Hugleiðingar

Sera sera sera...

(skrivað til leikskránna hjá StÍF í mars 2009) 

 

Spurnarkappingin ”Á quiztinum” (stavað q-u-i-z.... - skipað eftir kubbleisti o.s.fr.) er liðug á hesum sinni. Ein sera... - fyri ikki at siga sera, sera, sera hugnalig sending.

Tað sum sendingin er kendast fyri, eru ikki spurningarnir ella luttakararnir, men harafturímóti er hon kend fyri orðini hjá vertinum, um at alt er so sera, sera, sera -eitt ella annað.

Orðið sera verður brúkt fyri at leggja áherðslu á orðið, sum kemur aftaná. Eitt sera vakurt hús, er vakrari enn eitt hús, sum bara er vakurt. Men eins og í pengaverðini, so verða orð eisini rakt av inflatión. Tá tú hevur brúkt orðið ”sera” í eina tíð (og alt er blivið ”sera”), so missir herðingin sítt virði, og tú noyðist at leggja uppaftur størri dent á orðið, fyri at geva tí vekt. Og soleiðis endar alt við at blíva sera, sera, sera... - Bara sera er ikki nóg mikið.

Fyri nøkrum áðrum síðani arbeiddi eg við video upptøkum, og til tað keypti eg nógv tóm videobond. Men tað kundi vera líkamikið, hvørji videobond eg keypti, so stóð altíð at pakkanum at bandið var ”ekstra”, ”high”, ”super”, ”plus” ella okkurt líknandi. Tað fanst einki videoband, sum bara var eitt videoband. Alt skuldi eitast fyri at vera nakað heilt serligt. Í fyrstani virkaði hetta álitisvekjandi, men tað vardi ikki leingi, til ein skilti, at talan var um reyp við ongum innihaldi.

Einaferð itu øll bingo ”risabingo”. Onkur hevði funnið uppá at kalla eitt bingo við hesum navninum, og so vardi ikki leingi, til øll brúktu tað. Men tað doyði burtur aftur, helst tí at fólk funnu útav, at navnið broytti einki.

Fyri nøkrum árum síðani kom eg inn á eina bensinstøð, har eg sá eina áhugaverda yvirskrift í einum blaði. Eg keypti blaðið, men greinin var ikki líka spennandi sum yvirskriftin. Nakað seinni sá eg eina aðra útgávu av sama blaði, við eini líka spennandi yvirskift. Eg keypti blaðið, men kendi meg aftur snýttan. Greinin livdi ikki upp til yvirskriftina. Triðju ferð eg sá eina spennandi yvirskrift í blaðnum, keypti eg tað ikki.

Tað virkar einaferð og kanska tvær ferðir at lokka fólk við yvirskriftum, sum flúgva langt omanfyri innihaldið í greinunum. Og tú kanst lokka fólk nakrar ferðir á bingo, við at kalla tað risabingo, men øll duga við tíðini at gjøgnumskoða, um innihaldið fylgir yvirskriftini ella ikki.

Hetta er mín seinasta grein í leikskránni fyri henda veturin, so eg fari at nýta høvið at ynskja øllum eitt sera, sera, sera, sera, sera gott summar.