Vælkomin á mína heimasíðu

Hugleiðingar

Sum barn var eg ofta í føðingardegi hjá øðrum børnum. Eg haldi, at føðingardagar tá í tíðini vóru næstan allir líka.

Tað sum stóð á borðinum var altíð ein lagkøka við sviskum og budingi, bollar og so onkur onnur meira ”vanlig” kaka afturat. Afturvið hesum fingu vit saft, og um vit vórðu heppin, fingu vit kakao.

Eg minnist ein føðingardag, tá onkur drongur fann uppá at taka fløta av lagkøkuni og skjóta við skeiðini eftir onkrum øðrum dreingi, og tað vardi ikki leingi, til fløtakrýggið varð byrjað. Men onkur vaksin fekk steðgað bardaganum, áðrenn alt fór upp í skúm.

Aftaná borðhaldið fóru vit út at spæla, ella hugdu vit eftir filmi, har tær stóru stjørnurnar vóru Chaplin og Gøg og Gokke.

Nú á døgum eru kakirnar blivnar øðrvísi. Tær eru altíð fullar av bommum. ”Nekarakiss-kaka, Daim-kaka, Aero-kaka, Mars-kaka o.s.fr. Og meðan øll sita til borðs og eta, skiftast konufólkini um at spyrja um uppskriftirnar á øllum tí nýggja, sum stendur á borðinum. Hesar uppskriftir minna mest um innkeypsseðlar, tí har er næstan bara bomm í.

Bakraovnurin verður sjálvdan brúktur í fyrireikingunum til føðingardagar nú á døgum. Tað einasta sum verður brúkt er ein hondpískari til fløtan, og so vilja konurnar sleppa at lána hamaran frá manninum (eg haldi at tær brúka hann til at knúsa bingo-kúlur við).

Sjálvur spyrji eg ongantíð um uppskriftir, tí bara eg sleppi at eta, og tað smakkar væl, so kann tað fyri mær vera líkamikið, hvat er í. Men onkuntíð slepst ikki undan at hoyra, hvat konufólkini reksa upp fyri hvørjari aðrari um bingo-kúlur, Tobelrone, Smartes o.s.fr.

Soleiðis var einaferð, eg hevði sitið við eitt borð og etið okkurt, sum eg helt, smakkaði sera væl. Tá hoyrdi eg eina góðgætis-ramsu, sum eg ikki havi hoyrt makan til, um alt tað leskiliga, sum var í hesi góðu køku – og tað var ikki smávegis.

Tá skilti eg, at eg júst hevði sitið við borðið og etið eina heila kiosk.

22. aug, 2012