Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2022-2023

Almennu bussruturnar



Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini


 

Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

 

Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

 

 

Spurningar:  

 

  1. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at gera átøk, ið skulu fáa fólk at brúka almennu bussruturnar meira?
  2. Um landsstýrið hevur eina slíka ætlan, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvør ætlanin er?
  3. Um landsstýrið hevur eina slíka ætlan, nær kann so roknast við, at hon verður sett í verk?

  

Viðmerkingar:

Nógv fokus er á orkusparingar, veðurlagspolitikk og átøk, ið skulu minka um CO2 útlátið. Á samferðsluøkinum verður nógv tosað um el bilar o.a., men ein møguleiki sum sjáldan verður nevndur, er brúkið av almennu bussrutunum.

 

Vit hava nógvar bussrutur í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv orka verið spard. Men av tí at ruturnar í nógvum førum passa illa við arbeiðs- ella skúlatíðirnar hjá fólki, velja mong heldur at koyra við egnum bili. Og av tí at fólk heldur velja at koyra við egnum bili, er grundarlag ikki fyri at økja um túratalið hjá bussunum. Talan er sostatt um eina sokallaða ”ónda ringrás”.


Sambært hagtølum er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum minkað tey seinastu nógvu árini, samtíðis sum familjur eru hært fyrispentar fíggjarliga, og tosað verður um at minka um CO2 útlátið.

 

Tað virkar sum at tað skal ein hugburðsbroyting til, fyri at fáa føroyingar at velja almennu samferðsluna, og tí verður spurt, um landsstýrið hevur nakra ætlan á hesum økinum, og í øðrum lagi, hvør tann møguliga ætlanin er, og nær hon verður sett í verk.

 

 

Á Løgtingi tann 27. september 2022

 

Helgi Abrahamsen



_____________________




Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku



Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

 

 

Spyrjari:  Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

 

Svarari:  Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almannamálum

 

 

Spurningar:  


  1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?
  2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?

     

    Viðmerkingar:

    Í kunngerðini um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða (kunngerð nr. 219 frá 28. desember 2020) stendur, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður ikki veitt fyri m.a. frítíðarløn. Tað merkir, at foreldur, ið til dømis hava eitt barn við varandi sjúku, kunnu ikki fara í feriu við løn til dømis í juli, tí tey skuldu liva av frítíðarlønini tann mánaðin, tá hon varð útgoldin. Tey hava tí ikki rætt til frítíð við løn, sum onnur annars hava.


    Uttan iva er onkur orsøk til hesa ásetingina, og tí verður landsstýriskvinnan biðin um at greiða frá, hvør orsøkin er til hetta, og um hon hevur ætlanir um at gera nakra broyting hesum viðvíkjandi.

     

     

    Á Løgtingi, 24. januar 2023

     

    Helgi Abrahamsen
    løgtingsmaður





    ____________________

      



    Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku (uppfyljgandi spurningar)



    Skrivligur fyrispurningur

    eftir § 52a í Tingskipanini

     

     

    Spyrjari:  Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

     

    Svarari:  Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almannamálum

     

     

    Spurningar: 

    1. Ætlar landsstýrið at broyta løgtingslógina um almannatrygd og tænastur og/ella tilhoyrandi kunngerð, soleiðis at frítíðarløn frá arbeiðsplássum ikki verður mótroknað í endurgjaldinum fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku?

     

    Viðmerkingar:

    Fyri nøkrum vikum síðani setti eg ein § 52a fyrispurning um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku (tingmál nr. 52-057/2022). Spurt varð, hvør orsøkin er til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn? Eisini varð spurt, um landsstýrið ætlar at broyta hesa ásetingina?


    Landsstýrismaðurin svaraði, at nevndu fólk fáa endurgjald við frítíðarløn. Tað er rætt, men spurningurin snúði seg ikki um at fáa frítíðarløn av endurgjaldinum. Spurningurin snúði seg harafturímóti um at frítíðarløn frá øðrum arbeiðsplássi verður mótroknað í útgjaldinum.

    Um til dømis eitt barn skal undir skurð í apríl, og annað av foreldrunum tí má vera heima í apríl og mai, so fáa tey ikki endurgjald fyri mai, tí tá verður frítíðarlønin frá arbeiðsplássinum útgoldin. Skulu tey so í feriu í juli, so fáa tey einki tá, tí frítíðarlønin sum tey áttu til góðar, bleiv brúkt í mai. Eg seti tí henda uppfylgjandi spurningin.

     


    Á Løgtingi, 6. februar 2023

    Helgi Abrahamsen