Lógarsmíð

Soleiðis verða lógir gjørdar

Her verður greitt frá gongdini frá tí at landsstýrið byrjar at fyrireika eitt lógaruppskot og til lógin er sett í gildi.

Landsstýrið ger bæði uppskot til nýggjar lógir og uppskot til broytingar í galdandi lógum. Í flestu førum krevur lógararbeiðið stóra fyrireiking og drúgva viðgerð, áðrenn løgtingið tekur støðu. Lógaruppskot, ið løgtingið hevur samtykt, og sum løgmaður síðani staðfestir, verða nevnd løgtingslógir.

Byrjan

Landsstýrið tekur stig til flestu lógaruppskot, sum verða viðgjørd í løgtinginum, men lógaruppskot koma eisini frá løgtingsmonnum. Nógv fyrireiking er, áðrenn løgmaður ella landsstýrismaður kann leggja lógaruppskot fyri tingið. Hetta arbeiðið verður gjørt í stjórnarráðnum hjá avvarðandi landsstýrismanni.

Ummæli

Meðan arbeitt verður við lógaruppskotinum, verður tað sent til viðmerkingar hjá teimum, sum tað onkursvegna ávirkar, t.d. stovnar, kommunur, áhugafelagskapir ella borgarar. Landsstýrismaðurin fær við hesum eina fatan av, hvat hildið verður um uppskotið, og hvussu stóra undirtøku tað hevur millum manna. Fær tað vánaliga móttøku, ber til hjá landsstýrismanninum at broyta og tillaga uppskotið.

Lógaruppskot

Tá ið uppskotið er nóg væl viðgjørt, verður tað skrivað í lógarformi og sent Innlendismálaráðnum, sum kannar, um tað løgliga er í lagi. Tá hetta arbeiðið er gjørt, leggur avvarðandi landsstýrismaður lógaruppskotið fyri á politiskum landsstýrisfundi.

Politisk viðgerð

Á landsstýrisfundi kunnar landsstýrismaðurin um uppskotið í síni heild, og gjørt verður av, um tað skal sendast politisku flokkunum til ummælis. Oftast eru tað samgonguflokkarnir sum fáa tilfarið til umrøðu. Avvarðandi landsstýrismaður viðger tær viðmerkingar, sum kunnu koma frá flokkunum. Tá ið uppskotið er kannað og hevur verið til ummælis og er tillagað viðkomandi viðmerkingum, leggur landsstýrismaðurin endaliga lógaruppskotið fyri á formligum landsstýrisfundi. Á hesum landsstýrisfundi verður støða tikin um at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið.

Framløga í løgtinginum

Málið fer síðani frá landsstýrinum til løgtingið. Har boðar løgtingsformaðurin frá av tingsins røðarapalli, at málið er framlagt, og eintak av uppskotinum verður latið hvørjum tingmanni. Á framløgudegnum verður málið ikki umrøtt.

Fyrsta viðgerð

Í fyrsta lagi tveir yrkadagar eftir framløguna, kann málið fáa fyrstu viðgerð. Tá verður uppskotið viðgjørt í síni heild. Hvør flokkur hevur eitt framsøgufólk, ið leggur fram støðu floksins til málið. Allir tingmenn hava tó møguleika at koma við sínum viðmerkingum og hugsanum um uppskotið. Broytingaruppskot kunnu verða fráboðað og umrødd undir fyrstu viðgerð.

Tingnevndir

Tá løgtingsmál hava verið til 1. viðgerð verða tey beind í eina løgtingsnevnd. Nevndin skrivar tinginum álit, og meirilutin ella minnilutin í nevndini kunnu seta fram broytingaruppskot. Vanliga fáa mál bara nevndarviðgerð millum 1. og 2. viðgerð. Tingið kann tó á øðrum viðgerðarstigum samtykkja at beina mál í nevnd.

Undir nevndarviðgerðini granska nevndarlimirnir uppskotið gjøllari og fáa til vega eyka upplýsingar frá almennum og privatum. Vanliga kallar nevndin eisini fólk inn á fund at fáa tey at siga sína hugsan um uppskotið.

Løgtingið hevur 7 fastar nevndir, sum sambært tingskipanini verða valdar fyri alt valskeiðið, uttan so er, at tingið samtykkir, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum.

Fíggjarnevndin veitir eykajáttanir og gevur annars løgtinginum tilmæli í fíggjar-, búskapar-, skatta- og avgjaldsmálum.

Uttanlandsnevndin gevur landsstýrinum tilráðingar í uttanlandsspurningum og gevur annars løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, markna- og verjumálum, eisini um viðurskifti við Danmark.

Vinnunevndin gevur løgtinginum tilmæli í fiskivinnu-, sjóvinnu-, ídnaðar-, alivinnu-, landbúnaðar-, umhvørvis-, samskiftis-, samferðslu-, orku-, oljuvinnu-, og handilsmálum. Hon gevur eisini tilmæli viðvíkjandi partafeløgum, skrásetingum o.ø.

Trivnaðarnevndin gevur løgtinginum tilmæli í almanna-, heilsu-, arbeiðsmarknaðar- og íbúðarmálum.

Mentanarnevndin gevur løgtinginum tilmæli í útbúgvingar-, menta- og kirkjumálum.

Rættarnevndin gevur løgtinginum tilmæli í rættarmálum og kommunumálum.

Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrismenn halda lóggávuna. Nevndin hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni at koma á fund at greiða frá ávísum máli.

Umframt tær føstu nevndirnar kann tingið eisini samtykkja at seta aðrar nevndir at viðgera ávís mál.

Onnur viðgerð

Onnur viðgerð kann vera triðja yrkadagin eftir, at fyrsta viðgerð er endað, tó ikki fyrr enn annan dagin eftir, at møguligt nevndarálit er lagt fram. Tingmenn kunnu skrivliga seta fram broytingaruppskot (tað vil siga, at teir kunnu skjóta upp at broyta uppskotið nakað, men broytingin kann tó ikki vera so stór, at talan verður um eitt nýtt uppskot). Broytingaruppskot skulu vera gjørd áðrenn orðaskiftið við aðru viðgerð er byrjað. Løgtingsnevndin, sum málið er viðgjørt í (ella partar av nevndini) kann eisini skrivliga seta fram broytingaruppskot, eftir at onnur viðgerð er byrjað, men tað skal tó vera áðrenn orðaskiftið er endað. 

Onnur viðgerð endar við atkvøðugreiðslu. Fellur uppskotið, steðgar viðgerðin her.

Triðja viðgerð

Triðja viðgerð kann vera triðja yrkadagin eftir, at onnur viðgerð er endað. Eins og við aðru viðgerð, ber eisini til í sambandi við triðju viðgerð at seta fram broytingaruppskot. Triðja viðgerð er endaliga viðgerðin í Løgtinginum, har tingið samtykkir ella fellir lógaruppskotið.

Løgtingsfundir eru almennir

Løgtingsfundir eru almennir, og tað ber til hjá tær at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg á tingfundi, bæði við at vera áhoyrari í salinum ella í sjónvarpinum, sum sendir frá tinginum uttanfyri vanligu sendiskránna hjá SvF. Esini ber til at fylgja við á alnótini.

Lógin verður staðfest

Sjálvt um løgtingið hevur samtykt eitt lógaruppskot, so er tað ikki galdandi, fyrr enn løgmaður hevur staðfest uppskotið sum løgtingslóg og kunngjørt hana í kunngerðablaðnum.

Løgmaður kann nokta at staðfesta lógina, og um hann ger tað, so kemur hon ikki í gildi. Men í flestu førum velur hann at staðfesta lógina, tí annars kann avleiðingin verða, at løgtingið noyðir hann frá sum løgmann.