Vælkomin á mína heimasíðu

Tingsetan 2014-2015

Markaforðingar


Munnligur fyrispurningur

til

Anniku Olsen, landsstýriskvinnu,

viðvíkjandi markaforðingum.

1.Hvørji ítøkilig stig eru tikin hetta seinasta árið, sum hava til endamáls at minka um markaforðingarnar sum eru millum Føroyar og hini Norðurlondini?

2.Er ”rundskrivið um lógarsmíð” frá 29. februar 2000, víðkað, soleiðis at ávirkan á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot o.a., sum verða løgd fyri løgtingið?

3.Hvussu langt er føroyski markaforðingarbólkurin komin við arbeiðinum at finna fram til tær markaforðingar, sum eru, raðfesta tær og taka stig til at fáa hesar loystar?


Viðmerkingar:
Tann 20. apríl 2012 hevði løgtingið eitt sokallað ”temaorðaskifti” um markaforðingar. Viðgjørdar vórðu forðingar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørturum norðurlendsku landamørkini.

Tað var Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, sum legði upp til orðaskiftið. Í framløguskrivinum vísti hon á, hvørji átøk landsstýrið hevði sett sær fyri at seta í verk fyri at byrgja upp fyri markaforðingum.

Fyri einum ári síðani setti undirritaði landsstýriskvinnuni ein skrivligan fyrispurning, fyri at fáa at vita, hvussu langt var komið við arbeiðinum. Sambært svarinum vóru nógv tiltøk sett í verk og fleiri vóru ávegis.

Millum tiltøkini sum vóru farin í gongd var arbeiðið við at broyta rundskrivið um lógarsmíð, soleiðis at ávirkanin á hini Norðurlondini eisini skuldi vera partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot í Føroyum. Eisini skuldi ein føroyskur markaforðingarbólkur til verka, sum skuldi finna fram til tær markaforðingar, sum eru, raðfesta tær og taka stig til at fáa hesar loystar.

Hesin spurningurin verður settur fyri at fáa upplýst, hvat er hent á økinum hetta seinasta árið.

Á Løgtingi, tann 3. februar 2014

Helgi Abrahamsen

Útlendingar sum missa uppihaldsloyvið

Munnligur fyrispurningur

til

Johan Dahl, landsstýrismann

Viðvíkjandi útlendingum sum missa uppihaldsloyvi


1.Kann tann støðan íkoma, at ein útlendingur, sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, grundað á familjusameining, verður sendur av landinum aftur, um føroyski makin doyr?

2.Um ein føroyingur og ein útlendingur við uppihaldsloyvi í Føroyum eiga børn saman, og føroyingurin doyr, kann ein avleiðing av hesum so verða, at børnini verða send av landinum?

3.Um spurningur 1 og 2 verða svaraðir játtandi, heldur landsstýrismaðurin so at støðan hjá serliga børnunum er nøktandi?

4.Um landsstýrismaðurin ikki heldur støðuna vera nøktandi, hvat ætlar hann so at gera við málið?


Viðmerkingar:
Sambært § 19 stk. 1 nr.1 í útlendingalógini, kann eitt tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum verða tikið aftur um grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum ikki longur er til staðar.

Ein av orsøkunum sum ofta liggur til grund fyri, at útlendingar fáa uppihaldsloyvi, er familjusameining.

Um vit ímynda okkum eina støðu, har ein fastbúgvandi føroyingur verður giftur við útlendingi, og tey fáa børn saman, men so doyr føroyingurin. Tá er grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum (sum var familjusameining) ikki longur til staðar, og útlendski makin kann sambært lógini verða sendur av landinum. Børnini, sum alt sítt lív hava búð í Føroyum, og sum ikki hava tilknýti til nakað annað land, mugu tá fylgja við.

Hetta má sigast at vera steinur omaná byrðu hjá børnum, sum fyrst hava mist annað av foreldrunum, og síðani verða send til eitt land, har tey kanska hvørki kenna mál ella mentan.

Spurningurin er viðkomandi, nú nógvir føroyingar finna sær maka úr útheiminum.

Á Løgtingi, tann 15. januar 2015

Helgi Abrahamsen

Vegaføringin í Skálafirði

Munnligur fyrispurningur

til

Jørgen Niclasen, landsstýrismann

Viðvíkjandi vegaførðingini í Skálafirði


1.Hvør er orsøkin til, at metingin av kostnaðinum at gera veg uttanum Skálafjørð er dýrkað so nógv?

2.Hvat ætlar landsstýrið at gera, fyri at fáa ferðsluna gjøgnum Skálafjørð trygga?

3.Er tað rætt sum undirritaði hevur fingið upplýst, at landið hevur keypt og goldið fyri jørðina har ætlanin var at gera veg uttanum bygdina?

4.Hvør er orsøkin til, at ætlaða rundkoyringin í Skálafirði er nógvar ferðir dýrari enn aðrar tilsvarandi rundkoyringar í landinum?


Viðmerkingar:
Í apríl 2009 samtykti løgtingið at gera nýggjan veg omanfyri bygdina Skálafjørð. Talan var um seinasta strekki í eini longri ætlan um at dagføra vegateinin millum Skálafjørð og Strendur. Metti kostnaðurin var sambært uppskotinum umleið 43,5 mió. kr.

Í viðmerkingunum til uppskotið varð sagt, at verandi vegur er ikki hóskandi til landsveg, serliga við tí ferðsluøking, ið roknast kann við tey komandi árini. Eisini varð sagt, at roknast kann við, at tað at breiðka verandi veg helst er líka kostnaðarmikið sum at gera nýggjan veg.

Í oktober 2013 varð uppskot lagt fyri tingið um at ógilda lógina, og ístaðin gera eina rundkoyring í verandi veg fyri 7 mió. krónur. Orsøkin til hetta uppskotið segðist vera, at útbjóðingin av arbeiðinum at gera nýggjan veg vísti ein kostnað á heilar 69,9 mió. krónur.

Her eru nógv viðurskifti sum vekja undran. Millum annað kann staðfestast, at tað er nógv dýrari at gera veg gjøgnum slættlendi í Skálafirði enn tað var at bora og spreingja seg ígjøgnum eitt fjall til Gásadals, og eisini kann staðfestast, at rundkoyringin í Skálafirði kostar einar seks ferðir so nógv sum aðrar tilsvarandi rundkoyringar í landinum kosta.

Vegurin er framvegis líka óegnaður, sum hann var í apríl 2009, og tá kostnaðarmetingin av at gera nýggjan veg var so skeiv, so er ikki óhugsandi, at kostnaðarmetingin av at breiðka verandi veg er líka skeiv.


Á Løgtingi, tann 3. oktober 2014

Helgi Abrahamsen

Stødd á valstøðum

Munnligur fyrispurningur

til

Anniku Olsen, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi minstu stødd á valstøðum


1.Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um, áðrenn komandi løgtings- og fólkatingsval, at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðunum?

2.Hvussu nógvir veljarar heldur landsstýriskvinnan, eiga í minsta lagið at hoyra til eitt valstað?

3.Hevur landsstýrið arbeitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum verða taldar saman við einum størri valstaði?


Viðmerkingar:
Í november 2012 setti eg táverandi landsstýrsmanni í innlendismálum, Kára P. Højgaard, ein munnligan fyrispurning um støddina á valstøðunum, har eg vísti á, at fleiri valstøð ið verða nýtt í sambandi við løgtings- og fólkatingsval eru alt ov lítil.

Ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógini, at atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsaka av hesum.

Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar (tað eru bara tríggir veljarar fleiri, enn tað eru flokkar í løgtinginum). Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum.

Í svarinum til fyrispurningin, sum eg setti í november 2012, segði landsstýrismaðurin, at hann hevði ikki nakra ítøkiliga ætlan um at broyta reglurnar, men at hann nú fór at kanna møguleikarnar at fáa hetta broytt.

Eg seti núverandi landsstýriskvinnu á økinum henda fyrispurningin í vón um, at hetta verður broytt áðrenn vit hava val aftur til løgtings- og fólkatingsval.

 

Á Løgtingi, tann 22. august 2014

Helgi Abrahamsen