Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2009-2010

Ferðaseðlaprísir hjá Bygdaleiðum

Munnligur fyrispurningur 

til 

Johan Dahl, landsstýrismann

1.Hevur landsstýrið nakra ætlan um at taka stig til, at ferðaseðlaprísirnir hjá Bygdaleiðum verða lagaðir til ætlanirnar í samgonguskjalinum um avmarkingar av CO2 útlátinum ?

Viðmerkingar:

Nógv verður í hesum døgum tosað um, hvussu vit kunnu avmarka orkunýtsluna og harvið CO2 útlátið. Samgonguskjalið sigur millum annað, at umhvørvis- og avgjaldspolitikkurin má knýtast saman til tess at røkka teimum yvirskipaðu veðurlags- og umhvørvismálum, ið vit átaka okkum.

Sambært hagtølum hjá Landsverki, økist talið av akførum á føroysku vegnum støðugt, eins og talið av koyrdum kilometrum økist. Hagtøl hjá Strandfaraskipum Landsins vísa harafturímóti, at ferðafólkatalið hjá Bygdaleiðum er minkandi. Hetta er ein greið ábending um, at fólk fara frá at nýta almennu flutningstænastuna og velja heldur at koyra í egnum bili. Fyri orkunýtsluna og luftdálkingina er hetta ein gongd tann skeiva vegin.

Tórshavnar býráð innførdi fyri nøkrum árum síðani ókeypis koyring við býbussunum. Henda skipan hevur virkað væl, men hevur eisini kostað kommununi nógvar pengar. Talið av ferðandi við bussunum øktist rættiliga nógv, tá koyringin bleiv ókeypis.

Hesin fyrispurningurin verður settur, fyri at vita, um nøkur ítøkilig stig verða tikin á hesum øki, fyri at knýta umhvørvis- og avgjaldspolitikkin saman, soleiðis sum samgonguskjalið leggur upp til. 

Dagtilhald

Munnligur fyrispurningur

til 

Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi dagtilhaldum

1. Hvussu nógv dagtilhald fyri pensjónistar eru latin aftur í 2009 ?

2. Hvussu nógvir pensjonistar hava í 2009 mist møguleikan at vitja dagtilhaldini ?

Viðmerkingar

Tá fíggjarlógin fyri 2009 var til viðgerðar fyri einum ári síðani, varð nógv gjørt burturúr skerdu játtanini til dagtilhaldini. Skipað varð fyri almennum fundum, har ljós varð varpað á týdningin av at hava tilhald kring landið, ið kundu veita skipað tilboð fyri frísk eldri, har tey dagliga kundu møtast og í felagsskapi stimbrast sosialt, handaliga og andaliga.

Í fjølmiðlunum varð eisini nógv gjørt burturúr ætlaðu sparingini. Onkur blaðskrivari vísti á, at talan var um eitt so ógvusligt inntriv í trivnaðin og gerandisdagin hjá okkara eldru, at fáur mundi vænta, at tað kundi gerast stórt verri.

Nú eitt ár er farið, kundi verið áhugavert at fingið eina eftirmeting av avleiðingunum av nevndu sparing, og tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Larmur frá skipum

Munnligur fyrispurningur 

til

Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi larmi frá skipum

1.Finst nøkur reglugerð fyri, hvussu nógvur larmur í mesta lagið kann vera á einum havnalagi?

2.Um eingin reglugerð er á hesum øki, kann landsstýriskvinnan so greiða frá, um serligar orsøkir eru til tað?

3.Um eingin reglugerð finst, er so ætlanin at fáa eina slíka reglugerð gjørda?

4.Um ætlanin er at fáa eina reglugerð gjørda, nær kann so roknast við, at hon verður gjørd?

Viðmerkingar

Greiðar reglur eru fyri, hvussu nógvur larmur kann vera inni á einum arbeiðsplássi. Sambært kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum skal nýinnrætting ella stór umbygging av arbeiðsplássum raðfestast og fremjast við atliti at trygd og heilsu, soleiðis at møguligir vandar og ampar frá arbeiðsgongdum, m.a. dust ella onnur luftdálking, geisling, ovurstór hita- ella kuldastig, larmur, ringur deymur v.m., kunnu avmarkast í størst møguligan mun.

Men ringt er at finna nakra reglugerð fyri, hvussu nógvur larmur í mesta lagið kann vera á einum havnalagi, har nógv virksemi er.

Tað er sjálvsagt ómøguligt heilt at sleppa undan larmi frá skipum og arbeiðsplássum á einum havnalagi, men kortini er umráðandi, at henda ljóðdálkingin verður avmarkað í tann mun, tað er møguligt. Til dømis ber væl til at sleppa undan larminum frá ljósmotorum við at leggja káplar millum skip og bryggju, soleiðis at streymur fæst úr landi. Men eru ongar reglur fyri hesum, verður sum oftast tann lættasta loysnin vald.

Nógvastaðni í landinum er hetta ein trupulleiki, og hóast vit ongantíð heilt fara at sleppa undan trupulleikanum, so eiga vit at avmarka hann í tann mun, tað er gjørligt. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. 

Tannlæknatrot

Munnligur fyrispurningur 

til

Aksel Johannesen, landsstýrismann, viðvíkjandi tannlæknatroti

1.Hvussu nógvir tannlæknar eru í Føroyum í løtuni?

2.Metir landsstýrismaðurin, at talið av tannlæknum er nóg høgt, fyri at nøkta tørvin á tannrøktini?

3.Um talið ikki er nóg høgt, hevur politiski myndugleikin so tikið nøkur stig, fyri at nøkta henda tørvin?

4.Um nøkur stig eru tikin, hvørji eru so úrslitini av teimum?

5.Hvussu nógvir føroyingar lesa til tannlækna í løtuni?

Viðmerkingar

Vanliga verður sagt, at vit eiga at hava ein tannlækna fyri hvørjar 1000 íbúgvar, um viðgerðartørvurin skal nøktast, men longu fyri fimm árum síðani var talið av tannlæknum í Føroyum komið niður á 40, og av teimum var helmingurin omanfyri 55 ár. Sagt var tá, at bert fimm føroyingar lósu til tannlækna, og at trupult var hjá teimum, sum ikki vóru í sjúklingaskipanini, at fáa nakra viðgerð.

Tannlæknafelagið gjørdi tí eitt átak, har roynt var at fáa ungar føroyingar at lesa til tannlækna, og táverandi landsstýrismaður í heilsumálum segði, í sambandi við ein fyrispurning í løgtinginum í apríl 2005, at hann fylgdi við á hesum økinum, og um átakið ikki broytti støðuna, so mátti politiski myndugleikin, saman við Føroya Tannlæknafelag seta onnur tiltøk í verk. 

Nú fimm ár eru liðin, og tannlæknatrotið framvegis er ein trupulleiki, loyvi eg mær at seta landsstýrismanninum hesar spurningar.

Skip undir FAS

Munnligur fyrispurningur 

til

Jørgen Niclasen, landsstýrismann

viðvíkjandi tilbúgving av skipum undir FAS 

1.Um eitt skip, sum er skrásett undir FAS, verður fyri sjóráni ella øðrum óhappi í fremmandum sjóøki, eru tað tá føroyskir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av at fáa málið loyst?

2.Um ábyrgdin liggur hjá føroyskum myndugleikum, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hvussu henda tilbúgvingin er skipað?

Viðmerkingar

Fleiri og fleiri skip verða skrásett undir Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini (FAS). Nógvir møguleikar sigast vera í hesum, men við møguleikunum fylgir eisini ábyrgd.

Vit hoyra ofta um farmaskip, sum eru fyri óhappi úti í stóru verð, og tey seinnu árini er talið av sjóránum eisini økt, serliga úti fyri Somalsku strondini. 

Spurningurin er tí, hvør hevur ábyrgdina av tilbúgvingini av hesum skipum, sum formliga eru heimahoyrandi í Føroyum, og hvussu eru vit fyrireikað at møta einum slíkum máli, um ábyrgdin liggur hjá okkum?