Vælkomin á mína heimasíðu

Hugleiðingar

Hygg eftir hesi myndini. Hvat sært tú? Hvat sigur myndir tær?

Tú kanst siga, at tú sært ein fittan smádrong við einum sakleysum yvirbragdi. Tað sæst, at myndin er gomul, so helst er drongurin ikki á lívi longur. Heimurin lá opin fyri honum henda dagin fyri nógvum árum síðani, tá myndin varð tikin. Hann hevði óteljandi møguleikar, sum hann ikki hevur longur. Við hesum møguleikum kundi hann hjálpa øðrum menniskjum, men hann kundi eisni skaða onnur.

Men henda dagin var hann ein sakleysur smádrongur. - Tað sæst á myndini.

Kanska stóðu foreldrini aftanfyri fototólið og smíltust til hansara, tá myndin varð tikin, meðan tey gleddust um teirra vælskapta son. Helst høvdu tey stórar dreymar um, hvat framtíðin fór at bjóða honum.

Ein mynd kann siga meira enn túsund orð. Vit kunnu granska hana leingi og alla tíðina finna okkurt nýtt. Hon sigur okkum meira og meira, jú longri vit hyggja at henni.

Men so kann onkur siga okkurt um myndina, sum gevur henni eitt heilt annað innihald. Tú kanst fáa at vita, undir hvørjum umstøðum myndin varð tikin, ella hvørjir persónarnir eru á myndini, ella okkurt sum hendi beint aftaná. Tað kann broyta alt.

Nú mundi eg gloymt at sagt tær, at smádrongurin á myndini eitur Adolf Hitler.

- Og so kanst tú hyggja umaftur eftir myndini, fyri at vita um hon nú sigur nakað annað enn tað, sum hon segði, áðrenn tú fekst at vita, hvør hesin lítli fitti smádrongurin var.

Eru eyguni framvegis líka glógvandi og sakleys? Sært tú framvegis ein fittan drong? Hevur tú framvegis hug at ynskja honum eitt langt og gott lív - meðan tú hugsar um øll tey, sum høvdu verið spard, um hann ongantíð gjørdist vaksin?

Kann tað passa, at hann einaferð sá so fittur og sakleysur út? Hvørjir tankar fóru ígjøgnum høvdið á honum hasa løtuna, tá myndin varð tikin? Hvat hendi aftaná? Nær byrjaði tað at ganga galið?

Hann hevði nakrar møguleikar, sum tey flestu munnu vera samd um, at hann brúkti skeivt.

Okkara lív hevði eisini eina byrjan, har vit vóru fitt og sakleys børn. Foreldur okkara høvdu stórar dreymar um, hvat vit skuldu blíva til, og vit høvdu eisini nógvar møguleikar og hava teir kanska enn. Men hvussu brúka vit møguleikarnar?

15. maj, 2012