Vit hoyra dagliga um almennar pengar sum mangla. Politikarar siga seg vilja hjálpa bæði hesum og hasum samfelagsbólkinum, men tíverri eru pengarnir ikki tøkir. Fíggjarlógin hevur stórt undirskot.
Men samtíðis vita vit, at landskassin, uttan nakrar trupulleikar, kann fáa fatur á meira enn 200 mió. krónum árliga, um bara viljin er til staðar.
Vit hava eina avtalu við Danmark, um at statskassin skal gjalda fyri danska partin av málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin. Men í 2002 gjørdi táverandi landsstýri av at fastfrysta blokkstuðulin. Tað merkir, at føroyingar nú gjalda fyri málsøki, sum danir eiga at gjalda fyri. Hesin skeivleikin má rættast.
Fyri tveimum árum síðani segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, í samrøðu við Sosialin, at tað hevði verið skomm at biðið danir hækkað blokkin aftur.
Eg eri ikki samdur við honum. Sjálvandi skulu vit rinda fyri málsøkini, sum vit hava yvirtikið, men rokningin fyri tað, sum ikki er yvirtikið, skal ikki sendast til føroyskar skattgjaldarar.
200 mió. krónur eru heili 14 prosent av tí, sum eg og tú gjalda í landsskatti.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Strendur