Vælkomin á mína heimasíðu

Greinir

Grøna orkan kann brúkast til so nógv

Tað er løgið at uppliva, at summir politiskir flokkar á einari síðu flagga við grønum orkuskifti, men samtíðis seta teir føtur í spenni ímóti øllum framburði á hesum økinum.

Hósdagin hevði løgtingið ófráboðaðar fyrispurningar á skránni, og sum ikki einaferð setti Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ein fyrispurning um vindmyllur.

SEV hevur sett sær sum mál, at øll el-framleiðsla á landi skal vera grøn í 2030. Tað merkir, at vit skulu hava eina ørgrynnu av vindmyllum upp tey næstu 8 árini. Vit skulu úr verandi 18 megawattum uppí 240 megawatt. Tað skal ganga rættiliga skjótt, og tí er alneyðugt við samstarvi millum SEV og privat feløg, tí eingin klárar at lyfta hesa uppgávuna einsamallur. Men hvat siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi um hetta?

Á tingfundinum seinasta hósdag kallaði Henrik Old vindmyllulundina á Gellingarkletti “ágang ímóti SEV”, og hann ávaraði um, at hetta fór at hava við sær, at el-prísurin fór at hækka rættiliga nógv.

“Stóra avbjóðingin var at fáa káplarnar niður í jørðina, men nú teir er komið niður í jørðina, skulu allir aðrir hava fatur á teimum,” segði Henrik Old.

Hetta er púra misskilt! Endamálið við at skilja netið frá framleiðsluni er júst fyri at framleiðararnir IKKI skulu eiga káplarnar. Netið skal verða verandi hjá SEV, og tey sum skulu senda streym ígjøgnum netið, skulu rinda SEV pengar fyri tað.

Aksel V. Johannesen vísti, eins og Henrik Old, á vandan fyri, at prísirnir fóru at hækka, og at rokningin fyri hækkanina fór at verða send til brúkaran.

Høgni Hoydal segði seg hava illgruna um, at endamálið hjá landsstýrinum var at gera privatu feløgini rík, heldur enn at fremja grøna orkuskiftið.

Bjørt Samuelsen segði, at í øllum okkara grannalondum, har el-framleiðslan er privatiserað, er streymurin blivin dýrari, og soleiðis varð hildið fram. Flokkarnir sum ganga fremstir við at tosa um grønt orkuskifti, eru framvegis ikki komnir víðari. Tað verður tosað, men einki má henda.  

Kringvarpið spælir eisini við. Tá Magnus Rasmussen, í farnu viku, svaraði einum § 52a fyrispurningi frá Henriki Old um sama evnið, skrivaði Kringvarpið á síni heimasíðu: “Meira enn helvtin av streyminum fer til spillis.” Einki varð sagt um, at tað er bara galdandi í tíðarskeiðinum frá tí at seinasta vindmyllan er komin upp og til pumpuskipanin er farin at virka. Heldur ikki verður nevnt við einum orði, at tað eru ríkiligt at øðrum møguleikum at brúka streymin, heldur enn at lata hann fara til spillis. Pumpuskipanin er ein góð loysn til at goyma avlopsorku, men tað ber sanniliga eisini til at brúka orkuna, soleiðis at hon ikki er avlop. Løgmaður nevndi í løgtinginum hósdagin, at Fjarðhitafelagið hitar stóran part av húsunum í Havn við olju. Har ber til dømis væl til at brúka avlopsorku frá vindmyllunum, soleiðis at húsini verða hitaði við grønari orku – er tað ikki eitt stórt framstig á grønu leiðini? Magnus Rasmussen hevur eisini víst á, at hóast avlopsorkan ikki verður brúkt, so er talan framvegis um bíligari orku enn núverandi framleiðsla úr olju, og tað fer tí ikki at gera streymin dýrari.

Vit mugu fáa eyguni upp fyri, at vit eru komin alt ov stutt við grøna orkuskiftinum, og tí eru nógvir møguleikar at brúka orkuna. Skulu vit víðari, so mugu vit ikki ræðast øll framstig á leiðini.