Vælkomin á mína heimasíðu

Úr landsstýrinum

Uppskot sum eg legði fyri løgtingið, meðan eg var landsstýrismaður

Frá september 2019 til august 2021 var eg landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. Henda tíðin var nógv merkt av, at coronu-smittan gjørdi um seg. Tað hevði millum annað við sær, at fundir vóru á netinum, okkurt tíðarskeið arbeiddu flestu starvsfólkini í ráðnum heima hjá sær sjálvum, og eisini bleiv nógv orka brúkt til lógir og kunngerðir í sambandi við farsóttina.

Eg fekk tó lagt nógv mál fyri løgtingið hesa tíðina, men onkur mál máttu takast aftur, av tí at arbeiðsumstøðurnar hjá løgtinginum eisini vóru truplar.

Her eru uppskotini, sum eg legði fyri løgtingið:

Tingsetan 2019-2020

LM-059/2019 : Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne.

Skotið varð upp at avtaka tríggjar gamlar, óvirknar lógir.

Málið bleiv samtykt.

 

 

LM-077/2019 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Hækkan av arbeiðsloysisstuðli og eftirløn av arbeiðsloysisstuðli).

Stýrið fyri ALS skeyt upp at broyta inn-og útgjøld úr Arbeiðsloysisskipanini. Orsøkin var, at fíggjarligu umstøðurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini vóru betraðar.

Hægst møguligi mánaðarligi arbeiðsloysisstuðulin skuldi hækka úr 17.500 kr. upp í 18.500 kr., og arbeiðsloysisstuðulin pr. dag skuldi broytast frá 75% av útrokningargrundarlagnum til 80%. Harumframt skuldi arbeiðsloysisstuðul vera eftirlønargevandi.

Orsaka av corona blivu fleiri mál tikið aftur, tí tingið hevði avmarkaðar arbeiðsumstøður. Hetta var eitt av málunum.

 

 

LM-078/2019 : Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin).

Orsaka av corona blivu fleiri mál tikið aftur, tí tingið hevði avmarkaðar arbeiðsumstøður. Hetta var eitt av málunum.

 

 

 

 

LM-094/2019 : Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin).

Orsaka av corona blivu fleiri mál tikið aftur, tí tingið hevði avmarkaðar arbeiðsumstøður. Hetta var eitt av málunum.

 

 

 

LM-124/2019 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

 

LM-132/2019 : Uppskot til løgtinglóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum. 

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-133/2019 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-135/2019 : Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-139/2019 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi). 

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-144/2019 : Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19.

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-147/2019 : Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-149/2019 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19). 

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

Løgtingsmál nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin)(Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum).

 

 

Uppskotið bleiv samtykt.

Tingsetan 2020-2021

LM-001/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið.

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-017/2020 : Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-022/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-035/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini).

 

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-036/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-051/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

LM-080/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Tekning av ávísum sertryggingum í útlendskum tryggingarfeløgum).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 LM-086/2020 : Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum.

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-087/2020 : Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-088/2020 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn (At taka eftirnavn ella millumnavn við giftu).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-102/2020 : Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov sigtende til at lette Udarbejdelsen af nye Skøde- og Panteregistre på Færøerne.

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-103/2020 : Uppskot til løgtingslóg um økisnøvn á internetinum (Netøkisnavnalógin).

 

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-104/2020 : Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. (Heimild at skjóta grágás, treytir fyri at fáa loyvi til tess, ásetingar um kanningar og vísindaligar teljingar og lógartøkniligar og málsligar rættingar).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

LM-105/2020 : Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde (Fylgibroytingar til broytingar í grannskoðaralógini og um at seta í gildi ES PIE-fyriskipan).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-106/2020 : Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin) (um at seta í gildi broytingar í 8. vinnufelagasdirektivinum o.a.).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-107/2020 : Uppskot til løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin).

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-140/2020 : Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 31. mai 2021.

 

Uppskotið bleiv samtykt.

 

 

 

LM-143/2020 : Uppskot til Løgtingslóg um at leingja sáttmálarnar millum øðrumegin Føroya Pedagogfelag og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri ávís størv undir Almannaverkinum o.a.

 

Uppskotið varð tikið aftur, tí sáttmálið varð undirskrivaður.