Vælkomin á mína heimasíðu

Lívssøga

Míni fyrstu ár

Eg eri føddur tann 24. november 1966 í Fuglafirði. Tá átti eg bara eina systir, sum var 1½ ár eldri enn eg, men longu í mai 1969 átti eg eisini tveir yngri beiggjar. Seinni fingu vit eisini tríggjar systrar afturat, so systkinaflokkurin endaði uppi á sjey.

Onkursvegna haldi eg, at eg fekk um endan á eini farnari tíð. Pápi mín arbeiddi sum snikkari og mamma var heimagangandi. Vit høvdu kúgv, vit áttu ongan bil og vit høvdu heldur ikki telefon.

Serliga hatta við telefonini haldi eg lýsir væl, hvussu tíðirnar eru broyttar. Foreldrini hjá mær vildu nevniliga hava telefon, men Telefonverkið segði, at tað var betri at bíða eitt sindur, tí ætlanin var at umleggja telefonirnar til automattelefonir, - og so máttu tey bíða í eini 10 ár...

Eg fór í skúla í 1973, og eisini har fekk eg um endan á eini farnari tíð. Vit vóru nevniliga tann seinasti árgangurin, sum gekk í skúla leygardag. Men takka verið oljukreppuni, blivu skúlarnir stongdir leygardagar. Tað var heldur ikki loyvt at koyra bil sunnudagar í 1973, tí teir dýru oljudroparnir (sum kanska bara kostaðu ein tíggjundapart av tí, sum teir kosta í dag) máttu sparast.

Ommur, abbar og langomma

Bæði foreldrini hjá mær eru fødd og uppvaksin í Fuglafirði, so eg átti tvær ommur og tveir abbar í heimbygdini. Men familjurnar vóru sera ójavnar í stødd. Omma og abbi ”á Trøðni” (Thurid og Alexander Abrahamsen) áttu 15 børn, og tí vóru vit nógv ommu- og abbabørn, sum skuldu ”býta tey ímillum okkum,” so har bleiv ikki nógv í part. Í hinari familuni áttu vit, øll míni fyrstu ár, bara eitt systkinabarn í Fulgafirði. Tí áttu vit ommu og abba ”norðuri á Bakka” (Helgu og Emil Toftegaard) fyri okkum sjálvi. Og so var har í húsinum eisini tað besta av øllum - ein langomma.

Hóast eg føldi meg nærri knýttan at ommu og abba ”norðuri á Bakka”, enn teimum ”heimi á Trøð”, so skal tað als ikki skiljast soleiðis, at eg ikki eisini hevði nógvar góðar løtur saman við ommu og abba ”á Trøðni”. Serliga minnist eg ein sunnudag, tá abbi tók meg við í Góðadal, har hann var røktingarmaður. Tað er ein uppliving, sum ongantíð fer frá mær aftur.

Politikkur

Eingin landspolitikkari hevur nakrantíð verið í mínari familju, men Alexander abbi var virkin fakfelagsmaður. Hann var formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, og javnaðarmaður um ein háls. Seinni vóru fleiri av mínum pápabeiggjum/fastrum eisini virkin í fakfeløgum.

Heima víð hús tosaðu vit ikki um politikk, men eg minnist, at tá vit høvdu um Føroya Søgu í skúlanum, hevði eg stóran áhuga fyri øllum, sum hevði við politikk at gera.

Til valið í 1978 bleiv ein pápabeiggi mín uppstillaður fyri Javnaðarflokkin, meðan ein mammubeiggi bleiv uppstillaður fyri Sambandsflokkin. Eg var við á einum veljarafundi í fimleikahøllini í Fuglafirði, og mundi teljast millum tey, ið høvdu størst áhuga, hóast eg ikki var fyltur 12 ár.

Hetta var ein sera lívligur fundur, og eg kom at sita beint frammanfyri nakrar óðar menn, sum sótu og svaraðu til alla tíðina. Alexander, abbi, var orðstýrari.

Hví eg bleiv sambandsmaður og ikki javnaðarmaður, sum størsti partur av familjuni var, tað veit eg ikki rættiliga, men eg havi verið sambandsmaður, síðani eg byrjaði at fylgja við í politikki, og har havi eg altíð følt meg heima.

Ungmannafelagið Samband

Miðskeiðis í áttatiárunum var eg við til at stovna eitt lokalfelag hjá Ungmannafelagnum Samband í Eysturoy. Eg var við í einum fyrireikingarbólki og varð valdur til formann í felagnum á fyrsta aðalfundinum.

Til fólkatingsvalið í 1987 fekk Ungmannafelagið Samband loyvi at hava tvey valevni á Sambandslistanum. Vit sótu eitt kvøldið á Gamla Apoteki (sum seinni skuldi gerast mítt arbeiðspláss) og ringdu til møgulig valevni, men illa gekk at fáa nakran at stilla upp. Eg varð eisini biðin, men bar meg undan. Til endans segði eg tó, at um tann næsti, sum vit ringdu til, segði ”nei”, so skuldi eg fara á listan. Og soleiðis bleiv. Eg og Georg L. Petersen blivu uppstillaðir fyri Ungmannafelagið Samband.

Valið gekk væl. Hóast eg bert var 20 ára gamal, hevði verið lítið frammi í politiskum høpi, og var sambandsmaður mitt í eini javnaðarfamilju, so fekk eg 98 persónligar atkvøður. Hetta hevði við sær, at eg varð biðin at stilla upp til bæðið fólkatingsvalið og løgtingsvalið, sum vóru í 1988.

Á løgtingsvalinum fekk eg næstan 150 atkvøður og bleiv nummar 5 á listanum í Eysturoy. Sambandflokkurin fekk tveir tingmenn í Eysturoynni (Jógvan I. Olsen og Edmund Joensen). Men so hendi tað, at Jógvan I. Olsen bleiv landsstýrismaður, og tí kom Jákup Lamhauge inn á ting. Fjóðri maður á listanum (Jóhannes Martin Olsen) var fólkatingsmaður, so tá Edmund Joensen einaferð í mars 1990 bað um farloyvi, kom eg inn á ting. Tá var eg 23 ára gamal. So hóast eg ikki havi sitið leingi á løgtingi, so er tað meira enn ein fjóðringsøld síðani eg var har fyrstu ferð.

Nú kundi ein trúð, at leiðin lá opin inn í tað ”lovaða landið”, men so var ikki. Av ymiskum orsøkum stillaði eg ikki upp aftur á valinum í 1990, hóast eg fekk nógvar áheitanir. Eg tók meg eisini burtur úr øllum politiskum arbeiði tey komandi árini.

Flutti út á Strendur

Í 1991 giftist eg við Oddbjørg (fødd Frederiksberg), av Strondum. Onkur segði til stuttleika við meg, at tann sum fekk sær konu av Strondum, mátti flyta til Strendur at búgva, tí strandakonur skuldu vera serliga heimkærar. Um tað er so, veit eg ikki, men eg havi í hvussu so er trivist væl á Strondum øll árini.

Eg hevði mestsum avskrivað alt við politikki, tá Sofus í Selvindi, í mars 1999, bað meg koma í nevndina í Samhaldi (veljarafelagnum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy). Skipanin í Samhaldi var tann, at nevndarlimirnir umboðaðu bygdirnar/økini í oynni. Strendur áttu tveir nevndarlimir, sum tá vóru Sofus í Selvindi og Hjalgrim Poulsen. Eg játtaði og bleiv valdur á aðalfundinum fyri Hjalgrim Poulsen, sum ikki tók við afturvali. 

Floksskrivari

Um somu tíð sum eg bleiv nevndarlimur í Samhaldi, stóð ein lýsing frá Sambandsflokkinum í bløðunum, har søkt varð eftir floksskrivara. Eg søkti ikki, men tá lýsingin kom í aðru ferð, kom Hans Højgaard í Fuglafriði, sum eisini var nevndarlimur í Samhaldi, inn í Timburhandilin á Kambsdali, har eg arbeiddi tá, og spurdi, um hatta ikki hevði verið eitt arbeiði fyri meg? Eg hugsaði meg um eina løtu og tosaði við Oddbjørg um tað, og avgjørdi síðani at søkja. Eg fekk starvið og byrjaði har 10. mai 1999. Í tí starvinum var eg líka til eg bleiv tingmaður á heysti í 2008.

Trúðarlív

Trúðarlívið hevur spælt ein stóran leiklut í mínum lívi heilt frá barnsbeini av. Sum barn gekk eg, saman við mínum systkjum, trúðliga í sunnudagsskúla í missiónshúsinum í Fuglafirði. Vit gingu eisini í kirkju, og vóru onkuntíð við foreldrunum á møti í missiónshúsinum. Eg eri eisini uppvaksin við morgun- og kvøldbøn heima við hús.

Umframt hetta, plagdu foreldur míni at vera til tey møtini, sum kallaðust ”Kristur er svarið” (tað sum seinni bleiv til Føroyska Tjaldmissjónin) og vit systkini fylgdu sjálvsagt eisini við. Eg eri sostatt uppvaksin við eitt sindur av samanblanding, hvat trúðarrætningum viðvíkur. Tað hevur helst bæði verið gott og ringt. Tað er sjálvandi gott at hava eitt andaligt heim, har tú kanst siga, at her hoyri eg til. Men samtíðis havi eg lært nógv av mínum royndum, og havi sera lætt við at skilja og góðtaka tann ymiskleika, ið er ímillum trúðarrætningarnar.

Í dag rokni eg Kelduna í Skálafirði sum mítt andaliga heim. Tað eru fáir sunnudagar, at eg ikki eri har, og eg luttaki eisini aktivt í arbeiðinum. Men einasta stað, har eg standi skrásettur sum limur, er í fólkakirkjuni. 

Einaferð á heysti í 2011 bleiv eg spurdur, um eg kundi avloysa sum organistur í Sjóvar kirkju. Tað játtaði eg, og síðani tá havi eg spælt har javnan. Tað dámar mær sera væl. 

Um familjuna

Foreldur:

Óli Abrahamsen

Sólrun Abrahamsen

Systkin:

Turid Joensen, Hoyvík

Emil Abrahamsen, Skála

Hans Kristian (Gissa) Abrahamsen, Oyri

Ásbjørg Abrahamsen, Keypmannahavn

Maria á Boðanesi, Fuglafjørður

Mirjam Høj, Strendur