Hugleiðingar

Lámur

(hesa greinina havi eg skrivað til leikskránna hjá StÍF í 2009).


Millum hondbóltsspælarar verður tað roknað sum ein dygd at vera lámur, men so man eisini alt vera sagt um fyrimunirnar av tí. Á flestu økjum í samfelagnum er tað sjálvdan ein fyrimunur at brúka vinstru hond.

 

Hetta við at vera lámur, sær út til at vera arviligt. Pápi mín, beiggi mín og sonur mín eru allir lámar. Teir brúka vinstru hond, har sum vit onnur vildu brúkt høgru. Men okkurt undantak er tó frá hesi reglu.

 

Sonurin brúkar bara vinstru hond, men beiggi mín kastar av eini ella aðrari orsøk við høgru hond, hóast hann ger alt annað við vinstru hond (so fyrimunin sum hondbóltsspælari hevur hann ikki).

 

Pápi mín, sum størsta partin av sínum lívi hevur arbeitt sum handverkari, brúkar vinstru hond til alt, uttan at skriva. Hann er nevniliga frá teirri tíðini, tá føroyski fólkaskúlin ikki bjóðaði undirvísing í skriving við vinstru hond.

 

Lærarar tá í tíðini brúktu nógva orku til eitt so nyttuleyst stríð, sum at fáa lámar at skriva við høgru hond. Onkuntíð eydnaðist tað at flyta blýðantin yvir á høgru síðu, men hondskriftin bleiv sjálvdan nakað at reypað av. Og hvat hevði tað gjørt, um teir sluppu at brúka vinstru hond? Er tað ikki bara ein spurningur um at laga seg eftir umstøðunum?

 

Tá eg fór í 1. flokk, kom eg at sita við síðuna av einum dreingi, sum var lámur. Hann sat á høgru síðu á skúlabeinkinum, og eg á vinstru, so vit skumpaðu illa undir hvønn annan, tá báðir, við álboganum á borðinum, royndu at klóra teir fyrstu bókstavirnar niður á pappírið. Men vit loystu trupulleikan við at býta um pláss.

 

Onkuntíð skal bara ein einføld praktisk loysn til, fyri at innrætta samfelagið til fólkið, heldur enn at broyta fólkið eftir samfelagnum.

 

Pápi mín hevur ongantíð verið ítróttarmaður, so hann hevur ikki havt nakran fyrimun av at kasta við vinstru hond. Beiggi mín hevur í avmarkaðan mun spælt hondbólt, men hann kastar við høgru hond, so hann fekk heldur ikki tann fyrimunin við. Men sonurin spælir hondbólt við vinstru hond, so hann kann brúka fyrimunin við at vera lámur. So hóast eg ikki kann reypa av, at tey ítróttarligu genini koma frá mínari síðu, so eigi eg kanska mín part í láminum - og tað ætli eg mær ikki at broyta.