Familjan

Omma og Abbi norðuri á Bakka

Abbi mín, Emil Toftegaard, varð føddur í Fuglafirði tann 12. mars 1916 og doyði í 1989. Hann var sjómaður og átti, saman við synunum útróðrarbátin Dragan (sum nú er umbygdur til seglskip).

Omma mín, Helga, (fødd Klein) varð fødd á Hellunum tann 9. november 1916 og doyði í 2000. Bæði foreldur hennara doyðu, tá hon var smágenta, og tí vaks hon upp hjá mostrini í Fuglafirði. Henda mosturin, Elsebet Maria (Mia) Hansen, er tann einasta, sum eg minnist í fjórða ættarliði (hóast hon í roynd og veru var langommusystir mín). Hon doyði tá eg var 10 ára gamal.

Omma og abbi fingu fýra børn: Sólrun, Eyðbjørg, Margeir og Egil

Omma og Abbi heimi á Trøð

Abbi mín, Alexander Abrahamsen, var føddur í Oyndarfirði tann 6. juli 1910, men vaks upp í Fuglafirði. Hann var kavari og bleiv tí ofta nevndur "Dúkkarin". Hann doyði í 1980.

Omma mín, Thurid, (fødd Jacobsen) var fødd í Fuglafirði tann 23. august 1912. Hon doyði í 2008.

Omma og abbi fingu 15 børn: Elsebet Malena, Óli, Símun, Poula, Elfrida, Ábraham, Edmund, Astrid, Anna, Tórfríður, Ellintur, Paulina, Elsy, Hermann og Petur.

Í august 2016 gjørdi eg eina útvarpssamrøðu á R7 við pápa og nakrar pápabeiggjar og fastrar, í sambandi við at tey tilsamans vóru 1.000 ár. Samrøðan kann hoyrast her.

Foreldur

Mamma mín, Sólrun Andrea Emilsdóttir Abrahamsen (fødd Toftegaard) er fødd í Fuglafirði tann 24. august 1940.

Pápi mín, Óli Hendrik Abrahamsen er føddur í Fuglafirði tann 17. november 1937.

Tey giftust 4. apríl 1964.

Hjúnafelagi

Kona mín er Oddbjørg Abrahamsen (fødd Frederiksberg) av Strondum. Hon er fødd 18. august 1969 og arbeiðir sum hjálparfólk í dagstovninum Lítlaflótti á Strondum. Vit blivu gift 20. apríl 1991.

Foreldur hennara eru Árni Frederiksberg av Strondum og Oda Frederiksberg (fødd Høj) av Strondum.

Børn

Eldra dóttir okkara, Sólrun Andersen, er fødd 14. januar 1993. Hon gongur á læraraskúla, og er gift við Jógvani Andersen av Skála, sum eigur og rekur teldufyritøkuna Qodio. Tey eiga døturnar Vár (2017) og Vón (2019)

Sonur okkara Óli Abrahamsen, er føddur 12. juni 1995. Hann er el-lærlingur hjá NCC.

Yngra dóttir okkara, Oda Abrahamsen, er fødd 19. august 2002. Hon er júst liðug við 10. flokk í Stranda skúla.

Systkin

Elsta systir mín, Turid Joensen, er fødd tann 14. apríl 1965. Hon býr í Hoyvík og arbeiðir sum skrivstovukvinna hjá Nema.

Maður hennara er Sofus Joensen, sum er ættaður úr Skopun. Hann arbeiðir sum húsavørður á Lágargarði.

Tey eiga tveir synir: Abraham og Andrias og trý ommu/abbabørn.




Næsti beiggi mín, Emil Abrahamsen, er føddur tann 9. apríl 1968. Hann býr á Skála og arbeiðir á Bakkafrost.

Kona hansara er Oddvør (fødd Berg) av Skála. 

Tey eiga tríggjar synir: Ólavur, Samuel og Levi, og trý ommu/abbabørn.




Hin beiggi mín, Hans Kristian Abrahamsen, er føddur tann 18. mai 1969. Hann býr á Oyri og arbeiðir hjá Formula.

Kona hansara er Diana Andreasen frá Norðskála. Hon arbeiðir sum hjálparfólk í dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

Tey eiga trý børn: Ingi, Sóley og Rúni.




Onnur systir mín, Ásbjørg Abrahamsen, er fødd tann 10. apríl 1972. Hon er búskaparfrøðingur og hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár.

Hon eigur eina dóttir: Teresa.




Triðja systir mín, Maria á Boðanesi, er fødd tann 19. september 1975. Hon býr í Fuglafirði og arbeiðir sum lærari.

Maður Hennara er Djóni á Boðanesi, sum er ættaður úr Havn. Hann hevur starvast á Gjaldstovuni.

Tey eiga trý børn: Bodil, Ottar og Sólja.



Yngsta systir mín, Mirjam Høj, er fødd tann 16. apríl 1977. Hon býr á Strondum og arbeiðir er námsfrøðingur.

Maður hennara er Pól Frits Høj, av Strondum. Hann starvast hjá Formula.

Tey eiga trý børn: Elisabet, Mattias og Bjørt.




Sum hetta yvirlitið vísir, so var apríl, føðingardagsmánaður hjá okkum. Eg eigi systkin sum fylla 9., 10., 14., og 16. apríl. 🙂