Hugleiðingar

Goymið ta gomlu telefonbókina

(hetta havi eg skrivað til leikskránna hjá StÍF í 2009)

Ein dagin, eg var til arbeiðis, skuldi eg av eini ella aðrari orsøk hava fatur á fyritøkuni, sum í eitt mannaminni hevur itið ”Farodane”. Eg blaðaði upp í telefonbókini undir bókstavin F, men eg fann einki Farodane.

Eftir at hava leitað eina góða løtu, kom eg í tankar um, at fyritøkan hevði skift navn. Men hvat var nú tað nýggja navnið? Eg royndi at ”leggja høvdið á blot”, men kundi ikki koma fram á, hvat tað nýggja navnið var. Tað var okkurt við at fleiri fyritøkur løgdu saman og fingu eitt felags navn, sum so aftur var splittað sundur í tvær deildir. Men hvussu var tað nú?

Ein av fyritøkunum í samanleggingini helt eg var Com Data, so eg blaðaði til bókstavin C, men har var heldur einki Com Data at finna.

Men so fann eg uppá ráðini. Har lá ein gomul telefonbók, og í henni æt Farodane framvegis Farodane, og soleiðis fekk eg loyst gátuna tann dagin.

Tá skilti eg, hvussu gott tað kann vera at eiga eina gamla telefonbók, nú tað er hægsti móti millum fyritøkur at skifta navn.

Fyrr vórðu tær gomlu telefonbøkurnar tveittar í skrellispannina, so skjótt sum ein nýgg í røðini kom inn um dyrnar. Men tann týðin er farin. Tann gamla telefonbókin hevur øll tey kendu nøvnini, sum tann nýggja ikki hevur, so hon hevur fingið eitt stórt virði. Har eitur Magn framvegis Shell og Effo eitur Statoil. Dugni eitur Alv og Taks eitur Toll og Skatt. Ja skjálvt Jógvan Óli á Fríðriksmørk eitur Frederiksberg (men tá skal bókin vera nokkso gomul).

So míni ráð eru: Goymi ta gomlu telefonbókina – helst í fleiri eintøkum, tí hvør veit...? Kanska verða gamlar telefonbøkur ein góð søluvøra í framtíðini.