Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2015-2016

Góðkendar hvalvágir

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um góðkendar hvalvágirsettur Høgna Hoydallandsstýrismanni 

1. Fer landsstýrismaðurin at lýsa broytingar í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind, nú ætlan er at broyta fráboðanarskylduna í grindalógini?

2.Fer landsstýrismaðurin at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág, um so verður, at nevnda kunngerð verður broytt?

Viðmerkingar
Undirritaði hevur fyrr sett fyrispurningar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum viðvíkjandi góðkenning av hvalvágum, og eisini hevur verið samskift nógv við landsstýrið um hetta mál.

Undirritaði hevur fingið at vita, at millum annað Skálafjørður fór at verða góðkendur sum hvalvág, tá grindalógin og tilhoyrandi kunngerð fóru at verða broytt.

Tíverri hendi tað, at tá lógin varð broytt í summar, vóru feilir í henni, og tí varð í fyrsta umfari bíðað eftir, at feilirnir vórðu rættaðir. Seinni, tá feilirnir vórður rættaðir, vísti tað seg, at eisini aðrir trupulleikar við fráboðanarskylduni máttu fáast av vegnum, áðrenn kunngerðin kundi verða broytt.

Nú hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at grindalógin í næstum verður broytt viðvíkjandi fráboðanarskylduni. Í tí sambandinum er høvi samtíðis at broyta kunngerðina, sum millum annað ásetir, hvørjar hvalvágir eru góðkendar.

Á Løgtingi, 22. desember 2015

Helgi Abrahamsen