Tingsetan 2021-2022

Talgilding av blaðsavninum á Landsbókasavninum

Munnligur fyrispurningur til Jenis av Rana, landsstýrismann. 

Spurningar:

  1. Verður arbeitt við at leggja nýggjastu føroysku tíðarritini í savninum á Landsbókasavninum út á alnótina?
  2. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt?

Viðmerkingar:

Fyri nøkrum árum síðani fór Landsbókasavnið undir at leggja gomlu føroysku bløðini út á alnótina. Hetta hevur verið ein stórur fyrimunur fyri tey, ið skriva um søguligar hendingar, og fyri fólk annars, ið hava áhuga í gomlum tilfari.

Fyrr var vanligt, at fólk sótu á Landsbókasavninum og leitaðu í blaðsavninum, men nú kunnu hesi fólkini sita heima hjá sær sjálvum og gera hetta arbeiðið.

Størsti fyrimunurin við nýggju skipanini er, at nú er ikki neyðugt at blaða ígjøgnum alt tilfarið, fyri at finna onkra ávísa hending, tí nú ber til at nýta eina leitiskipan, har tú kanst skriva eitt orð ella eitt navn, og so finnur skipanin øll bløðini fram, har hetta orðið ella navnið verður nevnt.

Landsbókasavnið hevur lagt flestu føroysku bløðini, fram til 1999, út á alnótina, og ætlanin var eisini at leggja nýggjari bløð út, men tað arbeiðið er ikki komið víðari.

Eg vil tí spyrja landsstýrismannin, um ætlanir fravegis eru um at fáa nýggjaru bløðini út, og um so er, nær kann roknast við, at tað verður gjørt?

 

Á Løgtingi, 2. September 2021
Helgi Abrahamsen

 

Óljóð frá skipum

Ófráboðaður fyrispurningur til Magnus Rasmussen, landsstýrismann:

 

Á nýggjárinum komu nýggju markvirðini fyri óljóð frá skipum í gildi. Hetta skal eftir ætlan bøta um trupulleikan av óljóði hjá teimum sum búgva nær við havnarløgini.

Fyrstu tíðina verður markvirðið 58 desibel um náttina og 60 desibel um dagin (mált við ljóðkelduna), men hesi mørkini skulu so at lækka so líðandi tey komandi árini.

Men felagið Heimafriður sigur, at kommunurnar fylgja ikki reglunum, men brúka tær fyri at rættvísgera óljóð á havnarløgunum heldur enn at verja grannarnar hjá havnunum.

Kennir landsstýrismaðurin til ljóðmátingarnar sum eru gjørdar við havnirnar, og veit hann um tað er so sum Heimafriður sigur?

 

Lýsingar fyri øli og rúsdrekka

Fyrispurningur um lýsingar fyri øli og rúsdrekka, settur Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

Spurningar:

  1. Er tað loyvt at seta lýsingar í føroysku fjølmiðlarnar fyri sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka?
  2. Er tað loyvt at skriva tíðindi á føroysku portalunum og bløðunum, ella at gera innsløg í útvarpi og sjónvarpi, har sagt verður frá, at eitt nýtt slag av øli ella brennivíni er komið á marknaðin, hvørjum tað smakkar av, í hvørjum sambandi tað hóskar seg best at verða drukkið, hvat tað kostar, og hvussu sterkt tað er?
  3. Hvør er ítøkiligi munurin á tíðindum og lýsingum fyri somu framleiðslu?

Viðmerkingar:

§ 19 í rúsdrekkalógini sigur, at øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin. Men næstan hvørja ferð tá nakrar fløskur av føroyskum whiskey ella okkurt nýtt slag av øli koma á marknaðin, so stendur tað á portalum og eru tíðindi ella partur av onkrari sending í Kringvarpinum. Tað eru fáar vørur sum fáa so góða reklamu í tíðindarenslinum hjá miðlunum sum øl og rúsdrekka. Men samtíðis er tað ólógligt at hava lýsingar við somu vørum í somu miðlum. Hetta reisir spurningin nær tað verður roknað sum lýsing, og um ókeypis lýsingar, ið verða kallaðar tíðindi, eru lógligar, meðan lýsingar við somu vørum, (ið framleiðarin skal gjalda fyri), eru ólógligar.

 

Á Løgtingi, 4. mars 2022

Helgi Abrahamsen

Russar og ukrainar í Føroyum


§ 52a í fyrispurningur, settur Bárði á Steig Nielsen, løgmanni

Spurningar:

  1. Eru Føroyar fyrireikaðar til møguligar illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum?
  2. Hvat hevur landsstýrið gjørt – ella ætlar at gera, fyri at fyribyrgja slíkum støðum?

Viðmerkingar:

Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina. Samtíðis hevur landsstýrið tikið støðu til, at vit í fyrsta umfari ikki fara at seta russiskum skipum forboð ímóti at koma í føroyskar havnir.

Hetta merkir, at vit í komandi tíð fara at hava fólk úr báðum fíggindalondunum, Russlandi og Ukraina, í Føroyum. Hesi londini eru í kríggi, og tað kann lættliga henda, at illstøður kykna, har annar parturin vil hevna seg inná hin. Tað kann seta Føroyar í eina óhepna støðu. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, 12. apríl 2022

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Endurvenjing

§ 52a í fyrispurningur, settur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni.

Spurningar: 

  1. Hvør er orsøkin til, at fólk ið fáa skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum?

Viðmerkingar:

Nógv fólk standa á bíðilistum til at fáa skurðviðgerðir av ymiskum slagi. Tað er ikki óvanligt, at hesi fólkini hava egna trygging, ið gevur teimum rætt til at fara aðrastaðni at fáa skurðviðgerðina framda.

Men undirritaði hevur sæð dømi um, at fólk ið hava umhugsað henda møguleikan, hava fingið at vita frá heilsuverkinum, at um tey velja hesa loysnina, so missa tey rættin til endurvenjing í heilsuverkinum.

Fyri tann sjúka kann bíðitíðin vera trupul, og tí er væl skiljandi, at fólk vilja nýta teir møguleikar ið eru, fyri at linna pínuna, men um avleiðingin er, at tey ikki fáa endurvenjing, so skulu tey velja ímillum skurðviðgerð beinan vegin uttan endurvenjing, ella at ganga við pínu, fyri at tryggja endurvenjingina seinni.

Tí verður spurt, hvør orsøkin er til hesa støðuna hjá heilsuverkinum.

 

Á Løgtingi, 17. mai 2022

Helgi Abrahamsen

Ednurvenjing (uppfylgjandi spurningur)

§ 52a í fyrispurningur, settur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni.

Spurningar: 

  1. Skal svarið til § 52a fyrispurning nr. 52-192/2021 skiljast soleiðis, at allar privatar sjúkratryggingar bjóða sjúklingunum endurvenjing, um hetta verður mett neyðugt?
  2. Skal svarið skiljast soleiðis, at allir sjúklingar, sum hava fingið viðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, og sum hava tørv á endurvenjing, men sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa tilboð um hetta frá síni trygging, fáa tilboð um endurvenjing frá heilsuverkinum?
  3. Hvussu verða sjúklingarnir kunnaðir um hetta?

Viðmerkingar:

Fyri nøkrum vikum síðani setti eg ein § 52a fyrispurning um endurvenjing (tingmál nr. 52-192/2021). Spurt varð, hvør orsøkin er til, at fólk ið fáa skurðviðgerð aðrastaðni enn í føroyska heilsuverkinum, missa rættin til endurvenjing í heilsuverkinum?

Í svarinum verður sagt, at flestu sjúklingar, ið velja at fara aðrastaðnis til skurðviðgerð, hava møguleikan at fáa endurvenjingina frá privatari klinikk við ávísing frá kommunulækna, og at um talan er um eina serliga kompliserað endurvenjing, sum krevst, ella endurvenjing, sum ikki finnist í privatum geiranum, kann kommunulæknin senda ávísing til Sjúkrahúsverkið um at lyfta uppgávuna.

Eg takki fyri svarið, men havi samtíðis hesar uppfylgjandi spurningarnir.

 

Á Løgtingi, 8. juni 2022

Helgi Abrahamsen

Eftirlit við festum

§ 52a í fyrispurningur, settur Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni.

Spurningar:

  1. Hevur Búnaðarstovan gjørt nakra ætlan fyri, hvussu reglulig sýn kunnu verða gjørd av festum?
  2. Hvussu nógv festisýn hevur Búnaðarstovan gjørt seinastu tvey árini?

Viðmerkingar:

Fyri tveimum árum síðani setti Heðin Mortensen, sum tá var løgtingsmaður, undirritaða, sum tá var landsstýrismaður, ein § 52a fyrispurning, har spurt varð, um nøkur skylda ella ábyrgd er hjá Búnaðarstovuni at hava eftirlit við ella vitja festi til tess at tryggja, at festibrævið er dagført?

Í svarinum til fyrispurningin varð millum annað sagt: “Búnaðarstovan hevur sambært lóg um landsjørð skyldu til at hava eftirlit við almennu festunum, ikki bara tá ið festaraskifti er. Hetta eftirlit hevur ikki virkað nóg væl seinastu árini, men stig eru tikin til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og Búnaðarstovan er biðin um at fyrireika eina ætlan soleiðis, at festisýn frameftir verða framd regluliga.”

Nú tvey ár eru liðin síðani nevndi spurningur varð svaraður verður spurt, um gongd er í málinum.

 

Á Løgtingi tann 14. juni 2022

Helgi Abrahamsen