Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2013 - 2014

Markaforðingar


Skrivligur fyrispurningur

til

Anniku Olsen, landsstýriskvinnu,

viðvíkjandi markaforðingum.

1.Hvørji ítøkilig stig eru tikin, síðani apríl 2012, sum hava til endamáls at minka um markaforðingarnar sum eru millum Føroyar og hini Norðurlondini?

2.Tá ið lógaruppskot og lógarreglur verða fyrireikað, verður tá kannað eftir um uppskotini kunnu fáa ávirkan á hini Norðurlondini?

3.Er ”rundskrivið um lógarsmíð” frá 29. februar 2000, víðkað, soleiðis at ávirkan á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot o.a., sum verða løgd fyri løgtingið?

4.Hevur landsstýriskvinnan sett arbeiði í gongd at fáa landsstýrisfólkini, hvørt á sínum lógarøki, at kanna eftir, um markaforðingar eru á teirra lógarøki?

5.Um landsstýrisfólkini hava funnið markaforðingar á teirra lógarøki, hvørji stig eru so tikin, fyri at fáa hesar forðingarnar burtur?

6.Hevur landsstýriskvinnan tikið málið um markaforðingar upp við sínar starvsfelagar í hinum Norðurlondunum, við tí endamáli, at innihaldið í lógaruppskotum sum fáa virkna tvørtur um landamørk, taka atlit til lógirnar hjá hvørjum øðrum?

7.Hvørji stig eru tikin fyri at tryggja, at lagt verður upp fyri føroyskum viðurskiftum í sambandi við at ES-lóggáva og ES-regluverk verða fyrireikað?

8.Hvørji onnur stig hevur landsstýrið tikið síðani apríl 2012 í stríðnum móti markaforðingum?

9.Um okkurt av omanfyrinevndu tiltøkum framvegis ikki er framt, nær kann so roknast við, at farið verður í gongd við at fremja tað?


Viðmerkingar:
Tann 20. apríl 2012 hevði løgtingið eitt sokallað ”temaorðaskifti” um markaforðingar. Viðgjørdar vórðu forðingarnar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørturum norðurlendsku landamørkini.

Tað var Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, sum legði upp til kjakið. Í framløguskrivinum segði hon millum annað, at landsstýrið hevur sett sær fyri, at seta hesi átøk í verk fyri at byrgja upp fyri markaforðingum:

1) Tá ið lógaruppskot og lógarreglur verða fyrireikað, eigur eisini at verða kannað um
møguligan ávirkan á hini Norðurlondini.

2) Í sambandi við lógareftirkannan av lógaruppskotum o.a. hjá Innlendismálaráðnum eigur
“Rundskriv um Lógarsmíð” frá 29. februar 2000, at verða víðkað við, at eftirkanning av
ávirkan á hini norðurlensku londini eisini gerst partur av hesum arbeiði.

3) At landsstýrisfólkini á hvør sínum øki kanna eftir í teirra lóggávu, hvørjar møguligar
forðingar eru. Hesar forðingar verða so raðfestar og stig verða tikin til at loysa hesar.

4) Landsstýrismaðurin í norðurlandamálum fær til uppgávu landsstýrisins vegna, at halda
eyga við og taka stig í málum og spurningum um markaforðingar.

5) Tá innihaldið í lógarfyrireikandi arbeiði røkkur tvørtur um landamørk, at vit venda hesi
við hini Norðurlondini, eins og tey venda teirra við okkum. Landsstýrismaðurin í
norðurlandamálum fer at taka málið um marknaforðingar upp við sínar starvsfelagar á
næsta fundi teirra millum fyri at fáa lagt upp fyri, at hini Norðurlondini eisini taka atlit til
Føroyar og føroyingum í teirra lógarfyrireikandi arbeiði.

6) At taka upp við donsku stjórnina um, at leggja upp fyri føroysk viðurskifti í sambandi við
fyrireiking av ES-lóggávu og ES-regluverkum.

Nú tvey ár skjótt eru farin síðani ”temaorðaskiftið” var í løgtinginum, verður hesin fyrispurningurin settur, fyri at fáa upplýst, hvat er hent á økinum síðani orðaskiftið var.

 

Á Løgtingi, tann 14. januar 2014

Helgi Abrahamsen

 

 

Svar:

Til 1, 7 og 8: Ítøkiliga eru hesi stig tikin: a) 1. januar í ár er eitt Marknaforðingarráð sett á stovn, sum hevur til uppgávu at beina fyri teimum marknaforðingum, sum eru, og virka fyri, at nýggjar ikki stinga seg upp. Hetta er bæði galdandi millum Norðurlond og eisini í teimum einstøku londunum. Vit hava tilnevnt okkara umboð í hetta ráð. Ein av avleiðingunum av hesum er, at í hvørjum landi skal ein marknaforðingarbólkur setast á stovn um heilt stutta tíð. Hesin bólkur verður hjá okkum ætlandi mannaður úr t.d. feløgum, stjórnarráðum, Løgtinginum, myndugleikum og kunningartænastuni Halló Norðurlond (Hallo Norden). Farið verður í næstum í gongd við at kortleggja tær marknaforðingar, sum eru hjá okkum og raðfesta tær.

b) Avtalað er gjørd við danskar myndugleikar (miðfyrisitingin) um at leggja upp fyri føroyskum viðurskiftum í sambandi við ES-lóggávu og ES-regluverk, tá ið hesi verða fyrireikaði. Eisini er avtalað við danskar myndugleikar, tá ið danskar lógir verða smíðaðar, og tá lógareftirkanning fer fram, at eitt virkið eftirlit (fyrst og fremst danska Løgmálaráðið, men eisini hini stjórnarráðini) er við, at nýggjar marknaforðingar ikki stinga seg upp millum Føroyar og Danmark.

c) Almannamálaráðið hevur tikið lut í arbeiðnum viðv. nýggja norðurlendska konventión um sosiala trygd, har norðurlondini harmonisera trygdarrættindini við tí endamáli at avmarkað marknaforðingarnar. Henda konventiónin er tó ikki galdandi millum Danmark og Føroyar.

d) Harumframt hava okkara fólkatingslimir – Edmund Joensen og Sjúrður Skaale – tikið málið upp við fyrrverandi danska samstarvsráðharran í norðurlandamálum – Manu Sareen – um at beina burtur marknaforðingar millum Føroyar og Danmark. Eitt yvirlit er gjørt við teimum marknaforðingum, sum avtala er gjørd um at virka fyri at fáa beint burtur.

Til 2 og 3: Málið er tikið upp fyri fyrrv. Innlendismálaráðið, nú partur av Løgmansskrivstovuni (Lógatænastan), um at fáa víkað ”rundskrivið um lógarsmíð” frá 29. februar 2000, so tað eisini fevnir um marknaforðingar, tá ið vit gera okkara lógir. Arbeiðið er farið í gongd við at endurskoða rundskrivið, og er ætlanin at tað verður víðkað við m.a. ásetingum um marknaforðingar.

Til 4 og 5: Sum ein avleiðing av at taka lut í Marknaforðingarráðnum, fer ein føroyskur marknaforðingarbólkur til verka, sum m.a. verður mannaður úr teimum mest viðkomandi stjórnarráðunum, har marknaforðingar vanliga koma fyri (t.d. Almannamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum), sum skulu finna fram til tær marknaforðingar, sum eru, raðfesta tær og taka stig til at fáa hesar loystar.

Til 6: Marknaforðingar hava verið umrøddar á fleiri fundum í norðurlendska samstarvsráðharraráðnum. Hetta er eitt øki, sum hevur millum hægstu raðfestingar í norðurlendska ráðharrasamstarvinum. Vit hava arbeitt miðvíst fyri at styrkja um karmarnar fyri at vinna á teimum marknaforðingum, sum eru, og forða fyri, at nýggjar stinga seg upp við nýggjum lógum og reglum. Eitt úrslit av hesum er, at Marknaforðingarforummið, sum varð sett á stovn í 2007, er tikið av, og eitt nýtt Marknaforðingarráð er sett á stovn 1. januar 2014. Nýggja forummið er styrkt, so tað skuldi verið uppaftur betri ført fyri at loyst avbjóðingarnar við marknaforðingunum. Á Ársfundi Norðurlandaráðsins í oktober mánaði í fjør kunngjørdu allir norðurlendsku stjórnarleiðararnir eina yvirlýsing um marknaforðingar, og hvønn týdning tað hevur at fáa hesar beindar av vegnum í størst møguligan mun.
Harumframt er nýggjur norðurlendskur sáttmáli um sosiala trygd gjørdur millum norðurlondini, sum eftir ætlan verður lagdur fyri løgtingið í næstum. Ætlanin er eisini at fara undir at endurskoða norðurlendska sáttmálan um tænastur og stuðul í ár.

Til 9: Sum tað framgongur av omanfyri nevndu svari, so eru nógv tiltøk sett í verk og fleiri eru ávegis. Marknaforðingar hevur millum størstu raðfestingar í tí norðurlendska samstarvinum. Hjá okkum eru fleiri tiltøk sett í verk, og onnur eru ávegis. So roknast kann við, at fleiri úrslit av hesum arbeiði koma at síggjast í næstum.

 

Hoyr orðaskiftið

Fráboðanir í sambandi við vanlukkur

Munnligur fyrispurningur

til

Jacob Vestergaard, landsstýrismann

Viðvíkjandi varsling í sambandi við vanlukkur


1.Hava Føroyar nakra skipan viðvíkjandi varsling í sambandi við vanlukkur?

2.Um ein tílík skipan finst, hvat er so gjørt fyri at kunna fólk um, hvussu tey kunnu brúka skipanina í eini neyðstøðu?


Viðmerkingar:
Náttina til tann 9. mai 2011 vaknaðu nógv fólk við Skálafjørðin av kraftigum eksplosjónum, sum fingu húsini í øllum nærumhvørvinum at skelva. Stóri verksmiðjutrolarin Athena lág í ljósum loga við bryggjuna í Saltangará. Umborð vóru 20 tons av ammoniakki og umleið 100 trýstfløskur.

Av tí at tjúkkur mjørki lá yvir allan fjørðin hesa náttina, sóu fólk ikki, hvaðani hesi ógvusligu skotini stavaðu, og tað var einki stað, har tey kundu venda sær til, fyri at fáa upplýst, hvat var áfatt.

Á Skála føldu fólk stramman royk, men tey fingu ongar upplýsingar um, hvørt talan var um vandamiklan royk ella ikki. Seinni bleiv øll bygdin evakuerað.

Nógvastaðni er vanligt at hava eina ávaringarskipan (sokallaða varsling), har ein lúður ljóðar, og so kunnu fólk venda sær til eitt ávíst stað (tað kann til dømis vera at tendra útvarpið) og har fáa tey so upplýsingar um, hvat er hent, og hvussu tey skulu fyrihalda seg. Tann skipanin virkaði ikki hesa áðurnevndu náttina í 2011. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat er gjørt við hetta málið síðani, og ikki minst, um fólk hava fingið upplýsingar um, hvussu ein møgulig nýggj skipan virkar. Tað nyttar nevniliga lítið at hava eina skipan, um brúkarin ikki veit, hvussu hon skal brúkast, og kanska heldur ikki veit, at skipanin finst.

 


Á Løgtingi, tann 14. januar 2014

Helgi Abrahamsen

 

 Hoyr orðaskiftið

Kappingarføri í handverkaravinnuni

Munnligur fyrispurningur

til

Johan Dahl, landsstýrismann

viðvíkjandi kappingarføri í handverkaravinnuni

  1. Hvat ætlar landsstýrið at gera við trupulleikan av, at handverkaravinnan missir nógv fólk, tí lønar- og skattaviðurskiftini hjá handverkarum eru munandi betri uttanlands enn tey eru í Føroyum?
  2. Nær kann roknast við, at tiltøk verða sett í verk, fyri at vinna á hesum trupulleikanum?


Viðmerkingar:

Handverkaravinnan í Føroyum er ikki kappingarfør, tá talan er um lønir til starvsfólk. Í okkara grannalondum (serliga Norra) er stórur eftirspurningur eftir handverkarum. Norska vinnan bjóðar føroyskum handverkarum góðar skipanir viðvíkjandi avspáking, og lønirnar har eru munandi hægri enn tær eru í Føroyum.

Í fyrstu atløgu kunnu vit fegnast um, at føroyskir handverkarar fáa henda gylta møguleikan, men í longdini kann hetta gerast ein trupulleiki, tí vandi er fyri, at handverkaravinnan í Føroyum steðgar upp.

Sjálvt handverksmeistarar umhugsa at steðga sínum virksemi í Føroyum, tí teir fáa størri inntøku og meira frítíð um teir eru vanligir handverkarar í Norra, enn tá teir eru arbeiðsgevarar í Føroyum.

Spurningurin um skattligu viðurskiftini hjá føroyingum sum arbeiða uttanlands, hevur ofta verið frammi, men hesin spurningurin skal fyrst og fremst skiljast sum ein vinnuligur spurningur, har dentur verður lagdur á vandan fyri, at handverkaravinnan í Føroyum hvørvur. Tí verður spurningurin settur landsstýrismanninum í vinnumálum.

 

Á Løgtingi, tann 1. oktober 2013

Helgi Abrahamsen

 

Hoyr orðaskiftið

Sambýli í Sjóvar kommunu

Skrivligur fyrispurningur

 til

 Anniku Olsen, landsstýriskvinnu,

 viðvíkjandi stuðli til bygging av eldrasambýli í Sjóvar kommunu 

Hvussu stórur er samlaði tørvurin, og bráðfeingis tørvurin, á eldrabústøðum í Føroyum?

Hvussu stórur partur av hesum er í Eysturoynni?

Hvussu stórur partur av tørvinum, og bráðfeingis tørvinum, er í Sjóvar kommunu?

Verður eldraøkið lagt út til kommunurnar í hesum árinum?

Fer landsstýrið at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið til kommunurnar at umsita?

Um málsøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, og stuðulslán ikki verða latin, roknar landsstýriskvinnan so við, at fleiri eldrabústaðir fara at verða gjørdir í Føroyum tey komandi árini?

Viðmerkingar:

Sjóvar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan um at byggja eldrasambýli til sínar eldru borgarar, og hevur í tí sambandi søkt landsstýrið um stuðul til endamálið.

Men boðini úr landsstýrinum hava alla tíðina verið, at bíðast má eftir ”næstu rundu” við útbjóðing av stuðulslánum til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.

Í 2007 samtykti Løgtingið uppskot um at greina tørvin á eldrasambýlisplássum í Sjóvar kommunu, ið eisini skuldi fevna um gerontopsykiatriskar íbúðir og íbúðir til vaksin við menningartarni.

Bíðast mátti tó til ”næstu rundu” við útbjóðingum, sum skuldi vera í 2009. Men heldur ikki tá slapp Sjóvar kommuna uppí part, tí tørvurin var størri aðrastaðni í landinum. Tí varð enn einaferð neyðugt at bíða til ”næstu rundu”.

Av teimum fýra verkætlanunum, sum í oktober 2009 fingu tilsøgn um stuðulslán, var bara tann eina liðug, tá lógin fór úr gyldi í 2011. Tí var neyðugt at broyta lógina, soleiðis at hon ikki fór úr gyldi fyrr enn í 2013. Tað vil siga, at bíðitíðin bleiv enn einaferð longd, og nú er ivasamt, um næsta útbjóðing nakrantíð verður.

Um vit taka alt Eysturoyarøkið undir einum, so er tørvurin í økinum kanska ikki tann størsti, men taka vit vestara arm av Skálafjørðinum, so er bæði tørvurin og akutti tørvurin í økinum stórur. Spurningurin er, hvussu rætt tað er, einans at hyggja eftir tørvinum í teimum yvirskipaðu økjunum, tá vit vita, at innanfyri tey einstøku økini eru smærri lokal øki, har tørvurin ikki samsvarar við tørvin í tí samlaða økinum.

Á Løgtingi, tann 16. september 2013

Helgi Abrahamsen

 

 

Svar

1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin og bráðfeingis tørvurin á eldrabústøðum í Føroyum?

Seinastu árini hevur umsitingin av bíðilistunum til búpláss á eldraøkinum verið á fleiri hondum, og hevur tað verið torført at fáa eitt álítandi og samlað yvirlit yvir tørvin á búplássum. Nýggja kunngerðin um røktarheim og eldrasambýlir hevur við sær, at gjørligt er at samla bíðilistarnar fyri alt landið, umframt at hava serskilda skráseting fyri hvørt øki sær, og harvið fáa eina meiri einsháttaða og gjøgnumskygda skráseting av tørvinum.

Allir borgarar, ið venda sær til Heimatænastuna við áheitan um hjálp, verða tørvsmettir við einum amboðið, ið er ment til at standardisera og tyngdarmeta tænasturnar í eldrarøktini. Hetta amboð hevur higartil givið møguleika at tyngdarmeta borgaran á einum stiga frá 0 til 4, (0 lættast og 4 tyngst). Borgarar verða síðan skrásettir í dátuskipan hjá Almannaverkinum. Higartil hevur tað verið ein vansi við skipanini, at hon ikki hevur givið møguleika at skilja borgarar við bráðfeingis tørvi frá bólki 4 (borgarar, sum ikki megna grundleggjandi uppgávur í heiminum, men sum ikki hava tørv á búplássi, um Heimatænastan ella aðrar fyriskipanir bøta so mikið um støðuna, at borgarin kann búgva í egnum heimi í tryggum kørmum).
Stuttar tíðarfreistir til at gjøgnumganga bíðilistar, hava tí áður ført við sær, at stovnsleiðarar í nøkrum førum hava javnsett tyngd 4 og bráðfeingis tørv. Hetta kann hava givið eina heldur dapra mynd av støðuni.

Almannaverkið hevur tí tikið avgerð um, at útbyggja tyngdarskipanina við tyngd 5 í dátuskipanina, har bert borgarar við bráðfeingis tørvi á búplássi verða skrásettir.
Treytin, sum skal verða lokin til tess at vera skrásettur undir pkt. 5 er, at tørvurin hjá borgaranum ikki kann nøktast við hjálp frá Heimatænastuni ella aðrari fyriskipan.
Hesi bæði viðurskifti, nýggja kunngerðin og útbygda skrásetingarskipanin, geva eina aðra, og meiri álítandi mynd av tørvinum á búplássi á eldraøkinum.

Tað eru í dag 49 borgarar, sum hava bráfeingis tørv á føstum búplássi í Føroyum. Av hesum 49 fáa 23 í dag umlætting á eldrasambýli ella røktarheimi. Í allar flestu førum fáa hesir borgarar, sum eru til umlætting, tilboð um fast pláss og flyta sostatt ikki heimaftur. Tað kann sostatt sigast, at tað eru 26 borgarar, sum hava bráfeingis tørv á búplássi í dag.

Tað eru eittans hesir 49 borgarar, sum hava ein slíkan tørv, at hann ikki kann nøktast við hjálp frá Heimatænastuni og/ella avvarðandi, dagtilhaldum, stuðli v.m.

Tað eru 194 aðrir borgarar, sum hava søkt um eldrabúpláss og sum í ymiskan mun hava ein staðfestan tørv á hjálp ella stuðli. Tað er torført at gera upp, hvussu stórur partur av hesum borgarum hava tørv á búplássi, eftirsum fleiri av hesum fáa neyðugu hjálpina við øðrum tilboðum, sum eldrarøktin veitir, t.e. heimatænastu, datilhaldi o.a. Um Heimatænastan eg onnur hjálpartiltøk megna at bøta um støðuna hjá hesum borgarum á ein nøktandi hátt, kann borgarin í fleiri førum búgva heima í tryggum kørmum.

Sigast kann tó, at 102 borgarar av teimum 194 hava ein slíkan tørv, at teir ikki sjálvir megna grundleggjandi uppgávur, so sum matgerð og vesivitjanir. Í teimum førum har heimatænastan og onnur tilboð innan eldrarøktina ikki megnar at bøta um hesa støðu á ein slíkan hátt, at borgarin í tryggum kørmum, kann búgva í egnum heimi, hava hesir borgarar tørv á einum búplássi.

Tað ber ikki til at siga neyvt, hvussu nógvar borgarar tað snýr seg um, eftirsum tænastustøði innan eldrarøktina er ymiskt kring landið.

2. Hvussu stórur partur av hesum er í Eysturoynni?

Av teimum 49 borgarum, sum hava bráfeingis tørv á búplássi, búgva 15 í Eysturoynni. Av hesum 15 eru 9 til umlætting á røktarheimi ella eldrasambýli. Sostatt eru tað 6 borgarar, sum hava bráfeingis tørv á búplássi, sum framvegsi búgva heima.

Av teimum 194 borgarunum, sum hava søkt um búpláss, og sum hava ein skrásettan tørv á hjálp ella stuðli, búgva 41 í Eysturoynni. Av hesum 41 eru tað 19 borgarar, sum hava tørv á hjálp til grundleggjandi uppgávur í heiminum.

3. Hvussu stórur partur av tørvinum og bráðfeingis tørvinum er í Sjóvar kommunu?

Av teimum 15 borgarunum, sum hava ein skrásettan bráfeingis tørv í Eysturoynni, búgva 8 í Sjóvar Kommunu. 4 av hesum eru í dag til umlætting. Sostatt eru tað 4 borgarar í Sjóvar Kommunu, sum búgva heima og hava bráfeingis tørv á búplássi.

Av teimum 41 borgarunum í Eysturoy, sum hava ein skrásettan tørv á hjálp ella stuðli, búgva 6 í Sjóvar Kommunu. Tað er bara ein av hesum 6 borgarunum, sum hevur ein slíkan tørv, at hann skal hava hjálp til tær grundleggjandi uppgávurnar í heiminum. Tað er ógreitt, hvørjar tænastur hesir borgarar annars fáa og harvið eisini, hvønn tørv tey hava á búplássi.

4. Verður eldraøkið lagt út til kommunurnar í hesum árinum?

Landsstýrið hevur avgjørt og boða alment frá, at eldrarøktin verður kommunalt málsøki frá 1. januar 2015.

Tað er somuleiðis avgjørt, at 2014 verður útleggingarár og fer útleggingartilgongdin av álvara í gongd við tænastulógini (eldralóg) og útleggingarlógini, sum eftir ætlan verða lagdar fyri tingið í ár, og sum koma at skipa útleggingartilgongdina í 2014.

5. Fer landsstýrið at lata kommunum stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið til kommunurnar at umsita?

Tað liggur ikki í kortunum at lata stuðulslán til nýggjar eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður kommunalt.

6. Um málsøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, og stuðulslán ikki verða latin, roknar landsstýriskvinnan so við, at fleiri eldrabústaðir fara at verða gjørdir í Føroyum tey komandi árini?

Tað er torført at meta um, eftirsum tað eftir 2015 verða kommunurnar, sum koma at avgera, hvussu eldrarøktin skal leggjast til rættis og sostatt eisini, um fleiri eldrabústaðir eiga at verða bygdir.

Eg eri av teirri sannføring, at tað yvirskipað eru aðrar loysnir enn røktarheim ella eldrasambýli vit eiga at miðja ímóti á eldraøkinum. Heldur enn hesar siðbundnu byggiloysnirnar, eiga vit at skapa ein meiri fjøltáttaðan bústaðarmarknað við íbúðum, raðhúsum, lutaíbúðum o.a., soleiðis at okkara eldru borgarar hava høvi at flyta í ein minni og meiri hóskandi bústað á ellisárunum. Ein meiri fjøltáttaður bústaðarmarknaður hevði ført við sær, at hin einstaki fekk høvi at búgva longri í egnum heimi og at tørvurin á einum røktarheimsplássi harvið varð útsettur, men eisini, at tað hevði betrað um lívsgóðskuna tey seinastu árini av lívinum.

Hvat tænastuni viðvíkur, so eri eg sannførd um, at tað ikki eru fleiri eldrabústaðir (t.e. røktarheim ella eldrasambýli), sum kunnu vera við til at loysa avbjóðingarnar innan eldrarøktina í Føroyum. Í staðin fyri sera dýru bústaðarloysnina, eiga vit at menna fyribyrgjandi og endurmennandi tænasturnar innan eldrarøktina, soleiðis at tað í størri mun verður lagdur dentur á at fyribyrgja at borgarar fáa tørv á røkt og at teir borgarar, sum fáa tørv á stuðli ella hjálp, verða mentir til aftur at klára seg sjálvan í størri mun. Hetta er ein loysn ella tilgongd sum hevur víst seg at rigga; hon førir við sær eina munandi betri lívsgóðsku fyri hin einstaka, samstundis er tað ein loysn, sum sparir almenna kassanum fyri stórum upphæddum. Eg trúgvi rætt og slætt at vit, við teimum demografisku avbjóðingunum, ikki hava annan møguleika enn at leggja á annan bógv innan eldrarøktina. Tað verið seg óansæð um tað er landið ella kommunurnar, sum skulu taka við avbjóðingini.

 

Hoyr orðaskiftið