Vælkomin á mína heimasíðu

Hugleiðingar

(Hetta havi eg skrivað til leikskránna hjá StÍF í 2007)

Ofta tá vit hoyra okkurt sjáldsamt orð ella navn verða nevnt, so seta vit tað í samband við hendingar ella persónar, sum vit hava møtt á lívsleiðini. Vit hava í huganum fest eina ella aðra mynd saman við hesum navninum, og hon fæst ikki vekk aftur.

Í mínum uppvøkstri plagdi pápi mín at hava kálvar. Kálvarnir blivu gøddir og slaktaðir, og soleiðis vórðu sunnudagsdøgurarnir fingnir til høldar.

Men kálvar skulu helst hava eitt navn, og tað er ikki altíð lætt at finna. Vit plagdu tí at hyggja í álmanakkan, fyri at vita hvussu dagurin æt, tá kálvurin á fyrsta sinni hevði sæð dagsins ljós. Navnið á degnum bleiv so navnið á kálvinum. Men tað sum vit kanska ikki hugsaðu so nógv um, var at flestu dagar í álmanakkanum eru uppkallaðir eftir pínslaváttum og halgimennum. Og soleiðis gekk tað fyri seg, at hesir ferføttu skabningar fingu halgimannanøvn.

Ein kallaðist Lukas, eftir kenda læknanum, sum millum annað skrivaði eitt av evangeliunum. Ein æt Lambertus og ein Egesibus, men hvat tey nøvnini stóðu fyri, vistu vit einki um. Eitt undantak var í hesum halgimannaskara. Tað var tann seinasti kálvurin, sum vit áttu. Hann skuldi av røttum itið Klara, men hildið varð ikki, at tað hóskaði seg fyri ein tarvkálv at bera kvinnunavn. Tí varð navnið umskrivað til Klávus.

Hesir "heilagu" kálvar sluppu hvør eftir annan at vaksa seg stórar og prúðar, og so møttu teir síni lagnu.
 
Tíðin gongur og kálvarnir eru allir etnir og gloymdir. Men onkuntíð koma minnini fram aftur. Serliga tá eg hoyri vertirnar í morgunsendingini hjá Útvarpinum siga, at dagurin í dag eitur Lambertus eftir einum biskupi og ídnum trúboðara í Maastricht, sum var dripin, tí at hann hevði ákært nakrar franskar stórmenn fyri at liva í siðloysi. Tá kann tað vera líkamikið hvussu eg royni at ímynda mær eitt halgimenni ella ein pínslavátt. Tann einasta myndin eg fái fram í huganum, er ein reydligur kálvur við smáum hornum, sum slapp at vaksa seg stóran og prúðan, áðrenn hann endaði sum sunnudagsdøgurði. 

2. nov, 2012