Hugleiðingar

Hvussu nógv kostar eitt steyp ?

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so var langt ímillum steypini í Føroyum. Sást tú eitt av hesum blonku metalíløtum standa á onkrari hill, so kundi tú vera vísur í, at ein ítróttarhetja var onkrastaðni nærhendis.

Ítróttarfeløgini kundu eiga eina lítla samling av steypum, men tað var ikki sum at siga tað at fáa fatur á teimum. Felagið skuldi hava vunnið okkurt meistaraheiti trý ár á rað, ella skuldu tað hava vunnið fimm ferðir tilsamans. Eitt øðiligt stríð og knoss lá aftanfyri hvørt einasta steypið.

Ikki er undarligt, at steypini tá í tíðini stóðu væl goymd í skápum handan lás og slá.

Men eins og við V4, so er eisini hetta við steypum blivið “so nógv lættari”. Nú ganga børn við bronsuheiðursmerkjum um hálsin, og tá tú spyrt, hvaðani tey hava fingið hetta, so er svarið, at tey hava verið við í onkrari kapping, har einans trý lið luttóku, men av tí at tey taptu alt ið tapast kundi, fingu tey bronsu.

Góðar treytir má sigast. Tú fært gull fyri at vinna og bronsu fyri at tapa. Høvdu bara tvey lið verið við í kappingini, so hevði taparalønin verið úr silvuri - fyri ikki at tala um hvat hevði hent, um hitt liðið ikki møtti.

Ikki tí – tað er sjálvsagt spennandi hjá børnum at vinna heiðursmerki, um enn tey kunnu vera lætt keypt, so eg skilji væl endamálið við heiðursmerkjunum. Men tað eru ikki bara børn sum vinna steyp og heiðursmerki av hesum slagnum.

Fyri nøkrum árum síðani kom eg inn í eini hús, har maðurin hevði gjørt eina hill í køkinum, sum stóð til at bogna av steypum. Eg hugsaði við mær sjálvum, at hesin maðurin mundi vera ein av aldarinnar ítróttarlegendum, men so var ikki. Hann hevði bara verið við í nøkrum sjavskappingum, har bæði nummar 1, 2 og 3 fingu steyp til ognar hvørja einastu ferð. Og av tí at tilvildin hevði blandað honum nøkur góð kort í hondina, so hevði hann vunnið hópin av steypum. Hann hevði longu yvirhálað fleiri av landsins ítróttarfeløgum, og nú hevði konan nokk við at pussa øll steypini, sum hann var í ferð við at fylla húsini við.

Eitt steyp, sum er vunnið við sveitta og stríði, er ein heiður og eitt prýði. Men kanska skulu vit so smátt fara at ansa eftir, at vit ikki gera øll hesi heiðursmerkini og lætt vunnu steypini til tað bera órudd. Tí lættari tað er at vinna eitt steyp, minni hevur tað í virði.