Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2010-2011

Heimahjálpartænastan

Skrivligur fyrispurningur 

til

Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi heimahjálpartænastuni

1.      Hvussu nógvir føroyingar fingu heimahjálp í 2010, um vit ikki rokna sambýlini við?

2.      Hvussu nógvir føroyingar fingu heimahjálp í 2010, tá sambýlini eru íroknað?

3.      Hvussu nógvir arbeiðstímar verða samanlagt nýttir árliga til at veita heimahjálpartæanstu (við og uttan sambýli)?

4.      Hvussu samsvarar veitta heimahjálpartænastan við samlaða tørvin fyri alt landið? 

5.      Hvussu nógv kostaði hvør einstakur heimahjálpartími í 2010, og hvussu hevur gongdin verið í kostnaðinum fyri hvønn veittan tíma, tey seinastu 10 árini?

6.      Um kostnaðurin fyri hvønn veittan tænastutíma er broyttur, hvør er so orsøkin til broytingina?

7.      Hvussu nógv kostar umsitingin av heimahjálpartænastuni fyri hvønn veittan heimahjálpartíma, og hvussu hevur gongdin verið hesum viðvíkjandi tey seinastu 10 árini?

8.      Hvønn týdning hevur tað havt fyri lønarútreiðslurnar, at fleiri og fleiri heimahjálparar hava fingið útbúgving?

Viðmerkingar:

Javnan hoyra vit um stóra tørvin á røktarheims- og sambýlisplássum. Hóast nógv verður gjørt fyri at víðka hesa tænastu, so er trupult at nøkta skjótt vaksandi tørvin. Bæði íløgur og rakstur av røktarheims- og sambýlisplássum eru kostnaðarmiklar útreiðslur, men í nógvum førum er talan um einastu leiðina, vit hava at ganga, tí umráðandi er, at fólk ikki verða noydd at búgva heima hjá sær sjálvum, um tey ikki eru trygg við ta støðuna.

Men mong eldri fólk vilja heldur búgva heima, enn at flyta inn á eitt røktarheim ella sambýli. Hetta krevur tó í nógvum førum eina vælvirkandi heimatænastu.

Bæði fyri tey sjálvi og fyri samfelagið er tað ein fyrimunur, um tey, sum kunnu og vilja búgva heima, fáa tann møguleikan, heldur enn ímóti sínum egna vilja at verða flutt inn á eitt heim, har onnur standa á bíðilista, tí pláss ikki er fyri øllum. 

Árliga játtanin til heimahjálpartænastuna liggur um 50 mió. krónur (tá er játtanin til eldrasambýli og heimasjúkrasystrar ikki íroknað). Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvussu nógvir tænastutímar fáast fyri hesar pengarnar, tí út frá tí kundu vit fingið eina greiða mynd av, hvussu ein broytt játtan sæst aftur í veittari tænastu.

Grundað á hesar viðmerkingar, verður fyrispurningurin settur.

Av tí at fyrispurningurin ikki skuldi svarast fyrr enn seinast á seinasta tingfundinum (sum endaði á náttartíð), valdi eg at taka spurningin aftur, og seta hann fram av nýggjum í tingsetuni 2011-2012.

Endurvenjing




Munnligur fyrispurningur

til
 
Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu

viðvíkjandi endurvenjing


1. Eru tilboðini um endurvenjing, ið føroyska samfelagið bjóðar teimum, ið hava tørv á tí, í samsvari við krøvini í ST-sáttmálanum um rættindi teirra ið bera brek?

2. Um tilboðini ikki uppfylla krøvini í ST-sáttmálanum, hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýriskvinnan so at taka, fyri at fylgja sáttmálanum?

3. Nær kann roknast við, at fyrstu stigini verða tikin, fyri at bøta um tilboðini um endurvenjing?


Viðmerkingar:
Líka so týdningarmikið sum tað er, at almennu Føroyar stuðlar teimum sjúku fíggjarliga, líka so týdningarmikið er tað, at fólk, ið missa sín fulla førleikan, verða stuðlað í at vinna á sjúkuni, og fáa møguleika at gerast virkin aftur í samfelagnum. Hetta kann millum annað gerast við endurvenjingum, vardum størvum o.s.fr.

Fyri tann ið verður raktur av sjúku og teirra avvarðandi, gevur endurvenjingin eina betri lívsgóðsku og fyri samfelagið er talan eisini um ein vinning.

Málið má vera, at øll menniskju skulu hava møguleika at arbeiða, at útbúgva seg og at taka lut í samfelagnum – hvør eftir sínum førimuni. Fólk ið verða rakt av sjúku, skulu eisini koma skjótari og betur fyri seg aftur.

Hóast Føroyar hava skrivað undir ST-sáttmálan um rættindi teirra ið bera brek, so er endurvenjingarøkið afturúrsiglt, og tørvurin er stórur. Okkum manglar lógargrundarlag, endurvenjingartilboð sum heild og samskipan á økinum.

Fyrispurningurin verður settur, fyri at fáa lýst støðuna, og vónandi kann hann eisini vera við til at skunda undir ítøkilig stig, ið møguliga mangla á økinum.


Á Løgtingi, tann 18. mars 2011

Helgi Abrahamsen


Góðskan á fiski

Munnligur fyrispurningur

til
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismann

viðvíkjandi góðsku á fiski


1. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at taka ítøkilig stig, fyri at økja um virðið á føroyskum fiski, ið verður útfluttur?

2. Um landsstýrið hevur ætlanir um hetta, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvørji stig talan er um?

3. Um landsstýrið ongar ítøkiligar ætlanir hevur á áðurnevnda øki, kann landsstýrismaðurin so grundageva fyri, hví so er?


Viðmerkingar:
Nógv kapping er um  rættindini at fiska tað tilfeingið, sum fæst í føroyskum sjóøki. Virðið verður roknað í nøgd og fiskidøgum, meðan góðska og prísur ofta kemur í aðru røð.

Mangt bendir á, at vit kundu fingið munandi meira fyri somu nøgd av fiski, um hagreiðingin var øðrvísi. Ein trupulleiki er, at skipini fáa sama prís fyri fiskin, líkamikið um góðskan er vánalig ella fyrsta floks.

Fyri nøkrum árum síðani bleiv allur fiskur góðskumettur, tá hann varð landaður, men síðani tann skipanin helt uppat, hevur góðskan ikki verið avgerandi fyri prísin á fiskinum.

Vit kunnu ikki rokna við, at fiskimenn, av sínum eintingum, fara at leggja stórt arbeiði í at fáa betri góðsku, um teir einki fáa afturfyri. Tí er tað ein sera óheppin støða, at tað ikki skal loysa seg at gera tað arbeiði, sum í seinasta enda er ein stór inntøka fyri samfelagið.

Marknaðarkreftirnar fáa vit einki gjørt við frá politiskari síðu, men vit kunnu taka onnur stig, ið ávirka endaliga úrslitið. Til dømis ber til at áseta longd á túrum, eins og onnur stig kunnu verða tikin. Tí verður við hesum spurt, um landsstýrið hevur nakra ítøkiliga ætlan á hesum øki.


Á Løgtingi, tann 22. februar 2011

Hoyvíkssáttmálin




Munnligur fyrispurningur

til
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismann

Viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum


1. Hevur landsstýrið gjørt upp, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevur havt fyri samstarvið millum Føroyar og Ísland?

2. Um ein tílík uppgerð er gjørd, hvat sigur hon so um, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevur havt fyri føroyskt vinnulív á íslendska marknaðinum?

3. Hvønn týdning vísir ein møgulig uppgerð, at Hoyvíkssáttmálin hevur havt fyri íslendskt vinnulív á føroyska marknaðinum?

4. Um landsstýrið ikki hevur gjørt upp, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevur havt, nær kann so roknast við, at tað verður gjørt?


Viðmerkingar:
Tann 31. august 2005 var sonevndi Hoyvíkssáttmálin undirskrivaður. Endamálið við sáttmálanum var at beina burtur forðingar, sum hindraðu búskaparligu viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, og at leggja áherðslu á rættvís kappingarkor á einum sameindum marknaði.

Men tað gekk ikki long tíð, frá tí at sáttmálin var settur í gildi, til føroysk vinnulívsfólk gjørdu vart við, at hurðarnar inn á íslendska marknaðin stóðu ikki so víðopnar, sum fráboðað varð frammanundan.

Síðani er tað hent, at Ísland hevur rent seg í eina djúpa búskaparkreppu, og við henni er íslendska krónan fallin nógv í virði. Hetta gevur íslendskum fyritøkum stóran fyrimun, tá bjóðað verður uppá arbeiði í Føroyum í kapping við føroyskar fyritøkur.

Fyri at minka um arbeiðsloysið her á landi, hevur verið roynt at seta gongd á alment byggivirksemi, men tað hevur munað lítið, tí íslendskar fyritøkur fara avstað við stórum parti av arbeiðunum.

Tað gevur lítla meining at vera partur av einum samhandilssáttmála, um hann ikki gevur nakran fyrimun, og í ringasta føri er ein vansi. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, tann 31. januar 2011

Samhaldsfasti




Skrivligur fyrispurningur

til
 
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann

Viðvíkjandi Arbeiðsmarknaðareftarlønargrunninum

1. Kann landsstýrimaðurin vátta, at broytingin, sum tann 28. apríl í fjør varð gjørd í lógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, undir ongum umstøðum er orsøk til, at pensjónistar í Føroyum fáa minni útgoldið í eftirløn, enn teir annars høvdu fingið, um lógin ikki varð broytt?

2. Um útgjaldið minkar orsaka av nevndu lógarbroyting, kann landsstýrismaðurin so nevna dømi um møguligar orsøkir til, at útgjaldið minkar?

3. Kann ein føroyingur, sum hevur búð í Danmark, men er fluttur til Føroya áðrenn nevnda lógarbroyting varð framd, rokna við, at tað sum hann fær úr ATP í Danmark og tað sum hann fær úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, tilsamans svarar til eitt fult útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftarlønargrunninum? 

4. Um onkrir pensjónistar eru verri stillaðir orsaka av lógarbroytingini frá 28. apríl 2009, hvat ætlar landsstýrið so at gera, fyri at rætta mismunin?


Viðmerkingar:
Tann 28. apríl í fjør, varð lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn broytt, samsvarandi treytunum í norðurlendsku konvensjónini um sosiala trygd.

Ein trupulleiki við gomlu skipanini var, at føroyingar, sum fluttu av landinum á ellisárum, fingu ikki nakað frá grunninum við sær, meðan til dømis ein normaður, sum flutti til Føroya, og sum ongantíð hevði goldið inn í grunnin, fekk fult útgjald, umframt tað sum hann fekk úr norska Folketrygd.

Við broytingini fekk føroyingurin, sum flutti av landinum, gjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunninum við sær, meðan normaðurin misti tað føroyska gjaldi, men fekk framvegis fulla eftirløn úr Norra.

Undirritaði hevur síðani fingið upplýst frá fólki, sum hava búð í Danmark ein part av sínum virkna arbeiðslívi, at tey fáa ikki fult gjald frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (júst so sum lógin sigur), men at tey fáa heldur einki tilsvarandi gjald úr Danmark.

Grundtankin við Arbeiðsmarknaðareftarlønargrunninum hevur altíð verið, at øll skuldu fáa líka nógv útgoldið, meðan inngjaldið skuldi vera lagað eftir inntøkuni. Men um fólk, sum hava búð uttanlands ein part av sínum virkna lívi, missa arbeiðsmarknaðareftirlønargjald, uttan at fáa nakað annað í staðin, so eru øll ikki líkað stillað.

Í viðmerkingingunum til uppskotið (løgtingsmál nr. 87/2008) og í álitinum hjá fíggjarnevndini til sama mál, verður nógv gjørt burturúr fyrimununum, sum tey fóru at fáa, sum nú blivu partur av Arbeiðsmarknaðareftarlønargrunninum, men einki verður nevnt um nakran, sum fór at missa. Til dømis stendur undir punktinum Fíggjarligar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felags-skapir: Uppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri fólk, sum hava búð í Føroyum í minst 3 ár, tá tey vóru millum 15 og 67 ár, tí nú verður útgjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum víðkað til hesi fólk. Tað sama verður endurtikið undir punktinum Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelags-bólkar/felagsskapir.

Um endamálið við lógarbroytingini var at betra um korini hjá pensjónistum (sum eg sjálvsagt trúgvi at tað var), so er tað óheppið, um nakrir bólkar detta niðurímillum.

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa staðfest, um lógarbroytingin, frá 28. apríl 2009 virkar eftir ætlan.

Á Løgtingi, tann 2. desember 2010

Helgi Abrahamsen

Hoyriscreening av pinkubørnum


Munnligur fyrispurningur

til
 
Aksel Johannesen, landsstýrismann

Viðvíkjandi hoyriscreening av pinkubørnum


1. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at seta í verk hoyriscreening av pinkubørnum?

2. Um landsstýrið hevur tílíka ætlan, nær kann so roknast við, at hon verður sett í verk?

3. Um landsstýrið ikki hevur tílíka ætlan, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvørjar orsøkirnar eru til tað?


Viðmerkingar:
Í eini yvirlýsing frá Felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum, sum er dagfest tann 15. august í ár, verður staðfest, at føroysk hoyribrekað hava ikki líka góðar umstøður, sum borgarar við hoyribreki hava í okkara grannalondum. Millum annað verður víst á, at Føroyar eru einasta Norðurlandið, har hoyriscreening av pinkubørnum ikki verður framd. Endamálið við hesi screening er at staðfesta møgulig hoyribrek tíðliga, soleiðis at tiltøk kunnu setast í verk alt fyri eitt, fyri at barnið ikki verður óneyðuga nógv darvað av sínum breki.

Í Danmark kostar ein tílík screening umleið 250 krónur fyri hvørt barnið, og hetta kann gerast byrjanin til, at tey hoyribrekaðu fáa eitt talumál, sum tey kunnu liva við.

Í Føroyum verða umleið 700 børn fødd um árið, so árligi kostnaðurin fyri at screena øll pinkubørnini er lægri enn 200.000 krónur. Fyri hesar pengarnar kunnu vit lofta hoyribrekinum tíðliga, og bjóða teimum eitt munandi hægri lívsvirði, enn tey annars høvdu fingið. Økta útreiðslan kann lættliga sparast inn aftur, við tað at neyðugt verður ikki við eins nógvum serlærarum, deyvatulkum o.s.fr.

Tá vit, uttan eyka kostna, kunnu bjóða einum parti av okkara borgarum eitt betri lív, er tað okkara skylda at gera alt ið vit kunnu, fyri at røkka hesum máli. Fyrispurningurin verður tí settur, fyri at varpa ljós á málið.

Á Løgtingi, tann 22. november 2010

Helgi Abrahamsen


Sjónvarpsgjald




Munnligur fyrispurningur

til
 
Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi sjónvarpsgjaldi


1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er rímiligt, at fólk, sum ikki hava møguleika at síggja allar sendingarnar, sum almenna sjónvarpið sendir, skulu gjalda fult sjónvarpsgjald?

2. Eru ætlanir um at leggja allar sendingar, sum almenna sjónvarpið sendir, út á internetið?

3. Um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at tær verða settar í verk?

4. Um ongar tílíkar ætlanir eru, kann so roknast við, at tey sum bara síggja sjónvarp í teldu, fáa eina lægri rokning fyri hyggjaragjald?


Viðmerkingar:
Fyrr í ár varð løgtingslógin um kringvarp broytt, soleiðis at fólk nú gjalda tað sama fyri at síggja sjónvarp og hoyra útvarp á internetinum, sum tey annars gjalda fyri somu tænastur ígjøgnum ávikavist eitt útvarp ella sjónvarp.

Tankin aftanfyri broytingarnar er, at fólk skulu gjalda fyri tað, sum tey síggja og hoyra, líkamikið hvat slag av móttakara tey hava. Tað er tænastan sum kostar.

Men trupulleikin við hesum er, at Kringvarpið leggur ikki allar sjónvarpssendingar út á internetið. Tí kann spurningur setast við, um tað er rætt og rímiligt, at tey sum bara síggja sjónvarp á internetinum, skulu gjalda fult hyggjaragjald, tá tey ikki hava møguleika at síggja allar sendingarnar. Ella vit kunnu venda tí á høvdið og siga, at tað er ikki rímiligt, at tey sum gjalda fult gjald, ikki fáa fulla tænastu.

Tí verður við hesum spurt, hvørjar framtíðarætlanir eru á hesum øki. Verður gjaldið lækkað, ella verður tænastan betrað?

Á Løgtingi, tann 10. november 2010

Helgi Abrahamsen


Umhvørvisverndarlógin




Munnligur fyrispurningur

til
 
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi umhvørvisverndarlógini


1. Eru øll vinnulig virki og fyritøkur í Føroyum líkastillað fyri krøvunum í umhvørvisverndarlógini?

2. Um øll vinnulig virki og fyritøkur ikki eru líkastillað, ætlar landsstýrið so at taka stig til, at lógin verður líka fyri øll?

3. Um landsstýrið hevur slíka ætlan, nær kann so roknast við, at hesi stig verða tikin?

4. Hvussu stórur partur av vinnuligum virkjum og fyritøkum í Føroyum hava umhvørvisgóðkenning?


Viðmerkingar:
Sambært løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, mugu ongar fyritøkur, virki ella útbúnaðir, ið sum bólkur eru at finna í einum fylgiskjali til lógina, verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Men einki sæst í lógini um, at krøv verða sett virkjum, sum vóru til longu áðrenn lógin varð sett í gildi.

Hetta merkir, at eitt virki, sum er farið í gongd aftaná 1. januar 1989, skal lúka nógvar treytir og revsast fyri møgulig brot á hesar treytirnar, meðan einum øðrum virki, sum var til áðrenn henda sama dag, ikki nýtist at halda somu treytir.

Hetta kann vera sera kappingaravleiðandi, umframt at tað er ein vansi fyri umhvørvið, um stórur partur av okkara virkjum, ikki eru umfatað av umhvørvisvernkarlógini.

Tað eru meira enn 20 ár síðani umhvørvisverndarlógin varð sett í gildi, og nógv virki hava skift eigara ella eru endurstovnað í hesum tíðarskeiðinum, men sum spyrjaranum er upplýst, so koma gomul virki ikki undir umhvørvisverndarlógina í sambandi við eigaraskifti ella endurstovnan.

Áhugavert hevði verið at fingið at vita, um landsstýrið hevur nakra ætlan um til dømis eina skiftistíð, har sagt verður, at innan eitt ávíst áramál skulu øll virki í landinum hava umhvørvisgóðkenning.

Á Løgtingi, tann 22. september 2010

Helgi Abrahamsen



Bíðilistar til sjúkraviðgerð




Munnligur fyrispurningur

til
 
Aksel Johannesen, landsstýrismann

Viðvíkjandi bíðilistum til sjúkraviðgerðir


1. Metir landsdstýrismaðurin at landskassin, samanlagt, kann spara pengar, við at leingja um bíðilistarnar til sjúkraviðgerðir?

2. Um landsstýrismaðurin ikki metir, at landskassin kann spara pengar við at útseta sjúkraviðgerðir, ætlar hann so kortini at leingja bíðilistarnar, fyri at spara pengar á eini einstakari konto?


Viðmerkingar:
Í sambandi við, at Landssjúkrahúsinum manglar pengar til rakstur, hevur verið boðað frá, at um pengar ikki verða funnir, verður neyðugt at leingja bíðilistarnar til sjúkraviðgerðir.

Um vit bara hyggja eftir sjúkrahúsinum burturav, ber uttan iva til at spara pengar, við at leingja bíðilistarnar, men hyggja vit eftir samlaða rakstrinum hjá landskassanum, er talan í nógvum førum um at flyta útreiðslur frá heilsumálum yvir á almannamál, og talan kann lættliga gerast, samanlagt, um øktar útreiðslur.

Tey sum standa á bíðilistum, fyri at fáa sjúkraviðgerð, eru í nógvum førum ikki arbeiðsfør, og skulu tí hava pengar eftir dagpeningalógini. Longri tey bíða eftir viðgerð, meira skulu tey hava, og einaferð skal viðgerðin fremjast kortini, og hon verður neyvan bíligari við tíðini.

Hetta fær tí ein sera negativan virkna fyri landshúsarhaldið, bæði við at hesi fólkini eru óvirkin, meðan tey eru sjúkrameldað, og harafturat skal landskassin gjalda teimum pengar, hesa tíðina. Tí er ilt at fáa eyga á nakra samlaða sparing, hóast spart verður á hesi einu kontoini.

Men eitt eru pengar, annað er lívsgóðskan hjá teimum sjúku. Tey ganga longri sjúk enn neyðugt, um bíðilistarnir leingjast.

Vit tosa um ein og sama kassa, men fleiri konti. Vónandi verður meira hugd eftir samlaðu støðuni, heldur enn eftir einum løtuvinningi fyri eina ávísa konto.

 Á Løgtingi, tann 27. august 2010

Føroyska rossið





Skrivligur fyrispurningur

til
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismann,

viðvíkjandi føroyska rossinum

1. Hvør hevur høvuðsábyrgdina av arbeiðinum, sum hevur til endamáls at varðveita tað føroyska rossið?

2. Hvørji ítøkilig tiltøk eru sett í verk, fyri at varðveita føroyska rossið?

3. Hvat ætlar landsstýrið at gera framyvir, fyri at varðveita tað føroyska rossið?

4. Hvussu er støðan viðvíkjandi føroyska rossastovninum?

Viðmerkingar:
ST hevur lýst árið 2010 at vera ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, tað vil siga ár fyri alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar.

Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi, har ein málsetningur er, at í 2010 skal afturgongdin av lívfrøðiligum margfeldi steðga.

Tá talan er um lívfrøðiligt margfeldi, verður ofta hugsað um plantur og smádjór, sum vit nóg illa vita, eru til. Men í Føroyum hava vit eisini einstøk stórdýr, sum ikki finnast aðrastaðni.

Vit høvdu eitt serstakt neytaslag, sum doyði út, millum annað av eini ósemju, har ivamálið var, um tað skuldi roknast sum landbúnaður ella mentan.

Føroyska neytaslagið er dømi um, hvussu skjótt eitt djóraslag kann doyggja út. Tað eru bara hálvthundrað ár síðani, at kúgv stóð í nærum hvørjum kjallara í Føroyum, og longu í dag er slagið burtur.

Føroyska rossið var nær við at líða somu lagnu. Bert 4 ross vóru eftir, tá fólk av sínum eintingum tóku stig til at bjarga stovninum. Í dag liggur talið um hálvthundrað, men so leingið sum tey ikki eru  um 200 í tali, má stovnurin roknast fyri at vera hóttur.

Felagið Føroysk Ross hevur gjørt eitt stórt arbeiði, fyri at varðveita stovnin, men talan er um sjálvboðið og fyri stóran part eisini sjálvfíggjað arbeiði, og skuldi tað hent, at eingin hevði áhuga í at halda fram við hesum arbeiðinum, so hevði øll ætlanin dottið á gólvið.

Trupulleikarnir við arbeiðinum eru nógvir. Fyri tað fyrsta skal ansast serliga væl eftir vandanum við innannøring, tí øll rossini eru sera nær skyld, og harafturat kemur, at tað eru einstaklingar, sum eiga rossini, og tað er eingin sjálvfylgja, at teir vilja spæla við í teirri skipaðu alingini. Eisini er tað eitt ivamál, um tað finnast nóg nógvir áhugaðir eigarar til at taka sær av 200 rossum, sum er minsta markið, fyri at stovnurin ikki skal vera hóttur.

Tað sum fremur áhugan hjá fólki at fáa sær ross, er hugurin at ríða á teimum, men her er trupulleikin, at tað ber illa til at brúka somu ross bæði til aliross og til ríðingarross, og tað er alingin, sum hevur týdning í hesum førinum.

At samla ov nógv ross á einum stað, ber heldur ikki til, tí so økist vandin fyri smittu.

Trupulleikarnir eru nógvir, men tað er fyrst og fremst limunum í felagnum Føroysk Ross fyri at takka, at tað føroyska rossið ikki er útdeytt. Spurningurin er tí, um landsins myndugleikar, í árinum, sum ST hevur lýst sum ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, framhaldandi vilja dúva uppá áhugan, arbeiðssemið og fíggjarliga innsatsin hjá einstaklingum, ella um ætlanin er at gera eitt átak frá almennari síðu, fyri at varðveita tað føroyska rossið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.