Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2017-2018

Týning av rottum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um kunngerð um fyribyrging og týning av rottum, settur landsstýrismanninum í heilsu-og innlendismálumSirið Stenberg(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Nær kann roknast við, at kunngerðin um fyribyrging og týning av rottum verður sett í gildi?

Viðmerkingar:
Tann 26. mai varð ein kunngerð um fyribyrging og týning av rottum send til hoyringar. Hoyringsfreistin varðsett til 23. juni, og sambært kunngerðini skuldi hon verða sett í gildi dagin eftirat hon var kunngjørd.

Nú næstan fýra mánaðir eru gingnirsíðan hoyringsfreistin var úti, frættist framvegis einki frá Heilsuog innlendismálaráðnum um kunngerðina.

Tí verður spurt, nær landsstýrismaðurinætlar atlýsa kunngerðina.

Á Løgtingi, tann 19. oktober 2017

Helgi Abrahamsen

Koyristuðul til menningartarnað

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um koyristuðul til menningartarnarð, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Hava menningartarnað,sum arbeiða á vardum verkstøðumsama rætt sum onnur til ferðastuðul, um tey hava langan veg til og frá arbeiði?

2.Hvussu nógv kostar tað landskassanum um menningartarnað fáa henda stuðulin?

Viðmerkingar:
Seinnu árini er stórur dentur lagdur á, at fólk við serligum avbjóðingum skulu eggjast til at arbeiða so nógvsum evnini røkka til. Mong arbeiða á til dømis vardum verkstøðum, og fyri hetta fáa tey eina avmarkaða samsýning umframt fyritíðarpensjónina.

Hóast samsýningin ikki er stór, hevur hon stóran týdning fyri móttakararnar, sum hava eina góða kenslu av, at hetta eru pengar, sum tey sjálvi hava tjent.

Men dømi er um at fólksum ferðast millum vardan bústað og vardan verkstaðhava tríggjar krónur eftir av daglønini, tá ferðaseðlarnir við bussi eru goldnir. Hetta er ikki serliga eggjandi fyri tey arbeiðandi.Tá spurt verður, um tey hava rætt til ferðastuðul, er ymiskt, hvussu lógin verður tulkað.

Tí verður hesin spurningurin settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 8. februar 2018

Helgi Abrahamsen

Fyrireikingar í sambandi við Brexit

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um fyrireikingar í sambandi við Brexit, settur Poul Michelsen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv fólk í Uttanríkis-og Vinnumálaráðnum (umroknað til heil ársverk) arbeiða burturav við at fyrireika Føroyar til Brexit?

2. Hevur landsstýrið fingið tilboð frá donsku stjórnini um at vera partur av teirra fyrireikingararbeiði í sambandi við Brexit?

3 .Um landsstýrið hevur fingið eitt tílíkt tilboð, hvat hevur landsstýrið so svarað?4.Um landsstýrið hevur fingið eitt tílíkt tilboð og hevur svarað, hvør var so grundgevingin fyri svarinum?

Viðmerkingar:
Bretland hevur boðað frá, at landið fer úr ES í 2019. Tað merkir, at allar fiskivinnu-og handilsavtalur mugu handlast av nýggjum.

Fyri Føroyar fær hetta sera stórar avleiðingar, tí stórur partur av okkara samhandli og fiskiveiðurættindum í ES, skulu framyvir avgreiðast við Bretland.

Sambært danska Uttanríkisráðnum arbeiða rættiliga nógv fólk í ráðnum og á ambasadunum við at fyrireika broytingina, sum hetta fær fyri Danmark. Undirritaði hevur skilt, at Føroyar hava fingið tilboð um at vera umfataðar av hesum arbeiðinum, men hava takka nei.

Tí verður spurt, um hetta er so, og hvussu nógva arbeiðsorku vit sjálvi brúka til hesar fyrireikingarnar.

Á Løgtingi, 22. mars 2018

Helgi Abrahamsen