Vælkomin á mína heimasíðu

Hugleiðingar

(Hesa greinina skrivaði eg til leikskránna hjá StÍF fyri nøkrum árum síðani)

Tað fyrsta, eg kann minnast til pengar, vóru eittkrónurnar, sum eg og systir mín plagdu at fáa frá ommu ella langommu okkara. Krónurnar stappaðu við í sparibússuna (lundan), ella keyptu vit bomm ella tyggigummi fyri tær í handlinum hjá Ásu.

Hetta var fyrst í sjeytiárunum, tá man framvegis kundi fara inn í ein handil og leggja eina eittkrónu á skivuna og veruliga fáa nakað fyri hana.

Í 1973 hendi ein stór broyting við eittkrónunum. Áður hevði myndin av Fríðriki kongi IX prítt krónurnar, men nú byrjaði ein kona, sum vit ikki kendu, so smátt at taka plássið. Kongur var deyður, og nýggja drotningin hevði arvað krúnuna.

Hetta fekk okkum bæði systkini at skilja ímillum tað, vit kallaðu "konupengar" og "ombapengar". Navnið "konupengar" var upplagt, tí tað sipaði til konuna á pengunum. Men hví kallaðu við tær gomlu krónurnar fyri "ombapengar".

Vit kendu av góðum grundum ikki mannin á krónunum, men hildu kortini, at hann líktist Jákup Olufi, ommubeiggja. Og so var tað eisini hetta, at mamma okkara var heimagangandi, meðan pápi arbeiddi á snikkaraverkstaðnum hjá Jákup Olufi. So allir pengar, sum komu í umfar í okkara lítla húsarhaldi, høvdu so ella so sín uppruna hjá honum. So hvat var meira natúrligt enn at hava eina mynd av ommubeiggja á pengunum?

Árini eru gingin. Handilin hjá Ásu er ikki til longur, og verkstaðið hjá ommubeiggja er heldur ikki til. Vit bæði syskini eru langt síðani blivin vaksin, og hóast lundabússurnar blivu tømdar, so bleiv hvørki eg ella hon múgvandi av smápengunum, sum lógu í teimum. Konan á eittkrónunum hevur skift "bústað" og er nú bara at finna á 10- og 20-krónunum, har virðið er nakað hægri. Og eg... - Ja eg noyðist enn at stríðast hvønn dag, fyri at fáa fatur á hesum krónunum - líkamikið um tað er drotningin, ommubeiggi ella onkur heilt annar, sum stendur á teimum.

2. mar, 2012