Skrivligur fyrispurningur
til
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu,
viðvíkjandi stuðli til bygging av eldrasambýli í Sjóvar kommunu
-
Hvussu stórur er samlaði tørvurin, og bráðfeingis tørvurin, á eldrabústøðum í Føroyum?
-
Hvussu stórur partur av hesum
er í Eysturoynni?
-
Hvussu stórur partur av tørvinum, og bráðfeingis tørvinum, er í Sjóvar kommunu?
-
Verður eldraøkið
lagt út til kommunurnar í hesum árinum?
-
Fer landsstýrið at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið
til kommunurnar at umsita?
-
Um málsøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, og stuðulslán ikki verða latin, roknar landsstýriskvinnan so við, at fleiri eldrabústaðir
fara at verða gjørdir í Føroyum tey komandi árini?
Viðmerkingar:
Sjóvar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan um at byggja eldrasambýli
til sínar eldru borgarar, og hevur í tí sambandi søkt landsstýrið um stuðul til endamálið.
Men boðini úr landsstýrinum hava alla tíðina verið, at bíðast
má eftir ”næstu rundu” við útbjóðing av stuðulslánum til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.
Í 2007 samtykti Løgtingið uppskot um at greina tørvin á
eldrasambýlisplássum í Sjóvar kommunu, ið eisini skuldi fevna um gerontopsykiatriskar íbúðir og íbúðir til vaksin við menningartarni.
Bíðast mátti tó til
”næstu rundu” við útbjóðingum, sum skuldi vera í 2009. Men heldur ikki tá slapp Sjóvar kommuna uppí part, tí tørvurin var størri aðrastaðni í landinum.
Tí varð enn einaferð neyðugt at bíða til ”næstu rundu”.
Av teimum fýra verkætlanunum, sum í oktober 2009 fingu tilsøgn um stuðulslán, var bara tann eina liðug,
tá lógin fór úr gyldi í 2011. Tí var neyðugt at broyta lógina, soleiðis at hon ikki fór úr gyldi fyrr enn í 2013. Tað vil siga, at bíðitíðin bleiv enn einaferð
longd, og nú er ivasamt, um næsta útbjóðing nakrantíð verður.
Um vit taka alt Eysturoyarøkið undir einum, so er tørvurin í økinum kanska ikki tann størsti, men taka
vit vestara arm av Skálafjørðinum, so er bæði tørvurin og akutti tørvurin í økinum stórur. Spurningurin er, hvussu rætt tað er, einans at hyggja eftir tørvinum í teimum
yvirskipaðu økjunum, tá vit vita, at innanfyri tey einstøku økini eru smærri lokal øki, har tørvurin ikki samsvarar við tørvin í tí samlaða økinum.
Á Løgtingi, tann 16. september 2013
Helgi Abrahamsen
Svar
1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin og bráðfeingis tørvurin á eldrabústøðum í Føroyum?
Seinastu árini hevur umsitingin av bíðilistunum til búpláss á eldraøkinum verið á fleiri hondum, og hevur tað verið torført at fáa eitt álítandi og samlað yvirlit
yvir tørvin á búplássum. Nýggja kunngerðin um røktarheim og eldrasambýlir hevur við sær, at gjørligt er at samla bíðilistarnar fyri alt landið, umframt at hava serskilda skráseting
fyri hvørt øki sær, og harvið fáa eina meiri einsháttaða og gjøgnumskygda skráseting av tørvinum.
Allir borgarar, ið venda sær til Heimatænastuna við áheitan um
hjálp, verða tørvsmettir við einum amboðið, ið er ment til at standardisera og tyngdarmeta tænasturnar í eldrarøktini. Hetta amboð hevur higartil givið møguleika at tyngdarmeta borgaran á
einum stiga frá 0 til 4, (0 lættast og 4 tyngst). Borgarar verða síðan skrásettir í dátuskipan hjá Almannaverkinum. Higartil hevur tað verið ein vansi við skipanini, at hon ikki hevur givið
møguleika at skilja borgarar við bráðfeingis tørvi frá bólki 4 (borgarar, sum ikki megna grundleggjandi uppgávur í heiminum, men sum ikki hava tørv á búplássi, um Heimatænastan
ella aðrar fyriskipanir bøta so mikið um støðuna, at borgarin kann búgva í egnum heimi í tryggum kørmum).
Stuttar tíðarfreistir til at gjøgnumganga bíðilistar, hava tí
áður ført við sær, at stovnsleiðarar í nøkrum førum hava javnsett tyngd 4 og bráðfeingis tørv. Hetta kann hava givið eina heldur dapra mynd av støðuni.
Almannaverkið
hevur tí tikið avgerð um, at útbyggja tyngdarskipanina við tyngd 5 í dátuskipanina, har bert borgarar við bráðfeingis tørvi á búplássi verða skrásettir.
Treytin,
sum skal verða lokin til tess at vera skrásettur undir pkt. 5 er, at tørvurin hjá borgaranum ikki kann nøktast við hjálp frá Heimatænastuni ella aðrari fyriskipan.
Hesi bæði viðurskifti,
nýggja kunngerðin og útbygda skrásetingarskipanin, geva eina aðra, og meiri álítandi mynd av tørvinum á búplássi á eldraøkinum.
Tað eru í dag 49 borgarar,
sum hava bráfeingis tørv á føstum búplássi í Føroyum. Av hesum 49 fáa 23 í dag umlætting á eldrasambýli ella røktarheimi. Í allar flestu førum fáa
hesir borgarar, sum eru til umlætting, tilboð um fast pláss og flyta sostatt ikki heimaftur. Tað kann sostatt sigast, at tað eru 26 borgarar, sum hava bráfeingis tørv á búplássi í dag.
Tað eru eittans hesir 49 borgarar, sum hava ein slíkan tørv, at hann ikki kann nøktast við hjálp frá Heimatænastuni og/ella avvarðandi, dagtilhaldum, stuðli v.m.
Tað eru 194 aðrir borgarar,
sum hava søkt um eldrabúpláss og sum í ymiskan mun hava ein staðfestan tørv á hjálp ella stuðli. Tað er torført at gera upp, hvussu stórur partur av hesum borgarum hava tørv
á búplássi, eftirsum fleiri av hesum fáa neyðugu hjálpina við øðrum tilboðum, sum eldrarøktin veitir, t.e. heimatænastu, datilhaldi o.a. Um Heimatænastan eg onnur hjálpartiltøk
megna at bøta um støðuna hjá hesum borgarum á ein nøktandi hátt, kann borgarin í fleiri førum búgva heima í tryggum kørmum.
Sigast kann tó, at 102 borgarar av teimum
194 hava ein slíkan tørv, at teir ikki sjálvir megna grundleggjandi uppgávur, so sum matgerð og vesivitjanir. Í teimum førum har heimatænastan og onnur tilboð innan eldrarøktina ikki megnar at
bøta um hesa støðu á ein slíkan hátt, at borgarin í tryggum kørmum, kann búgva í egnum heimi, hava hesir borgarar tørv á einum búplássi.
Tað ber ikki
til at siga neyvt, hvussu nógvar borgarar tað snýr seg um, eftirsum tænastustøði innan eldrarøktina er ymiskt kring landið.
2. Hvussu stórur partur av hesum er í Eysturoynni?
Av
teimum 49 borgarum, sum hava bráfeingis tørv á búplássi, búgva 15 í Eysturoynni. Av hesum 15 eru 9 til umlætting á røktarheimi ella eldrasambýli. Sostatt eru tað 6 borgarar, sum
hava bráfeingis tørv á búplássi, sum framvegsi búgva heima.
Av teimum 194 borgarunum, sum hava søkt um búpláss, og sum hava ein skrásettan tørv á hjálp ella
stuðli, búgva 41 í Eysturoynni. Av hesum 41 eru tað 19 borgarar, sum hava tørv á hjálp til grundleggjandi uppgávur í heiminum.
3. Hvussu stórur partur av tørvinum og bráðfeingis
tørvinum er í Sjóvar kommunu?
Av teimum 15 borgarunum, sum hava ein skrásettan bráfeingis tørv í Eysturoynni, búgva 8 í Sjóvar Kommunu. 4 av hesum eru í dag til umlætting.
Sostatt eru tað 4 borgarar í Sjóvar Kommunu, sum búgva heima og hava bráfeingis tørv á búplássi.
Av teimum 41 borgarunum í Eysturoy, sum hava ein skrásettan tørv á
hjálp ella stuðli, búgva 6 í Sjóvar Kommunu. Tað er bara ein av hesum 6 borgarunum, sum hevur ein slíkan tørv, at hann skal hava hjálp til tær grundleggjandi uppgávurnar í heiminum.
Tað er ógreitt, hvørjar tænastur hesir borgarar annars fáa og harvið eisini, hvønn tørv tey hava á búplássi.
4. Verður eldraøkið lagt út til kommunurnar
í hesum árinum?
Landsstýrið hevur avgjørt og boða alment frá, at eldrarøktin verður kommunalt málsøki frá 1. januar 2015.
Tað er somuleiðis avgjørt,
at 2014 verður útleggingarár og fer útleggingartilgongdin av álvara í gongd við tænastulógini (eldralóg) og útleggingarlógini, sum eftir ætlan verða lagdar fyri tingið
í ár, og sum koma at skipa útleggingartilgongdina í 2014.
5. Fer landsstýrið at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið
til kommunurnar at umsita?
Tað liggur ikki í kortunum at lata stuðulslán til nýggjar eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður kommunalt.
6. Um málsøkið
verður lagt út til kommunurnar at umsita, og stuðulslán ikki verða latin, roknar landsstýriskvinnan so við, at fleiri eldrabústaðir fara at verða gjørdir í Føroyum tey komandi árini?
Tað er torført at meta um, eftirsum tað eftir 2015 verða kommunurnar, sum koma at avgera, hvussu eldrarøktin skal leggjast til rættis og sostatt eisini, um fleiri eldrabústaðir eiga at verða bygdir.
Eg
eri av teirri sannføring, at tað yvirskipað eru aðrar loysnir enn røktarheim ella eldrasambýli vit eiga at miðja ímóti á eldraøkinum. Heldur enn hesar siðbundnu byggiloysnirnar, eiga vit
at skapa ein meiri fjøltáttaðan bústaðarmarknað við íbúðum, raðhúsum, lutaíbúðum o.a., soleiðis at okkara eldru borgarar hava høvi at flyta í ein minni og
meiri hóskandi bústað á ellisárunum. Ein meiri fjøltáttaður bústaðarmarknaður hevði ført við sær, at hin einstaki fekk høvi at búgva longri í egnum heimi
og at tørvurin á einum røktarheimsplássi harvið varð útsettur, men eisini, at tað hevði betrað um lívsgóðskuna tey seinastu árini av lívinum.
Hvat tænastuni
viðvíkur, so eri eg sannførd um, at tað ikki eru fleiri eldrabústaðir (t.e. røktarheim ella eldrasambýli), sum kunnu vera við til at loysa avbjóðingarnar innan eldrarøktina í Føroyum.
Í staðin fyri sera dýru bústaðarloysnina, eiga vit at menna fyribyrgjandi og endurmennandi tænasturnar innan eldrarøktina, soleiðis at tað í størri mun verður lagdur dentur á at fyribyrgja
at borgarar fáa tørv á røkt og at teir borgarar, sum fáa tørv á stuðli ella hjálp, verða mentir til aftur at klára seg sjálvan í størri mun. Hetta er ein loysn ella
tilgongd sum hevur víst seg at rigga; hon førir við sær eina munandi betri lívsgóðsku fyri hin einstaka, samstundis er tað ein loysn, sum sparir almenna kassanum fyri stórum upphæddum. Eg trúgvi
rætt og slætt at vit, við teimum demografisku avbjóðingunum, ikki hava annan møguleika enn at leggja á annan bógv innan eldrarøktina. Tað verið seg óansæð um tað er landið
ella kommunurnar, sum skulu taka við avbjóðingini.
Hoyr orðaskiftið