Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Sirið Stenberg) hevur eitt broytingaruppskot, sum hevur við sær, at øll koma at gjalda minni, enn landsstýrismaðurin hevur skotið upp.






Týsdagin 4. desember 2012, kl. 13.00

Aðalorðaskifti:

Aðalorðaskifti um Frágreiðing um fiskivinnupolitikk.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt málið fram.

Landsstýrismaðurin hevur lagt eina frágreiðing um fiskivinnupolitikk fyri tingið. Frágreiðingin hevur ikki nakað ítøkiligt uppskot ella tilmæli, men er eitt upplegg til orðaskifti, sum kann geva íkast til arbeiðið við eini nýggjari fiskivinnulóg.

Ætlanin er at leggja uppskot um nýggja fiskivinnulóg fyri tingið seinni í hesi tingsetuni. 

---

1. viðgerðir:

Tingmáli nr. 54/2012: Uppskot til samtyktar um heildarætlan móti kynsligum ágangi

Tjóðveldi, Javnaarflokkurin og Framsókn hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja eina frágreiðing fyri løgtingið um eina heildarætlan, sum viðgerð, hvørji átøk eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera kynsligan ágang.

---

Tingmál nr. 55/2012: Uppskot til samtyktar um avleiðingar av at ES-fíggjareftirlit verður skipað í næstum, og um at heimtaka ábyrgdina av fíggjarøkinum.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrið skal heita á landsstýrið um at gera eina kanning, sum skal staðfesta, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Føroyar, nú ES londini – haruppií Danmark - fara at skipa eitt felags fíggjareftirlit.  Eisini skal løgtingið heita á landsstýrið um at taka ábyrgdina av restini av fíggjarøkinum og skipa eitt føroyskt fíggjareftirlit.



Hósdagin 29. november 2012, kl. 11.00

Atkvøðugreiðslur:

Skrivligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi fíggingini av eldraøkinum

(enn er ikki upplýst,  hvat spurningurin snýr seg um)

---

Skrivligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi brúkaragjøldum á almennum tænastum

(enn er ikki upplýst,  hvat spurningurin snýr seg um)

---

3. viðgerðir:

Tingmál nr. 23/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Útluting)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Landsstýrið vil við hesum lógaruppskotinum tryggja heimild til, at Realurin kann rinda landskassanum ein part av rakstrarúrslitinum sum útluting.  

Endamálið við lógarbroytingini er at javnstilla almennar og privatar stovnar, sum virka á føroyska lánimarknaðinum, soleiðis at teir koma at kappast á javnari føti. 

Mett verður, at ætlaða lógarbroytingin fer at geva landskassanum eina meirinntøku í 2013 á 13 mió. kr.  

---

Tingmál nr. 27/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er tað sama sum í tingmálunum nr 23/2012 og 32/2012. Landsstýrið vil tryggja heimild til, at Búnaðargrunnurin kann rinda landskassanum ein part av rakstrarúrslitinum sum útluting.  

Endamálið við lógarbroytingini er at javnstilla almennar og privatar stovnar, sum virka á føroyska lánimarknaðinum, soleiðis at teir koma at kappast á javnari føti. 

Mett verður, at landskassin fær eina meirinntøku árliga upp á 400 tús. kr.

---

Tingmál nr. 32/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Útluting)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eins og í tingmáli nr. 23/2012,  vil Landsstýrið við lógaruppskotinum tryggja heimild til, at Húsalánsgrunnurin kann rinda landskassanum ein part av rakstrarúrslitinum sum útluting.  

Endamálið við lógarbroytingini er at javnstilla almennar og privatar stovnar, sum virka á føroyska lánimarknaðinum, soleiðis at teir koma at kappast á javnari føti. 

Mett verður, at ætlaða lógarbroytingin fer at geva landskassanum eina meirinntøku í 2013 á 3 mió. kr.


(Tingmálini nr. 23, 27 og 32 verða viðgjørd undir einum)

---

Tingmál nr. 25/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (skatting av Húsalánsgrunninum og Búnaðargunninum)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið ber í sær, at Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin verða skattaðir við 18% eins og vinnurekandi grunnar og o.a. 

Mett verður, at landskassin fær eina meirinntøku á 2 mió. kr. árliga, og kommurnar 1 mió. kr. árliga, fyrstu ferð  í 2014.

---

Tingmál nr. 26/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

(Uppskotið hongur saman við tingmáli nr. 25/2012).

Mælt verður til at gera Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin skattskyldugar eftir skattalógini eins og vinnurekandi grunnar. Grundgevingin fyri hesum er, at hesir grunnar útinna útlánsvirksemi, ið vanliga er undir fullari skattskyldu.  

(Tingmálini nr. 25 og 26 verða viðgjørd undir einum)

---

Tingmáli nr. 19/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javning av almannaveitingum.


Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at prístalsjavna almanna veitingar í 2013 við 1,7 prosenti. Hetta merkir, at móttakari av almennari veiting fyri 2013 fær eina hægri upphædd útgoldna í mun til galdandi ásetingar. 

---

2. viðgerðir: 

Tingmáli nr. 15/2012: Uppskot til samtyktar um at fáa skrásett øll arbeiðsleys og sett í verk ítøkiligt átøk fyri at basa ungdóms- og langtíðararbeiðsloysinum

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at basa langtíðararbeiðsloysi og arbeiðsloysi millum ung. Skotið verður upp at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eina frágreiðing um, hvussu øll arbeiðsleys kunnu verða skrásett, og eisini skal frágreiðingin siga, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrið hevur fyri at fyribyrgja og basa langtíðarar- og ungdómsarbeiðsloysi.

---

Tingmál nr. 17/2012: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi upptøku í ALS eftir loknan lestur

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Uppskotið hevur til endamáls at gera tað møguligt hjá lesandi at koma í ALS eftir loknan lestur.

Meirilutin í vinnunevndini (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim) skrivar í álitinum frá Vinnunevndini, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við hesum trupulleikanum, og tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Janus Rein) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tó við teirri broyting, at ALS-stýrið og landsstýrismaðurin í vinnumálum skulu í samráð arbeiða fyri at fyrireika og leggja lógaruppskot um hesi viðurskifti fyri Løgtingið.

---

1. viðgerðir: 

Tingmál nr. 52/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Serskipan tá arbeiðsgevari og eftirlønarveitari eru útlendskir)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í hesum árinum er lógin um skatting av eftirlønum broytt, soleiðis at skatturin nú verður goldin við inngjald. Men TAKS hevur ikki myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum og útlendskum pensjónsfeløgum, og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í rentutryggingarlógini. Skotið verður tí upp at gera eina serskipan fyri tey, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara og hava sína eftirløn hjá útlendskum eftirlønarveitara.

Mælt verður til, at hesi kunnu halda fram at rinda til ta útlendsku eftirlønarskipanina undri ávísum treytum, og at avgjald og skattur av eftirlønini verður rindað í sambandi við útgjald í staðin fyri at rinda skatt við inngjald.

---

Tingmál nr. 53/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (hoyring av kommunu)

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið snýr seg um eigaraíbúðir. Galdandi lóg á økinum gevur loyvi til at býta eini hús sundur í fleiri ognarpartar við eigaraíbúðum. Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at kommunan altíð skal verða hoyrd, áðrenn hetta verður gjørt. Eisini verður skotið upp, at sundurbýti ikki skal kunna fremjast, um upplýsingar frá til dømis brunamyndugleikanum, tala ímóti einum sundurbýti.



Mikudagin 28. november 2012 kl. 11.

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúvoyarferjuni.

Páll á Reynatúgvu vil hava at vita, um samgongan ætlar at útvega nýtt skip til skúvoyarleiðina, og um Skúvoyar kommuna og manningin á Sildberanum fáa innlit og ávirkan á, hvør loysn verður vald.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkraflutningi úr Sandoynni.

Gerhard Lognberg spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at verða við til at niðurprioritera sjúkraflutning úr Sandoynni og hvussu sjúkraflutningstrygdin kann blíva betri, tá ein flutningsmøguleiki verður tikin úr skipanini?

---


Framløga:

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, leggur fram Tingmál nr. F-2/2012 Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fiskivinnupolitikk.

---

Munnligir fyrispurningar

---

2. viðgerðir:

Tingmáli nr. 15/2012: Uppskot til samtyktar um at fáa skrásett øll arbeiðsleys og sett í verk ítøkiligt átøk fyri at basa ungdóms- og langtíðararbeiðsloysinum

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at basa langtíðararbeiðsloysi og arbeiðsloysi millum ung. Skotið verður upp at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eina frágreiðing um, hvussu øll arbeiðsleys kunnu verða skrásett, og eisini skal frágreiðingin siga, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrið hevur fyri at fyribyrgja og basa langtíðarar- og ungdómsarbeiðsloysi.

---

Tingmáli nr. 17/2012: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi upptøku í ALS eftir loknan lestur

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Uppskotið hevur til endamáls at gera tað møguligt hjá lesandi at koma í ALS eftir loknan lestur.

Meirilutin í vinnunevndini (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim) skrivar í álitinum frá Vinnunevndini, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við hesum trupulleikanum, og tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Janus Rein) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tó við teirri broyting, at ALS-stýrið og landsstýrismaðurin í vinnumálum skulu í samráð arbeiða fyri at fyrireika og leggja lógaruppskot um hesi viðurskifti fyri Løgtingið.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 52/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Serskipan tá arbeiðsgevari og eftirlønarveitari eru útlendskir).

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í hesum árinum er lógin um skatting av eftirlønum broytt, soleiðis at skatturin nú verður goldin við inngjald. Men TAKS hevur ikki myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum og útlendskum pensjónsfeløgum, og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í rentutryggingarlógini.  Skotið verður tí upp at gera eina serskipan fyri tey, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara og hava sína eftirløn hjá útlendskum eftirlønarveitara.

Mælt verður til, at hesi kunnu halda fram at rinda til ta útlendsku eftirlønarskipanina undri ávísum treytum, og at avgjald og skattur av eftirlønini verður rindað í sambandi við útgjald í staðin fyri at rinda skatt við inngjald.

---

Tingmál nr. 53/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (hoyring av kommunu).

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.


Uppskotið snýr seg um eigaraíbúðir. Galdandi lóg á økinum gevur loyvi til at býta eini hús sundur í fleiri ognarpartar við eigaraíbúðum. Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at kommunan altíð skal verða hoyrd, áðrenn hetta verður gjørt. Eisini verður skotið upp, at sundurbýti ikki skal kunna fremjast, um upplýsingar frá til dømis brunamyndugleikanum, tala ímóti einum sundurbýti.



Hósdagin 15. november 2012, kl. 11.00

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Kára P. Højgaard landsstýrismann frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi raðfesting av tunlum og undirsjóvartunlum.

Páll á Reynatúgvu spyr millum annað, hvør grundgevingin er fyri, at samgongan velur at seta 12 mió. kr av til Skálafjarðartunnilin, meðan eingin króna verður sett av til Sandoyartunnilin?

---

3. viðgerð:

Tingmáli nr. 13/2012: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2012-2

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at hækka útreiðslurnar við 8,9 mió. krónum og inntøkurnar við 80 mió. krónum. Orsøkin til eyka útreiðslurnar eru í høvuðsheitum uttanífrá komandi broytingar í oljuprísinum, sum ávirkar Strandferðsluna, og rentuhækking, sum ávirkar rentustuðulin. Øktu inntøkurnar stava frá veiði og avreiðingargjaldi fyri makrelin fyri 2012.  

Ein samd fíggjarnevnd mælir til broytingar í uppskotinum. Broytingarnar blivu allar samtyktar við 2. viðgerð uttan ein, sum hevði við eftirlønina hjá einum føroyskum umboðsmanni uttanlands at gera. Tann broytingin fekk 6 atkvøður fyri, 15 ímóti, meðan 7 vóru blankar.

--- 

1. viðgerðir: 

Tingmál nr. 45/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Endamálið við uppskotinum er at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at allir næmingar í 9. flokki fáa frálæru í samfelagsfrøði.

---

Tingmál nr. 49/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Skotið verður millum annað upp, at barsilsfarloyvið verður longt við 8 vikum, og at kvotan hjá pápanum verður longd við 4 vikum.

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi ALS gjaldinum og bíðidøgum

Spurt verður millum annað um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um broytingar í inngjaldinum til ALS.






Týsdagin 23. oktober 2012, kl. 11.00

Atkøvðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi fátærkadømi.

Spurt verður, nær roknast kann við, at eitt fátækramark verður ásett, hvat fer at verða gjørt fyri at bøta um livikorini hjá fólki í fátækt, og hvussu landsstýriskvinnan fer at tryggja sær, at fólk í Føroyum ikki liva í fátæktadømi?

---

2. viðgerð:

Løgtingsmál nr. 5/2012: Uppskot til samtyktar um at seta í verk sonevndar barnaváttanir í Føroyum.

Javnaðarflokkur hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, sum skal heimila, at skipan við barnaváttanum kann setast í verk í Føroyum.

Hetta skal tryggja, at tey, sum hava verið dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn, skulu ikki kunna starvast við børnum undir 15 ár.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

Fyrispurningar:

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Henriki Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fiskiveiðieftirlitinum.

Hendrik Old spyr løgmann, hvørji stig verða tikin í sambandi við, at skip sum missa fiskiloyvi, halda fram at fiska, við teirri grundgeving, at skipið hevur skift eigara.

---

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi framtíðarstøðu Føroya.

Bjarni Djurholm spyr løgmann, hvørjar møguleikar hann sær fyri eini dagføring ella modernisering av ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

---

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Kristina Háfoss spyr løgmann um skifti frá ríkisfelagsskapi til ríkjafelagsskap.

---

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi mismuni í fyrisitingini, sølu av makrelloyvum, skeivum upplýsingum til Løgtingið og inntøkum hjá fiskimonnum av at selja makrelkvotur.

Høgni Hoydal spyr løgmann um makrelfiskiskapin í 2012.

---

Týsdagur 9. okteber 2012, kl. 11:00:

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi kynsligum ágangi.

---

2. viðgerð:

Tingmál nr. 12/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Málið snýr seg um at rætta eina villu, sum kom í undir tingviðgerðini av lógini. Onkur lógargrein hevur fingið skeivt navn, og onkur orðing verður eisini broytt, men innihaldsliga er eingin broyting. 

Málið bleiv beint beinleiðis til 2. viðgerð, og hevur tískil ikki fingið nakra nevndarviðgerð.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 23/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Útluting)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Landsstýrið vil við hesum lógaruppskotinum tryggja heimild til, at Realurin kann rinda landskassanum ein part av rakstrarúrslitinum sum útluting.  

Endamálið við lógarbroytingini er at javnstilla almennar og privatar stovnar, sum virka á føroyska lánimarknaðinum, soleiðis at teir koma at kappast á javnari føti. 

Mett verður, at ætlaða lógarbroytingin fer at geva landskassanum eina meirinntøku í 2013 á 13 mió. kr.  

---

Tingmáli nr. 32/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Útluting)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Eins og í tingmáli nr. 23/2012,  vil Landsstýrið við lógaruppskotinum tryggja heimild til, at Húsalánsgrunnurin kann rinda landskassanum ein part av rakstrarúrslitinum sum útluting.  

Endamálið við lógarbroytingini er at javnstilla almennar og privatar stovnar, sum virka á føroyska lánimarknaðinum, soleiðis at teir koma at kappast á javnari føti. 

Mett verður, at ætlaða lógarbroytingin fer at geva landskassanum eina meirinntøku í 2013 á 3 mió. kr.

---

Tingmál nr. 27/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er tað sama sum í tingmálunum nr 23/2012 og 32/2012. Landsstýrið vil tryggja heimild til, at Búnaðargrunnurin kann rinda landskassanum ein part av rakstrarúrslitinum sum útluting.  

Endamálið við lógarbroytingini er at javnstilla almennar og privatar stovnar, sum virka á føroyska lánimarknaðinum, soleiðis at teir koma at kappast á javnari føti. 

Mett verður, at landskassin fær eina meirinntøku árliga upp á 400 tús. kr.

(Tingmálini nr. 23-32-27 verða viðgjørd undir einum)

---

Tingmál nr. 25/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (skatting av Húsalánsgrunninum og Búnaðargunninum)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið ber í sær, at Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin verða skattaðir við 18% eins og vinnurekandi grunnar og o.a. 

Mett verður, at landskassin fær eina meirinntøku á 2 mió. kr. árliga, og kommurnar 1 mió. kr. árliga, fyrstu ferð  í 2014.

---  

Tingmál nr. 26/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hongur saman við tingmáli nr. 25/2012.

Mælt verður til at gera Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin skattskyldugar eftir skattalógini eins og vinnurekandi grunnar. Grundgevingin fyri hesum er, at hesir grunnar útinna útlánsvirksemi, ið vanliga er undir fullari skattskyldu.  

(Tingmálini nr. 25 og 26 verða viðgjørd undir einum)

---

Tingmáli nr. 34/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið viðvíkur viðurskiftunum hjá føroyingum, sum arbeiða ella sigla uttanlands. Hesir borgarar hava rætt til ymiskar ágóðar, ið mangan eru ógvuliga fløktir og torførir at umsita. Til dømis skulu teir gjalda skatt av fríum ferðum millum heim og arbeiðsstað. Men av tí at tað er arbeiðsgevarin sum rindar ferðaútreiðslurnar, so vita teir ikki atlíð hvussu stór rokningin er, og ofta er trupult at fáa tað dokumenterað.

Tí verður skotið upp at gera reglurnar greiðari við at strika onkrar frádráttir og heldur loyva onkrum øðrum ágóðum.

Summir borgarar koma eftir uppskotinum at gjalda nakað meir í skatti, enn teir gera í dag, meðan aðrir koma at gjalda nakað minni. 

---

Tingmál nr. 36/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Fylgibroytingar til lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk) Skattalógin

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er partur av einum lógarpakka, í sambandi við broytingar á almannaøkinum. Farið verður frá at fólk fáa skattafríar veitingar eftir tørvi, til at fáa fastar skattskyldugar veitingar.

Onkrar veitingar verða sambært hesum uppskotinum gjørdar skattskyldugar, meðan veitingar eftir § 7 og § 12, stk. 8 í nýggju lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum kemur í gildi 1. januar 2013, verða gjørdar skattafríar.   

---

Tingmál nr. 38/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í sambandi við at  broytingina á almannaøkinum, har farið verður frá tørvsmettum skattafríum veitingum til fastar skattskyldugar veitingar, fáa kommunurnar nakrar eykainntøkur, sum landskassin missir.

Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at endurgjalda landinum hesa eykainntøku soleiðis, at  broytingin samlanlagt verður útreiðsluneutral fyri landið og kommunurnar.

Hetta verður gjørt við at kommunurnar skulu gjalda 2,5% meira av rentustuðlinum, meðan landsiskal gjalda 2,5% minni.




Hósdagur 4. oktober 2012, kl. 9:30

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi stuðli til mentan og yvirskipaðum mentanarpolitikki.

1. viðgerð:

Tingmáli nr. 30/2012: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2013

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið vísir eitt hall, sum er 378,2 mió. krónur, men tá er tilfeingisgjaldið á 120 mió. krónur og uppskotið um at landskassin skal fáa ágóðan av øllum bótum, sum verða skrivaðar út í Føroyum, ikki tikin við, tí uppskotini eru ikki klár. Samgongan er tó samd um hesi tiltøkini, og tí verða tey eisini sett í gildi frá 1. Januar 2013.

Við teimum uppskotunum kemur hallið niður á 253,2 mió. krónur, sum er 125 mió. krónur minni enn úrslitið á fíggjarlógini í ár, sum er 365,1 mió. krónur.

Sambært játtanarkørmunum, sum løgtingið samtykti í mai, skal úrslitið vera 249,5 mió. krónur.




Mikudagur 3. oktober 2012 kl. 11:00

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni viðvíkjandi sølu av fiskiskipum.

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 12/2012: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Málið snýr seg um at rætta eina villu, sum kom í undir tingviðgerðini av lógini. Onkur lógargrein hevur fingið skeivt navn, og onkur orðing verður eisini broytt, men innihaldsliga er eingin broyting.

---

Tingmáli nr. 15/2012: Uppskot til samtyktar um at fáa skrásett øll arbeiðsleys og sett í verk ítøkiligt átøk fyri at basa ungdóms- og langtíðararbeiðsloysinum

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at basa langtíðararbeiðsloysi og arbeiðsloysi millum ung. Skotið verður upp at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eina frágreiðing um, hvussu øll arbeiðsleys kunnu verða skrásett, og eisini skal frágreiðingin siga, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrið hevur fyri at fyribyrgja og basa langtíðarar- og ungdómsarbeiðsloysi.

---

Tingmál nr. 16/2012: Uppskot til samtyktar um lærupláss og virknisvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotsstillararnir vísa á, at seinastu árini hevur lærlingatilgongdin sum heild verið í støðugari minking samstundis sum arbeiðsloysi millum ung er stórt. Tí verður skotið upp, at løgtingið skalt heita á landsstýrið um at kanna og leggja fyri løgtingið frágreiðing um, hvussu til ber at útvega fleiri lærupláss, og pláss til fólk í starvsvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum. 

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu viðvíkjandi Kringvarpi Føroya

(sami fyrispurningur sum stóð á skrá fyri tingfundin tann 26. september) 

Spurt verður breitt um Kringvarpið, bæði um visjónir fyri stovnin, um at styrkja føroyska partin av sendingunum, samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi og hølisviðurskiftini.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi at tryggja føroyska dansinum dygga framtíð

Spyrjarin vísir á tann mentanarliga týdningin, sum føroyski dansurin hevur og spyr millum annað landsstýrismannin, um ætlanir eru at stuðla dansifeløgum við eini árligari játtan á fíggjarlógini.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi námsfrøðiútbúgving.

Spyrjarin vil hava at vita, hvussu gongdin hevur verið á talinum av teimum, sum vilja lesa námsfrøði (pedagog), síðani útbúgvingin bleiv lyft upp á bachelor støði. 




Týsdagin 25. september 2012 kl. 11:00

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 10/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Løgtingið samtykti í 2011 eina broyting í lógini um almannapensjónir, soleiðis at fólkapensjónin ikki verður ávirkað av inntøku hjá hjúnafelaga. Hetta merkir, at ein pensjónistur kann hava 60.400 krónur í inntøku afturat pensjónini, uttan at skulu gjalda skatt av pengunum, líkamikið hvussu nógv hjúnafelagin hevur í inntøku. 

Seinni hevur tað víst seg, at nakrir pensjónistar gerast verri fyri orsaka av broytingini. Hetta eru hjún, har annar hjúnafelagin hevur eina inntøku, sum er millum 5.000 og 14.000 krónur um mánaðin.

Tí verður skotið upp, at hjún, har bæði eru fólkapensjónistar skulu varðveita møguleikan at brúka mótrokningarfríu upphæddina hjá hvørjum øðrum. Tað vil siga, at um annað ikki hevur brúkt alla mótrokningina hjá sær sjálvum, so skal hon kunna flytast yvir á hjúnafelagan.

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvikjandi fiskiveiðieftirlitinum

Hendrik Old spyr løgmann, hvørji stig verða tikin í sambandi við, at skip sum missa fiskiloyvi, halda fram at fiska, við teirri grundgeving, at skipið hevur skift eigara. 

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi framtíðarstøðu Føroya

Bjarni Djurholm spyr løgmann, hvørjar møguleikar hann sær fyri eini dagføring ella modernisering av ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.  

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av makrelkvotu í bólki 5

Gerhard Lognberg spyr millum annað, hvat landsstýrismaðurin heldur um tað, at útróðrarbátar ikki hava sama møguleika sum línuskip at selja makrelkvotu. 


 
Mikudagin 26. september 2012, kl. 11.00
 
Fyrispurningar:

Munnligir fyrispurningar

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Kringvarpi Føroya

Spurt verður breitt um Kringvarpið, bæði um visjónir fyri stovnin, um at styrkja føroyska partin av sendingunum, samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi og hølisviðurskiftini. 

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu viðvíkjandi ófíggjaða flatskattalættanum og flyting av pensjónsskatti frá framtíð til nútíð.

Kristina Háfoss spyr, hvat landsstýrið fer at gera, fyri at fíggja skattalættan, sum hon sigur er ófíggjaður. Eisini spyr hon, um landsstýrið ætlar at goyma pengarnar, sum koma inn frá pensjónsskatti, og um kommunurnar fáa tann partin aftur frá landinum, sum tær fáa minni inn í skatti.  Eisini spyr hon um undantøk í pensjónsskattinum. 

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land

Spurt verður millum annað, um landsstýrið ætlar at yvirtaka felagsmálsøkini, soleiðis at alt verður yvirtikið um t.d. 10 ár. Eisini verður spurt, um ríkisveitingin fer at lækka ella hækka, og um løgmaður fer at taka stig til at fáa semju millum flokkarnar á Løgtingi um heildarætlan fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.


 
Fríggjadagin 28. september 2012, kl. 9.30:

1. viðgerðir:
 
Tingmáli nr. 9/2012: Uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya

Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi og Framsókn.

Uppskotið er enn ein roynd at fáa stjórnarskipanararbeiðið liðugt. Arbeiðið byrjaði í 1999 og var seinast viðgjørt í løgtinginum í juni 2011.

Uppskotið sum nú er lagt fram líkist seinastu útgávuni av uppskotinum við teimum broytingum sum táverandi Stjórnarskipanarnevnd hevði gjørt. Tó eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum og í grein 1 (sum eru tey økini, sum størst ósemja var um). Eisini er ein nýggj grein sett inn um beinleiðis fólkaræði og aðrar minni broytingar eru eisini gjørdar í uppskotinum.

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligar fyrispurningar



7. september 2012 kl. 9:30:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi at tryggja føroyska dansinum dygga framtíð.

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi at varðveita og menna føroyska rossið.

1. viðgerð:

Tingmál nr. 7/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram. 

Uppskotið hevur til endamáls at avmarka útlendska eigaraskapin í føroysku alivinnuni, og at tryggja, at virksemið og virðisøkingin í alivinnuni í mest møguligan mun verður verandi í Føroyum. Hetta verður gjørt við millum annað at áseta, at eitt felag ella ein persónur, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, skulu ikki kunna eiga meira enn 30% av einum føroyskum alifelag og í mesta lagið 10% av atkvøðunum í felagnum. Hetta verður tó ikki galdandi fyri kapitalpartar, sum eru keyptir áðrenn 9. August 2012.

Fyrispurningar:

Svar uppá um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi stjórasetanini í Vinnuháskúlanum

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi framtíðarstøðu Føroya

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi serundirvísing í fólkaskúlanum








16. august 2012 kl. 11:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu viðvíkjandi Kringvarpi Føroya.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu viðvíkjandi tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land

---

3. viðgerð:

Tingmál nr. 1/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

(Les um uppskotið í dagsskránni fyri 14. august). 

---

1. viðgerð:

Tingmál nr. 8/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskotið fram.

Uppskotsstillararnir ásanna ta truplu støðu, vit eru í, har toska- og hýsustovnurin eru illa fyri, men samtíðis tolir vinnan og samfelagið sum heild ikki, at eingin, ella næstan eingin fiskiskapur verður eftir toski og hýsu. Tí verður skotið upp, at fiskifør, ið virka undir fiskidagaskipini, skulu í eitt avmarkað tíðarskeið, kunna fáa onnur fiskirættindi í føroyskum ella frammandum sjóøki í umbýti fyri fiskidagar.





14. august:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi skattalættanum og flyting av pensjónsskatti.

---

2. viðgerð:

Tingmáli nr. 1/2012 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk og undirbólk fyri fiskiárið 2012/2013 verður tað sama, sum í fiskiárinum 2011/2012.

Málið er viðgjørt í vinnunevndini, har meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim) tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

Annar minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen) mælir til at skerja allar bólkar uttan bólk 5 (útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu) við 10 prosentum.

Hin minnilutin (Aksel V. Johannesen) hevur einki broytingaruppskot, men sigur, at Javnarðarflokkurin fer at leggja eitt uppskot fyri løgtingið um, hvussu fiskifør, ið virkað undir fiskidagaskipanini í eitt tíðaravmarkað skeið skulu kunnu fáa onnur fiskirættindi í føroyskum- ella fremmandum sjóøki sum umbýtið fyri fiskidagar.

---

1. viðgerð:

Tingmáli nr. 3/2012 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at gera eina bráðfeingis broyting i lógini um vinnuligan fiskiskap, soleiðis at loyvt ikki verður at gera veiðiloyvi til eina søluvøru. Um fiskifar við veiðiloyvi verður selt ella lagt, so verður skotið upp, at bæði veiðiloyvið og øll fiskirættindi fella aftur til landið. Tó skal verða møguligt hjá einum eigara av fiskifari at skifta fiskifarið út. Eisini skal ein eigari, sum hevur tvey fiskifør kunna leggja tey saman til eitt nýtt fiskifar, sum tó ikki má hava størri veiðiorku enn tey, ið verða løgd. 

Endamálið við uppskotinum er millum annað at steðga flytingum av veiðiloyvum millum fiskifør í ymsum bólkum, (til dømis í sambandi við makrelfiskiskapin).



9. august 2012: 

1. viðgerðir: 

Løgtingsmál nr. 2/2012: Uppskot til samtyktar um tiltøk til tess at venda skeivu gongdini í fráflyting og burðaravlopi

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at fáa gjørt eina frágreiðing um, hvat skal gerast fyri at venda gongdini við minkandi fólkatali í Føroyum. Frágreiðingin skal vera løgd fyri løgtingið áðrenn 1. apríl 2013.

---
 
Løgtingsmál nr. 4/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsdstýrismaðurin við fiskivinnumálum fær heimild at lata ella selja  fiskidagar, sum ikki eru brúktir.

Uppskotsstillararnir vísa á, at tá fiskidagatalið í einum høvuðsbólki verður skert, so verða skip/bátar í bólkinum, sum brúka allar sínar dagar, rakt, meðan tey sum ikki brúka allar dagarnar, sleppa undan. Úrslitið er, at tey sum veruliga eru í vinnu, mugu keypa dagar frá teimum, sum ikki eru í fullari vinnu.  

Endamálið við uppskotinum er tí, sambært uppskotsstillarunum, eitt fyrsta stig at tryggja, at óbrúktir fiskidagar í einum høvuðsbólki í størri mun verða tøkir hjá teimum, sum vanta fiskidagar í sama bólki.  

---

Løgtingsmál nr. 5/2012: Uppskto til samtyktar um at seta í verk sonevndar barnaváttanir í Føroyum

Javnaðarflokkur hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, sum skal  heimila, at skipan við barnaváttanum kann setast í verk í Føroyum. 

Hetta skal tryggja, at tey, sum hava verið dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn, skulu ikki kunna starvast við børnum undir 15 ár. 










Tingsetan 2011




Her verður í stuttum greitt frá málunum, sum eru á dagsskránni fyri tingfundirnar.


29. mars 2012:

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 155/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í 2010 hevði ALS 112 mió. krónur í halli og í 2011 verður roknað við at hallið táttar í 180 mió. krónum. Heldur verandi gongd fram, kann ALS fara at hava eitt hall sum nærkast 200 mió. krónum í 2012. Vandi er tí fyri, at eginognin verður burtur um stívliga tvey ár.

Fyri at venda gongdini verður skotið upp at arbeiðsloysisstuðulin verður 75 % av lønini alla tíðina, ístaðin fyri sum nú 80 % fyrsta árið og síðani 75 %.

Eisini verður skotið upp, at eingin skal kunna fáa meira enn 210.000 um árið. Í verandi skipan er hetta loftið 240.000 fyrsta árið og síðani 225.000 krónur.

Triðja broytingin er, at øll skulu bíða í 10 dagar, áðrenn tey fáa arbeiðsloysisstuðul.

---

Løgtingsmál nr. 183/2011: Uppskot til løgtingslóg um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin)

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram

Orsøkin til lógaruppskotið er fyrst og fremst at skipa grundarlag fyri ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur á tilbúgvingarøkinum. Eisini skal uppskotið staðfesta, hvørjar skyldur liggja hjá fyritøkum og tryggja samskipan av samlaðu tilbúgvingini fyri Føroyar.

Uppskotið hevur verið fyri í løgtinginum fyrr, men fall tá burtur, áðrenn tað var avgreitt.

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kára P. Højgaard, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi undirsjóvartunlum og ferjum - hvat loysir seg ?



14. mars 2012:

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at stuðul frá Mentanargrunni landsins eisini skal kunna latast til filmslist. Í verandi lóg stendur, at grunnurin kann stuðla føroyskari myndlist, tónlist, bókmentum, sjónleiki og aðrari list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

---

Løgtingsmál nr. 139/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-1  

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 500.000 krónur eyka til Mentanargrunn Landsins, soleiðis at filmslistin kann stuðlast meira.

---

Løgtingsmál nr. 140/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-2

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at flyta tvær stuðulsjáttanir frá Mentamálaráðnum til Mentanargrunn Landsins. Endamálið er at styrkja grunnin, og at flyta stuðulsjáttanina longur burtur frá landsstýrismanninum í mentamálum.

---

Løgtingsmál nr. 141/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-3

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 300.000 krónur eyka til Føroya Symfoniorkestur.

---

Løgtingsmál nr. 142/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-4

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at játta 500.000 krónur eyka til verkætlanina um eftirskúla í Suðuroy.


Øll hesi málini verða viðgjørd undir einum.

---

Løgtingsmál nr. 170/2011: Uppskot til løgtingslóg um málráð

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at skipa eitt málráð, sum skal kunna og geva ráð um føroyskt mál umframt at granska tað og gera regluskipan.

Uppskotið var lagt fyri tingið fyri einum ári síðani. Tá gjørdi Mentanarnevndin fleiri viðmerkingar, men málið bleiv ikki liðugt viðgjørt, áðrenn tingsetan endaði, og tí fall tað burtur.

Uppskotið bleiv aftur lagt fram í heyst, men tá fall tað eisini burtur orsaka av at val var útskrivað.

Nú málið er lagt fram aftur, hevur landsstýrið tikið viðmerkingarnar hjá mentanarnevndini við í uppskotið.

---

Løgtingsmál nr. 171/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroyar (University of Faroe Islands)

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Nú nøkur ár eru liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Føroya Læraraskúli vórðu løgd saman, verður skotið upp at gera nakrar tillagingar í lógini fyri samanlagda stovnin. M.a. verður heimilað Fróðskaparsetrinum at økja útbúgvingartilboðini, og ásettar verða eisini reglur og kunngerðarheimild at áseta neyvari reglur um fjarlestur, heiti, kærur, samstarvsavtalur og betri lestrarumstøður fyri lesandi við niðursettum virkisførleika.

---

Løgtingsmál nr. 176/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at gera munandi broytingar í SIT-útbúgvingini.



6. mars:

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-24/2011 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samráðingum við onnur lond

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-25/2011 til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eldraíbúðum

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-26/2011 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vinnuligum fiskiskapi – eigaraviðurskifti

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-27/2011 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, viðvíkjandi útbjóðingum av almennum tænastum

---

3. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 114/2011: Uppskot til løgtingslóg um at broyta “Lov om erhvervsdrivende virksomheder”

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at skipa eitt alment eftirlit við virkjum, sum fyrr hava rikið fíggjarvirksemi, men sum eru umskipað, soleiðis at fíggjarvirksemið er skilt frá í eitt partafelag. Í løtuni er einki veruligt alment eftirlit við hesum virkjum, og tí verður skotið upp at virkini koma undir líknandi eftirlit sum tað, ið er galdandi fyri vinnurekandi grunnar.


Ein samd vinnunevnd tók undir við uppskotinum og við 2. viðgerð atkvøddu 26 fyri og eingin ímóti.

---

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 132/2011: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum: Landskassaroknskapurin fyri fíggjarárið 2010

Reimund Langgaard hevur lagt uppskotið fram vegna løgtingsgrannskoðararnar.

Skotið verður upp, at løgtingið samtykkir at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2010. 

Í viðmerkingunum stendur millum annað: 

”Løgtingsgrannskoðararnir skulu gera vart við, at tað er sjálvur Landsroknskapurin 2010, sum mælt verður til at góðkenna, saman við teimum viðmerkingum, sum eru nevndar. Tað merkir ikki, at Løgtingið góðkennir, at meirnýtsla er farin fram, ella at játtanir ikki eru hildnar. Heldur ikki merkir tað, at Løgtingið góðtekur teir skeivleikar og tey ivamál, ið víst verður á.”

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-18/2011 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi broyttu pensjónsskipanini.


22. februar:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-20/2011 til Kára P.Højgaard frá Helga Abrahamsen, viðvíkjandi eftirliti við almennum byggjarríum

---

Munnligir fyrispurningar



21. februar:

3. viðgerðir:

3. viðgerð av tingmáli nr. 100/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2012”

 

Jørgen Niclasen , landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

 

Málið er viðgjørt í fíggjarnevndini, har meirilutin (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard og Rodmundur Nielsen) tók undir við uppskotinum og við broytingum, sum landsstýrið kom við, eftir at uppskotið var lagt fram. Hetta var í samsvari við avtaluna millum landsstýrið og donsku stjórnina, ið ásetir, at heildarveitingin fyri 2012 verður 624,1 mió. kr.

 

Minnilutin (Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) taka undir við upprunauppskotinum um at blokkurin skal framhaldandi vera 615,5 mió. krónur.

 

Minnilutin (Kristina Háfoss) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

---

 

3. viðgerð av tingmáli nr. 105/2011: Uppskot til løgtingslóg um umvæling av Teistanum

 

Johan Dahl , landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

 

Skotið verður upp at geva landsstýrismanninum heimild at gera avtalur um neyðugar uppstiganir/umvælingar av MF Teistanum. Kostnaðurin kann sambært lógartekstinum í mesta lagi vera 17,5 mió. kr.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

--

 

3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

 

Johan Dahl , landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

 

Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita greiðar heimildir at innheinta ov nógv útgoldnan barsilspening við panting og við at eftirhalda í A-inntøku.

Ein samd vinnunevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

1. viðgerðir:

Tingmál nr. 135/2011: Uppskot til samtyktar um at ógilda atkvøðugreiðslu við 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 91/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “ forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um at rætta ein feil, sum hendi, tá atkvøtt var um løgtingsmál nr. 91/2011.

---

Tingmál nr. 133/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin)

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Málið snýr seg um sokallaðu ATV’ararnar (bóndasúklurnar).

Sum ferðslulógin nú er orðað, kunnu hesi akfør ikki fara út á veg, har ferðslulógin er
galdandi. Hetta merkir, at tað ber ikki til at koyra tvørtur um ein veg ella at koyra frá einum arbeiðsøki til eitt annað.

Endamálið við hesum uppskotinum er at heimila ATV’arum at koyra á ella tvørur um veg í sambandi við yrkisligan flutning til ella frá ella millum arbeiðsøki. Eisini verður skotið upp, hvørjar treytir skulu fylgja við.

---

Skrivligir fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-18/2011 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi broyttu pensjónsskipanini.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-19/2011 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi heimildum Húsalánsgrunsins



2. februar:

1. viðgerðir: 

Tingmál nr. 92/2011: Uppskot til løgtingslóg um at úbyggja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til at seta í verk eina umbygging og 

viðlíkahald av Klaksvíkar sjúkrahúsi, fyri í mesta lagi 15 mió. kr. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagið 31. desember 2014.

---

Tingmál nr. 125/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskotið fram vegna Javnaðarflokkin.

Talan er um sama uppskot, sum Aksel V. Johannesen legði fram í heyst (meðan hann var landsstýrismaður). Tað uppskotið fall burtur, av tí at løgtingsval varð útskrivað.

Skotið verður upp, at føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu ikki gjalda skatt av at fáa fría ferð millum bústaðin í Føroyum og arbeiðsplássið uttanlands. Ein orsøk til uppskotið er, at í ávísum førum hava fólk verið órímiliga hart skattað av ferðing (til dømis tá ein føroyingur mynstrar umborð á skip, ið liggur í onkrum fjarskotnum landi). Eisini er torført at fáa upplýst frá fremmanda arbeiðsgevaranum, hvussu nógv ferðin kostar.

Ein onnur broyting í uppskotinum er, at føroyingar sum arbeiða uttanlands, og sum í verandi støðu hava rætt til 300 krónur í ”samdøgursfrádrátti”, skulu sambært uppskotinum bert hava frádrátt fyri tær eyka útreiðslurnar, sum teir hava av at arbeiða uttanlands, og hesar útreiðslurnar skulu teir kunna skjalprógva.

---

Tingmál nr. 126/2011: Uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á samferðsluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava lagt uppskotið fram.

Uppskotið miðar ímóti, at ferðakostnaðurin skal javnsetast millum øll øki í landinum. Heitt verður tí á landsstýrið um um at koma við eini frágreiðing um, hvussu hetta kann gerast.



31. januar:

3. viðgerðir:

3. viðgerð av tingmáli 113/2011: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya (Broytingar í sambandi við broytta lóggávu um ómyndugleika)

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram.

Fyri trimum árum síðani samtykti løgtingið uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum um ómyndugleika v.m. Talan var um at áseta, nær ein persónur skuldi roknast sum myndugur, og nær hann var ómynduggjørdur.

Markið millum hvør var myndugur og hvør var ómyndugur var ikki tað sama í øllum lógum sum í myndugleikalógini. Tí bleiv skotið upp at laga løgtingslógir og lógir viðv. føroyskum sermálum til nýggju verjumálslógina.

Ein av hesum lógunum, sum skuldi broytast var Stýrisskipanarlógin. Men fyri at broyta hana krevst, at tvey fylgjandi løgting samtykkja broytingina.

Hetta uppskotið er einaferð samtykt, og nú val hevur verið, er tað lagt fyri nýggja løgtingið, til ta seinnu samtyktina.

---

Grannskoðan av almennum roknskapum:

Fíra fyrstu viðgerðir verða av uppskotum um at góðkenna grannskoðan av almennum roknskapum. Uppskotini verða øll viðgjørd undir einum:

1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2011: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin 1/1-31/7-2010

---

1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2011: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin 1/8-31/12-2010

---

1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2011: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðargrunnurin 1/1-31/7-2010

---

1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2011: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin 1/1-31/7-2010

---

Skrivligur fyrispurningur:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-17/2011 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Jónu Mortensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi hjálp til orðblind




27. januar:

3. viðgerð av tingmáli nr. 101/2011: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2012

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Álit:

Fíggjarnevndin býtti seg í ein meiriluta (samgonguumboðini) og ein minniluta (andstøðuumboðini). Hesi gjørdu nógv broytingaruppskot til 2. viðger, og harumframt hevði Framsókn eisini nøkur broytingaruppskot. Øll uppskotini frá andstøðuni fullu, meðan tey frá samgonguni og tey, sum øll fíggjarnevndin var samd um, blivu samtykt við 2. viðgerð.

Roknast kann við nógvum broytingaruppskotum til 3. viðger.

---

2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarligt virksemi

(Les um uppskotið í dagsskránni fyri 19. januar).

Ein samd fíggjarnevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

---

2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2011: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya (Broytingar í sambandi við broytta lóggávu um ómyndugleika)

(Les um uppskotið í dagsskránni fyri 19. januar).

Málið fór til 2. viðgerð uttan nevndarviðgerð, og kann roknast sum ein "avgreiðsluspurningur".

---

1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2011: Uppskot til løgtingslóg um at broyta “Lov om erhvervsdrivende virksomheder”.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at skipa eitt alment eftirlit við virkjum, sum fyrr hava rikið fíggjarvirksemi, men sum eru umskipað, soleiðis at fíggjarvirksemið er skilt frá í eitt partafelag. Í løtuni er einki veruligt alment eftirlit við hesum virkjum, og tí verður skotið upp at virkini koma undir líknandi eftirlit sum tað, ið er galdandi fyri vinnurekandi grunnar.
 
---

1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin)

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at áleggja ávísum skipum skyldu til at hava loðs umborð í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum. Hetta verður gjørt, fyri at minka um vandan fyri vanlukkum á sjónum.

---

1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rættarskipanarnevnd.

Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Løgtingið samtykti tann 14. mai 2011, uppskot til løgtingslóg um at seta eina nevnd at gera uppskot til eina føroyska rættarskipan. Landsstýrið hevur síðani skotið upp at spara nevndina burtur.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp at tillaga lógina, soleiðis at hon krevur minni fíggjarorku.



19. januar:

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 110/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarligt virksemi

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið er ein vanlig dagføring av donsku lógini um fíggjarligt virksemi, umframt at nakrar broytingar verða gjørdar, sum hava serføroyskan áhuga.

Broytingarnar av serføroyskum áhuga geva Fíggjareftirlitinum heimild at víðarigeva upplýsingar til Skráseting Føroya um grunnar og feløg, sum eru fevnd av § 207 í lóg um fíggjarligt virksemi.

Brúkaraumboðið fær eisini, sambært uppskotinum, heimildir mótvegis fíggjarliga økinum í Føroyum.

---

Løgtingsmál nr. 86/2011: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um rættarskipanarnevnd.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingslóg nr. 65 frá 26. mai 2011 um rættarskipanarnevnd verður sett úr gild.

Løgtingið samtykti lógina tann 14. mai 2011, við tí endamáli, at gerast skuldi eitt uppskot til grundleggjandi rættargangslóg fyri Føroyar og uppskot til føroyska revsilóg.

Eingir pengar eru settir av til arbeiðið, og tí verður skotið upp at seta lógina úr gildi.

---

Løgtingsmál nr. 91/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Talan er í høvuðsheitum um at fremja tríggjar broytingar í galdandi psykiatrilóg:

1. “Det Psykiatriske Ankenævn” yvirtekur heimildina til at taka avgerðir í kærum um avgerðir hjá Psykiatrisku sjúklingakærunevndini.

2. Innsett verður í lógina ein heimild til at seta í verk tvungna uppfylging, eftir at sjúklingar eru útskrivaðir.

3. Galdandi lóg, um at tað kunnu ganga upp til 3 vikur frá tí at læknin tekur avgerð um, at heilivágsviðgerð er neyðug, til viðgerðin ítøkiliga verður sett í verk, verður broytt til 3 dagar.

---

Løgtingsmál nr. 111/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Barsilsskipan

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita greiðar heimildir at innheinta ov nógv útgoldnan barsilspening við panting og við at eftirhalda í A-inntøku.

---

Løgtingmál nr. 113/2011: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya (Broytingar í sambandi við broytta lóggávu um ómyndugleika)

Løgmaður hevur lagt uppskotið fram.

Fyri trimum árum síðani samtykti løgtingið uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum um ómyndugleika v.m. Talan var um at áseta, nær ein persónur skuldi roknast sum myndugur, og nær hann var ómynduggjørdur.

Markið millum hvør var myndugur og hvør var ómyndugur var ikki tað sama í øllum lógum sum í myndugleikalógini. Tí bleiv skotið upp at laga løgtingslógir og lógir viðv. føroyskum sermálum til nýggju verjumálslógina.

Ein av hesum lógunum, sum skuldi broytast var Stýrisskipanarlógin. Men fyri at broyta hana krevst, at tvey fylgjandi løgting samtykkja broytingina.

Hetta uppskotið er einaferð samtykt, og nú val hevur verið, er tað lagt fyri nýggja løgtingið, til ta seinnu samtyktina.



23. desember:


Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Jónu Mortensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi hjálp til orðblind.

---

3. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 103/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (flatskattur)

(les um málið í dagsskránni fyri 21. desember)

Annars verður roknað við broytingaruppskotum til 3. viðgerð.

---

Løgtingsmál nr. 104/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at áleggja eftirlønarsamansparara at gjalda 40% skatt av eftirlønarinngjaldi, tá tað verður goldið inn. Samstundis verða broytingar gjørdar í skattalógini, soleiðis at skattur ikki skal gjaldast, tá eftirlønin verður útgoldin.

Álit:

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard og Rodmundur Nielsen) skjýtur upp at gera nakrar broytingar í uppskotinum, men tekur annars undir við tí.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) mælir frá at samtykkja uppskotið.

---

(onnur mál á skránni):

3. viðgerð av tingmáli nr.87/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studnings-lán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.
 
3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2011 

3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a. 

3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2011: Uppskot til løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2012 

2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2011-2

Framløga



21. desember:

3. viðgerð:

Løgtingsmál nr. 93/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at gjaldið til Heilsutrygd verður prístalsregulerað og fer úr 245 kr. til 265 kr. um mánaðin. Harumframt verður markið fyri egingjaldi dagført soleiðis, at tað hækkar við 100 kr. um árið.

Tá Heilsutrygd varð sett á stovn fyri tveimum árum síðani, var ætlanin, at gjaldið skuldi fíggjast yvir skattin frá 1. januar 2012. Hetta verður við uppskotinum útsett.

Eisini aðrar smærri broytingar verða gjørdar.

Álit:

Meirilutin í Trivnaðarnevndini (Rósa Samuelsen, Bill Justinussen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Hanus Samró) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Rigmor Dam, Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen) ynskir eina meira samhaldsfasta skipan, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Løgtingsmál nr. 94/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (hoyritól)

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at tryggja, at verandi skipan við stuðli til hoyritól kann halda áfram óbroytt.

Á vári 2010 søkti táverandi landsstýriskvinna í almannamálum um eykajáttan til útreiðslur til hoyritól. Eykajáttanarumbønin varð ikki gingin á møti. Fyri at kunna halda játtanina var tí neyðugt at lækka ískoytið til keyp av hoyritóli frá privatum veitara og at áseta egingjald á hoyritól sum vórðu latin frá tí almenna.

Ætlanin hjá løgtingsmeirilutanum var, at egingjald fyri hoyritól skuldi ikki vera ein varandi loysn. Tí varð ásett í lógini, at egingjaldið skuldi avtakast aftur í seinasta lagi við árslok 2011. Men nú verður skotið upp at leingja lógina, millum annað tí at um einki annað hendir, so verður grundarlagið tikið undan privatum veitarum.

Álit:

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Rósa Samuelsen, Bill Justinussen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Hanus Samró) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Rigmor Dam, Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen) mælir frá at samtykkja uppskotið.

---

Løgtingsmál nr. 98/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Í løgtingslógini um Búskapargrunn Føroya, sum Løgtingið samtykti í juni í ár, er ásett, at tilfeingisgjøld av t.d. kolvetni, fiski og aliøkjum skulu í Búskapargrunn Føroya, og ikki í landskassan. Av hesi orsøk er hallið á fíggjarlógini í ár 108,2 mió. kr. størri enn tað annars hevði verið.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at bert inntøkur av heilt serligum slag, sum ikki eru partur av vanliga rakstrinum hjá landskassanum skulu í Búskapargrunnin.

Álit:

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard og Rodmundur Nielsen,) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at
samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Aksel V Johannesen og Eyðgunn Samuelsen) mælir
Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

---

Løgtingsmál nr. 99/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (tilfeingis-/loyvisskattur)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Við hesum verður skotið upp at leingja serliga skattin á inntøkur, sum stava frá virksemi í fiskivinnu og alivinnu, í eitt ár. Galdandi skipan verður annars óbroytt.

Álit:

Meirilutin í Fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Rodmundur Nielsen, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) vísir á, at uppskotið er framhald av
verandi lóggávu. Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at hann kannar, um møguleiki er fyri at fáa eina aðra og betri skipan.

Ein minniluti í nevndini (Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samulsen) taka undir við, at leingja lógina í eitt ár, vísandi til, at landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum.

Við hesum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss) mælir Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

---

Løgtingsmál nr. 102/2011: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur trý endamál: Tað skal minka hámarkið fyri, hvussu nógvar rentuútreiðslur stuðul kann veitast til árliga. Hámarkið verður lækkað stigvíst úr núverandi 150 tús. kr. og niður í 120 tús. kr. í 2014. (10 tús. kr. komandi 3 árini).

Harumframt heldur ætlaða lækkingin av rentustuðlinum fram, soleiðis at stuðulin verður 35% frá 2014 og frameftir. Hesar báðar broytingarnar merkja, at mest møguligi stuðul, sum fólk kunnu fáa, minkar úr núverandi 4.750 kr. pr. mánað niður í 3.500 kr. pr. mánað.

Triðja broytingin er ein rætting í lógartekstinum.

Álit:

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

---

2. viðgerðir:

 

Løgtingsmál nr.103/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

 

Skotið verður upp at broyta skattastigan í landsskattinum soleiðis:

 

Inntøkur minni enn 65.000 krónur rinda ongan landsskatt.

Inntøkur millum 65.000 krónur og 600.000 krónur rinda 20 prosent av inntøkuni omanfyri 65.000 krónur.

Inntøkur millum 600.000 krónur og 1.000.000 krónur rinda 107.000 krónur + 25 prosent av inntøkuni omanfyri 600.000 krónur.

Inntøkur omanfyri 1.000.000 krónur rinda 207.000 krónur + 30 prosent av inntøkuni omanfyri 1.000.000 krónur.

Álit:

Meirilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard og Rodmundur Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) skjýtur upp at broyta skattastigan, og mælir frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum.


---

Onnur mál á skránni:

7.   2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

8.   2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

9.   2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2011

11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.

12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2011: Uppskot til løgtingslóg um bráfeingis játtanarlóg fyri 2012

13. Framløga





20. september:

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Rósu Samuelsen frá Helga Abrahamsen viðvíkjandi heimahjálpartænastuni.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Helenu Dam á Neystabø frá Høgna Hoydal viðvíkjandi eftirskúla í Suðuroy.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen frá Páll á Reynatúgvu viðvíkjandi skatting av ali- og uppisjóvarvirkjum í Føroyum.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til John Johannessen frá Kára á Rógvi viðvíkjandi rættarskipanarnevnd.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Johan Dahl frá Annitu á Fríðriksmørk viðvíkjandi samskipan av ferðavinnuni.

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Johannesen frá Annitu á Fríðriksmørk viðvíkjandi vaksandi arbeiðsloysi í Føroyum.



6. september:

Aðalorðaskifti:

Aðalorðaskifti um tingmál frágreiðing um barnaverndarnevndarlógina.

Sambært barnaverndarlógini, skal ein frágreiðing leggjast fyri tingið, tá lógin hevur verið í gildi í 5 ár. Frágreiðingin skal geva eina mynd av, um lógin virkar eftir ætlan, ella um broytingar mugu gerast í skipanini. Tað er tað sum landsstýriskvinnan nú hevur gjørt, og løgtingið skal viðgera frágreiðingina.

---

Fyrstu viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 30/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Miðflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at víðka virkisøkið hjá Húsalánsgrunninum soleiðis at hann eisini kann veita lán á vanliga bústaðarmarknaðinum. Soleiðis skal grunnurin kunna taka kappingina upp við bankarnar og í hesum sambandi hava møguleika fyri at taka lá.

---

Løgtingsmál nr. 46/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at víðka heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum til eisini at útvega leiguíbúðir av ymsum slagi, og at veita fígging til íbúðastovnar og íbúðafeløg.

Sum er, hevur Húsalánsgrunnurin bert heimild til at veita
lagaliga fígging til orkusparandi tiltøk á føroyska sethúsamarknaðinum.

(Bæði málini verða viðgjørd undir einum)




2. september

1. viðgerð:

Løgtingsmál nr. 48/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskotið fram

Endamálið við uppskotinum er at fáa eina smidligari skipan, so at tey fiskirættindi, ið landið letur, í mest møguligan mun verða brúkt.

---

Fyrispurningar:

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Rósu Samuelsen, frá Helga Abrahamsen, viðvíkjandi heimahjálpartænastuni

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Helenu Dam á Neystabø, frá Høgna Hoydal, viðvíkjandi eftirskúla í Suðuroy

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, frá Páll á Reynatúgvu, viðvíkjandi skatting av ali- og uppisjóvarvirkjum í Føroyum

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, frá Sjúrði Skaale, viðvíkjandi almennari kapping móti privatum fyritøkum

---

Svar upp á skrivligan fyrispurning til John Johannessen, frá Kára á Rógvi, viðvíkjandi rættarskipanarnevnd




1. september:

3. viðgerð:

Løgtingsmál nr. 13/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”

(les um málið í dagsskránni fyri 10. august)

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 31/2011: Uppskot til samtyktar um vektgjald.

Sjúrður Skaale hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at arbeiða fyri, at vektgjaldið, sum bileigarar rinda, verður tikið av, og at peningurin í staðin verður kravdur inn sum avgjald á brennievni.

---

Løgtingsmál nr. 32/2011: Uppskot til løgtingslóg um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum.

Jákup Mikkelsen, Heini O. Heinesen, Edva Jacobsen, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, Eyðgunn Samuelsen, Alfred Olsen og Jørgen Niclasen hava lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum, er at geva landsstýrismanninum í innlendismálum heimild at fremja eina verkætlan, ið hevur til endamáls at ger tunnil til Viðareiðis.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan í Innlendismálum legði einsljóðandi uppskot fram 7. mars í ár, men á tingfundi 25. mars tók hon uppskotið aftur. Tá so er, kunnu onnur leggja málið fram aftur, og tað  gjørdu Heini O. Heinesen, Bjørn Kalsø, Edva Jacobsen og Jákup Mikkelsen. Men tá tingsetan endaði 1. juni var málið ikki komið aftur úr Rættarnevndini, og fall tað sostatt burtur.

Tað er hetta málið, sum nú er lagt fram aftur. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 140 mió. kr.

---

Løgtingsmál nr. 33/2011: Uppskot til samtyktar um at endurskoða halgidagslógina

Sjúrður Skaale hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at gera uppskot um eina dagførda halgidagslóg, sum m.a. skal áseta, at grundlógardagurin ikki longur skal vera hálvur frídagur í Føroyum.

---

Løgtingsmál nr. 34 /2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at bóndasúklur, eisini nevndar ATV (All Terrain Vehicle) í avmarkaðan mun fáa loyvi at koyra eftir vegunum. Talan er bert um koyring til og frá arbeiðsstaði, á verkstað ella líknandi koyring. Eisini sigur uppskotið, at ikki skal vera loyvt at koyra meira enn 45 km/t, tá koyrt verður á vegnum.

---

Løgtingsmál nr. 35/2011: Uppskot til samtyktar um at nýggj nólsoyarferja verður á langtíðarløguætlanini, tá landsstýrið leggur fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 fyri Løgtingið

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at framskunda nýggju Nólsoyarferjuna.



31. august 2011

Ófráboðaðir fyrispurningar

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 36/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Eftir verandi skipan kunnu borgarar venda sær til Løgtingsins Umboðsmann við klagum, ið viðvíkja yvirtiknum málsøkjum, og til Fólkatingsins Umboðsmann, tá talan er um málsøki, ið ikki eru yvirtikin.

Her verður skotið upp, at øll klagumál verða viðgjørd av Løgtingsins Umboðsmanni, men at tey kunnu beinast víðari til Fólkatingsins Umboðsmann, um málið til dømis er meira tengt at donskum viðurskiftum ella tá talan er um ógegni o.s.fr.

---

Løgtingsmál nr. 37/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í “Lov for Færøerne om ændring af arveloven (uskiftet bo)”

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Vanligt er, at fólk sita í óskiftum búgvi, tá hjúnafelagin er deyður. Hetta merkir, at arvurin verður ikki skiftur við aðrar arvingar, fyrr enn bæði hjúnini eru deyð.

Við hesum uppskotinum verður skotið upp, at onnur enn hjún, skulu kunna áseta í testamenti, at tann eftirlivandi kann sita í óskiftum búgvi og harvið sleppa undan at selja húsini. Talan nýtist ikki at vera um kvinnu og mann, men eisini til dømis systkin, ið búgva saman.

---

Løgtingsmál nr. 41/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2011

Miðflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at 7,5 mió. krónur verða játtaðar til kontuna Fiskivinnumenning á landi. Endamálið við uppskotinum er, at stuðla flakavinnuni í at keypa frystan tosk úr triðjalondum til virkingar í Føroyum.






30. august

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, frá Gerhard Lognberg, viðvíkjandi : ”Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal hjá fiskiførum í bólki 5”

Framløga:

Rósa Samuelsen leggur fram frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um barnaverndarlógina.

2. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 13/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”.

(les um málið í dagsskránni fyri 10. august)

Álit:

Ein samd trivnaðarnevnd ásannar, at í veruleikanum hevur Løgtingið longu í 1999 gjørt av, at sjúklingar í Føroyum skulu vera umfataðir av lóg um sjúklingatrygging.

Nevndin tekur undir við uppskotinum, men nevnir møguleikan at velja føroysk umboð í nevndirnar, sum viðgera sjúklingakærur ið millum annað umfata føroyingar.

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 18/2011: Uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.

Johan Dahl, hevur lagt uppskotið fram.

Seinastu árini er vorðið alt meira vanligt, at fólk, heldur enn at byggja, velja at keypa sær ein bústað.

Í Føroyum hava higartil ikki verið serligar reglur galdandi, sum skipa viðurskiftini í sambandi við keyp og sølu av fastogn. Økið hevur bert verið skipað við nøkrum ásetingum í almennu
vinnulóggávuni, har endamálið er at tryggja kappingarføri og góðan marknaðarføringsatburð.

Mett verður, at tørvur er á at veita serliga brúkaranum, men eisini teimum, sum arbeiða við keypi og sølu av fastogn, greiðari reglur at arbeiða eftir.

---

Løgtingsmál nr. 26/2011: Uppskot til samtyktar um at endurskoða fólkaskúlalógina

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið byggir á ta fatan, at vánaligu úrslitini í PISA-kanningunum er úrslit av, at eingin myndugleiki tekur fulla ábyrgd av fólkaskúlanum. Tí verður skotið upp:
  - at fólkaskúlaøkið (fyrisiting og fígging) verður flutt kommunum at umsita
  - at ábyrgdin fyri skúlagongd barnsins verður staðfest at liggja hjá foreldrunum
  - at skúlastýrini fáa øktan myndugleika til at stjórna einstaka skúlanum
  - at fólk við hægri útbúgving í viðkomandi faki kunnu fáa starv í fólkaskúlanum á jøvnum føti við læraralærd, bæði sum lærarar og skúlastjórar
   - at lærarar støðugt fáa møguleika og skyldu at uppstiga seg fakliga

---

Løgtingsmál nr. 31/2011: Uppskot til samtyktar um vektgjald

Sjúrður Skaale hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at arbeiða fyri, at vektgjaldið, sum bileigarar rinda, verður tikið av, og at peningurin í staðin verður kravdur inn sum avgjald á brennievni.

---

Løgtingsmál nr. 32/2011: Uppskot til løgtingslóg um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum

Jákup Mikkelsen, Heini O. Heinesen, Edva Jacobsen, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, Eyðgunn Samuelsen, Alfred Olsen og Jørgen Niclasen hava lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum, er at geva landsstýrismanninum í innlendismálum heimild at fremja eina verkætlan, ið hevur til endamáls at ger tunnil til Viðareiðis.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan í Innlendismálum legði einsljóðandi uppskot fram 7. mars í ár, men á tingfundi 25. mars tók hon uppskotið aftur. Tá so er, kunnu onnur leggja málið fram aftur, og tað  gjørdu Heini O. Heinesen, Bjørn Kalsø, Edva Jacobsen og Jákup Mikkelsen. Men tá tingsetan endaði 1. juni var málið ikki komið aftur úr Rættarnevndini, og fall tað sostatt burtur.

Tað er hetta málið, sum nú er lagt fram aftur. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 140 mió. kr.

---

Løgtingsmál nr. 33/2011: Uppskot til samtyktar um at endurskoða halgidagslógina

Sjúrður Skaale hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at gera uppskot um eina dagførda halgidagslóg, sum m.a. skal áseta, at grundlógardagurin ikki longur skal vera hálvur frídagur í Føroyum.

---

Løgtingsmál nr. 34 /2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at bóndasúklur, eisini nevndar ATV (All Terrain Vehicle) í avmarkaðan mun fáa loyvi at koyra eftir vegunum. Talan er bert um koyring til og frá arbeiðsstaði, á verkstað ella líknandi koyring. Eisini sigur uppskotið, at ikki skal vera loyvt at koyra meira enn 45 km/t, tá koyrt verður á vegnum.

---

Løgtingsmál nr. 35/2011: Uppskot til samtyktar um at nýggj Nólsoyarferja verður á langtíðarløguætlanini, tá landsstýrið leggur fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 fyri Løgtingið

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at framskunda nýggju Nólsoyarferjuna.



17. august

 

Atkvøðugreiðslur:

 

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-7/2011 til John Johannessen, landsstýrismann, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættarskipanarnevnd

 

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-8/2011 til Johan Dahl, landsstýrismann, Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, viðvíkjandi samskipan av ferðavinnuni

 

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-10/2011 Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, viðvíkjandi vaksandi arbeiðsloysi í Føroyum

 

3. viðgerðir:

 

Løgtingsmál nr. 1/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(les um málið í dagsskránni 4. august og 15. august)

 

Fyrispurningar:

 

Munnligir fyrispurningar

(ikki er greitt frammanundan, hvørjir fyrispurningar verða settir)



16. august

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 24/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum Útlendingaøki og marknaeftirlit)

Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn, hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at heimastýrið yvirtekur málsøkið “útlendingaøki og marknaeftirlit”.

Víst verður á, at samráðingar hava verið við donsku stjórnina um yvirtøkuna og felagsyvirlýsing er undirskrivað í 2009, millum fyrrverandi danska ráðharran, Birthe Rønn Hornbech, og fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen um yvirtøkuna. Onkrar fyrireikingar eru tó eftir at gera, og tí verður skotið upp, at yvirtøkan ikki fær gildi fyrr enn 1. januar 2013.

Uppskotið varð lagt fram í seinastu tingsetu, men bleiv ikki liðugt viðgjørt, og er tí tað nú lagt fram av nýggjum.

---

Løgtingsmál nr. 25/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Raðfesting av øllum yvirtøkum).

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at øll málsøki verða yvirtikin og at blokkstuðulin verður burtur í 2021.

Í lógini um ræði á málum og málsøkjum standa 24 málsøki, ið føroyskir myndugleikar kunnu yvirtaka. Hvørja ferð eitt málsøki verður yvirtikið, verður tað strikað av listanum.

Við hesum verður skotið upp, at øll málsøkini verða yvirtikin automatiskt, um so er, at løgtingið ikki samtykkir nakað annað.

---

Løgtingsmál nr. 27/2011: Uppskot til samtyktar um at útvega nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn og samstundis útvega kollegium til føroysk lesandi.

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrismannin í heilsumálum at taka stig til at útvega nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn og kanna møguleikarnar at tillaga verandi sjúklingahotel til kollegium til føroysk lesandi í Keypmannahavnar-økinum.

---

Løgtingsmál nr. 28/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um haugers styrelse og drift.

Kári á Rógvi hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið varð sett fram í tingsetuni 2009 og 2010, men var ikki liðugt viðgjørt, og tí verður tað lagt fram aftur.

Uppskotið hevur til endamáls at geva kommunustýrum heimild at vetrarfriða, soleiðis at seyður ikki sleppur at ganga leysur millum hús. Neyðugt skal ikki longur vera at gera avtalur við seyðamenn/bøndur um vetrarfriðingina, men hon skal kunna fremjast sum fyrisitingarlig avgerð.

---

Løgtingsmál nr. 29/2011: Uppskot til samtyktar um at skriva út val.

Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hava lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingsval verður í september.

---

Løgtingsmál nr. 30/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn

Miðflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at víðka um virkisøkið hjá Húsalánsgrunninum, soleiðis at hann eisini kann veita vanlig bústaðarlán í kapping við bankarnar. 





15. august 2011

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, frá Pálli á Reynatúgvu, viðvíkjandi skatting av ali- og uppisjóvarvirkjum í Føroyum

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, frá Sjúrði Skaale, viðvíkjandi almennari kapping móti privatum fyritøkum


2. viðgerð:

Løgtingsmál nr. 1/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Eftir 1. viðgerð varð málið beint í eina serliga § 25 nevnd, sum hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Poul Michelsen, Katrin Dahl Jakobsen, Bjørt Samuelsen og Kári á Rógvi) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Jacob Vestergaard, Bjørn Kalsø og Jenis av Rana) tekur undir við at leggja høvuðsbólkarnar 1 (lemmatrolarar) og 2 (partrolarar) saman, men skjýtur upp at lækka fiskidagatalið hjá øllum bólkum við 5 prosentum. Til samanberingar kann nevnast, at eftir uppskotinum hjá landsstýrismanninum lækkar fiskidagatalið hjá trolarum, línuskipum og størri útróðrarbátum á trolveiðu við 10 prosentum, meðan útróðrarbátar á húkaveiðu missa 20 prosent av døgunum. 




11. august 2011

Atkvøðugreiðsla:

Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, frá Páll á Reynatúgvu, viðvíkjandi skatting av ali- og uppisjóvarvirkjum í Føroyum

1. viðgerðir:

Løgtingsmál nr. 3/2011: Uppskot til samtyktar um at fremja bruttoskatt við flat-tax skipan.

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at biðja landsstýrið gera ein skattareform, sum byggir á “flat-tax”. Hetta merkir, at sama skattaprosent verður ásett fyri alla inntøku omanfyri eitt ávíst inntøkumark.

---

Løgtingsmál nr. 19/2011: Uppskot til samtyktar um lóg um privat universitet

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp at heita á landsstýrið um at gera lóg, ið millum annað ger tað møguligt at stovna privat universitet í Føroyum.

---

Løgtingsmál nr. 20/2011: Uppskot til løgtingslóg um áhugamál tingmanna.
 

Kári á Rógvi hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at ein skipan verður stovnað, har tingfólk, landsstýrisfólk og varafólk á tingi verða skrásett. Valevni til løgtingsval kunnu sjálvboðin verða við í skrásetingini. Endamálið við skásetingini er, at almennakunngera, hvørji privat áhugamál (størv, lønarviðurskifti o.a.) hesir persónar hava ella hava havt.

---

Løgtingsmál nr. 21/2011: Uppskot til samtyktar um at skjalfesta orðaskiftið í Løgtinginum

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at løgtingið heitir á formansskapin í løgtinginum, um at gera eina skipan, har alt orðaskifti á tingi verður niðurskrivað og goymt, ávikavist á alnót við mynd og ljóði og sum tekstur.

---


Løgtingsmál nr. 22/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at lógin um matrikulering og sundurbýti v.m. verður broytt, soleiðis at til ber at skipa hvønn einstakan gyllin í einum haga, sum egið matrikkulnummar.

---


Løgtingsmál nr. 23/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir.

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskotið fram.


Skotið verður upp, at Rúsdrekkasøla landsins fær álagt at taka ímóti øllum sløgum av pantíløtum. Hetta skal gera tað møguligt at sleppa av við øll sløg av fløskum og blikkum.





10. august 2011

Atkvøðugreiðslur:

Atkvøðugreiðsla um at beina tingmál nr. 10/2011 (um at skipa Føroyar í færri kommunur) í eina § 25 nevnd.

---

Atkvøðugreiðsla um skrivligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, frá Høgna Hoydal, viðvíkjandi eftirskúla í Suðuroy, skal svarast.

1. viðgerðir:

Løgtingsmáli nr. 4/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið.

John Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið hevur samband við tingmál nr. 5/2011, sum løgtingið viðgjørdi 9. august. Við hesum verður skotið upp, at broytingin, har allir pensjónistar skulu fáa vanliga pensjón, uttan mun til, um teir búgva á stovni ella heima, men skulu rinda fult gjald fyri uppihald á stovni, eisini skal galda fyri tey, sum hava uppihald á Psykiatriska deplinum, hóast tey eru liðugt viðgjørd.

Tað eru fólk, sum verða búgvandi á Psykiatriska deplinum, hóast viðgerðin er liðug, tí einki annað búpláss er at skriva tey út til.

---

Løgtingsmál nr. 11/2011: Uppskot um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin)

John Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Byggivinnan, ráðgevandi verkfrøðingar, arkitektar og kommunalir byggimyndugleikar hava í áratíggju eftirlýst einum regluverki, ið setir krøv til bygging (t.d. bjálving, innlegging, orkunýtslu o.a.).

Við hesum uppskotinum verður biðið um heimild til at seta kunngerðir í gildi, sum kunnu samlast í eitt felags bygningsregluverk. Krøv skulu setast viðv. innrætting, orkunýtslu, innleggingum, brunaviðurskiftum, berandi bygningslutum o.a. Hetta uppskotið viðgerð ikki hesar tættir út í æsir, tí talan er um rættiliga byggitøkniligar ásetingar. Tí er lagt upp til, at lógin skal heimila landsstýrismanninum at áseta slíkar reglur í kunngerð.

---

Løgtingmál nr. 12/2011: Uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.

John Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at veita brúkaranum neyðuga og tíðarhóskandi trygd og verju í sambandi við avtalur um keyp og sølu av bústøðum.

---

Løgtingsmál nr. 13/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”

John Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at løgtingið mælir ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar “lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”.

Lógin fevnir um:

1. Kæruskipan fyri tað heilsufakliga virksemið
2. Sjúklignatrygging
3. Endurgjald fyri skaðar, elvdir av heilivági

Frá føroyskari síðu hevur leingi verið ætlanin at seta lóg um sjúklingatrygging í gildi fyri Føroyar. Hetta bleiv eisini samtykt í 1999, men kundi ikki setast í gildi, fyrr enn aðrar lógir á økinum eisini vóru settar í gildi.

Men hetta dró út, og lógirnar blivu ikki settar í gildi fyrr enn í 2009 og 2010. Men nú bar ikki til at seta samtyktina frá 1999 í gildi, tí nú er lógin í Danmark broytt.

Við hesum uppskotinum verður alt hetta økið dagført.

---

Løgtingsmál nr. 15/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at minka um eftirstøður og tap fyri landskassan av meirvirðisgjaldi og forða fyri at vinnuliga kappingin verður avlagað.

Í verandi mvg-lóg verða ávís krøv sett í sambandi við skráseting av virkjum, har eigari, stjóri ella nevndarlimur frammanundan hevur verið partur av virki, ið er farið konkurs, og har landskassin hevur havt stór tap. Hetta uppskotið mælir til at víðka hesi krøv til eisini at vera galdandi, tá hesir persónar yvirtaka eitt frammanundan skrásett virki.

Skotið verður eisini upp, at TAKS fær heimild at tvingsilsfrámelda virki, um so er, at virkið í 3 fylgjandi avgjaldstíðarskeið ikki hevur latið inn uppgerð av meirvirðisgjaldi.

Um virki heldur fram ella byrjar rakstur, hóast skrásetingin er tikin aftur ella noktað, verður skotið upp, at TAKS fær heimild at áseta persónliga ábyrgd móti virkisleiðsluni. Mælt verður eisini til, at skuld og innkrevjingarkostnaður kunnu verða kravd inn fyrisitingarliga, ístaðin fyri at TAKS má úttaka stevning móti leiðsluni í hvørjum einstøkum føri.

---

Løgtingsmál nr. 16/2011: Uppskot um tøkniliga umlegging av skattaskipanini

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at geva landsstýrismanninum við fíggjarmálum heimild at fáa gjørt eina tøkniliga umlegging av skattaskipanini.

Skattaskipanin hjá TAKS varð ment av P/F Elektron miðskeiðis í áttatiárunum. Skipanin bleiv tá eisini brúkt av peningastovnunum, men peningastovnarnir hava flutt veitara og brúka ikki longur føroysku skipanina.

Útrokningar hjá Elektron vísa, at um einki verður gjørt, hækka rakstrarkostnaðurin hjá TAKS úr 5 mió. kr. í 2010 upp í 6,9 mió. kr. Tá umleggingin er liðug, verður árligi rakstrarkostnaðurin 3 mió. krónur.

Um rakstrarkostnaðurin skal haldast niðri, er einasti møguleiki at umleggja til aðra bíligari tøkni.

P/F Elektron metir, at umleggingin kann gerast fyri 25 mió. krónur.

---

Løgtingsmál nr. 17/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið fram.

Í 2006 gjørdi ein minniluti í Fíggjarnevndini eitt broytingaruppskot til løgtingslógina um kapitalvinningsskatt, sum gav privatpersónum loyvi at draga rentur frá, ið stavaðu frá lánum, ið vóru tikin til keyp av virðisbrøvum.

Landsstýrið heldur tað vera skeivt, at tað almenna umvegis skattalóggávuna eggjar fólki til at skuldbinda seg til spekulatiónskeyp av virðisbrøvum. Tí verður skotið upp, at nevndi frádráttarmøguleiki verður strikaður.

Uppskotið er bert galdandi fyri nýggj lán. Rentur av lánum, ið longu eru tikin til keyp av virðisbrøvum, kunnu framhaldandi verða drignar frá á kapitalvinningssjálvuppgávuni.




9. august 2011

Løgtingsmál nr. 10/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.

Helena Dam á Neystabø hevur lagt uppskotið fram.

Endamálið við uppskotinum er at skipa Føroyar í færri kommunur. Hetta skal millum annað gerast, fyri at minka um munin á fíggjarligu og umsitingarligu orkuni, sum er ímillum kommunurnar í dag, soleiðis at tað verður møguligt at flyta fleiri øki til kommunurnar at umsita.

Fyri tær kommunur, sum ikki hava lagt saman sjálvboðið innan 1. juni 2012, ger landsstýrismaðurin uppskot um samanleggingaravtalu, soleiðis at á kommunuvalinum á heysti 2012 verða vald 7 ella 8 nýggj kommunustýri at taka við 1. januar 2013 í samanløgdu kommununum.

---

Næstu málini á skránni eru øll partur av einum samlaðum lógarpakka, sum hevur til endamáls at leggja eldrarøktina út til kommunurnar at umsita. Av tí at øll uppskotini hoyra saman, verða tey á tingfundinum viðgjørd sum eitt samlað uppskot.

---

Løgtingsmál nr. 5/2011: Uppskot um at seta lógina um uppihald á stovni o.l. úr gildi.

Rósa Samuelsen hevur lagt uppskotið fram.

Eftir verandi skipan, fáa allir pensjónistar, sum eru á bústovnum, ellis- og røktarheimum, á sjúkrahúsi ella sálarsjúkrahúsi í meira enn 6 mánaðir, niðursetta pensjón (vanliga kallað “lummapengar”). (Hetta er tó ikki galdandi fyri tey, sum búgva á sambýlum, og Sandoyggin er eisini undantikin hesi reglu).

Eftir hesum uppskotinum skulu allir pensjónistar (eisini fyritíðarpensjónistar) fáa vanliga pensjón, uttan mun til, um teir búgva á stovni ella heima. Men búgva teir á stovni, skulu teir rinda fyri uppihaldið.

Við hesum verða allir pensjonistar í Føroyum, heimabúgvandi og á stovni, javnsettir og fáa somu rættarstøðu, tá tað snýr seg um fíggjarlig viðurskifti.

---

Løgtingsmál nr. 6/2011: Uppskot um broyting í lóg um almenna forsorg.

Rósa Samuelsen hevur lagt uppskotið fram.

Við hesum uppskotinum verður heimildin at veita bútilboð og uppihald á røktarheimi og sambýli, flutt til kommunurnar.
Landið hevur, sum er, yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum, men skipanin við sjálvognarstovnum og stuðulsskipanin til bygging av bútilboðum, eru við til at skapa eitt ógreitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og millum sjálvsognarstovnar og land.

Tænastustøðið er eisini rættiliga ymiskt frá øki til øki í landinum, og tað er óheppið, tá tað er landið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina.
    
---

Løgtingsmál nr. 7/2011: Uppskot um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Rósa Samuelsen hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið hongur saman við tingmáli nr. 5/2011. Í sambandi við at pensjónistar á stovni nú skulu hava fulla pensjón og gjalda fyri uppihaldið á stovni, verður við hesum uppskotinum lagt afturat, at giftir pensjónistar, har annar ella báðir hjúnafelagarnir flyta á stovn, skulu hava somu pensjónsupphædd sum stakir pensjónistar. Samstundis verður gjaldsskipanin broytt, soleiðis at hesir pensjónistar eisini koma at rinda fyri uppihald, sum vóru teir stakir.

Ein onnur broyting, sum kemur við hesum uppskotinum, er, at freistin fyri, nær landsstýrismaðurin skal kunngera javnaðu almannaveitingarnar verður framskundað ein mánað (frá 1. januar til 1. desember).

---

Løgtingsmál nr. 8/2011: Uppskot um at seta út gildi løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.

Rósa Samuelsen hevur lagt uppskotið fram.

Skotið verður upp, at lógin um eldrarøkt í Sandoynni, verður sett úr gildi 1. januar 2014.

Eldrarøktin á Sandoynni er skipað eftir serligum reglum, sum upprunaliga var ein royndarskipan.
Skipanin sum nú verður sett í gildið fyri alt landið, har búfólk fáa fulla pensjón og rinda fyri uppihaldið, hevur verið brúkt á Sandoynni síðani 1997. Nú skipanin verður broytt, er ikki longur  neyðugt at hava eina serstaka skipan fyri Sandoynna.

---

Løgtingsmál nr. 9/2011: Uppskot til samtyktar um at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita.

Rósa Samuelsen hevur lagt uppskotið fram.

Hetta uppskotið er partur av samlaða pakkanum, sum fevnir um kommunusamanleggingar, forsorgarlóg, eldrarøkt, uppihald á stovni, almannaveitingar og eisini er eitt uppskot um sjúkrahúsverkið partur av pakkanum. 

Landsstýrið heitir við hesum á løgtingið um at taka undir við
• at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2014
• at gjørd verður ein rammulóg fyri eldrarøktina, sum greitt ásetir ábyrgd og skyldur innan eldrarøktina
• at umleggingin verður skipað við støði í tí arbeiðssetningi og tíðarætlan, sum skotin er upp.



4. august 2011:

Tingmál nr. 1/2011 Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður hevur lagt uppskotið fram.

 

Uppskotið hevur tvey endamál:

1.      at áseta fiskidagar fyri komandi fiskiár

2.      at leggja høvuðsbólkarnar 1 (lemmatrolarar) og 2 (partrolarar) saman.

 

Ein langtíðarsemja er gjørd millum samgonguflokkarnar, Tjóðveldi og Framsókn, um at øll veiða, veidd í føroyskum sjóøki, í seinasta lagið í 2015 skal verða fiskað samsvarandi búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggum krøvum. Hetta merkir, at vísindaligu tilráðingarnar skulu fylgjast.

 

Landsstýrismaðurin hevur fingið tvey tilmæli. Fiskikdaganevndin mælir til óbroytt tal av fiskidøgum, meðan Havstovan mælir til at lækka fiskidagatalið millum 10 og 25%.

 

Landsstýrismaðurin skjýtur upp at dagatalið verður broytt soleiðis: Hjá bólkunum:

1 og 2 (trolarar)

3 (línuskip yvir 110 tons)

4T (útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu

verður dagatalið lækkað við 10 prosentum.

 

Hjá bólkinum

                      4A (útróðrarbátar millum 15 og 40 tons)

4B (útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu)

5 (útróðrarbátar undir 15 tons)

verður dagatalið lækkað við 20 prosentum.

 

Orsøkin til at bólkarnir 1 og 2 verða lagdir saman er, at veiðumynstrið hjá lemmatrolarunum er broytt, soleiðis at teir nú fyri stóran part veiða somu fiskasløg sum partrolararnir.