Tíðargrein

Ein spurningur um alt ella einki

Spurningurin um hjúnabandslógina hevur enn einaferð megnað at sprongt eina samgongu. Hesaferð lat skotið bara bíða eftir sær í ein dag, og enn einaferð fingu vit prógvað, at tað er spurningurin um rættindi hjá samkyndum, sum meira enn nakað annað skapar skilna í føroyskum politikki.

Nýggja samgonguskútan hevði nóg illa lagt frá landi, tá boðini bórust um, at tann fyrsti tinglimurin longu hevði mynstrað av skipinum. Talan var um ein atkvøðuslúk, sum undan valinum hevði lovað veljarunum, at hon fór at pussa ta reyðu lanternuna í bakborði, soleiðis at eingin ivi skuldi vera um, hvørja kós samgongan fór at halda.

Men longu fyrsta dagin bleiv skútan undirmannað. Grundgevingin fyri at mynstra av var, at tingkvinnan kundi ikki góðtaka at vera partur av einum flokki, har ”ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum” ráddi, sum tað stóð í fráboðanini. So mátti lanterna heldur vera lanterna, og kós vera kós, tí einki hevði so stóran týdning, sum rætturin hjá samkyndum at giftast.

Avleiðingin bleiv í fyrsta umfari ikki so ógvuslig, tí ein onnur tingkvinna traðkaði inn á dekkið í stýriborð og harvið taldi manningin aftur 17, men fáar dagar seinni hoppaði eisini hon uppum lúnningina og var farin.

Tað sum hendi er enn eitt dømi um, at spurningurin um rættindi hjá samkyndum er tað sum meira enn nakað annað kloyvir føroyskan politikk. Tað hevur nevniliga víst seg søguliga, at samgongur í Føroyum kunnu ríða mangan stormin av sær, men ósemjur um samkynd klára tær ikki.

Hví er tað so? Hví kunnu føroyingar ikki semjast um henda spurningin? Og hvussu ber tað til, at tað heldur ikki er møguligt at fáa eitt sakligt kjak um hetta evnið?

Skilja ikki hvønn annan
Svarið liggur millum annað í, at summi byggja sína støðu á átrúna, meðan onnur byggja á heilt onnur virði, og tað er næstan ómøguligt at fáa saklig kjak út frá so ymiskum fortreytum.

Slíkar ósemjur har partarnir ikki skilja hvønn annan, kenna vit millum annað frá tekningunum av Muhamed profeti. Annar parturin skilir ikki, hví hin parturin skal leika so í um nakrar sakleysar tekningar, men fyri hin partin eru tekningarnar als ikki sakleysar.

Sjálvsagt er tað ikki í lagið, at tekningarnar hava fingið tær ræðuligu avleiðingarnar, sum tær hava fingið, men hví skulu vit úr kristna heiminum traðka á trúnna hjá muslimum, tá tað einasta vit fáa burturúr er øsing? Hví skulu vit ikki vísa virðing fyri tí, sum er heilagt fyri onnur, hóast vit ikki eru samd?

Kjakið er koppað á høvdið
Fyri rættiliga mong í okkara landi er hjúnalagið millum mann og konu heilagt, og ætlaðu broytingarnar kennast tí fyri hesi sum ein vanvirðing av tí heilaga. Men her hevur tað eydnast at koppa kjakinum á høvdið, soleiðis at tað sum fyrr var ónormalt er nú vorðið normalt, meðan tey sum ikki taka undir við samkyndum hjúnalagi verða gjørd til nøkur ræðulig, forstokkað miðaldarmenniskju, eisini nevnd ”homofobar”.

Ein ”fobi” er ein sjúklig og ofta ógrundað ræðsla. So tá sagt verður, at summir føroyingar eru homofobiskir, so merkir tað, at teir eru sjúkligir ella ónormalir og treingja til hjálp. Tey sum harafturímóti taka undir við at broyta hjúnabandið, eru nú tey normalu. Tey eru júst so sum moderna vesturlendsk menniskju eiga at vera.

Hugburðsbroyting
Tann 5. mai í ár bleiv ein maður vístur út úr einum umklæðingarrúmi í eini svimjihøll í Viborg. Maðurin hevði framt ”juridiskt kynsskifti”, tað vil siga, at hann var alment skrásettur sum kvinna og hevði eisini fingið kvinnuligt p-tal. Hann fór tí inn í umklæðingarrúmið fyri kvinnur, har allar kundu síggja, at tann sum stóð undir brúsuni var ein nakin maður. Tað funnu kvinnuligu svimjararnir seg ikki í, og tí varð hann vístur inn í umklæðingarrúmið fyri avlamin. Men hetta góðtók hann ikki, tí, sum hann segði ”Det er jo klokkeklar diskrimination, hvis en kvinde ikke kan få lov til at være i omklædningsrummet. Hvem sætter grænserne for, hvordan en kvinde må se ud?”

Maðurin var giftur við eini kvinnu, og saman áttu tey tvey børn. Men síðani juridiska kynsskiftið hevði hann kallað seg samkyndan, tí hann livdi saman við ”eini aðrari” kvinnu.

Tað má sigast at vera eitt bragd at hava klárað at snara hugburðinum í fólkinum so nógv, at tey sum halda hetta vera normalt eru sjálvi normal, meðan tey sum halda nakað annað líða undir eini fobi.

Eingin munur á kirkjuligari- og borgarligari vígslu
Sum liður í arbeiðinum at fáa framt eina líðandi broyting í hugburðinum hjá føroyingum, verur í kjakinum um hjúnabandslógina stórur dentur lagdur á at siga, at talan skal bara vera um borgarliga vígslu.

Eg møti nokkso ofta fólki, sum siga, at tey hava einki ímóti borgarligari vígslu av samkyndum, men at tey eru ímóti, at tveir menn ella tvær kvinnur fara leiðandi inn eftir kirkjugólvinum.

Í veruleikanum er eingin munur á kirkjuligari- og borgarligari vígslu. Umhvørvið er ikki tað sama, og tann sum giftur er heldur ikki tann sami, men tað sum annars hendir er júst tað sama.

Seinnu árini er blivið vanligt, at fólk vilja giftast úti í náttúruni. Um ein prestur tekur sær av eini slíkari vígslu, er talan tá um kirkjuliga vígslu ella borgarliga vígslu? Annaðhvørt eru fólk gift ella eru tey ógift. Um vígslan var í eini kirkju, hjá einum sýslumanni ella fyri tann skyld uppi á Slættaratindi, broytir ikki hjúnalagið.

Tað kann heldur ikki vera nakar ivi um, at um borgarlig vígsla av samkyndum verður loyvd í Føroyum, so gongur sera stutt tíð, til kirkjulig vígsla eisini verður loyvd. Soleiðis hevur gongdin verið í okkara grannalondum, og hví skuldi tað verið øðrvísi í Føroyum? Har er jú eingin munur.

Fáa allan pakkan
Tað er ikki uttan grund, at tey sum tala fyri rættindunum hjá samkyndum at giftast, leggja so stóra orku í at siga, at tað skal bara vera borgarlig vígsla. Tey vita jú, at talan er um sama slag av hjúnabandi og at lopið frá borgarligari vígslu til kirkjuliga vígslu er bara ein spurningur um tíð. Tey vita eisini, at tað er lættari – í fyrsta umfari – at fáa undirtøku fyri borgarligari vígslu. Fólk halda jú, at um henda broytingin verður framd í hjúnabandslógini, so verður friður um tað málið, men her fara tey skeiv. Málið endar ikki her.

Rætturin at ættleiða børn kemur sama dag, sum borgarlig vígsla verður loyvd, og næsta stigið verður vígsla í kirkjum og samkomum. Tað reisir beinan vegin spurningin, hvat skal henda við teimum prestunum sum nokta at gifta tvey av sama kyni. Síðani verða tað spurningarnir um kunstigan gitna, og hvat børnini skulu læra í skúlunum um kynslívið, ið verða settir á skrá. Juridiskt kynsskifti og annað líknandi verður eisini við í pakkanum. Soleiðis hevur gongdin verið í okkara grannalondum, og um nakað talar fyri, at gongdin verður øðrvísi í Føroyum, so áttu forsprákararnir í hvussu so er at givið okkum eina góða grundgeving fyri, hví so skuldi verið.

Uttan iva finnast nógvar grundgevingar bæði fyri og ímóti borgarligari vígslu av samkyndum, men vit mugu ikki billa okkum inn, at tað ber til at fáa bara ein part av køkuni. Her verður talan um alt ella einki, og tað er tað, vit skulu taka støðu til.