Vælkomin á mína heimasíðu

Greinir

Bussruturnar eiga at vera uppraðfestar

Hvat ætlar landsstýrið at gera, fyri at fáa fólk at brúka almennu bussruturnar meira? Tann spurningin setti eg Una Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismanni, í heyst, og eg fari at seta Dennisi Holm, núverandi landsstýrismanni, sama spurning, tá munnligir fyrispurningar verða aftur á skrá í løgtinginum.

 

Í samgonguskjalinum stendur, at eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, og eisini stendur í skjalinum, at skipanir skulu eggja til, at millum annað sølan av bensinbilum og dieselbilum verður niðurlagað, og at grønar loysnir verða valdar ístaðin.

 

Grøn ferðsla er annað enn elbilar

Tá tosað verður um at minka søluna av bensin- og dieselbilum, verður vanliga hugsað um at fáa fólk at keypa til dømis elbilar. Men eitt øki, ið sjáldan verður nevnt, er møguleikin at nýta almennu bussruturnar.

 

Vit hava nógvar bussrutur í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv orka verið spard. Men í Føroyum hava vit als ikki siðvenju at nýta «kollektiva ferðslu». Til dømis síggja vit, at uttanfyri miðnámsskúlarnar stendur ein ørgrynna av  bilum, og tá spurt verður, hví fólk ikki heldur koyra við bussi, er svarið, at bussruturnar passa illa saman við tímatalvuna.

 

Eg eri bangin fyri, at vit eru í teirri støðuni, at fólk velja at koyra við egnum bili, tí ruturnar passa ov illa saman við arbeiðs- ella skúlatíðirnar, og av tí at fólk heldur velja at koyra við egnum bili, er grundarlag ikki fyri at økja um túratalið hjá bussunum. Talan er sostatt um eina sokallaða ”ónda ringrás”.

 

Skúladagarnir hevur ymiska longd

Í svarinum frá Una Rasmussen varð sagt, at ruturnar passa væl til, at fólk kunnu møta til arbeiðis ella í skúla á flestu støðum klokkan 8 ella 9 á morgni og heim aftur seinnapartin. Tað er helst rætt, men avbjóðingin er, at nógv skulu møta seinni enn klokkan 9 og onnur fáa tíðliga frí, og eg skilji væl, at næmingar ikki tíma at sita í skúlanum í fleiri tímar og bíða eftir bussinum.

 

Um tímatalvan eigur at verða tillagað til bussruturnar, ella bussruturnar til tímatalvuna, veit eg ikki, men orku- og umhvørvispolitiskt hevði tað verið ein stórur fyrimunur, um hesi tingini fingust at passa saman.

 

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

 

 



Vælkomin á mína heimasíðu

Greinir

Blokkstuðulin verður kanska burtur í 2074

Føroyar hava fingið nýtt landsstýri. Somu flokkar sum sótu í landsstýrinum árini 2015 til 2019 hava funnið saman aftur.


Tann 28. apríl í ár søgdu Høgni Hoydal og Ruth Vang við Kringvarpið, at tey fóru ikki í landsstýri, uttan so at ríkisveitingin úr Danmark minkaði. Ruth Vang segði, at hetta kravið fór at liggja frammarlaga hjá teimum, og Høgni Hoydal segði, at veitingin skuldi minka “munandi”.


Akkurát hvat liggur í orðunum “frammalaga” og “munandi” er ilt at siga, men sambært samgonguskjalinum skal ríkisveitingin minka við 25 mió. krónum um árið. Tað merkir, at um hendan ferðin verður hildin, so verður blokkstuðulin burtur um góð 25 ár. Siga vit at onnur landsstýri, sum ikki vilja tað sama, fara at sita helvtina av tíðini, so verður blokkstuðulin, við hesi minkingini, burtur í árinum 2074. Kanska er hetta ikki nakað, ið eg sum sambandsmaður eigi at missa svøvnin av. Um fólk vilja gera sær lívið óneyðuga trupult, so skulu tey kanska fáa loyvi til tað.


Hinvegin so má eg undrast. Í valstríðinum varð sagt, at blokkstuðulin er bara nøkur fá promillur av føroyska búskapinum, og tí hevur hann ongan týdning longur. Men hvussu ber tað so til, at tey sum settu sum krav at “munandi” partur av hesum pengunum skuldu beinast burtur, nú bara vilja minka blokkstuðulin við 1/25 av “nøkrum fáum promillum” um árið?


Tað er bara eitt gott ár síðani at Tjóðveldi legði uppskot fyri løgtingið um at minka ríkisveitingina við góðum 90 mió. krónum um árið. Málið var tá, at øll veitingin skuldi vera burtur í 2030. Men eitt er, hvat tú sigur í andstøðu, nakað annað er, hvat tú gert, tá tú hevur ábyrgd í samgongu. Tí tá tú hevur lovað, at gerandisdagurin skal verða lættari, arbeiðsdagurin styttrið, skatturin lægri, lestrarstuðulin hægri, øll skulu hava bústað, onkur skal hava lønarlyft, heilsu- og almannaverkið skulu styrkjast, mentanin stuðlast, Suðuroyartunnil gerast o.s.fr., so er avmarkað, hvussu skjótt tú kanst minka inntøkurnar.


Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Seinasta heila tingárið tá somu flokkar vóru í samgongu, (tingárið 2018) lógu heili 39 lógaruppskot eftir, sum flokkarnir høvdu lagt fram, men sum teir ikki funnu semju um, áðrenn tingið fór í summarfrí. Harumframt lógu fimm uppskot til samtyktar, og tríggjar eykajáttanarlógir eftir. Um stevið verður betri hesaferð, man tíðin fara at vísa. Vit í Sambandsflokkinum vilja í hvussu so er gera okkara til, fyri at rætta kósina, hvørja ferð tá tørvur verður á tí.   


Við ynskjum um eitt gott nýggjár.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður